Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Size: px
Start display at page:

Download "Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1."

Transcription

1 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, FO 100 Tórshavn Tlf. * Fax * Fylgiskjal 4 PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn Tórshavn, Góða Olga Magnussen, Takk fyri brævi, dagf , við spurningum frá Sjúkrasystraetiska Ráðnum um ætlaðu DNAkanningarnar í Føroyum. Hetta gevur mær høvi at greiða frá verkætlanini at menna vísindaligt virksemi á hesum øki í Føroyum. Lat meg fyrst greiða frá, hvat vit ætla at gera og hví. Føroyingar eru arvaliga so líkir, at Føroyar eru serliga væl egnaðar til at kanna arvaliga partin av grundunum til sjúkur. Seinastu tíggju árini er talið av granskingarætlanum, sum hava til endamáls at finna hvørji gen viðvirka til ávísar sjúkur, vaksið skjótt, tí teknologiska menningin hevur gjørt hesar kanningar møguligar. Sum eitt dømi millum onnur um hetta slag av gransking kunnu vit nevna tað merkisverda frambrot, at grundin til cystica fibrosu varð funnin. Hetta fer vónandi at føra við sær virkna viðgerð og møguliga heilsubót - eisini fyri føroysk børn. Endamálið við læknafrøðiligari gransking er at betra um heilsuna hjá fólki við fyribyrging ella heilsubót. Áhugamálini hjá tí einstaka og hjá sjúklinginum eru her grundin til, at slíkt kanningararbeiði í heila tikið verður gjørt. Við tað at fyrispurningur tykkara snýr seg um etik, loyvi eg mær at seta fram nøkur sjónarmið, sum m.a. eru grundað á dokumentini í tilvísingini í endanum á hesum brævi. Tað hevði verið óetiskt at nokta einum sjúklingi best møguliga viðgerð fyri heilsubrek, og tað vildi somuleiðis verið óetiskt at nokta honum at luttaka í granskingarvirksemi, sum hevur til endamáls at finna heilsubót. Líkaleiðis vildi tað verið óetiskt at nokta granskarum at brúkt atkomiligar keldur í royndunum at menna læknafrøðiliga vitan um sjúkuviðgerð. Í hesum arbeiði er neyðugt alla tíðina at tryggja sær, at etiska støðið er so høgt sum tað ber til. Ráð sum tykkara hava saman við øðrum áhugaðum ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum at tryggja etiska standardin. Eftir mínum tykki tørvar okkum ikki serliga lóggóvu til tess at tryggja at arvagransking í Føroyum er siðsemilig. Onnur læknavísindalig granskingarumráði eru minst líka so etisk trupul, Fejl! Ukendt argument for parameter.

2 og tey verða í dag eftiransað av Siðseminevnd Føroya, sum grundar sítt virki á Helsinki kunngerðina. Fleiri staðir runt í heiminum gera vísindamenn og læknar hetta slag av gransking undir eftirliti av siðseminevndum. Burtursæð frá at vit eru arvaliga so eins, er føroyska samfelagið væl skipað og sjúkur væl skrásettar. Hetta gevur okkum eina hepna serstøðu til hetta slag av granskingararbeiði og harvið eisini møguleikan at fáa útlendskan pening til arbeiðið. Tíðin er tó knøpp, tí nógva aðra staðnis royna teir eisini at gera tað sama, og væntandi er tann arvaligi leikluturin í teimum vanligu sjúkunum kortlagdur innan heilt stutta tíð. Hetta er ikki fyrsta verkætlanin um arvagransking (genetic mapping) í Føroyum. August Wang, yvirlækni og granskarar úr Århus hava savnað blóðroyndir frá sjúklingum við psykiatriskum sjúkum til tess at gera genetiska kortlegging. Hetta arbeiði er góðkent av Siðseminevnd Føroya. Í føroyska heilsuverkinum ætla vit við hesum at gera ein granskingardepil, sum hevur førleikan at gera hesar kanningar her í Føroyum. Granskingardepilin verður partur av heilsuverkinum, og arbeiðið verður útint av læknum og øðrum heilsuverkstarvsfólk. Eftir ætlan skulu nógvar ymiskar granskingarætlanir ganga fyri seg samstundis, t.d. Parkinsonsjúka, astma, bronkitis og colitis ulcerosa. Á henda hátt fer tað vónandi at bera til at fáa so nógva fígging, at granskingardepilin verður so væl mannaður, at hann kann virka mennandi uppá fleiri ymisk fakumráði, so sum statistik, kemi, biologi og medicin. Tað er av týdningi at merkja sær, at beint nú er stórur handilsligur áhugi í úrslitunum frá slíkum kanningararbeiði. Tað er tí av týdningi, at føroyingar sjálvir tryggja sær møguligar inntøkur av hesum, og at Føroyar ikki av gáloysni lata sær virði av hondum til fremmandar granskarar. Sum fyrsta stig á vegnum hava vit fyrireika eina granskingarætlan viðvíkjandi Parkinsons sjúku. Vit samstarva á hesum øki við dr. med. Poul Joensen, serlækna í neurologi, á Landssjúkrahúsinum og dr. med. Lene Vermuth, yvirlækna í neurologi, í Sønderborg, tí hesir báðir granskararnir hava kannað títtleikan av Parkinsons sjúku í Føroyum. Fyrireikingararbeiðið er væl á veg, og tá vit hava fingið loyvi frá Siðseminevnd Føroya, ætla vit at fara undir at spyrja hvønn einstakan sjúkling, um teir vilja vera við. Um teir vilja vera við, merkir tað, at teir lata eina blóðroynd og siga frá ættarviðurskiftunum. Undirritaði hevur saman við Andrew Hicks, doktara í mýlskari lívfrøði, heitt á Landsstýrið um at seta pening av til hetta virksemi. Vónandi fer tað eisini at bera til at fáa granskingarstuðul frá grunnum og møguliga privatan pening eisini. Vit hava soleiðis eisini fyrireikað umsókn til grunnin hjá danska granskingarmálaráðnum til Norðuratlantsgransking. Rákið í Europa er nú tað, at skundað verður undir granskarar at samstarva við vinnuna um granskingarverkætlanir. Vit, Andrew og eg, hava fingið rættiliga gott samskifti við íslendsku granskingarfyritøkuna DeCode, sum man vera millum skjótast vaksandi fyritøkur innan lívfrøðitøkni í heiminum. Teir hava boðið okkum samstarv og hjálp. Teirra grund til hetta er, at tað gevur eyka fyrimunir í leitingini eftir ávísum arvaeginleikum, um leitað verða samstundis í tveimum samfeløgum, sum líkjast so nógv sum tað føroyska og tað íslendska; tað virkar synergistiskt. Eftir ætlan verður ein partur av arbeiðinum gjørdur her og ein partur í Íslandi. Hin vegin verður ein partur av íslendsku kanningunum gjørdur á føroysku rannsóknarstovuni, sum eftir ætlan skal brúka aðra tøkni enn íslendingar brúka nú. 2

3 DeCode er, eftir tí sum vit vita, undir neyvum eftirliti av íslendskum myndugleikum til tess at tryggja, at sjúklingaupplýsingar ikki verða misnýttar. Teir hava góðkenning frá Siðseminevnd fyri hvørja einstaka granskingarætlan. Harumframt eru teir farnir undir at fyrireika ein stóran datagrunn við upplýsingum frá heilsuverki og frá arvagranskingini. Tað er hetta, sum hevur volt til miklan orðadrátt í Íslandi, men hevur einki við ta arvagransking at gera, sum vit ætla okkum undir í Føroyum. Viðvíkjandi tí gransking, sum vit fyrireika, er stutt at siga, at hon stendur á trimum beinum. Tað fyrsta er kunnleiki um ættartræið, soleiðis sum tað er skrivað í kirkjubókum. Annað beinið er diagnosan, sum skal vera væl staðfest, og tað triðja eru blóðroyndirnar. Eftir æltan verður tað tann klinikarin, sum hevur ávísa sjúku sum sítt serumráði, sum spyr fólk, um tey vilja viðvirka. Rannsóknarstovan verður á Landssjúkrahúsinum, og stýringin og vísindaliga ábyrgdin hjá undirritaða. Eftir ætlan verður ein ráðgevandi nevnd við serfrøðingum úr Føroyum og útlandi sett at hava eftirlit av arbeiðinum saman við Siðseminevnd Føroya. Tað er okkara ætlan at gera eina koduskipan, soleiðis at upplýsingar um tann einstaka ikki koma óviðkomandi í hendi. Úrslitini av kanningini viðvíkjandi Parkinson ella aðrari sjúku verða almannakunngjørd í vísindaligum tíðariti, men tað fer sjálvandi ikki at bera til at finna fram til einstaklingar, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Granskingarúrslitini verða harvið atkomilig fyri øll. Tað hevur víða hvar verið stórur áhugi fyri etiskum spurningunum í samband við granskingararbeiði sum hesum. Í Norðurlondum brúka vit sum kunnugt Helsinki kunngerðina sum grundarlag, men eg loyvi mær at vísa til niðanfyri standandi keldur eisini: UNESCO draft universal declaration on the human genome and human rights: Recommendation No. R(97) 5 of the Council of Europe Committee of Ministers to member states on the protection of medical data: Directive 95/46/EC of the European Parliament and the Council, of 24 October 1995, on the processing of personal data and on the free movement of such data. Official Journal of the European Community, 23 November 1995, no. L281, p31: Statement on the Principled Conduct of Genetic Research, HUGO Ethical, Legal and Social Issues Committee. Report to HUGO council: Model Ethical Protocol from the Human Genome Diversity Project in North America: Fyri at taka saman um, kann eg svara spurningum tykkara stutt soleiðis: Endamálið við kanningararbeiðinum er í fyrsta umfari at fáa vitan um møguliga arvaligan leiklut í teimum vanligu sjúkunum í Føroyum. Kanningin fer fram við at teir læknar, sum eru serfrøðingar í ávísari sjúku, spyrja sínar sjúklingar um teir vilja verða við, og síðani verður blóðroynd tikin og ættartalvan hjá viðkomandi kanna til tess at vita, um onnur eru í slektini við somu sjúku. 3

4 Enn er ikki loyvi fingið frá Siðseminevndini, men tað verður søkt uppá sama máta sum allar hinar granskingarætlaninar, sum fara fram her á deildini og siðseminevndin hevur givið einari líknandi granskingarætlan sína góðkenning. Endamálið við kanningararbeiðinum er at verða einstaka sjúklinginum og samfelagnum at gagni. Hetta við at fáa til vega neyva vitan um grundirnar til ávísa sjúku og møguliga eisini brúka hesa vitan til at gera heilivág. Arbeiðið verður tryggjað móti misnýtslu við teimum reglum um verju av sjúklingaupplýsingum, sum eru galdandi fyri heilusverkið, og av serligum ásetingum um anonymitet, tá onnur enn serliga autoriserað í projektleiðsluni viðgera tilfarið. Kunnað samtykt (informed concent) um luttøku verður fingin til vega, við at tann einstaki sjúklingurin fær skrivligt tilfar, har greitt verður frá endamáli og hvussu farið verður fram. Á hesum grundarlagi tekur hann støðu um luttøku. Upplýsingarnar um tann einstaka eigur sjúklingurin fyrst og fremst, og sjúklingurin vil kunna fáa fatur á upplýsingum, tá hann vil. Sjúklingurin fær tó ikki upplýsingar um aðrar luttakarar. Navngivnar upplýsingar verða ikki verða latnar øðrum enn teimum, sum beinleiðis eru heimilað til tað í ávísari granskingarætlan. Tað kann t.d. verða læknin, sum hevur spurt sjúklingin um luttøku og granskingarleiðarin. Rættin til úrslitini, í týdninginum rættin til peningaliga virðið av úrslitinum, eigur føroyska samfelagið. Fleiri ymiskar databasur verða gjørdar. Eina við avriti av kirkjubókunum og eina fyri hvørja sjúku sær. Enn er ikki greitt, hvar teldurnar fara at standa, men helst í Granskingarhúsunum á Háskúlavegi, har undirritaði hevur aðrar granskingarætlanir. Vit hava heitt á Landsstýrið um at játta pening, soleiðis at arbeiðið kann byrja, men eisini verða grunnar søktir, og møguliga ber tað til at fáa privatar innskjótarar eisini. Tað er ikki ætlanin at fáa allar føroyingar við, men bert teir, sum hava ta sjúku, sum tann ávísa granskingarætlanin hevur sett sær fyri at kanna. Við takk fyri áhugan skal eg siga frá, at um Sjúkrasystraetiska Ráðið hevur hug at tosa nærri um hesi viðurskifti, eri eg altíð fúsur. Vinarliga Pál Weihe yvirlækni Avrit sent til: Anfinn Kallsberg, løgmann, Helenu Dam á Neystabø, landsstýrsiskvinnu, Finnboga Arge, landsstýrismann, 4

5 Løgtingsskrivstovuna, Siðseminevnd Føroya. 5

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit...1 Upprættan av kundum við INDIVID...2 Allar fyritøkur og persónar, ið hava føroyskt A-,

More information

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications MILL 2700 Detailed Specifications Generator Type 3 phase generator with high-quality permanent magnets. Cast aluminium body. Generator Weight 25 kg Blade/Rotor Construction 3 Blades, Advanced injection

More information

Cruise ferðandi í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum Cruise ferðandi í Føroyum Víðkað greining jan. 21 Tórshavnar Havn og SamVit (nú ) gjørdu í felag eina kanning av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum juni - september 28.

More information

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 27. februar 2007 Mál: 750-025/05-104 Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 1. Henda

More information

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. 15 Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit

More information

2000 árgangurin roykfríur

2000 árgangurin roykfríur Spurningar um royking juni 213 Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir Við í kanningini vóru 488 út av 77 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki

More information

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015 Ársrit Ársfrágreiðing 215 1 Innihaldsyvirlit Stjórin skrivar...3 Nýggj sjóvinnubrøv...5 Merkið klintrar upp eftir hvítalista...6 FAS...8 Føroyska Skipaskráin... 1 Talgildar skrásetingar... 12 Smábátar...

More information

Heilsuvandi av at eta grind

Heilsuvandi av at eta grind Heilsuvandi av at eta grind Í november 2008 mæltu landslæknin og undirritaði frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta var tí, at granskingarvirksemið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í meira

More information

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen Matmentan í Føroyum Jóan Pauli Joensen Matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhorni: Framløgan "Matmentan í Føroyum," Jóan Pauli Joensen, professari, í Klingruni í Norðurlandahúsunum,

More information

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin Desember 2008 Orka og umhvørvi Strategibólkurin Orku og Umhvørvismál 2 Formæli Fyrr í ár skipaðu Bitland og Vinnuhúsið fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan

More information

Mandy on holiday Avritssíður

Mandy on holiday Avritssíður Una Poulsen Mandy on holiday Avritssíður Innihaldsyvirlit Logbook Perma og frágreiðing My logbook 1 2 English words that I know Island Travelling Spæl Frágreiðing um spælið Svarlisti Spurningar 1 2 3 4

More information

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum 8. MARS 2011 VINNUMÁLARÁÐIÐ almannamálaráðið innlendismálaráðið HEILSUMÁLARÁÐIÐ Innihaldsyvirlit Formæli...2 Um heildarætlanina...3 Eitt lív við ongum harðskapi er

More information

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet UNGFÓLK Í FØROYUM úrslit2012 Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet 1 Ungfólk í Føroyum 2012 Útbúgving, mentan, ítróttur, frítíð og trivnaður Úrslit av spurnakanning

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 4 2009 Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í Gong Felagið

More information

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003 INNIHALD PARTUR I...5 FRAMLØGA LØGMANS...5 PARTUR II... 13 STJÓ RNAR- OG UTTANRÍKISMÁL... 13 SJÁLVSTÝRISMÁL...13 SAMSKIPAN AT VERA UPPI ÍALTJÓ ÐA SAMSTARVI...13 TRYGDAR- OG VERJUMÁL...14 LØGMANSFUNDIR...14

More information

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland Útnorðurøkinum Tórshavn, Reykjavík, Nuuk, 2017 2017 Gjørd av: Birna Hreiðarsdóttir, ritstjóri, birna@norm.is Harpa Ingólfsdóttir, harpa@adgengi.is Ása Olsen, asa@mbf.fo Theresa Turidardóttir, theresa@torshavn.fo

More information

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum Á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2018 INNIHALD Formæli... 2 1 Inngangur... 3 1.1 Arbeiðssetningur... 3 1.2 Arbeiðsbólkurin...

More information

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. 1.0 Samandráttur Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Í kanningini førir Kappingareftirlitið fram, at føroyski oljumarknaðurin hevur nøkur eyðkenni,

More information

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting

More information

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Nýggjur Kalsevni og Grímur Kamban í flotan Tann fyrri Grímur Kamban endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi Nr. 286 Hósdagur 6. februar 2003 10,- Síða 9 Elsa 75 ár Elsa hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hon hevur sæð kommunismu reist seg og fallið, og hon gjørdist frá degi til annan mamma at tvíburum Fiskivinna

More information

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN

More information

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME Ársfrágreiðing 2009 Mynd: COME Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 3 Menningarsamstarvspolitikkur... 4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv... 5 Hvar fer menningarhjálpin?...

More information

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS INNANHÝSIS Tórshavn, tann 09-09-02 J.Nr.: (at tilskila í svari) Viðgjørt: hg/dh Tilmæli viðv. samskiftisstandard til føroyskar almennar heimasíður Endamálið við hesum tilmæli er, at taka stig til at stuðla

More information

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár: Nr. 364 Hósdagur 6. apríl 2006 15,- Umframt grønlandstíðindi frá Kára við Stein hava vit fleiri frásagnir úr Íslandi. Føroyavinurin Óskar farin Síða 4 Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi Marin 90

More information

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING INNIHALDSYVIRLIT 1 HVÍ UNDIRVÍSA Í AT FYRIBYRGJA BURTURKASTI? 3 2 INNGANGUR 4 2.1 Endamál og

More information

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018 Miðnámsrit 15 januar 2018 Um blaðið Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin

More information

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS 19-11-2012 Føroysk vinnuáhugamál í mun til Arktis Ein frágreiðing um vinnuligar møguleikar í Arktis fyri limir í Oljuvinnufelagnum. Harafturat er ein meting um, hvussu farast

More information

Menning av veðurtænastuni

Menning av veðurtænastuni Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli um Menning av veðurtænastuni 1. oktober 2018 Úrskurður, niðurstøða Tað verður soleiðis fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió kr., frá einari árliga

More information

Álvaratos who cares?

Álvaratos who cares? JÓGVAN Í LON JACOBSEN Álvaratos who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum Í røðini Moderne importord i språka i Norden 2008 INNIHALDSYVIRLIT

More information

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Tórshavn 2016 Tórshavnar Kommuna / Fróðskaparsetur Føroya Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla

More information

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum 2013 hjá 13-15 ára gomlum Mei 2014 SSP ráðgevingin Innihald: Table of Contents Innleiðing... 3 Um kanningina... 4 1. partur - Generelt um hagtølini... 6 Luttøka...

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2013 s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar s. 6 Álitisumboð á skeiði s. 25 rættur kostur Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT

More information

Kappingarsamleiki Føroya

Kappingarsamleiki Føroya 1 Kappingarsamleiki Føroya Frágreiðing hjá Simon Anholt 2009 Uttanríkisráðið 2 Inngangur... 3 Mál fyri verkætlanina... 4 Samleikastigið... 4 Strategi-stigið... 6 Grundleggjandi vitan um Føroyar... 10 Føroyar

More information

Lívið í Føroyum er framúr

Lívið í Føroyum er framúr Fólkaheilsuráðið Lívið í Føroyum er framúr Ein kanning eftir leisti hjá OECD Better Life og Gallup World Poll Tryggleiki Lívsnøgdsemi Danmark Noreg Ísland Føroyar Arbeiði/frítíð Býli 10 9 8 7 6 5 4 3 2

More information

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið Fróðskaparsetur Føroya mál og mið (2014 2024) Setningur Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin, ið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og sum virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning

More information

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Ársfrágreiðing 2008 Mynd: MYODA Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Endamál og virksemi...4 Menningarsamstarvspolitikkur...4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv...5 Hvar fer menningarhjálpin?...6

More information

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 føroya Løgmaður frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 Løgmansskrivstovan www.lms.fo røða løgmans løgmansskrivstovan Harra formaður Lat meg byrja við at seta ein spurning. Hvat er tað týdningarmesta í lívinum?

More information

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen IM 30 - _2009_-NOTA:Íslenskt mál 27 - _2006_-NOTA 20.2.2009 10:50 Page 141 Flugur Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum hjalmar p. petersen 1. Inngangur Í føroyskum er boðsháttur í eintali

More information

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Jonhard Jógvansson, stud. theol. Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn (Sl 19,2). Hvussu skulu hesi orð skiljast? Her stendur, at

More information

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið Gransking & Menning í Føroyum 2007 Úrslit fyri samfelagið INNIHALDSYVIRLIT 1. Inngangur... 1 2. Hvør granskar og mennir?... 4 2.1 Tað almenna... 4 2.2 Vinnan... 7 3. Útreiðslur til G&M... 9 3.1 Samlaðar

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2010 Fegin um prógvið Oddagrein: Vár í Gong, forkvinna skrivar Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í

More information

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir 22 LIMABLAÐ NR.2 JUNI 2014 Tema Skattið vinning og arv heldur enn lønir STARVSBLAÐIÐ verður sent limum Starvs manna felagsins ókeypis. Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar)

More information

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um Vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil MENTAMÁLARÁÐIÐ 2018 Innihaldsyvirlit Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, 2018

More information

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Góði limur í Føroya Pedagogfelag Tema um forskúla Tíðin er ikki búgvin til forskúlar s. 5 Keldan droymir um ein fullkomnan skúla s. 6-10 Tey smáu í forskúla hjá Sankta Frans s. 11-13 Missa og fáa í for skúlanum s. 21 FØROYA PEDAGOG FELAG

More information

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010 Klamydiaátak 2010 Malan Egholm, Master of Public Health November 2010 1 Klamydiaátak 2010 Síðani 1997 hevur verið kannað fyri klamydia í Føroyum, og um hugt verður eftir teimum seinastu 10 árununum, er

More information

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68 Innihaldsyvirlit síða Fororð 1 Inngangur 2 Meginsjónarmið 4 Framferðarháttur 5 1. Altjóða tónleikapallurin 7 Núverandi støða 7 Framtíðarútlit 9 Samandráttur 11 2. Norðurlendski tónleikapallurin 12 Svøríki

More information

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Útsjónd Hvussu fær laksurin lit Karotenoidir, í høvuðsheit astaxanthin Yvir tarmin, umleið 40% í gjøgnumsnitt Í kjøtið,

More information

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum Nr. 276 Hósdagur 12. september 2002 10,- Síða 4 Ein kendur fiskimaður verður 70 ár Síða 24 Karin virkar fyri heimsins børn FF-blaðið hevur í New York vitjað UNICEF, barnahjálpargrunnin hjá ST, og varaleiðaran

More information

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR tí tað loysir seg Virkisætlan INNIHALDSYVIRLIT Inngangur til virkisætlan............................. 4 Samanumtøka: Fokusøki og átøk........................ 6 Økt

More information

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2014 Altjóða menningarsamstarv Innihaldsyvirlit Formæli 2 Føroyar í menningarsamstarvshøpi 3 Lógargrundarlag 3 Raðfestingar 3 Fyrisiting 4 Eftirlit 4 Menningarsamstarv

More information

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. januar 2018 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: Skrivið her Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg

More information

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Álit um úrslitið av Filmssummarskúlanum 2006 (FISK 2006) og greining av framtíðarmøguleikunum fyri filmsvinnu í Føroyum. Við útgangsstøði í skeiðnum Filmssummarskúli

More information

Starvsfólk á dagstovnum

Starvsfólk á dagstovnum 978-99918-60-19-0 Starvsfólk á dagstovnum - ein trivnaðarkanning Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning ARBEIÐSRIT NR. 26/2010 Um arbeiðsrit: Arbeiðsrit eru

More information

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. /2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Kapittul 1 Endamál og allýsingar

More information

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN: Frágreiðing 2011:3 Rottuspjaðing Sjúrður Hammer ISBN: 978-99918-819-7-3 Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Føroyar Tel +298 34 24 00 Faks +298 34 24 01 us@us.fo www.us.fo 1. Innihaldsyvirlit

More information

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Leiðbeining Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Fiskimálaráðið 18. desember 2009 Innihald Inngangur... 3 Veiðiváttanin... 4 Einfaldara veiðiváttanin fyri smærri

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018 Miðnámsrit 17 juni 2018 Um blaðið Næmingar eru líka ymiskir sum fólk flest. Vit seta fokus á teir stillu næmingarnar. Hvussu er at vera introvertur í dagsins skúla, har tað at vera ekstrovertur er ein

More information

Føroyskur førleiki. Formæli.

Føroyskur førleiki. Formæli. . Útbúgving, gransking, vinnulív og sjálvstýri........ Føroyskur førleiki. Álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging

More information

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2014 GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR S. 16 AV BOÐANESHEIMINUM TIL BARCELONA S. 22 EINKI FAST STARV Í FØROYUM Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

More information

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company Partafelagsupplýsingar general informations Innihald Content Felagið / The Company P/f Postverk Føroya Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Skrásetingar nr. / Reg. nr. 3927 Heimstaðarkommuna / Domicile municipality:

More information

Leiðbeining um andadráttarverju

Leiðbeining um andadráttarverju ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Administration of Occupational Safety and Health Fútalág 1B P.O.Box 1134 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 317811 Fax +298 314489 E-mail: safety@post.olivant.fo Skrásetingar nr.:

More information

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð. Miðnámsrit 16 apríl 2018 Um blaðið Kanningar vísa, at karakterir eru skaðiligir í eini læringsgongd. Eitt hugskot er, at vit gera eitt karakterfrítt øki í Føroyum sum eina roynd. Fronsk-føroysk orðabók

More information

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur Kristianna W. Poulsen Cand. Mag. og MsC. Greinin er skrivað í 2009 eftir áheitan frá Amnesty International, tá ið Kristianna var forkvinna í Javnstøðunevndini. Greinin

More information

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Happing í føroyska fólkaskúlanum ISBN: 978-99918-60-11-4 Happing í føroyska fólkaskúlanum - ein spurnakanning Karin Jóhanna L. Knudsen, Martha H. Mýri & Jógvan Mørkøre Granskingardepilin fyri Økismenning ARBEIÐSRIT NR. 17/2007! "!# $

More information

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum IMO - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum Innihaldsyvirlit Felagsskapurin og arbeiðið III Føroyar V Nevndirnar VIII Konvensjónirnar XI - Trygd á sjónum XIV - Dálking XXVI - Ábyrgd og endurgjald

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar! Miðnámsrit 3 September 2014 Um blaðið Góðu lesarar! Í hesum blaði eru seks greinir. Allar hava samband miðnámsskúlaøkið. Olav hevur tvær greinir við. Tann fyrra er um meting í undirvísing og læring. At

More information

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark 18-20.september 2013 um venjaraútbúgving 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze luttóku dagarnar 18-20. september

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 3. august 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Bíligari oljuframleiðsla á Johan Sverdrup-leiðini Tað kann verða nógv bíligari at framleiða

More information

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Nationalisma... 6 Ímyndir... 8 Tjóðskaparkensla- og rørsla í Føroyum... 10... 13 Mannfólkabúnin... 14 Kvinnubúnin... 20 Ímyndir í føroysku klæðunum... 24 Tjóðbúnar í grannalondunum...

More information

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards Fra: Andrass Holm Arge [mailto:aha@bruk.fo] Sendt: 22. desember 2010 09:26 Til: Erika Hayfield Emne: SV: Uppskot um broyting í lóg um marknaðarføring Hey Erika, Takk fyri uppskotið, sum er sent til hoyringar.

More information

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Helgoland og Norðurhavsoyggjar Helgoland og Norðurhavsoyggjar Heligoland and the Norwegian Islands in the North Atlantic Zakarias Wang Hornavegur 16, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands. Email: zakarias@olivant.fo Úrtak Í 1814 kom friður í

More information

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Jarðfrøðisavnið o.fl. Jarðfrøðisavnið o.fl. Latið tingmonnum 15. februar 2000 frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum Tilmæli frá nevnd settari at kanna um Jarðfrøðisavnið skal gerast sjálvstøðugur kanningarstovnur og um Náttúruvísindadeildin,

More information

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN 1 INNIHALDSYVIRLIT Ársætlan 2010... 3 Samandráttur... 4 Ársætlan 2010 - Skrivstovusamskipanin... 9 Ársætlan 2010 Kort & Skráir... 12 Ársætlan 2010 - LENDI... 17 Ársætlan 2010

More information

Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing 2016 Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja

More information

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN MENTAMÁLADEILDIN Tórshavn, tann 25-02-00 Lms. j. nr.: 523-0008/2000 Umms. j. nr.: 84410 9800552/39/JB (at tilskila í svari) Løgtingið Viðgjørt: JB/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg

More information

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði 2 Forsíðumynd: Baksíðumyndir: Prent og innbinding: Lagt til rættis: Handritsbrot úr skaldsøguni Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen William Heinesen, teknað hevur Ingálvur av Reyni Jørgen-Frantz Jacobsen,

More information

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Mið & Magn 7 2010 1 ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN út í felag.

More information

Fólkaheilsukanning

Fólkaheilsukanning ol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - m ing - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión - alkohol - royking - kostur - motión -

More information

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp L Ö G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Ársfrágreiðing 2011 Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 2 Menningarsamstarvspolitikkur Føroya... 3 Lógargrundarlag...

More information

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Kunnu brúkarar uttanfyri Landsnet nýta Sharepoint? (Dømi: Nevndarlimir) Ja, hetta ber til t.d. um ein velur at gera eina almenna heima-síðuloysn, sum t.d Kunngerðarportalin.

More information

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Ársfrágreiðing 2004 Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Fjarskiftiseftirlitið Tórshavn 22. mars 2005 Fororð Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í 2001 fyri løgtingið

More information

Fólkanøvn í staðarnøvnum uppruni og aldur

Fólkanøvn í staðarnøvnum uppruni og aldur Fólkanøvn í staðarnøvnum uppruni og aldur Marjun Arge Simonsen Samandráttur: Staðarnøvn kunnu siga okkum rættiliga nógv um bæði orðfeingi og navnatilfeingi í eldri tíðarskeiðum, tá ið vit nærum ongar skrivaðar

More information

Rættindi fyri atkvøður

Rættindi fyri atkvøður 1 / 2014 19. árg. kr. 48,- Klientilisma í føroyskum vinnupolitikki: Rættindi fyri atkvøður + Vangamynd: Landssjúkrahúsið sum granskingarstovnur + Fyri 100 árum síðani: Fleiri deyðfødd hjá støkum enn giftum

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017 Miðnámsrit 12 januar 2017 Um blaðið Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum

More information

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM Januar 2015 Projektbólkur Limir í Projektbólki 2: Jákup Suni Lauritsen Hákun Djurhuus Bogi Bendtsen Ari Johanneson Sørin Pram Sørensen SEV SEV SEV

More information

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina Í Europa men eisini kring heimin hevur kjak tikið seg upp um framtíðar oljumenningina í Arktis. Tá hugsað verður um geografisku støðu Noregs í hesum høpi og

More information

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum Vælkomin á pinkustovuna Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum Vælkomin Á pinkustovuni........3 Tagnaskylda Vitjandi og reinføri..... 4 Á deildini.........5 Dagbók Gullsótt...6 Foreldrauppgávan

More information

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Mai 2007 Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn Mentamálaráðið Hoyvíksvegur

More information

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum Eftir Anne Bamford, professara November 2012 Tøkk Hendan kanning hevði ikki verið møgulig uttan hjálp frá teimum, sum so ella so hava verið við. Serliga takki

More information

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017 MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017 Rannsóknarskip Aðalfundur Jørgin Pauli Johannessen: Frá apoteki til maskinurnar Aspirantskipan ODDAGREIN nýggja havrannsóknarskipið Framhald á næstu síðu >> Útgevari

More information

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 Fyribils útgáva latin løgmanni flaggdagin 2004. Grundlógarnevndin, Tórshavn 2004. Prenttilger: cre8 Prent:

More information

mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 1 Nr. 2 Juli 2009 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 1 Nr. 2 Juli 2009 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 1 Nr. 2 Juli 2009 MIÐ & MAGN 2 Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 2

More information

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze 1 Formæli Undirritaðu umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Petur Simonsen og Eli Hentze, luttóku dagarnar 07-11. oktober á UEFA- ráðstevnu í Budapest um venjaraútbúgvingar.

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 25.05.2016 (08:32) 8 til 13 stig alla vikuna Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar

More information

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir... 3 Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur... 9 Javnaðarhugsjónin... 10 Janus andlitið... 12 Paul s Letter to American

More information

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN Eysturoyartunnilin Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin Partur 1 Arbeiðsbólkur Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen Stýrisbólkur

More information

Skiftandi veðurlag. ávirkar upsastovnin. Makrelinnrás broytir vistskipanina. Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin

Skiftandi veðurlag. ávirkar upsastovnin. Makrelinnrás broytir vistskipanina. Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin Nýtt havrannsóknarskip: Projekteringin liðug Makrelinnrás broytir vistskipanina Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin Sjóvarmál 2012 Oddagrein Innihald 4 Nýtt havrannsóknarskip

More information

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN Formæli Tilbúgvingin í Føroyum lýsir karmarnar um tilbúgvingina í Føroyum á sjónum, í luftini og á landi, men lýsir ikki alla tilbúgving í Føroyum út í æsir. Í Tilbúgvingin í Føroyum verða ábyrgd og uppgávur

More information

Fornur skógarvøkstur

Fornur skógarvøkstur 2 / 2015 20. ÁRG. KR. 48,- Fornur skógarvøkstur í Føroyum 9 771395 004003 SN 1395-0045 Innfluttar vørur og broyttir matvanar nøra um skaðadjórini Føroyastreymurin harðnaður og hitnaður Føroyska luftin

More information