Hjáveiða í flótitroli

Size: px
Start display at page:

Download "Hjáveiða í flótitroli"

Transcription

1 Fiskirannsóknarstovan Hjáveiða í flótitroli Royndir gjørdar við Næraberg í tíðarskeiðinum FRS smárit 05/03

2 Hjáveiða í flótitroli Royndir gjørdar við Næraberg í tíðarskeiðinum Ábyrgd, við fyri FRS og skrivað frágreiðing: Súni Lamhauge Endamál: At hyggja eftir hjáveiðu á einum vanligum svartkjaftatúri í mai - juni. Samanumtikið: Í miðal var hjáveiðan av upsa 3,3 %. Spjaðingin var stór, og var hjáveiðan eitt hálið 0, % og eitt annað heili, %. Hjáveiðan fyri túrin var knapp tons av upsa, harav tons veidd í føroyskum sjógvi og tons í íslendskum. Hetta svarar til eitt vektað miðal av fiskaðari nøgd uppá, % í føroyskum sjógvi og 3, % í íslendskum sjógvi. Hjáveiðan av toski var eingin í føroyskum sjógvi meðan hon var 0, % (, tons) í íslendskum. Hjáveiðunøgdin av øðrum fiskasløgum var nærum eingin. Tilmælið eftir hendan túr er eins og seinasta túr enn eina ferð, at fáa rist til flótitrol at rigga sum skjótast, og á tann hátt fáa skilt tann stóra fiskin frá tí smáa, ið fiskað verður eftir. Eisini mega hjáveiðukanningar gerast fyri onnur tíðarskeið av árinum. Reiðskapur: Flótitrolið frá Egersund á 3 m við 30 m svartkjaftaposa við 50 mm meskum. Tyborøn lemmar á m og ketur, sum vigaðu. tons hvør. Sonda, ið mátaði dýpi, hita á troldýpi, avstand millum keturnar, og so vóru 3 sensorar á posanum. Sýnistøka: Heildarveiðan fyri hvørt hálið bleiv mett av fabrikkformanninum, aftaná at veiðan var komin í tangarnar. Eg tók eitt sýni á kurvar, meðan veiðan varð arbeidd. Kurvarnar vórðu tiknar tilvildarliga, meðan arbeitt varð, helst við at taka sýni í byrjan, í miðjuni og til endans í hvørjum háli. Tær kurvarnar svaraðu til umleið 00 kg pr. hál. Útfrá hesum varð hjáveiðuprosentið roknað av fiski, ið var minni enn svartkjaftur. Ein maður stóð við eitt transportband og sorteraði allan stóran fisk, ið ikki var svartkjaftur, frá. Tað vil siga, at sýnið av fiski, ið var størri enn svartkjaftur varð um 0%. Á stórum fiski mátaði eg longd (rundað niður í heilar cm) og vekt (við grams neyvleika). Á fiski sum upsa og toski, hugdi eg leysliga eftir magainnihaldi, og kannaði, hvat kyn fiskurin var. Magafylla varð mett á einum skala frá 0 til 5, har 0 er tómur magi, er minst og 5 mest innihald. Tal av svartkjafti, prikkafiski o.ø. varð skrásett, men magin og magainnihaldið bleiv ikki vigað. Eg mátaði eisini longd á prikkafiski, lítla lakstobis og øðrum, men tað vóru ikki umstøður at viga fiskin ein og ein, heldur ikki at hyggja nærri at honum. Hesi sýnini vera nýtt í øðrum sambandi. Um ov nógvur upsi ella toskur var sum hjáveiða, vóru tveir ymiskir mátar brúktir til at meta um nøgdina. Fyrsti mátin var at rokna miðalvektina av 30 til 50 upsum, vigaðir hvør sær, og nýta hana til restina av upsanum í hálinum. Næsti var at brúka tal av kurvum. Miðalvekt av hvørjari kurv varð vigað av og á, tó ikki hvørt hál. Um túrin: Túrurin var dagar gamal, tá eg kom umborð. Sambært veiðidagbók høvdu teir fiskað 00 tons, ið svarar til umleið 30 tons surimi og 0 tons mjøl. Miðalvektin av svartkjaftinum var - g/hál. Farið varð eftir nýggjum pakningi og at bunkra í Fuglafirði tann /5. Tá pakningurin og eg vóru komin umborð, varð loyst av Fuglafirði týsdagin /5 og farið varð á fiskileið á.3 N 0. V, har skotið varð fyrstu ferð (sjá mynd og talvu ). Tóvini vóru uppí gott tímar. Hitin á troldýpi var millum, og, C, og tóvferðin var millum, og,5 míl. Fiskanøgdin var millum og 50 tons pr. tóv og var hetta millum, og, tons per. troltíma. Samlaða veiðan fyri hendan partin av túrinum varð. tons, sum bleiv virkað til surimi og mjøl.

3 Toskur: Hjáveiða av toski (Gadus morhua) var bert í íslendskum sjógvi. Hetta var tað sama, ið ávikavíst Pálsson (005) og Pálsson et al. (005) komu fram til í sama tíðarskeiði í 003 og í 00, og vóru nøgdirnar samanberiligar. Fiskiveiðueftirlitið sá heldur ongar nøgdir av toski í teirra kanningum av svartkjaftaflotanum, ið landar á Havsbrún í Fuglafirði. (Ikki publiserað data frá Jóhan Simonsen). Hjáveiðan var í miðal 0, % og svarar hetta til, tons í 3 dagar. Toskurin var í miðal cm [ cm ] (sjá mynd og 5), og vigaði 3 g [ 0 0 g ]. Av toskinum, ið varð kannaður hevði % okkurt í maganum og % vóru tómir (n=5). Av teimum magum, íð nakað var í (n=0), høvdu % av magunum svartkjaftur í, og vóru teir úr og uppí stk. í hvørjum. Tað vóru nakrir prikkafiskar, mjáangar, slóansgeil, smáur høgguslokkur, og nøkur krill í onkrum maga. Toskurin var væl fyri (K=0,, n=5). Upsi: Hjáveiðan av upsa (Pollachius virens) var hægri í íslendskum og lægri í føroyskum sjógvi enn íslendskar kanningar vístu í 003 (Pálsson, 005) og í 00 (Pálsson, 005). Hjáveiðan var eisini væl hægri enn kanningar hjá Fiskiveiðueftirlitinum í Apríl og Maj 005 (Ikki publiserað data frá Jóhan Simonsen), har hjáveiðan var beint omanfyri %. Hesar kanningar vóru gjørdar, tá skipini ið fiska svartkjaft landaðu á Havsbrún í Fuglafirði. Framferðarhátturin kann tó ikki samanberast. Hjáveiðan var í miðal 3,3 % (sjá talvu og 3 og mynd ). Fyri túrin var hjáveiðan av upsa tons, hesi tonsini vóru býtt uppá tons veitt í føroyskum sjógvi og tons vóru veitt í íslendskum sjógvi. Hetta svarar til eitt vektað miðal av fiskaðari nøgd uppá, % í føroyskum sjógvi og 3, % í íslendskum sjógvi. Í føroyskum sjógvi var miðallongdin cm (n=30) og miðalvektin var. g. Í íslendskum sjógvi var miðallongdin cm (n=3) og miðalvektin var.5 g. Samansjóðað var upsin 5 cm [ 3] í miðal (n=5) og vigaði.5 g [0.00] (sjá mynd og ). Av upsanum, ið varð kannaður, hevði % okkurt í maganum og % vóru tómir (n=3). Av teimun magunum, ið okkurt var í (n=5), var svartkjaftur í 5% av magunum, og vóru teir úr til í tali. Krill var í 3 % av magunum. Eisini vóru ymiskir prikkafiskar og høgguslokkar, lakstobis, og grønlandsgulllaksur í ymiskum magum. Tað var serliga í føroyskum sjógvi at upsin hevði tóman maga. Her hevði 3 % av upsanum tómar magar, meðan bert % av upsanum í íslendskum sjógvi hevði tómar magar. Av teimun magunum, ið okkurt var í, var tað serliga krill sum var oftari í upsamagunum í íslendskan sjógvi ( % ) í mun til í føroyskum sjógvi ( % ). Upsin var ikki so væl fyri (K=0,3, n=5). Upsin, ið varð fingin sum hjáveiða í íslendskum sjógvi var, størri (heteroscedatisk-ttest) og var eisini betri fyri enn upsin í føroyskum sjógvi (homoscedatisk-ttest). Hetta skal tó takast við fyrivarni, tí tali av upsa, ið er kannað, er so lítið. Onnur fiskasløg: Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum var avmarkað í mun til seinasta túr (Lamhauge, 00), og vóru ikki í nøgdum. Tey fiskasløgini, ið vanliga komu í trolið, vóru gulllaksur (Argentina silus), trantkongafiskur (Sebastes mentella), hýsa (Melanogrammus aeglefinus), silvurkalvi (Trachipterus arcticus), Snípuállur (Nemichthys scolopacaeus) og mjáangi (Sagamichthys schnakenbecki). Fiskasløg, ið ikki vóru vanlig at síggja í veiðuni, vóru rognkelsi (Cyclopterus lumpus), svartfiskur (Centrolophus niger), Chauliodus sloani, trynisállur (Serrivomer beani), silvurbramafiskur (Pterycombus brama), lítli tussafiskur (Cryptopsaras couesii ), skrubbhávur (Centrophorus squamosus), grønlandsgulllaksur (Nansenia groenlandica), havtaska (Lophius pisatorius Linné), lítli prikkafiskur (Benthosema glaciale), mjái prikkafiskur (Notoscopelus kroeyeri), Stinglaksur (Aphanopus carbo), villlaksur (Salmo salar), og Architeuthis dux. Nær verða sýnini viðgjørd: Sýnini eru kannaði og eru við í hesari frágreiðing. FRS. hin --005, Súni Lamhauge 3

4 Mynd Hál nr Cod in percent Mynd Hjáveiða av toski í prosentum. Hál nr. er noterað.

5 Saithe in percent.5.5 Mynd 3 Talva 5.00 Hjáveiða av upsa í prosentum. Hál nr. er noterað. Dagbók Hál nr Dagur mdr. ár Tóga tímar íalt Hiti á troldýpið Breidd, N 5 Longd, W Botn-dýpið, ftm Høvðulína, ftm Tóvferð, míl Fiskanøgd í tonsum Fiskanøgd per. Tíma, tons

6 Talva Veiðu býti í prosentum Hál nr. Svartkjaftur í prosentum Upsi í prosentum Prikkafiskur í prosentum Lakstobis í prosentum Toskur í prosentum Gulllaksur í prosentum Mjáangi í prosentum Trant kongafiskur í prosentum Vekta miðal Min Maks FO sjógvi (Vekta miðal) ÍS sjógvi (Vekta miðal) 3. 0.

7 Tabel 3 Veiðu býti í kg Hál nr. Svartkjaftur Upsi Toskur Gulllaksur Íalt Min Maks FO sjógvi ÍS sjógvi

8 Toskur (Gadus morhua ) Longd í cm, n= 5 Mynd Longdarmát av toski. Toskurin var í miðal cm [ - ] Toskur (Gadus morhua ) y = 0.00x - 0.x R = 0.55 Vekt í kg Longd í cm, n=5 Mynd 5 Samanhang millum longd [ cm] og vekt 3 g [ 0 0 g].

9 Upsi (Pollachius virens) Samansjóða Í slendskum sjógvi Føroyskum sjógvi Longd í cm, n( Fo )=30, n( IS)=3 n( sum)=5 Mynd Longdarmát av upsa. Upsin var í miðal cm [ 3 cm]. Í føroyskum sjógvi var miðal longdin 5 cm og í íslendskum sjógvi var miðal longdin cm. Upsi (Pollachius virens) y = 0.00x - 0.x +. R = Longd í cm, n=5 Mynd Samanhang millum longd [ 3 cm] og vekt [0 00 g]. Heimildarrit Lamhauge S. (00). Hjáveiða í flótitroli Royndir, gjørdar við Næraberg í tíðarskeiðinum FRS smárit 0/0. pp Pálsson, O. K. (005). An analysis of by-catch in the Icelandic blue whiting fishery. Fisheries Research 3 (005) p. 35. Pálsson, O. K., G. Karlsson, G. Jóhannesson, A. Arason, H. Gísladóttir and Þ. Ottesen. (005) Meðafli í kolmunnaveiðum 00. IMR. pp.

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications MILL 2700 Detailed Specifications Generator Type 3 phase generator with high-quality permanent magnets. Cast aluminium body. Generator Weight 25 kg Blade/Rotor Construction 3 Blades, Advanced injection

More information

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit...1 Upprættan av kundum við INDIVID...2 Allar fyritøkur og persónar, ið hava føroyskt A-,

More information

TOSKUR á Landgrunninum. Lívfrøði. Gadus morhua

TOSKUR á Landgrunninum. Lívfrøði. Gadus morhua TOSKUR á Landgrunninum Gadus morhua Serføroyskur fiskastovnur Gagnfiskur Botnfiskur Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum: ár Longsti mátaði toskur undir Føroyum: 1 cm Lívfrøði Undir Føroyum eru tveir

More information

Toskur legst á línu, tá hann er svangur síða 21. Løgin kynsmunur hjá toski, hýsu og upsa síða 22. Havhestur etur nógv plastikk síða 27

Toskur legst á línu, tá hann er svangur síða 21. Løgin kynsmunur hjá toski, hýsu og upsa síða 22. Havhestur etur nógv plastikk síða 27 2 0 0 4 ÁRSFRÁGREIĐING FISKIRANNSÓKNARSTOVAN Toskur legst á línu, tá hann er svangur síða 21 Løgin kynsmunur hjá toski, hýsu og upsa síða 22 Havhestur etur nógv plastikk síða 27 Fiskirannsóknarstovan Nóatún

More information

Cruise ferðandi í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum Cruise ferðandi í Føroyum Víðkað greining jan. 21 Tórshavnar Havn og SamVit (nú ) gjørdu í felag eina kanning av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum juni - september 28.

More information

Fiskiskapur eftir reyðæti

Fiskiskapur eftir reyðæti Fiskiskapur eftir reyðæti Tórshavn Mai 2018 Eilif Gaard Durita Sørensen HAVSTOVAN NR.: 18-01 SMÁRIT Innihald Samandráttur... 3 1. Endamál... 3 2. Inngangur... 3 2.1 Eitt sindur um reyðæti... 4 2.2 Lýsið

More information

Á r s f r á g r e i ð i n g

Á r s f r á g r e i ð i n g Á r s f r á g r e i ð i n g Síða 8 Hitafrontur skilir sjógvin á Landgrunninum frá sjónum uttanfyri Síða 20 95 % minni hjáveiða við nýggjari skiljirist Síða 32 Royna eftir toski og hýsu við rúsu FISKIRANNSÓKNARSTOVAN

More information

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc 1 Makrelur (Scomber scombrus ) Gýtingarøki: Vestan fyri Írland og Bretsku oyggjarnar, mitt í Norðsjónum og Skagerrak, og út fyri portugisisku og sponsku strondini (februar-juli). Útbreiðsluøkið: Norður-eystur

More information

PFAS Í FØROYSKUM VATNI OG MATVØRUM UMHVØRVISSTOVAN HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN MARIA DAM OG BJØRG MIKKELSEN

PFAS Í FØROYSKUM VATNI OG MATVØRUM UMHVØRVISSTOVAN HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN MARIA DAM OG BJØRG MIKKELSEN PFAS Í FØROYSKUM VATNI OG MATVØRUM MARIA DAM OG BJØRG MIKKELSEN UMHVØRVISSTOVAN HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN 2012 US mál nr. 12/00040 HFS mál í 12/00456 Myndin á framsíðuni: Á Mýrunum við sýnistøkuna 28

More information

Givið út 23. desember 2016

Givið út 23. desember 2016 Givið út 23. desember 2016 Nr. 140 22. desember 2016 Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 26, stk. 1, 32,

More information

SJÓVARMÁL FISKIFLOTANUM. Høvuðsgrundarlagið. undir stovnsmetingum kemur frá. Fuglateljing við dronu. Metlágt saltinnihald seinasta vetur

SJÓVARMÁL FISKIFLOTANUM. Høvuðsgrundarlagið. undir stovnsmetingum kemur frá. Fuglateljing við dronu. Metlágt saltinnihald seinasta vetur SJÓVARMÁL 217 Høvuðsgrundarlagið undir stovnsmetingum kemur frá FISKIFLOTANUM Fuglateljing við dronu Metlágt saltinnihald seinasta vetur Kanna nýggja ættarliðið í juni og juli Innihald Oddagrein Broytingartíð

More information

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Útsjónd Hvussu fær laksurin lit Karotenoidir, í høvuðsheit astaxanthin Yvir tarmin, umleið 40% í gjøgnumsnitt Í kjøtið,

More information

Teksturur, sensorisk profilering og vætumissur í upsafløkum. Samandráttur

Teksturur, sensorisk profilering og vætumissur í upsafløkum. Samandráttur Samandráttur Endamálið við verkætlanini er, at kanna vatnbindingarevni og brotstyrki hjá upsafløkum og at fáa yvirlit yvir góðskuna á teimum funktionellu proteinunum. Harafturat er endamálið at gera eina

More information

Sjóvarmál. Fjarstýrdir kavbátar RANNSAKA HAVSINS KALDA HJARTA FISKIRANNSÓKNARSTOVAN. Tilmæli um fiskiskapin Norðurlendsk umhvørvisvirðisløn

Sjóvarmál. Fjarstýrdir kavbátar RANNSAKA HAVSINS KALDA HJARTA FISKIRANNSÓKNARSTOVAN. Tilmæli um fiskiskapin Norðurlendsk umhvørvisvirðisløn Sjóvarmál 4 Svarið blæsur í vetrarkuldanum 48 Norðurlendsk umhvørvisvirðisløn 50 Tilmæli um fiskiskapin 2007-08 2 0 0 7 FISKIRANNSÓKNARSTOVAN Fjarstýrdir kavbátar RANNSAKA HAVSINS KALDA HJARTA 2 Innihald

More information

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari 1 Formæli Nógv orðaskifti hevur verið seinastu árini um lutfallsliga stóra vøksturin í útflutningi av

More information

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? og hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Jón Joensen Hagstova Føroya - oktobur 2009 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit...

More information

Heilsuvandi av at eta grind

Heilsuvandi av at eta grind Heilsuvandi av at eta grind Í november 2008 mæltu landslæknin og undirritaði frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta var tí, at granskingarvirksemið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í meira

More information

Trý megin sløg av geislavirkni

Trý megin sløg av geislavirkni Geislavirkin dálking í Føroyum frá kjarnorkubumbum og kjarnorkuverkum Fyrilestrarøðin Speki í SVF Hans Pauli Joensen Náttúruvísindadeildin (NVD) Fróðskaparsetur Føroya NVD At umrøða Alment um geislavirkni

More information

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi SJÓVARMÁL 218 eftir H. C. Müller Náttúruvísindaskattur komin undan kavi Avbera nógvur gróður í 217 Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum Talið á ternum og ternubølum minkað seinastu 15 árini

More information

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES Føroysk fiskivinna í ES Upprit um føroyskan limaskap í ES Formæli Í 2013 legði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fram frágreiðingina Ja til Evropa. Tann lítla bókin var í fimm pørtum: Ein yvirskipað lýsing

More information

Fiskirannsóknarstovan. Ársfrágreiðing

Fiskirannsóknarstovan. Ársfrágreiðing Fiskirannsóknarstovan Ársfrágreiðing 2000 Innihaldsyvirlit 1. Inngangur... 2 2. Virksemið í 2000... 3 2.1 Stovnsmetingar... 3 2.2 Umhvørviskanningar... 3 2.3 Fiskar, rækjur, skeljafiskar... 6 2.4 Aðrar

More information

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Leiðbeining Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Fiskimálaráðið 18. desember 2009 Innihald Inngangur... 3 Veiðiváttanin... 4 Einfaldara veiðiváttanin fyri smærri

More information

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum 2013 hjá 13-15 ára gomlum Mei 2014 SSP ráðgevingin Innihald: Table of Contents Innleiðing... 3 Um kanningina... 4 1. partur - Generelt um hagtølini... 6 Luttøka...

More information

Skiftandi veðurlag. ávirkar upsastovnin. Makrelinnrás broytir vistskipanina. Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin

Skiftandi veðurlag. ávirkar upsastovnin. Makrelinnrás broytir vistskipanina. Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin Nýtt havrannsóknarskip: Projekteringin liðug Makrelinnrás broytir vistskipanina Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin Sjóvarmál 2012 Oddagrein Innihald 4 Nýtt havrannsóknarskip

More information

Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing 2016 Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja

More information

Mandy on holiday Avritssíður

Mandy on holiday Avritssíður Una Poulsen Mandy on holiday Avritssíður Innihaldsyvirlit Logbook Perma og frágreiðing My logbook 1 2 English words that I know Island Travelling Spæl Frágreiðing um spælið Svarlisti Spurningar 1 2 3 4

More information

Fólkaheilsukanning

Fólkaheilsukanning ol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - m ing - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión -

More information

2000 árgangurin roykfríur

2000 árgangurin roykfríur Spurningar um royking juni 213 Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir Við í kanningini vóru 488 út av 77 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki

More information

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Tórshavn 2016 Tórshavnar Kommuna / Fróðskaparsetur Føroya Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla

More information

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi,

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, 1990-2010 Umhvørvisstovan, 07-12-1011 Í hesi frágreiðing verður tikið samanum uppgerðina av útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. Mannagongd,

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018 Miðnámsrit 17 juni 2018 Um blaðið Næmingar eru líka ymiskir sum fólk flest. Vit seta fokus á teir stillu næmingarnar. Hvussu er at vera introvertur í dagsins skúla, har tað at vera ekstrovertur er ein

More information

FRÁGREIÐING TIL INNLENDISMÁLARÁÐIÐ UM UMHVØRVISKANNINGAR AV KOMBIKKI, GASTEROSTEUS ACULEATUS L., FYRI ÁRINI 2002, 2003 OG 2004

FRÁGREIÐING TIL INNLENDISMÁLARÁÐIÐ UM UMHVØRVISKANNINGAR AV KOMBIKKI, GASTEROSTEUS ACULEATUS L., FYRI ÁRINI 2002, 2003 OG 2004 FRÁGREIÐING TIL INNLENDISMÁLARÁÐIÐ UM UMHVØRVISKANNINGAR AV KOMBIKKI, GASTEROSTEUS ACULEATUS L., FYRI ÁRINI 22, 23 OG 24 CB-153 Dánjal Petur Højgaard Fiskirannsóknarstovan Tórshavn, 31. des., 24 2 INNIHALDSYVIRLIT

More information

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet UNGFÓLK Í FØROYUM úrslit2012 Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet 1 Ungfólk í Føroyum 2012 Útbúgving, mentan, ítróttur, frítíð og trivnaður Úrslit av spurnakanning

More information

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið Gransking & Menning í Føroyum 2007 Úrslit fyri samfelagið INNIHALDSYVIRLIT 1. Inngangur... 1 2. Hvør granskar og mennir?... 4 2.1 Tað almenna... 4 2.2 Vinnan... 7 3. Útreiðslur til G&M... 9 3.1 Samlaðar

More information

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár: Nr. 364 Hósdagur 6. apríl 2006 15,- Umframt grønlandstíðindi frá Kára við Stein hava vit fleiri frásagnir úr Íslandi. Føroyavinurin Óskar farin Síða 4 Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi Marin 90

More information

Lívið í Føroyum er framúr

Lívið í Føroyum er framúr Fólkaheilsuráðið Lívið í Føroyum er framúr Ein kanning eftir leisti hjá OECD Better Life og Gallup World Poll Tryggleiki Lívsnøgdsemi Danmark Noreg Ísland Føroyar Arbeiði/frítíð Býli 10 9 8 7 6 5 4 3 2

More information

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Happing í føroyska fólkaskúlanum ISBN: 978-99918-60-11-4 Happing í føroyska fólkaskúlanum - ein spurnakanning Karin Jóhanna L. Knudsen, Martha H. Mýri & Jógvan Mørkøre Granskingardepilin fyri Økismenning ARBEIÐSRIT NR. 17/2007! "!# $

More information

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam Luftgóðska í Føroyum - uppskot til skipan av yvirvøku av luft Rakul Mortensen og Maria Dam 1 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit... 2 1. Styttingar... 3 2. Samandráttur... 4 3. Inngangur... 4 4. Áður gjørdar

More information

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015 Ársrit Ársfrágreiðing 215 1 Innihaldsyvirlit Stjórin skrivar...3 Nýggj sjóvinnubrøv...5 Merkið klintrar upp eftir hvítalista...6 FAS...8 Føroyska Skipaskráin... 1 Talgildar skrásetingar... 12 Smábátar...

More information

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum Verkætlan í 2017 Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum Tórshavn Desember 2018 Helga Bára Mohr Vang í samstarvi við: Eilif Gaard Hjálmar Hátún Jan Arge Jacobsen

More information

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir... 3 Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur... 9 Javnaðarhugsjónin... 10 Janus andlitið... 12 Paul s Letter to American

More information

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum Nr. 276 Hósdagur 12. september 2002 10,- Síða 4 Ein kendur fiskimaður verður 70 ár Síða 24 Karin virkar fyri heimsins børn FF-blaðið hevur í New York vitjað UNICEF, barnahjálpargrunnin hjá ST, og varaleiðaran

More information

Álvaratos who cares?

Álvaratos who cares? JÓGVAN Í LON JACOBSEN Álvaratos who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum Í røðini Moderne importord i språka i Norden 2008 INNIHALDSYVIRLIT

More information

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark 18-20.september 2013 um venjaraútbúgving 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze luttóku dagarnar 18-20. september

More information

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen Matmentan í Føroyum Jóan Pauli Joensen Matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhorni: Framløgan "Matmentan í Føroyum," Jóan Pauli Joensen, professari, í Klingruni í Norðurlandahúsunum,

More information

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Nýggjur Kalsevni og Grímur Kamban í flotan Tann fyrri Grímur Kamban endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi Nr. 286 Hósdagur 6. februar 2003 10,- Síða 9 Elsa 75 ár Elsa hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hon hevur sæð kommunismu reist seg og fallið, og hon gjørdist frá degi til annan mamma at tvíburum Fiskivinna

More information

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Mið & Magn 7 2010 1 ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN út í felag.

More information

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010 Klamydiaátak 2010 Malan Egholm, Master of Public Health November 2010 1 Klamydiaátak 2010 Síðani 1997 hevur verið kannað fyri klamydia í Føroyum, og um hugt verður eftir teimum seinastu 10 árununum, er

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018 Miðnámsrit 15 januar 2018 Um blaðið Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin

More information

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN Exploration Drilling in the Faroe-Shetland Channel CONTENTS

More information

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen IM 30 - _2009_-NOTA:Íslenskt mál 27 - _2006_-NOTA 20.2.2009 10:50 Page 141 Flugur Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum hjalmar p. petersen 1. Inngangur Í føroyskum er boðsháttur í eintali

More information

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Nationalisma... 6 Ímyndir... 8 Tjóðskaparkensla- og rørsla í Føroyum... 10... 13 Mannfólkabúnin... 14 Kvinnubúnin... 20 Ímyndir í føroysku klæðunum... 24 Tjóðbúnar í grannalondunum...

More information

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Jonhard Jógvansson, stud. theol. Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn (Sl 19,2). Hvussu skulu hesi orð skiljast? Her stendur, at

More information

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði 2 Forsíðumynd: Baksíðumyndir: Prent og innbinding: Lagt til rættis: Handritsbrot úr skaldsøguni Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen William Heinesen, teknað hevur Ingálvur av Reyni Jørgen-Frantz Jacobsen,

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017 Miðnámsrit 12 januar 2017 Um blaðið Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum

More information

Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær» Keilir» Fjörður» Reykjavík/HÍ

Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær» Keilir» Fjörður» Reykjavík/HÍ / 1004720-1004720-3-ABC 2.1.2018 09::16 Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær»»» Reykjavík/HÍ 06:42 06:44 06:45 06:47 06:51 06:52 06: 07:17 07:18 07:22 07:28 07:29 07:31 07:32 07:34 07:36 07:38

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2010 Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár

More information

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Góði limur í Føroya Pedagogfelag Tema um forskúla Tíðin er ikki búgvin til forskúlar s. 5 Keldan droymir um ein fullkomnan skúla s. 6-10 Tey smáu í forskúla hjá Sankta Frans s. 11-13 Missa og fáa í for skúlanum s. 21 FØROYA PEDAGOG FELAG

More information

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68 Innihaldsyvirlit síða Fororð 1 Inngangur 2 Meginsjónarmið 4 Framferðarháttur 5 1. Altjóða tónleikapallurin 7 Núverandi støða 7 Framtíðarútlit 9 Samandráttur 11 2. Norðurlendski tónleikapallurin 12 Svøríki

More information

Stamps Føroyar. Nr. 14 November 2012

Stamps Føroyar. Nr. 14 November 2012 Stamps Føroyar Nr. 14 November 2012 ISSN 1603-0036 Tríggjar nýggjar frímerkjaútgávur Vel ársins frímerki 2012 Ársins endasøla Nýggj postgjøld 1. januar 2013 Royndarprent Føroyski árabáturin FO 750-758

More information

Oljumarknaðurin í Føroyum

Oljumarknaðurin í Føroyum Oljumarknaðurin í Føroyum Frágreiðing um søluna av brennievnum í Føroyum 17. juni 2016 www.kapping.fo Útgevari: Kappingareftirlitið Skálatrøð 20 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Telefon: +298 35 60 40 T-postur:

More information

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING INNIHALDSYVIRLIT 1 HVÍ UNDIRVÍSA Í AT FYRIBYRGJA BURTURKASTI? 3 2 INNGANGUR 4 2.1 Endamál og

More information

Visitor Survey. Visit Faroe Islands

Visitor Survey. Visit Faroe Islands Visitor Survey Visit Faroe Islands 2014-2015 2 Visitor Survey report 2014-2015 A FULL REPORT ON INTERNATIONAL TOURISTS IN THE FAROE ISLANDS VISIT FAROE ISLANDS AND GALLUP FØROYAR 2014-2015 January 2016

More information

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company Partafelagsupplýsingar general informations Innihald Content Felagið / The Company P/f Postverk Føroya Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Skrásetingar nr. / Reg. nr. 3927 Heimstaðarkommuna / Domicile municipality:

More information

Rættindi fyri atkvøður

Rættindi fyri atkvøður 1 / 2014 19. árg. kr. 48,- Klientilisma í føroyskum vinnupolitikki: Rættindi fyri atkvøður + Vangamynd: Landssjúkrahúsið sum granskingarstovnur + Fyri 100 árum síðani: Fleiri deyðfødd hjá støkum enn giftum

More information

Stamps Føroyar. Nr. 8 Apríl 2011 ISSN Mynd: Jens-Kjeld Jensen. Baraldur

Stamps Føroyar. Nr. 8 Apríl 2011 ISSN Mynd: Jens-Kjeld Jensen. Baraldur Stamps Føroyar Nr. 8 Apríl 2011 ISSN 1603-0036 Baraldur Mynd: Jens-Kjeld Jensen Fýra nýggjar frímerkjaútgávur Nýggj postgjaldsmerki Nýggj postgjøld Vel ársins vakrasta frímerki 2010 Edward Fuglø. 2011

More information

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Fiskimálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/00115-76 Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Partur

More information

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. januar 2018 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: Skrivið her Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg

More information

Charles R. Darwin 200 ár

Charles R. Darwin 200 ár Charles R. Darwin 200 ár Ein hin mest umstríddi persónurin í nýggjari tíð, er óivað Charles Robert Darwin. Men, hvør var hann? Hvat gjørdi hann? Hví kom hann fram til niðurstøður innan náttúruvísindi,

More information

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Kunnu brúkarar uttanfyri Landsnet nýta Sharepoint? (Dømi: Nevndarlimir) Ja, hetta ber til t.d. um ein velur at gera eina almenna heima-síðuloysn, sum t.d Kunngerðarportalin.

More information

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. /2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Kapittul 1 Endamál og allýsingar

More information

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/ Fiskimálaráðið Løgtingið Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/00443-4 Løgtingsmál nr. 18/2017: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2013 s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar s. 6 Álitisumboð á skeiði s. 25 rættur kostur Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT

More information

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN út

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Gadus fingið dóm í Tromsø Tað kostaði JFK Troli góðar 700.000 kr., at skiparin á trolaranum

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 25.05.2016 (08:32) 8 til 13 stig alla vikuna Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar

More information

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 4 2009 Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í Gong Felagið

More information

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. 1.0 Samandráttur Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Í kanningini førir Kappingareftirlitið fram, at føroyski oljumarknaðurin hevur nøkur eyðkenni,

More information

Gagnnýtsla Magnus Gaard

Gagnnýtsla Magnus Gaard Gagnnýtsla Orð og hugtøk Tjóðarroksnskapur Tjóðarroksnkapurin er roknskapurin fyri eitt land. Lyklatøl sum BTÙ, BTI, handilsjavni og gjaldsjavni verða gjørd upp og mett verður um framtíðarútlit og samanborið

More information

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Helgoland og Norðurhavsoyggjar Helgoland og Norðurhavsoyggjar Heligoland and the Norwegian Islands in the North Atlantic Zakarias Wang Hornavegur 16, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands. Email: zakarias@olivant.fo Úrtak Í 1814 kom friður í

More information

Kosttilmæli um at eta grind

Kosttilmæli um at eta grind Tórshavn, hin 1. juni 2011 Mál nr.: 461-200800444-64 Kosttilmæli um at eta grind Seinastu árini eru fleiri kanningar gjørdar av heilsuskaðiligum evnum í okkara matvørum og árin teirra á menningina og heilsuna

More information

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki August 2007 Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki Fjarfiskiflotanevndin FISKIMÁLARÁÐIÐ Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki 1 1. Nevndararbeiðið Í samgonguskjalinum frá

More information

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga Tórshavn, apríl 2013 2 Umhvørvisárinsmeting av vindorkuverkætlan í Húsahaga 1. Inngangur SEV hevur í nógv ár arbeitt við at økja um partin av varandi

More information

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum IMO - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum Innihaldsyvirlit Felagsskapurin og arbeiðið III Føroyar V Nevndirnar VIII Konvensjónirnar XI - Trygd á sjónum XIV - Dálking XXVI - Ábyrgd og endurgjald

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2010 Fegin um prógvið Oddagrein: Vár í Gong, forkvinna skrivar Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Regn og vindur alla vikuna Fleiri lágtrýst fara komandi vikuna framvið í ein útnyrðing úr

More information

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju

More information

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS 19-11-2012 Føroysk vinnuáhugamál í mun til Arktis Ein frágreiðing um vinnuligar møguleikar í Arktis fyri limir í Oljuvinnufelagnum. Harafturat er ein meting um, hvussu farast

More information

Leiðbeining um andadráttarverju

Leiðbeining um andadráttarverju ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Administration of Occupational Safety and Health Fútalág 1B P.O.Box 1134 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 317811 Fax +298 314489 E-mail: safety@post.olivant.fo Skrásetingar nr.:

More information

Kæling uppsjávarfisks fyrir vinnslu?

Kæling uppsjávarfisks fyrir vinnslu? Upphaf mælinga í uppsjávarskipum Sigurjón Arason Yfirverkfræðingur Matís ohf. og Prófessor, Háskóli Íslands Dr. Magnea G. Karlsdóttir; Fagstjóri, Matís ohf. Ásbjörn Jónsson; Verkefnastjóri, Matís ohf Magnús

More information

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting

More information

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. 15 Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit

More information

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi Björn Traustason og Þorbergur Hjalti Jónsson, Mógilsá Fagráðstefna 25.mars 2010 Inngangur Landfræðileg greining til að meta útbreiðslu nokkurra

More information

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Ársfrágreiðing 2004 Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Fjarskiftiseftirlitið Tórshavn 22. mars 2005 Fororð Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í 2001 fyri løgtingið

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Hey øll Ja tíðin rennur avstað og skjótt er summari farið sum ongantíð kom fram... :-) Um

More information

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze, luttóku dagarnar 07-11. oktober á UEFA- ráðstevnu í Budapest um venjaraútbúgvingar.

More information

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin Desember 2008 Orka og umhvørvi Strategibólkurin Orku og Umhvørvismál 2 Formæli Fyrr í ár skipaðu Bitland og Vinnuhúsið fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan

More information

Starvsfólk á dagstovnum

Starvsfólk á dagstovnum 978-99918-60-19-0 Starvsfólk á dagstovnum - ein trivnaðarkanning Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning ARBEIÐSRIT NR. 26/2010 Um arbeiðsrit: Arbeiðsrit eru

More information

Menning av veðurtænastuni

Menning av veðurtænastuni Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli um Menning av veðurtænastuni 1. oktober 2018 Úrskurður, niðurstøða Tað verður soleiðis fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió kr., frá einari árliga

More information