Kunningarferð hjá Uttanlandsnevndini til Reykjavíkar, London og Keypmannahavnar, tann oktober 2009

Size: px
Start display at page:

Download "Kunningarferð hjá Uttanlandsnevndini til Reykjavíkar, London og Keypmannahavnar, tann oktober 2009"

Transcription

1 Kunningarferð hjá Uttanlandsnevndini til Reykjavíkar, London og Keypmannahavnar, tann oktober 2009 Endamálið við ferðini var at vitja sendistovur Føroya í Reykjavík, London og Keypmannahavn fyri at kunna nevndina um arbeiðið hjá sendistovunum. Harumframt at hitta Uttanlandsnevndina hjá Althinginum, umframt íslendska uttanríkis- og fíggjarmálaráðharran og Føroyabólkin í bretska Parlamentinum. Við á ferðini vóru: John Johannessen, nevndarformaður Helgi Abrahamsen Poul Michelsen Jógvan á Lakjuni Karsten Hansen Høgni Hoydal Kári á Rógvi Kristina Samuelsen, nevndarskrivari Mánadagur, 19. oktober Kl Fráferð úr Vágum - koma Reykjavík Kl Koma á Hotel Frón. Kl Vitjan á Sendistovu Føroya. Gunvør Balle, sendikvinna, greiddi frá um virksemið á sendistovuni, sum borgaraskrivstova/ferðaskrivstova, innan vinnumál, at fyrireika vitjanir, við samstarvi innan Hoyvíkssáttmálan, mentan, skúlasamstarv, við at skráseta og savna lesandi, við kunning um Føroyar og við royndum at fremja samstarv innan onnur øki. Greitt varð frá greinarøð í Frettablaðnum um Føroyar, sum nevndin bað um og fekk avrit av. Hóast sendistovan verður boðin við til móttøkur o.a., sum hava stóran týdning fyri at knýta sambond og opna hurðar, so eru tó avmarkingar fyri, hvat sendistovan sleppur við til, sum annars kundi verið sera áhugavert og gevandi, m.a. sendiharrasamstarvsfundir. Kunningin frá sendistovuni um virksemi og tilfar, sum sendistovan framleiðir, varð umrødd. Uttanlandsnevndin kundi hugsað sær, at hendan kunningin var betri. Harumframt greiddi Gunnvør frá Ice-Save málinum og royndunum at fáa í lag samstarv innan heilsuøkið við atliti til føroyska heilivágsframleiðslu og við at senda føroyskar sjúklingar til serviðgerðir í Íslandi. Verkætlanin við Vígdis Finnbogadóttir stovninum varð eisini umrødd. Týsdagur, 20. oktober Kl Fundur í Fíggjarmálaráðnum (Fundarsalurin Hóll) við Steingrím J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharra. Við á fundinum vóru eisini Gudmundur Árnason, ráðuneytisstjóri og ein fulltrúi. Á fundinum fekk nevndin frágreiðing um fíggjarstøðuna í Íslandi og ávirkanina á arbeiðsloysi, fráflyting, kappingarføri og útflutning.

2 Eisini fekk nevndin frágreiðing um, hvussu gongst við nýggju bankunum, og Ice Save málið og um royndirnar at útvega Íslandi lán. Umsóknin um íslendskan ES-limaskap og útlitini fyri hesi vórðu umrødd. Somuleiðis ymisk onnur viðurskifti viðvíkjandi EFTA, ES og Hoyvíkssáttmálanum. Kl Fundur við Utanríkismálanefnd í fundarhøli forsætisnevndar í Altingshúsinum. Við á fundinum vóru Valgerður Bjarnadóttir, næstformaður, Helgi Hjørvar, Bjarni Benediktsson, Tórunn Sveinbjarnardóttir, Stígur Stefánsson, nevndarskrivari og ein fulltrúi. Valgerður Bjarnadóttir greiddi frá tilgongdini í sambandi við umsóknina um ESlimaskap, herundur spurninginum um, hvat verður við Hoyvíkssáttmálanum, sum Ísland ynskir at halda so intaktan sum gjørligt. Støðan til ES-limaskap millum politisku flokkarnar í Íslandi og í fólkinum varð umrødd. Eisini varð røtt um støðuna hjá Føroyum mótvegis EFTA, Ice-Save málið og samráðingarnar um nýggja veðurlagsavtalu. John Johannessen greiddi síðani frá fíggjargongdini og fíggjarlógararbeiðnum í Føroyum. Kl Fundur í Uttanríkisráðnum við Øssur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharra. Við á fundinum vóru Auðunn Atlason, deildarstjóri á deildini fyri upplýsingarmál, og Bergþór Magnússon, løgfrøðingur. Auðunn Atlason tók ímóti og greiddi við eini framløgu (link) frá grundarlagnum og tilgongdini í sambandi við íslendsku umsóknina um ES-limaskap, umframt frá fíggjarligu gongdini í Íslandi. Bergþór Magnússon, løgfrøðingur, greiddi síðani stutt frá um Hoyvíkssáttmálan. Øssur Skarpheðinson, uttanríkisráðharri, kom á fund um tíðina. Hann setti Uttanlandsnevndini spurningar í sambandi við løgtingssamtykt viðvíkjandi Evruni sum gjaldoyra. Siðani greiddi hann frá, og røtt varð um fiskivinnupolitikkin í ES og ynski um serskipanir. Eisini støðan hjá Hoyvíkssáttmálanum, um Ísland fer upp í ES, varð umrødd og royndirnar at styrkja og víðka hetta samstarvið. Kl Óformligur frokostfundur í Altingshúsinum saman við íslendsku sendinevndini í Útnorðurráðnum. Kl við bussi til Keflavíkar Kl fráferð úr Keflavík, koma Heathrow kl har Áki Johansen, sendimaður tók ímóti okkum og hevði skipað fyri flutningi við bussi til Slone Square Hotel, har vit vóru um tíðina. Kári á Rógvi kom til Heathrow úr Keypmannahavn kl og kom upp í ferðalagið seinni sama kvøld. Mikudagur, 21. oktober Kl Fráferð til gongu til sendistovuna.

3 Myndafrágreiðing: Uttanlandsnevndin uttan fyri sendistovu Føroya í London Kl Fundur á sendistovuni, har Áki Johansen og Sigga Jacobsen fyrst greiddu frá skránni í London og síðani kunnaðu um søguna hjá sendistovuni og sendistovuvirkseminum í dag. Undan fundinum hevði nevndin fingið skrivliga frágreiðing (link) við heitinum Almenn kunning um virksemi á sendistovuni. Kunnað varð um ítøkilig dømi um átøk og møguleikar innan virkisøkini politikk, handil og mentan. Spurningurin varð umrøddur um, hvussu man kann fáa meira kunning út um virksemið hjá sendistovuni. Týdningurin av ferðasambandinum millum Føroyar og Bretland og spurningurin um møguleikarnar fyri at fáa egin hølir til sendistovuna vórðu eisini umrøddir.

4 Myndafrágreiðing: Helgi Abrahamsen Kl Fráferð til parlamentið Kl Portcullis Main House Entrance Kl Fund við All Party Group fyri Føroyar. Við á fundinum vóru Alistair Carmichael, formaður, Sir John Butterfill og Angus MacNeil. Alistair Carmichael greiddi frá, hvussu tilgongdini er í fíggjarlógararbeiðnum í Bretlandi, og orðaskifti var um politisku støðuna í sambandi við komandi parlamentsvalið í Bretlandi. Spurningur varð settur viðvíkjandi føroysku luttøkuni í klimaráðstevnuni í Keypmannahavn, og hetta varð umrøtt. Hóast spurningur um arbeiðsloyvi til bretar í Føroyum og til føroyingar í Bretlandi, var á skrá, varð hetta ikki umrøtt. Kl Hjástødd í salinum til Prime Minister s Question Time. Kl All party Group beyð nevndini frokost í parlamentinum. Við til frokostin vóru Alistair Carmichael, Sir John Butterfill, Angus MacNeil, Anne Begg og Sir Robert Smith.

5 Myndafrágreiðing: Høgni Hoydal og Kári á Rógvi saman við Martin McGuinness MP MLA Gerry Kelly MLA. Martin er varafyrstiráðharri og Gerry undirráðharri í Norðurírlandi. Teir vóru á veg á fund við David Cameron, høvdu tí ikki stundir at hitta alla Uttanlandsnevndina, men vildu fegnir hitta føroyingar, um møguligt ígjøgnum føroyanevndina Kl Fráferð frá parlamentinum Kl Koma til hotellið Myndafrágreiðing: Dánjal Rein heldur røðu Kl Sendistovan var vertur fyri døgverða, har umboð fyri føroyafelagið í London vóru við. Hósdagur, 22. oktober Kl Fráferð frá hotellinum til bretska uttanríkisráðið. Kl fund við Andrew Dalgleish, head of Europe Strategy Group um bretskan geopolitikk í Norðuratlantshavinum, og um hvørjar tankar man ger sær í Føroyum, nú Ísland søkir um ES-limaskap.

6 Myndafrágreiðing: Jógvan á Lakjuni, Høgni Hoydal, Poul Michelsen, John Johannessen, formaður, Karsten Hansen, Andrew Dalgleish, Kári á Rógvi og Helgi Abrahamsen Kl Fráferð til hotellið. Kl Frokost á Sloane Square Hotel, har eftirmeting varð gjørd av túrinum. Nevndin varð samd um, at tað hevði verið ynskiligt, um Uttanríkisráðið meira regluliga kunnaði nevndina um virksemið hjá sendistovunum og sendi nevndini ársfrágreiðingar. Kl Vitjan í residensinum hjá danska ambassadørinum, Birger Riis-Jørgensen, sum kunnaði um avleiðingarnar í UK av fíggjarkreppuni.

7 Myndafrágreiðingar: Birger Riis-Jørgensen greiðir frá Kl Fráferð frá residensinum til flogvøllin. Kl fráferð úr Heathrow, koma til Kastrup Kl Koma á hotell Hebron. Fríggjadagur, 23. oktober Kl Fundur á sendistovuni, har Herálvur Joensen legði út við at greiða frá um virksemið hjá sendistovuni. Frágreiðingin var skipað við grundarlagi í framløgu (link), sum nevndin fekk avrit av. Kl Hevði Lars Bo Møller frá Udenrigsministeriets Sikkerhedspolitiske kontor framløgu fyri nevndini um trygdarpolitik. Nevndin fekk avrit av framløguni (link). Kl Varð skipað fyri ábiti á sendistovuni. Kl Greiddi Kim Jesper Jørgensen, Chef for 1. afdeling, Planlægning og Operationer frá, hvussu Verjumálaráðið skipar sítt arbeiði í Norðurhøvum. Frágreiðingin var skipað við grundarlagi í framløgu (link), sum nevndin fekk avrit av.

8 Kl Hevði Lars Bo Møller framløgu (link) fyri nevndini um Stoltenberg frágreiðingina. Myndafrágreiðing: John Johannessen, formaður, Jógvan á Lakjuni, Kári á Rógvi, Karsten Hansen og Herálvur Joensen Kl Fór nevndin frá sendistovuni. Kl fráferð úr Kastrup, koma til Vágar kl november 2009 Kristina Samuelsen, nevndarskrivari

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit...1 Upprættan av kundum við INDIVID...2 Allar fyritøkur og persónar, ið hava føroyskt A-,

More information

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications MILL 2700 Detailed Specifications Generator Type 3 phase generator with high-quality permanent magnets. Cast aluminium body. Generator Weight 25 kg Blade/Rotor Construction 3 Blades, Advanced injection

More information

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur Kristianna W. Poulsen Cand. Mag. og MsC. Greinin er skrivað í 2009 eftir áheitan frá Amnesty International, tá ið Kristianna var forkvinna í Javnstøðunevndini. Greinin

More information

Programme for the Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs, the Rt Hon. Michael Gove MP, official working visit to the Faroe

Programme for the Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs, the Rt Hon. Michael Gove MP, official working visit to the Faroe Programme for the Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs, the Rt Hon. Michael Gove MP, official working visit to the Faroe Islands 31 July 1 August 2017 Monday, 31 July 2017 21:00 Arrival

More information

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 27. februar 2007 Mál: 750-025/05-104 Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 1. Henda

More information

Í verksetan. public service-sáttmála

Í verksetan. public service-sáttmála Í verksetan av public service-sáttmála Innihaldsyvirlit 4 PUBLIC SERVICE-FRÁGREIÐING 2011... 3 4.1 INNGANGUR... 3 4.2 YVIRSKIPAÐ VIÐURSKIFTI GALDANDI FYRI ALT KRINGVARPIÐ... 4 4.3 RAÐFESTINGAR INNAN ÁVÍSAR

More information

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003 INNIHALD PARTUR I...5 FRAMLØGA LØGMANS...5 PARTUR II... 13 STJÓ RNAR- OG UTTANRÍKISMÁL... 13 SJÁLVSTÝRISMÁL...13 SAMSKIPAN AT VERA UPPI ÍALTJÓ ÐA SAMSTARVI...13 TRYGDAR- OG VERJUMÁL...14 LØGMANSFUNDIR...14

More information

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Mai 2007 Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn Mentamálaráðið Hoyvíksvegur

More information

Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing 2016 Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja

More information

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum Nr. 276 Hósdagur 12. september 2002 10,- Síða 4 Ein kendur fiskimaður verður 70 ár Síða 24 Karin virkar fyri heimsins børn FF-blaðið hevur í New York vitjað UNICEF, barnahjálpargrunnin hjá ST, og varaleiðaran

More information

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. 15 Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit

More information

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Helgoland og Norðurhavsoyggjar Helgoland og Norðurhavsoyggjar Heligoland and the Norwegian Islands in the North Atlantic Zakarias Wang Hornavegur 16, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands. Email: zakarias@olivant.fo Úrtak Í 1814 kom friður í

More information

Føroyskur førleiki. Formæli.

Føroyskur førleiki. Formæli. . Útbúgving, gransking, vinnulív og sjálvstýri........ Føroyskur førleiki. Álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging

More information

Cruise ferðandi í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum Cruise ferðandi í Føroyum Víðkað greining jan. 21 Tórshavnar Havn og SamVit (nú ) gjørdu í felag eina kanning av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum juni - september 28.

More information

Menning av veðurtænastuni

Menning av veðurtænastuni Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli um Menning av veðurtænastuni 1. oktober 2018 Úrskurður, niðurstøða Tað verður soleiðis fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió kr., frá einari árliga

More information

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen Matmentan í Føroyum Jóan Pauli Joensen Matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhorni: Framløgan "Matmentan í Føroyum," Jóan Pauli Joensen, professari, í Klingruni í Norðurlandahúsunum,

More information

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði 2 Forsíðumynd: Baksíðumyndir: Prent og innbinding: Lagt til rættis: Handritsbrot úr skaldsøguni Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen William Heinesen, teknað hevur Ingálvur av Reyni Jørgen-Frantz Jacobsen,

More information

Heilsuvandi av at eta grind

Heilsuvandi av at eta grind Heilsuvandi av at eta grind Í november 2008 mæltu landslæknin og undirritaði frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta var tí, at granskingarvirksemið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í meira

More information

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, FO 100 Tórshavn Tlf. *298 316696 Fax *298 319708 E-mail: palweihe@sleipnir.fo Fylgiskjal 4 PW/eo. J.nr. 033-980006-3 Sjúkrasystraetiska

More information

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Ársfrágreiðing 2008 Mynd: MYODA Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Endamál og virksemi...4 Menningarsamstarvspolitikkur...4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv...5 Hvar fer menningarhjálpin?...6

More information

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company Partafelagsupplýsingar general informations Innihald Content Felagið / The Company P/f Postverk Føroya Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Skrásetingar nr. / Reg. nr. 3927 Heimstaðarkommuna / Domicile municipality:

More information

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár: Nr. 364 Hósdagur 6. apríl 2006 15,- Umframt grønlandstíðindi frá Kára við Stein hava vit fleiri frásagnir úr Íslandi. Føroyavinurin Óskar farin Síða 4 Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi Marin 90

More information

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015 Ársrit Ársfrágreiðing 215 1 Innihaldsyvirlit Stjórin skrivar...3 Nýggj sjóvinnubrøv...5 Merkið klintrar upp eftir hvítalista...6 FAS...8 Føroyska Skipaskráin... 1 Talgildar skrásetingar... 12 Smábátar...

More information

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Nýggjur Kalsevni og Grímur Kamban í flotan Tann fyrri Grímur Kamban endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi Nr. 286 Hósdagur 6. februar 2003 10,- Síða 9 Elsa 75 ár Elsa hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hon hevur sæð kommunismu reist seg og fallið, og hon gjørdist frá degi til annan mamma at tvíburum Fiskivinna

More information

Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær» Keilir» Fjörður» Reykjavík/HÍ

Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær» Keilir» Fjörður» Reykjavík/HÍ / 1004720-1004720-3-ABC 2.1.2018 09::16 Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær»»» Reykjavík/HÍ 06:42 06:44 06:45 06:47 06:51 06:52 06: 07:17 07:18 07:22 07:28 07:29 07:31 07:32 07:34 07:36 07:38

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2013 s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar s. 6 Álitisumboð á skeiði s. 25 rættur kostur Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT

More information

Kappingarsamleiki Føroya

Kappingarsamleiki Føroya 1 Kappingarsamleiki Føroya Frágreiðing hjá Simon Anholt 2009 Uttanríkisráðið 2 Inngangur... 3 Mál fyri verkætlanina... 4 Samleikastigið... 4 Strategi-stigið... 6 Grundleggjandi vitan um Føroyar... 10 Føroyar

More information

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN MENTAMÁLADEILDIN Tórshavn, tann 25-02-00 Lms. j. nr.: 523-0008/2000 Umms. j. nr.: 84410 9800552/39/JB (at tilskila í svari) Løgtingið Viðgjørt: JB/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg

More information

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Jarðfrøðisavnið o.fl. Jarðfrøðisavnið o.fl. Latið tingmonnum 15. februar 2000 frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum Tilmæli frá nevnd settari at kanna um Jarðfrøðisavnið skal gerast sjálvstøðugur kanningarstovnur og um Náttúruvísindadeildin,

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2010 Fegin um prógvið Oddagrein: Vár í Gong, forkvinna skrivar Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í

More information

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið Nr. 26 - Januar 2016 Berit tók útbúgving sum skipariog maskinmeistari Annfinnur og Páll býta sessir Kyrrahavskvoturnar liggja kyrrar

More information

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi Björn Traustason og Þorbergur Hjalti Jónsson, Mógilsá Fagráðstefna 25.mars 2010 Inngangur Landfræðileg greining til að meta útbreiðslu nokkurra

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 3. august 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Bíligari oljuframleiðsla á Johan Sverdrup-leiðini Tað kann verða nógv bíligari at framleiða

More information

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013 NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI Ársfrágreiðing og ársroknskapur / Annual Report and Annual Accounts 541 705 Ársfrágreiðing og Ársroknskapur Ársaðalfundur 24. apríl 2014 Myndir: SEV og onnur Forsíðumynd: Húsahagi

More information

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME Ársfrágreiðing 2009 Mynd: COME Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 3 Menningarsamstarvspolitikkur... 4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv... 5 Hvar fer menningarhjálpin?...

More information

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010 Klamydiaátak 2010 Malan Egholm, Master of Public Health November 2010 1 Klamydiaátak 2010 Síðani 1997 hevur verið kannað fyri klamydia í Føroyum, og um hugt verður eftir teimum seinastu 10 árununum, er

More information

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM Januar 2015 Projektbólkur Limir í Projektbólki 2: Jákup Suni Lauritsen Hákun Djurhuus Bogi Bendtsen Ari Johanneson Sørin Pram Sørensen SEV SEV SEV

More information

Stutt um Fútastovu. If these walls could talk

Stutt um Fútastovu. If these walls could talk Stutt um Fútastovu If these walls could talk [FO] Tað hevði verið áhugavert at hoyrt 340 ára gomlu veggirnir í siga sína søgu, høvdu teir kunnað tosað. hevur verið heim hjá fleiri mætum fútum og øðrum

More information

Mandy on holiday Avritssíður

Mandy on holiday Avritssíður Una Poulsen Mandy on holiday Avritssíður Innihaldsyvirlit Logbook Perma og frágreiðing My logbook 1 2 English words that I know Island Travelling Spæl Frágreiðing um spælið Svarlisti Spurningar 1 2 3 4

More information

2000 árgangurin roykfríur

2000 árgangurin roykfríur Spurningar um royking juni 213 Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir Við í kanningini vóru 488 út av 77 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki

More information

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 Fyribils útgáva latin løgmanni flaggdagin 2004. Grundlógarnevndin, Tórshavn 2004. Prenttilger: cre8 Prent:

More information

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp L Ö G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Ársfrágreiðing 2011 Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 2 Menningarsamstarvspolitikkur Føroya... 3 Lógargrundarlag...

More information

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze, luttóku dagarnar 07-11. oktober á UEFA- ráðstevnu í Budapest um venjaraútbúgvingar.

More information

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule Part 66 Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule Part 66.A.20(b) privileges The holder og an aircraft maintenance licence may not exercise its privileges unless: 1. In compliance

More information

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN út

More information

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014 1 Eygleiðingar í forskúlunum Kunning og niðurstøða Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014 2 Fólkaskúlaráðið Karolina Matras, undirvísari og granskari, er forkvinna Marjun Ziskason, lærari og ritstjóri, er skrivari

More information

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017 MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017 Rannsóknarskip Aðalfundur Jørgin Pauli Johannessen: Frá apoteki til maskinurnar Aspirantskipan ODDAGREIN nýggja havrannsóknarskipið Framhald á næstu síðu >> Útgevari

More information

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Álit um úrslitið av Filmssummarskúlanum 2006 (FISK 2006) og greining av framtíðarmøguleikunum fyri filmsvinnu í Føroyum. Við útgangsstøði í skeiðnum Filmssummarskúli

More information

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Nationalisma... 6 Ímyndir... 8 Tjóðskaparkensla- og rørsla í Føroyum... 10... 13 Mannfólkabúnin... 14 Kvinnubúnin... 20 Ímyndir í føroysku klæðunum... 24 Tjóðbúnar í grannalondunum...

More information

MIÐ & MAGN. Uppsjóvar- fiskiskapur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Tema:

MIÐ & MAGN. Uppsjóvar- fiskiskapur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Tema: Nr. 30 Februar 2017 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið Tema: Uppsjóvar- fiskiskapur Verandi og nýggir aktørar brynja seg Feløg halda eyga við nýggjum skipum Trygga veitingin

More information

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark 18-20.september 2013 um venjaraútbúgving 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze luttóku dagarnar 18-20. september

More information

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS 19-11-2012 Føroysk vinnuáhugamál í mun til Arktis Ein frágreiðing um vinnuligar møguleikar í Arktis fyri limir í Oljuvinnufelagnum. Harafturat er ein meting um, hvussu farast

More information

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um Vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil MENTAMÁLARÁÐIÐ 2018 Innihaldsyvirlit Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, 2018

More information

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland Útnorðurøkinum Tórshavn, Reykjavík, Nuuk, 2017 2017 Gjørd av: Birna Hreiðarsdóttir, ritstjóri, birna@norm.is Harpa Ingólfsdóttir, harpa@adgengi.is Ása Olsen, asa@mbf.fo Theresa Turidardóttir, theresa@torshavn.fo

More information

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN út

More information

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki August 2007 Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki Fjarfiskiflotanevndin FISKIMÁLARÁÐIÐ Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki 1 1. Nevndararbeiðið Í samgonguskjalinum frá

More information

Frágreiðing til aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya

Frágreiðing til aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya Frágreiðing til aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya Fyri tíðarskeiðið 18. oktober 2014 til 23. oktober 2015 Felagsskapurin Seinasta árið hevur starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya verið hendan: Rókur

More information

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Handilstreytir fyri virðisbrøv Handilstreytir fyri virðisbrøv Inngangur Hesar treytir eru galdandi, tá ið tú handlar við fíggjarligum tólum harímillum virðisbrøv ígjøgnum BankNordik. Handilstreytirnar byggja á Lóg um Virðisbrævahandil

More information

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN: Frágreiðing 2011:3 Rottuspjaðing Sjúrður Hammer ISBN: 978-99918-819-7-3 Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Føroyar Tel +298 34 24 00 Faks +298 34 24 01 us@us.fo www.us.fo 1. Innihaldsyvirlit

More information

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN

More information

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið Fróðskaparsetur Føroya mál og mið (2014 2024) Setningur Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin, ið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og sum virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning

More information

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN Formæli Tilbúgvingin í Føroyum lýsir karmarnar um tilbúgvingina í Føroyum á sjónum, í luftini og á landi, men lýsir ikki alla tilbúgving í Føroyum út í æsir. Í Tilbúgvingin í Føroyum verða ábyrgd og uppgávur

More information

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2014 Altjóða menningarsamstarv Innihaldsyvirlit Formæli 2 Føroyar í menningarsamstarvshøpi 3 Lógargrundarlag 3 Raðfestingar 3 Fyrisiting 4 Eftirlit 4 Menningarsamstarv

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 23. juli 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Hey øll Ja tíðin rennur avstað og skjótt er summari farið sum ongantíð kom fram... :-) Um

More information

1. Sunnudagur Ápost

1. Sunnudagur Ápost BØNARLØTAN November 2015 30. árg. 1. Sunnudagur Ápost. 16.22-40 Flóttafólk í havsneyð á Miðalhavinum. Hesir flýddu úr Afrika: Cofi, Seth, Richard og Azzare. Her heima hjá Regin og Heidi. ITALIA, Sant Elia

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 25.05.2016 (08:32) 8 til 13 stig alla vikuna Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar

More information

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju

More information

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards Fra: Andrass Holm Arge [mailto:aha@bruk.fo] Sendt: 22. desember 2010 09:26 Til: Erika Hayfield Emne: SV: Uppskot um broyting í lóg um marknaðarføring Hey Erika, Takk fyri uppskotið, sum er sent til hoyringar.

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Gadus fingið dóm í Tromsø Tað kostaði JFK Troli góðar 700.000 kr., at skiparin á trolaranum

More information

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN

More information

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting

More information

Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki

Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki Demokratia Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki sum Føroya landsstýri setti í juni 2006 til at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka

More information

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 føroya Løgmaður frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 Løgmansskrivstovan www.lms.fo røða løgmans løgmansskrivstovan Harra formaður Lat meg byrja við at seta ein spurning. Hvat er tað týdningarmesta í lívinum?

More information

Ársfundur hjá Landsneti

Ársfundur hjá Landsneti Fundarfrásøgn frá ársfundi hjá Landsneti í Norðurlandahúsinum, fríggjadagin 2. oktober 2015 kl. 9:30 til 13:00 Ársfundur hjá Landsneti 1 Ársfundur 2015 Hilmar Høgenni, formaður: Hilmar Høgenni beyð vælkomin

More information

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir... 3 Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur... 9 Javnaðarhugsjónin... 10 Janus andlitið... 12 Paul s Letter to American

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 10.05.2016 (14:25) Turt alla vikuna Ein hitabrúgv yvir Íslandi viknar og fer

More information

SNERTIFLETIR ÍSLANDSSTOFU VIÐ FLUGREKENDUR

SNERTIFLETIR ÍSLANDSSTOFU VIÐ FLUGREKENDUR SNERTIFLETIR ÍSLANDSSTOFU VIÐ FLUGREKENDUR Ingvar Örn Ingvarsson Verkefnisstjóri, ferðaþjónusta og skapandi greinar Samgöngufundur á Norðurlandi, 19. nóvember 2015 Meginstoðir stefnu og lykilárangursþættir

More information

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. 1.0 Samandráttur Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Í kanningini førir Kappingareftirlitið fram, at føroyski oljumarknaðurin hevur nøkur eyðkenni,

More information

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Ársfrágreiðing 2013 Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Innihaldsyvirlit Formæli... 2 Føroyar í menningarsamstarvshøpi... 3 Lógargrundarlag... 3 Raðfestingar... 3 Fyrisiting... 4 Eftirlit... 4 Menningarsamstarv

More information

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Góði limur í Føroya Pedagogfelag Tema um forskúla Tíðin er ikki búgvin til forskúlar s. 5 Keldan droymir um ein fullkomnan skúla s. 6-10 Tey smáu í forskúla hjá Sankta Frans s. 11-13 Missa og fáa í for skúlanum s. 21 FØROYA PEDAGOG FELAG

More information

Visitor Survey. Visit Faroe Islands

Visitor Survey. Visit Faroe Islands Visitor Survey Visit Faroe Islands 2014-2015 2 Visitor Survey report 2014-2015 A FULL REPORT ON INTERNATIONAL TOURISTS IN THE FAROE ISLANDS VISIT FAROE ISLANDS AND GALLUP FØROYAR 2014-2015 January 2016

More information

Fólkaheilsukanning

Fólkaheilsukanning ol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - m ing - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión -

More information

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið Mál- og Avrikssáttmáli millum Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið 1. januar 31. desember 2010 Visión: Gigni - Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil,

More information

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum Eftir Anne Bamford, professara November 2012 Tøkk Hendan kanning hevði ikki verið møgulig uttan hjálp frá teimum, sum so ella so hava verið við. Serliga takki

More information

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2014 GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR S. 16 AV BOÐANESHEIMINUM TIL BARCELONA S. 22 EINKI FAST STARV Í FØROYUM Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

More information

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2015 2016 Inngangur 2016 fer afturum sum eitt lutfalsliga gott ár fyri føroysku ferða vinnuna, ikki minst um samanborið verður við 2015, ið var eitt heilt serstakt ár,

More information

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN Exploration Drilling in the Faroe-Shetland Channel CONTENTS

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018 Miðnámsrit 15 januar 2018 Um blaðið Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin

More information

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Ársfrágreiðing 2004 Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Fjarskiftiseftirlitið Tórshavn 22. mars 2005 Fororð Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í 2001 fyri løgtingið

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 4 2009 Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í Gong Felagið

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Regn og vindur alla vikuna Fleiri lágtrýst fara komandi vikuna framvið í ein útnyrðing úr

More information

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir 22 LIMABLAÐ NR.2 JUNI 2014 Tema Skattið vinning og arv heldur enn lønir STARVSBLAÐIÐ verður sent limum Starvs manna felagsins ókeypis. Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar)

More information

By Magni Arge, Chairman of the Board. Faroe Oil Industry Association. Februar, 2014

By Magni Arge, Chairman of the Board. Faroe Oil Industry Association. Februar, 2014 Faroe Oil Industry Association By Magni Arge, Chairman of the Board Faroe Oil Industry Association Februar, 2014 Kolvetni í Føroyum ein positiv avbjóðing Heppin tilgongd í 90 unum Breið semja og undirtøka

More information

Leiðsluráðstevna mars í Betesda

Leiðsluráðstevna mars í Betesda BØNARLØTAN Mars 2018 33. árg. 1. Hósdagur Sálmur 120 og 121 Neil Summerton Leiðsluráðstevna 16.-17. mars í Betesda Niels Pauli Nónstein Leiðsluráðstevna 16. - 17. mars í Betesda Høvuðstalarar eru Neil

More information

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin Desember 2008 Orka og umhvørvi Strategibólkurin Orku og Umhvørvismál 2 Formæli Fyrr í ár skipaðu Bitland og Vinnuhúsið fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan

More information

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi,

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, 1990-2010 Umhvørvisstovan, 07-12-1011 Í hesi frágreiðing verður tikið samanum uppgerðina av útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. Mannagongd,

More information

1. ÁRSFJÓRÐINGUR 2011 BLAÐ NR. 37 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

1. ÁRSFJÓRÐINGUR 2011 BLAÐ NR. 37 HAVNAR HANDVERKARAFELAG 1. ÁRSFJÓRÐINGUR 2011 BLAÐ NR. 37 HAVNAR HANDVERKARAFELAG ÁRSAÐALFUNDIR: 30. mars 2011 Havnar Handverkarafelag og Eftir lønargrunnur Havnar Handverkarafelags hava ársaðalfund mikudagin 30. mars 2011 kl.

More information

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Kunnu brúkarar uttanfyri Landsnet nýta Sharepoint? (Dømi: Nevndarlimir) Ja, hetta ber til t.d. um ein velur at gera eina almenna heima-síðuloysn, sum t.d Kunngerðarportalin.

More information

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 Innihald INNGANGUR 3 FERÐAVINNAN 2017 Í TØLUM 4 BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI 10 SOLEIÐIS SÍGGJA FERÐAFÓLKINI TIL FØROYAR ÚT 12 STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA

More information

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet UNGFÓLK Í FØROYUM úrslit2012 Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet 1 Ungfólk í Føroyum 2012 Útbúgving, mentan, ítróttur, frítíð og trivnaður Úrslit av spurnakanning

More information