P/F Atlantic Petroleum

Size: px
Start display at page:

Download "P/F Atlantic Petroleum"

Transcription

1 P/F Atlantic Petroleum Árs- og konsernroknskapur januar til 31. desember roknskaparár

2 Stutt um Atlantic Petroleum Stutt um Atlantic Petroleum Atlantic Petroleum er eitt óheft oljufelag við ognarpørtum í olju- og gassloyvum í Norðsjónum, í Írska havinum og í føroyskum sjógvi. Felagið eigur partar í 16 loyvum, sum fata um 30 leiðir, fund, leitingarmið ella ábendinar. Harumframt samstarvar Atlantic Petroleum við 26 altjóða oljufeløg í útnyrðingspartinum av Evropa. Atlantic Petroleum er skrásett á keypsskálunum NASDAQ OMX í Íslandi og NASDAQ OMX í Keypmannahavn. Fremsta málið er at vaksa um virðini hjá partaeigarunum við at taka lut í leiting, meting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi í útnyrðingsevropa. Felagið virkar við dóttirfeløgum og við luttøku í samtøkum. Nevnd Kjartan Hoydal, nevndarformaður Poul R. Mohr, næstformaður Mortan H. Johannesen Petur Even Djurhuus Óli A. M. Hammer Leiðsla Wilhelm E. Petersen, stjóri Teitur Samuelsen, fíggjarleiðari Sigurð í Jákupsstovu, tøknileiðari Kunning um handil á virðisbrævamarknaðum Handil við Atlantic Petroleum partabrøvum fer fram við at seta seg í samband við: limir í NASDAQ OMX Ísland limir í NASDAQ OMX Keypmannahavn ein virðisbrævahandlara ella ein peningastovn Eyðkenni á NASDAQ OMX: FO-ATLA & FO-ATLA CSE Eyðkenni á Bloomberg: ATLA IR Eyðkenni á Reuter: FOATLA.IC

3 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit Varðar... 2 Týðandi hendingar í Formansfrágreiðing... 4 Leiðslufrágreiðing... 6 Um vinnuna... 9 Fimm ára yvirlit, konsolideraði tøl Virksemið Heilsu-, trygdar-, og umhvørvispolitikkur Kunning til partaeigarar Frágreiðing frá leiðsluni um árs- og konsernroknskapin Grannskoðanarátekning Nýttur roknskaparháttur Konsolideraður rakstrarroknskapur Konsoliderað fíggjarstøða Konsoliderað gjaldførisfrágreiðing Notur til konsolideraðan roknskap Móðurfelagsrakstrarroknskapur Móðurfelagsfíggjarstøða Móðurfelagsgjaldførisfrágreiðing Notur til móðurfelagsroknskapin Yvirlit yvir ognarpartar í loyvum í Útnyrðingsevropa Samband

4 Varðar Varðar 1998 Felagið stovnað 1999 Samstarvsavtala gjørd við The Faroes Partnership (Amerada Hess, Dong, British Gas) 2000 Fekk tillutað sítt fyrsta føroyska loyvið 2001 Fekk lut í tveimum leitiloyvum vestanfyri Hetland 2003 Keypti part í oljufundunum Chestnut, Ettrick, og Perth 2004 Kapitalhækking undan skrásetingini á NASDAQ OMX í Íslandi 2005 Fekk tillutað føroysku loyvini 013 og Skrásett á keypsskálanum NASDAQ OMX í íslandi 2005 Fekk lut í oljufundinum West Lennox 2005 Útbygging av Chestnutleiðini byrjar 2006 Útbygging av Ettrickleiðini byrjar 2006 Dupultskráseting á NASDAQ OMX í Keypmannahavn 2007 Leitingarvirksemið í enskum øki økt munandi 2007 Keypti seg inn í fýra fund í írskum øki 2007 Vaks frá at vera eitt Small Cap+ til at vera eitt Mid Cap+ felag á NASDAQ OMX í Keypmannahavn 2007 Boraðu og testaðu væleydnaða metingarbrunnin á Hook Head 2007 Fekk tillutað eitt leitiloyvi í einum øki, ið liggur beint uppat Hook Head fundinum Olja funnin í Blackbird leitingarmiðinum, ið liggur uppat Ettrick leiðini Byrja at framleiða olju úr Chestnut leiðini 2008 Ein metingarbrunnur á Suður Chestnut varð boraður og royndur, og gjørdur klárur til framleiðslu Felagið fekk tillutað týðandi leitingarloyvi í 3. føroyska útbjóðingarumfarinum. 2

5 Týðandi hendingar Týðandi hendingar í 2008 Viðvíkjandi rakstrinum Farið varð undir at útvinna olju úr fyrstu leiðini hjá felagnum, Chestnut-leiðini Dagliga miðalnettoframleiðslan var tunnur. Til samans vórðu netto tunnur framleiddar alt árið Boringar í South Chestnut-metingarbrunninum royndust væl, og brunnurin varð riggaður til framleiðslu Rakt varð við olju á Blackbird-leitingarmiðinum, ið liggur upp at Ettrick-leiðini Oljugoymslan svann úr 5,1 niður í 4,0 milliónir tunnur av olju-eindum (mmboe), møguligt tilfeingi øktist úr 4,0 milliónum tunnum av olju-eindum upp í 5,1 milliónir tunnur av olju-eindum, harafturímóti svann væntaða tilfeingi úr 4,7 milliónum tunnum av olju-eindum niður í 2,2 milliónir tunnur av olju-eindum. Munandi gongd komin á at menna Ettrick-leiðina Metingarbrunnarnir á Hook Head og Dunmore fullboraðir Fingu í triðja føroyska loyvisumfarinum tillutað víðfevnt leitingarloyvi í samstarvi við Statoil, Dong og Faroe Petroleum Viðvíkjandi fíggjarstøðuni Fyrstu inntøkur av oljuframleiðslu Vælvirkandi ódýrur rakstur Minni varð gjørt burtur úr kanningarleitingum, tá ið ófriður tók seg upp í fíggjarheiminum Fekk fleiri millumfíggingarlán Inntøkur vóru tilsamans 43,3 milliónir EBIT var tilsamans -5,6 milliónir Úrslit eftir skatt var tilsamans -89,7 milliónir, tá er íroknað órealiserað kurstap á innanhýsis lánum upp á 142,1 milliónir. Samtøkan baktryggjar ikki útlendska skiftisvirðisváða sín á innanhýsis lánum, tí tey hava ikki gjaldførisávirkan á konsernina. Ætlanin er at endurfíggja millumfíggingalán, tá ið oljuframleiðslan er byrjað Framtíðarvánir í 2009 Peningafloymur av framleiðsluni Vænta at fáa framleiðsluna upp í á leið tunnur av olju-eindum (boepd) um dagin við at bera so í bandi at : - South Chestnut er farin undir framleiðslu fyrsta ársfjórðing í Ettrick-og Jarvis-leiðirnar eru farnar undir framleiðslu komandi mánaðirnar Samlað ársframleiðsla mett til einastaðni millum upp í tunnnur netto Laga kanningarleitingina og metingartiltøkini, ið liggja beint fyri framman, til fíggjarligu umstøðurnar í løtuni Væntaður framleiðsluágóði upp á um leið milliónir áðrenn miseydnaðar leitingarútreiðslur eru drignar frá, grundaðar á væntaðan oljuprís upp á USD 45 fyri tunnuna Endurfígging av millumfíggingarlánum Fáa Blackbird-oljufundin at mennast Virðismeta hjáleiðir uttan um Chestnut- og Ettrick-leiðirnar Fáa Perth-leiðina at mennast Økja enn meira um samtøkuvirksemi í Norðurevropa 3

6 Formansfrágreiðing Formansfrágreiðing Í 2008 kom Atlantic Petroleum til ein søguligan varða, tá ið í september varð farið undir at vinna olju úr Chestnut-leiðini í bretska økinum miðskeiðis í Norðsjónum. Hetta var eisini søgulig hending, tí á fyrsta sinni nakrantíð framleiddi eitt føroyskt felag olju. Síðani felagið varð stovnað í 1998, hevur tað áhaldandi arbeitt fram ímóti hesum máli, sum lyftir Atlantic Petroleum inn í lutfalsliga avmarkaða skaran av smærri olju-og gassfeløgum, sum fyrst og fremst arbeiða í útnyrðingspartinum av Evropa, við verkætlanum frá leiting upp til framleiðslu. Hetta mál varð tó rokkið, samstundis sum altjóða oljuprísurin fall ógvisliga frá toppinumí juli 2008, tá ið hann var USD 147 fyri tunnuna, niður í USD 36 fyri tunnuna móti endanum av 2008, ein minking upp á 76%. Henda gongd saman við altjóða fíggjarkreppuni, ið tók seg upp, kom við nýggjum avbjóðingum til fyritøkur í okkara ídnaði, við vaksandi krøvum um atlit til fíggjar-og váðastýring. Kortini eri eg fegin um at kunna boða frá, at tað hevur eydnast okkum at finna eina nýggja javnvág í okkara leitingarvirksemi, so vit betri standa ímóti broytingunum í alheimsfíggjarumhvørvinum og fáa sum mest burtur úr tøka peninginum. Tí er væntandi, at íløgur felagsins í leiting-og metingarverkætlanir fara at vera nógv minni í 2009 samanborið við Harumframt hevur tað, eydnað við skynsemi í oktober 2008 at fáa til vega eitt eyka stutttíðarlán frá einum bólki av lánveitarum. Henda eykafígging tryggjaði ætlaða virksemið hjá Atlantic Petroleum. Sum ætlað hevur felagið arbeitt víðari við fígging og er nú í holt við at leggja um til langtíðarlán til tess at styrkja fíggjarføri felagsins. Í 2008 megnaðu vit harumframt at fáa rættiligt glið á at menna okkara lokkandi olju-og gassognir. Fyrsta oljuleið okkara, Chestnut, fór at framleiða. Vit løgdu ítøkiligt virði aftur at hesari ogn, tá ið vit við góðum úrsliti boraðu metingar-og framleiðslubrunnin í South Chestnut í Tað fer at renna úr South Chestnut-brunninum fyrsta ársfjórðing í Hóast seinkingar í upprunaligu tíðarætlanunum, er komið langt við at menna Ettrickleiðina, sum væntandi fer undir framleiðslu um nakrar fáar mánaðir. Á Ettrickfeltinum eydnaðist okkum eisini at økja stórliga um virðið, tá ið vit funnu Blackbirdleitingarmiðið, sum liggur upp at Ettrick-leiðini. Aftur at hesum stutt- til miðaltíðar virðisskapandi virksemi varð okkum - í einum sera sterkum felagsskapi - tillutað týðandi leitingarloyvi í triðja føroyska loyvisumfarinum. Í løtuni er Atlantic Petroleum uppi í 16 loyvum, sum fevna um 30 oljuleiðir, oljufundir, leitingarmið ella ábendingar. Felagið er í felagsskapum við 26 altjóða oljufeløgum, sum virka í Norðurevropa. Hetta saman við tí støðuga peningastreyminum frá oljuframleiðslu okkara og smidliga, vælskikkaða, ódýra bygnað okkara ger Atlantic Petroleum væl ført fyri at økja um virksemi felagsins, hóast avbjóðandi fíggjarliga veðurlagið og lága oljuprísin í løtuni, hetta til gagns fyri partabrævaeigararnar. Við góðum treysti hyggja vit frameftir, tí hóast fíggjarvánirnar beint nú, eru framtíðaroljuprísútlitini sambært marknaðargreinarum góð bæði miðal- og langtíðarhøpi. Atlantic Petroleum er grundað á ein ódýran bygnað, ið leggur høvuðsdentin á lágan kostnað. Nýggja fíggjarliga veðurlagið hevur gjørt, at enn størri dentur verður lagdur á at tálma kostnaðinum, og fleiri tiltøk, ið skulu fáa kostnaðin niður, eru sett í verk til tess at fáa mesta virði burtur úr íløgum felagsins. Samanumtikið meti eg, at Atlantic Petroleum er væl útborið til at vaksa og víðka um virksemi í framtíðini. Tað er eyðsæð at nevna, at vit harmast um árinið, ið fíggjarliga heimskreppan hevur havt á prísgongdina á partabrøvunum í Atlantic Petroleum. Men vit leggja framvegis høvuðsdentin á at økja sum mest um langtíðarvirðið á partabrøvunum í 4

7 Formansfrágreiðing Atlantic Petroleum, so hetta kann koma partabrævaeigarum okkara til góðar. Hetta fer møguliga at hava við sær, at farið verður eftir partaeigarum aðrastaðni. Hetta endurspeglar altjóða dámin í virki okkara. Íløgufundir hava longu verið í Bretlandi, Sveis, Danmørk og Týsklandi í árinum At enda fari eg at takka partabrævaeigarum okkara fyri framhaldandi stuðul teirra og starvsfólki okkara fyri frágera arbeiði í árinum

8 Leiðslufrágreiðing Leiðslufrágreiðing Tann 20.september 2008 fór felagið at útvinna olju úr Chestnut-leiðini, sum er í bretska geiranum miðskeiðis í Norðsjónum. Tá ið liðugt var í øllum góðum at taka upp við tangaskipi á fyrsta sinni, fekk Atlantic Petroleum fyrstu inntøku sína burtur úr oljuframleiðslu. 7. september 2008 varð byrja at bora nærsta Chestnut-metingar-og framleiðslubrunnin, South Chestnut, og varð brunnurin boraður, royndur og fullgjørdur í øllum góðum. Brunnurin varð knýttur uppí Chestnut-viðgerðarútbúnaðin tíðliga í 2009 og fer væntandi at økja munandi um framleiðsluferð, goymslur, sum kunnu endurnýtast, og livitíðina hjá leiðini sum heild. Hugsað verður um at bora fleiri infill-brunnar á leiðini. Ettrick-leiðin verður enn ment, og hóast seinkingar hava verið henni fyri av tí at Aoka Mizu FPSO (Floating, Production, Storage and Off-loading vessel) varð seinkað verður væntandi farið at útvinna olju har ein av komandi mánaðunum. Í 2008 varð upprunaliga menningarætlanin fyri Ettrick-leiðina víðkað til at fevna um enn ein brunn, hetta fyri at menna Jarvis-øki. Fleiri menningararbeiði vóru gjørd á Ettrick-leiðini seint í 2008, og tey fara at halda fram í 2009 og 2010, uppi í teimum er, at tveir vatninnspræningarbrunnar skulu borast. Í august 2008 varð rakt við olju á Blackbird-leitingarmiðinum. Hesin fundur er seks kilometrar sunnan fyri Ettrick-leiðina. Eftirsum tað er so stutt haðani til Ettrick FPSO-skipið, verður brunnurin seinni nýttur til framleiðslubrunn. Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika undirsjóvarsamband ímillum Blackbird- og Ettrick-leiðina. Seint í 2008 fekk Atlantic Petroleum eitt loyvi í 25. loyvisumfari Stóra Bretlands. Teigurin liggur upp at loyvi P.317, har ið Ettrick-leiðin og Blackbird-oljufundurin liggja. Tíðliga í 2008 leigaðu samstarvsfeløgini í Keltiska havinum boripallin GSF Arctic II at bora tveir brunnar. Høvuðsendamálið við boriátakinum var at meta gjøllari um oljugoymsluna í Hook Head. Hook Head-metingarbrunnurin (50/11-4) varð boraður á útnyrðingsrandarøkinum á Hook Headvondini í august 2008 og er fjórði brunnurin, sum er boraður á Hook Head-vondini. Í øllum brunnunum var kolvetni at finna. Eftirsum nettonøgdin í teimum kolvetnisberandi løgunum í brunni 50/11-4 var munandi minni enn væntað undan boringunum, gjørdu felagið og handilsfelagar tess av at tippa brunnin og ganga frá honum. Úrslitini úr brunninum benda á, at meginparturin av Hook Head - tilfeinginum liggur miðskeiðis í tí vondini, sum brunnar 50/11-1 og 50/11-3 boraðu í, hóast útnyrðingsrandarøkið møguliga kundi útvegað nýtt vakstrartilfeingi, skuldi nøkur nýggj menning á tí víddini tikið seg upp í framtíðini. Úrslitini úr 50/11-4 brunninum verða nú feld inn í myndilin yvir Hook Head -leiðina, áðrenn nøkur endalig ætlan fyri goymsluna verður tikin. Í september 2008 vóru boriarbeiðini liðug við 50/6-4 Dunmore-metingarbrunnin, sum liggur nakrar 40 kilometrar úr suðurstrond Írlands. Brunnurin var gjørdur til at meta um sandgrýtisjarðgoymslumillumløgini frá juraøldini, sum sambært royndum høvdu olju í sær í 50/6-1 oljufundarbrunninum. Komið var fram á sandgrýtisjarðgoymslumillumlagið frá juraøldini, tá ið dýpdarforsøgnin frá forboringini varð gjørd, men meginparturin av jarðgoymslumillumløgunum var tynri enn væntað, og grundað á staðroyndir bygdar á mátingar av tilfari úr oljuboriholinum er sandgrýtið á staðnum mett at hava vatn í sær. Komið var óvantað fram á eitt nýtt kolevnisjarðgoymsluøki frá juraøldini, ið hevur kolvetni í sær. Meðan borað varð, sýndi jarðgoymsluøkið fitt av olju og gassi. Við tí í huga, at framtíðar menningarmøguleikar kunnu liggja í hesu nýggju goymsluni, hava samstarvsfelagirnir valt at lata brunnin hvíla og at senda oljuboripallin víðari, eftirsum tíðin ikki var væl vald rakstrarliga, útgerðin ikki var tøk og kostnaðarskerjingar forðaðu fyri, at serroyndarútgerð var tikin í nýtslu í ætlaðu boriskránni. Nú fara samstarvsfeløgini at savna seg um at fella úrslitini frá Dunmore-brunninum inn í heild saman við arbeiði, sum eru gjørd frammanundan, og at virðismeta ta 6

9 Leiðslufrágreiðing nýggju goymsluna. Í eini víðari ætlan kundi serroyndarútgerð verið tikin í nýtslu fyri at meta um, hvørt menningarmøguleikarnir í hesum millumlagi munnu fara at loysa seg. Fíggjarorka og arbeiðsavrik Ársroknskapirnir fyri 2008 eru gjørdir sambært altjóða fíggjarfrágreiðingarreglum (International Financial Reporting Standards (IFRS)). Fyrst og fremst vegna dáttliga oljuprísfallið fjórða ársfjórðingin í 2008 var rakstrarvinningurin, áðrenn kostnaðurin fyri miseydnaða leiting er drigin frá, til samans 3,4 milliónir fyri alt árið 2008, tað eru 8-13 milliónir minni, enn væntað var frammanundan. Tá ið úrslitini fyri triðja ársfjórðing felagsins í 2008 vóru kunngjørd, var mett, at rakstrarvinningurin fyri 2008, áðrenn kostnaðurin fyri miseydnaða leiting var drigin frá, fór at vera vinningur upp á um leið 5-10 milliónir. Hesi úrslit vóru grundað á miðaloljuprís upp á 66 USD fyri tunnuna, mótvegis USD 54,88/ fyri tunnuna, sum seinni vísti seg at vera miðaloljuprísurin í fjórða ársfjórðing í Fyrsta lastin varð seld móti endanum av september fyri 85 USD fyri tunnuna og fjórða lastin varð seld miðskeiðis í desember fyri 35 USD fyri tunnuna. Harumframt var hildið, at fýra førningar frá Chestnut-leiðini fóru at verða seldir í 2008, til samans umleið tunnur netto til Atlantic Petroleum. Men sølurúmdin er ikki tann sama sum útvinslurúmdin, tí tað veldst um tíðina tað tekur at lasta tangaskipið. Framleiðslan til FPSO kom upp á til samans tunnur netto til Atlantic Petroleum úr Chestnut-leiðini í Fýra førningar vóru seldir í 2008, til samans tunnur netto til Atlantic Petroleum. Fimta lastin var umskipað tann 5.januar í Hóast fyrsta oljan frá Chestnut-leiðini var seinkað, er felagið nøgt við avrikið og hevur álit á framtíðarvánunum fyri leiðina. Úrslit aftan á skatt fyri 2008 var -89,7 milliónir (2007: -76 milliónir). Uppi í hesum eru útlendsk gjaldoyratap upp á 142,1 milliónir, sum ikki ávirka gjaldførið hjá samtøkuni. Útlendska gjaldoyratapið er tengt at kursjavning við árslok av einum millumsamtøkuláni, sum móðurfelagið veitti bretska dótturfelagnum. /GBP kursurin við árslok í 2008 var 7,65 fyri 1 GBP, sum søguliga er lágur kursur. Samtøkan baktryggjar ikki millumsamtøkulán móti útlendskum kursváða, av tí at hesi lán ikki ávirka gjaldførið hjá samtøkuni. Høga íløgustigið á olju- og gassognum í 2007 helt fram inn í Bókførda virði við árslok í 2008 kom upp á 621,8 milliónir samanborið við 387,3 milliónir í Tøkur peningur tann 31.desember 2008 var 3,9 milliónir (2007: 4,9 milliónir): Men upphæddin fyri millumfíggingarlán øktist úr 80,4 milliónir síðst í 2007 upp í 365,3 milliónir síðst í Tað, sum elvdi til øktu bankaskuldina í 2008, er, at felagið økti um leitingar-, metingarog menningarvirksemið, samstundis sum fyrsta oljan av Chestnut- og Ettrick-leiðunum var seinkað, og oljuprísirnir fullu á heystið Av tí at íløgutiltøkini hjá felagnum fevna so víða, mælir nevndin frá at lata vinningsbýti fyri árið Sum ætlað er stjórnin í holt við at endurfíggja stuttfreistaðu millumfíggingarlánini upp á 140 milliónir umframt rentu, sum falla til gjaldingar síðst í juli í 2009, og 270 milliónir umframt rentu, sum falla til gjaldingar við árslok í Henda tilgongd er ikki lokin enn, men stjórnin væntar, at gott úrslit skjótt fer at spyrjast burtur úr hesum. Alt eftir, hvussu langa tíð tiltøk, sum felagið hevur bundið seg til, taka og eftir, hvussu oljuprísirnir vera, fer felagum kanska at tørva eykafígging, til endurfíggingin er komin í rættlag. Leiðslan er vís í at hon kann tryggja gjaldføri til fíggingin endaliga er komin uppá pláss, ella umleggja virksemið soleiðis at tað hóskar til gjaldføri. 7

10 Leiðslufrágreiðing Framtíðarvánir í 2009 Tá ið Chestnut-leiðin og South Chestnut eru fingnar undir framleiðslu við miðalrakstrarútreiðslum í 2009 upp á um leið USD 15/fyri tunnuna, og um Ettrick-leiðin teir komandi mánaðirnar er fingin undir framleiðslu við miðalrakstrarútreiðslum upp á USD 21/fyri tunnuna í 2009, væntar Atlantic Petroleum at fáa eitt týðandi positivt gjaldførið í 2009, grundað á samlaða framleiðslu upp á tunnur netto í Felagið væntar, at rakstrarágóðin verður um leið milliónir, áðrenn kostnaðurin fyri miseydnaða leiting í 2009 er drigin frá, grundað á at miðal USD 45/fyri tunnuna fæst burturúr, sum í løtuni er nærum miðalframtíðarfarmyndin fyri Brent oil í Grundað á, at USD 50 fyri tunnuna fæst burturúr, vænta vit rakstrarúrslit áðrenn kostnaðurin fyri miseydnaða leiting er drigin frá upp á milliónir. Harumframt eru metingarnar grundaðar á kurs /USD upp á 5,8. Metingarnar eru tengdar at óvissum, sum fyri ein part standast av, at tann fyrsta leiðin hjá felagnum fyri stuttum er farin at útvinna, og onnur leiðin væntast at fara undir framleiðslu um stutta tíð. Harafturat er fíggjarliga leiðslan í 2009 treytað av sonnu framleiðsluferðini og av øllum broytingunum í USD/ kursinum. Í 2009 væntar Atlantic Petroleum at gera íløgur upp á um leið 70 milliónir til at menna oljuleiðir, meðan leitingar- og metingarútreiðslurnar ætlandi fíggjast við 20 milliónum. Íløgurnar í at menna oljuleiðir eru tengdar at tí, at South Chestnut fyrsta ársfjórðingin í 2009 varð tengt uppí, at Ettrick- og Jarvis-leiðirnar vóru endaliga mentar, og at metingar vórðu gjørdar í sambandi við Perth-leiðina. Metingarbrunnur, sum kanka fer at verða boraður í 2009, fer at gera av, um Blackbird oljufundurin verður knýttur uppí Ettrick, men hetta er ikki uppi í fíggjarætlanartølunum omanfyri. Leitingarútreiðslurnar fata fyrst og fremst um, at ein leitingarbrunnur verður boraður á Crosbyleitingarmiðinum í Stóra Bretlandi, og um at útvega seimisk tøl í Føroyum. Sum ætlað er felagið farið longur við fíggingini og er nú í holt við at útvega sær langtíðarlánsmøguleikar til tess at styrkja fíggjarføri felagsins. 8

11 Um vinnuna Um vinnuna Sermerki fyri oljuvinnuna Sum týdningarmesta orkukelda í heiminum verður olja keypt og seld á einum marknaði, har príslegan er sera óstøðug. Oljuprísurin hongur tætt saman við heimsbúskaparligum vøkstri og tess ávirkan á framleiðslu, flutning, bygging o.s.v. Marknaðurin fyri olju er tengdur at núverandi og væntandi framtíðar eftirspurningi og útboði, og er hann nógv stýrdur av spekulatión. Eisini verður hugt eftir nøgdini av ávísum oljusløgum og hvussu nógv olja er á goymslu. Tá oljuprísurin er høgur fer kostnaðurin fyri tænastur í frálandavinnuni upp, og hetta førir við sær hægri leigukostnað fyri boripallar og aðrar tænastur, og hetta ávirkar feløgini ið leita eftir olju, íroknað Atlantic Petroleum. Gongdin í seinastuni Árið 2008 var merkt av einum sera óstøðugum oljuprísi sum støðugt hækkaði í fyrru helvt av árinum, fyri síðan, tá prísurin var komin upp í søguligar hæddir, knappuliga fall ógvusliga nógv teir síðstu tríggjar mánaðarnar av árinum. Tann ovurhøgi oljuprísurin bygdi á stóra eftirspurningin sum var íkomin árini frammanundan. Tó kann javnvágin millum útboð og eftirspurning eina ikki grundgeva fyri vøkstrinum í oljuprísinum, men eisini spekulatión og ein veikur dollari gjørdu sítt til at vaksa um hugin at handla við olju. Tað eftirfylgjandi ógvusliga fallið í oljuprísinum var sera nógv tengt at alheims fíggjarkreppuni ið tók seg upp í seinnu helvt av 2008, og sum førdi til eina minking í eftirspurninginum eftir olju. Fallið í eftirspurninginum gjørdist enn djúpri orsaka av eini spentari fíggjarligari støðu millum keypararnar av olju, sum víðari avmarkaði keypiorkuna. Fallið í eftirspurninginum og tann spenta fíggjarliga støðan merkir eisini at fleiri oljufeløg longu eru byrjaði at skera niður uppá, ella útseta, leitingar- og útbyggingarætlanir sínar, og í nøkrum førum enntá at steðga ætlaðum arbeiðum. Hetta førir við sær ein lægri eftirspurning eftir tænastum í oljuvinnuni, sum noyðir hesar tænastuveitarar at lækka teirra kostnað. Ávirkanin oljuprísurin hevur á leitingarkostnað Stóra fallið í oljuprísinum minkar eftirfylgjandi um eftirspurningin hjá oljufeløgunum eftir tænastum í sambandi við at reka boripallar, við tí fylgju, at veitarar av hesum tænastum eru noyddir at lækka kostnaðin fyri at reka pallarnar. Tó er altíð ein týðandi tíðarskjóting millum fallið av oljuprísi, og fallið av pallkostnaði. Fallið í oljuprísinum minkar um hugin at bora brunnar, og minkar hetta um eftirspurningin, og harav eisini um kostnaðin av at bora, og av boriútgerð. Vanligt er at veitarar í oljuvinnuni eru tryggjaðir móti fallandi eftirspurningi í styttri tíðarskeið við sáttmálum og ordrum. Dagskostnaður fyri at leiga boripallar virkar sum eitt vísital fyri leitingar- og framleiðslukostnað. Oljufeløg, sum bert hava lut í ikki framleiðandi loyvum, og tí ikki hava inntøkur, verða oftast hart rakt av minkandi eftirspurningi og eini spentari fíggjarligari støðu. Loysnin kann oftani vera at lata inn aftur fingin loyvir fyri at minka um útreiðslurnar, og førir hetta við sær at eftirspurningin eftir tænastuveitarum í oljuvinnuni minkar enn meira. Óheft oljufeløg sum eru oljuframleiðandi, og harvið fáa nokk av inntøkum, kunnu harafturímóti klára seg væl ígjøgnum eina fulla ringrás av broytingum í oljuprísinum, og eitt fyribils fall í leitingarkostnaðinum kemur teimum til góðar. 9

12 Um vinnuna Marknaðarútlit og gongdin í oljuvinnuni Ávirkanin av fíggjarliga niðurtúrinum á búskaparligu støðuna og á fíggingarmøguleikar fer at hava beinleiðis ávirkan á framtíðarinnar eftirspurning og útboð av ráðolju og ávirkað ta tíðina tað tekur fyri oljuprísin at koma seg eftir djúpa fallið síðst í Sum áður nevnt, so er stór óvissa knýtt at oljuprísinum. Fíggjarlig viðurskifti hava í 2008 havt størstu ávirkanina á oljuprísin. Marknaðurin hevur verið merktur av nógvari spekulatión, og tann vaksandi sameiningin av alheims marknaðunum bleiv sjónlig tá fíggjarligu marknaðirnir høvdu tað ringt, og tað gav baksláttur í eftirspurninginum eftir olju. Tøkt útboð og eftirspurningur av oljugoymslum á heimsmarknaðinum er eisini ávirkað av teimum skjótt vaksandi búskapunum sum vit hava sæð í teimum sokallaðu BRIC londunum (Brasilien, Russlandi, India og Kina). Víðari, so spæla eisini fleiri aðrir faktorar ein stóran leiklut tá oljuprísurin verður ásettur. Yvirgangur og kríggið í Irak, eins og stríðið í Gaza herfyri, eru dømi uppá faktorar, ið ávirka oljuprísin, og senda hann uppeftir í styttri ella longri tíðarskeið. Politiskur ófriður í oljuframleiðandi londum kann eisini órógva oljuprísin. At enda kann nevnast, at tann vaksandi áhugin fyri at finna og menna alternativar orkukeldur sum kunnu koma í staðin fyri olju er eisini viðkomandi, av tí at fleiri stjórnir hava sett sær sum mál at minka um CO2 útláti, og noyðir hetta feløg og brúkarar at skifta til meira varandi orkukeldur. Oljuvinnan hevur verið merkt av einum ítøkiligum stígi í eftirspurninginum eftir olju, og av avmarkaðum fíggingarmøguleikum til nýggjar íløgur. Hetta merkir, at flestu smærri oljufeløg eru fíggjarliga sperd, av tí at flestu teirra enn ikki hava framleiðslu, og tí ikki inntøkur. Núverandi støðan í oljuvinnuni kann opnað hurðar fyri nýggjum møguleikum fyri vøkstri. Oljufeløg, ið hava verið fíggjarliga kroyst, og serliga tey feløg ið ikki hava inntøkur, eru í vaksandi vanda fyri at verða útsett fyri yvirtøku av øðrum vælkoyrandi feløgum. 10

13 Virkisleistur og ætlan Virkisleistur og ætlan Virkisleisturin hjá Atlantic Petroleum hevur verði tengdur at ætlaða pengastreymimum sum skal lata upp fyri leitingarvirksemi og møguleikum fyri at gangnýta teir skattafyrimunir sum eru tøkir. Felagið náddi hesum málið síðsta ár og heldur fram við gongdini í næsta ár. Við teimum broyttu búðskaparviðurskiftinum í huga, hevur nevndin tikið avgerð um at laga vakstrargongdina eftir verðandi búðskapargongd. Virkisætlan felagsins er tó óbroytt: Búning av verðandi loyvum Fáa tilluta loyvir gjøgnum loyvisrundur og keypa seg inn í nýggj loyvir Hava javnvág í býtinum millum eginpening, skuld og egnan peningastreym Búning av verðandi loyvum Virkisøki hjá Atlantic Petroleum er leiting og framleiðsla av olju við at útbyggja egnar verkætlanir í samstarvi við fleiri onnur oljufeløg, í sokallaðum samtøkum (Joint Ventures). Virkisøkið hjá Atlantic Petroleum fevnir frá leiting til meting til útbygging og framleiðslu eftir tí vanligu virðisketuni í olju og gass vinnuni. Tað er fýra fasir í útvinning av kolvetnum leiting, meting, útbygging og framleiðsla. Leiting krevur holla jarðfrøðiliga, jarðalisfrøðiliga og verkfrøðiliga týðingarkunnleika, umframt eina fatan av tí váða sum er knýttur at leitiboring. Tað ganga ofta fleiri ár frá tí at man hevur fingið eitt loyvið til tann fyrsti leitibrunnurin er boraður. Meting av einum fundi hevur við sær at fleiri avmarkingarbrunnar skulu borast fyri at avmarka óvissuna um støddina av eini møguligari leið. Útbygging hevur eisini við sær boring av fleiri brunnum umframt útvegan av útbúnaði sum ger tað møguliga at framleiða eina oljuleið. Trýggjar tær fyrstu fasirnar kunnu taka fleiri ár. Tann síðsta fasan í hesi virðisketuni er framleiðsla av kolvetni, tað er her Atlantic Petroleum fær inntøkur fyri tær íløgur sum felagið hevur gjørt. Loyvini hjá Atlantic Petroleum eru spjadd millum tær fýra fasurnar við einum meirluta av loyvum í leiting og meting, Ettrick og Jarvis í útbygging og Chestnut og South Chestnut leiðirnar sum eru í framleiðslu. Ettrick og Jarvis fara í framleiðslu innan teir næstu mánaðirnar. Tað er í løtuni ikki við í ætlaninum hjá Atlantic Petroleum at gerast fyristøðufelag. Atlantic Petroleum arbeiðir í tøttum samstarvi við fyristøðufeløgini fyri at tryggja at tann holla jarðfrøðiliga, jarðalisfrøðiliga og verkfrøðiliga vitanin hjá Atlantic Petroleum kann verða við til at tryggja verkætlanum felagsins góð úrslit. Tilluta loyvir ígjøgnum loyvisrundur og keypa seg inn í nýggj loyvir Skoytt uppí virkisleistin hjá Atlantic Petroleum er møguleikin at fáa tilluta loyvir og keypa seg inn í nýggj loyvir fyri at økja um mongdina av loyvum. Evnini at gera hetta við góðum úrslitum er treyta av felagsins kunnleika og serfrøði innan olju og gass vinnuna. Atlantic Petroleum kannar áhaldandi marknaðin fyri at eyðmerkja nýggj áhugaverd loyvir sum kunnu verða lokkandi íløgumøguleikar fyri felagið og tess partaeigarar. Tað grundleggjandi í hesi gongd er ein holl jarðfrøðilig og jarðalisfrøðilig serfrøði, handilsligt innlit, umframt neyðug fígging. Atlantic Petroleum hevur altíð miðja eftir smærri leitingarmiðum ella fundum sum eru uttanfyri fokusøki hjá størru oljufeløgunum, øki sum hava møguleika fyri at náa til framsleiðslufasuna innan eina styttri tíðarfreist. 11

14 Virkisleistur og ætlan Atlantic Petroleum hevur í høvuðsheitum luttikið í loyvisrundum í Stóra Bretlandi og í Føroyum. Ein hóskandi luttøka hjá Atlantic Petroleum í loyvum er millum 10% og 15% áðrenn materiellar íløgur eru gjørdar. Atlantic Petroleum heldur áfram við at fylgja og byggja uppá ta væleydnaðu ætlan sum varð gjørd og samtykt fyri ellivu árum siðan, tá felagið varð stovnað. Felagið er nú í triðju fasu av ætlan felagsins, sum byggir á: Eina spjaðing í loyvinum frá leitiverkætlanum til framleiðslu Atgongd til pening til áhaldandi vøkstur av felagnum, bæði frá eginpeningi og langfreistaðari skuld Sterkan pengastreym tey komandu árini frá verðandi og framtíðar framleiðslu Virkisætlanin hjá Atlantic Petroleum er óbroytt. Í fyrstu atløgu er fokus hjá Atlantic Petroleum á leitingar-, metingar- og útbyggingar møguleikar í búðnum leitingar-økjum í útnyrðings Evropa, við fokus á Norðsjógvin og Írska Havið. Í næstu atløgu er ætlanin at luttaka í øðrum londum í útnyrðings Evropa, og seinni, tá føroyska økið er blivið meira búgvi, og váðin harvið minni, gera fleiri íløgur í hesum økinum. Virkisætlan felagsins er áhaldandi at økja um leitingar, metingar og útbyggingar loyvir fyri at vaksa um goymslurnar hjá felagnum og økja um vøksturin av felagnum. Atlantic Petroleum hevur hildið fram við at røkka síni mál, við at fylgja virkisætlan felagsins, hóast broyttu búðskaparviðurskiftini. Virtuelt felag Atlantic Petroleum hevur ein vælvirkandi og ódýran bygnað sum við ársenda 2008 hevði 10 fulltíðar starvsfólk við neyðugu førleikunum at reka felagið. Atlantic Petroleum hevur síðan tað varð stovnað, bygt up eitt net av føstum uttanhýsis ráðgevum, sum útvega felagnum eyka fleksibilitet, orku og førleikar. Hetta net verður sum oftast tikið í brúk, tá arbeiðsbyrðan er stór, og í sambandi við metingar av møguligum íløgum ella vakstrarmøguleikum. 12

15 Kappingarstøða Kappingarstøða Umleið 160 feløg hava eitt ella fleiri loyvir í Stóra Bretlandi (UKCS). Av hesum eru tað 95 feløg sum ongan pengastreym ella inntøkur fáa frá framleiðslu. Tað vil siga at Atlantic Petroleum er eitt av teimum 40% av feløgum við loyvum í Stóra Bretlandi sum hava framleiðandi ognir *. Vit meina at Atlantic Petroleum er í eini góðari støðu innan oljuleitingar- og framleiðsluvinnuna, sum í løtuni gevur Atlantic Petroleum møguleikar fyri at keypa seg inn í nýggj loyvir. Mett verður at tað verða broytingar í oljuleitingar- og framleiðsluvinnuni teir næstu 12 til 24 mánaðirnar. Tað er okkara meting at oljuleitingar- og framleiðsluvinnan ikki sleppur undan eini konsolidering. Vit meina at Atlantic Petroleum kann fáa ein aktivan leiklut í konsolideringini í vinnuni, grunda á fylgjandi eginleikar og fíggjarliga styrki: Teknisk starvsfólk við drúgvum royndum og eitt net av royndum uttanhýsis serfrøðingum við hollum kunnleika til Norðsjógvin og landnyrðings Evropiska øki Pengastreym frá einari leið í framleiðslu, har framleiðsla legst afturat í 2009 umframt fleiri møguligar framleiðslur í nærmastu framtíð Leiðir og loyvir í politiskt tryggum øki Ávegis útbyggingarverkætlanir sum í nærmastu framtíð fara at geva inntøkur Í samstravi við meira enn 25 altjóða samstarvsfelaðir, harav fleiri eru stór olju- og gass feløg Førleika at tillaga váðan til broytingar í marknaðarumstøðunum *Hannon Westwood, UKCS Intelligence and Business Development Services, Oil Industry Presentation,

16 Fimm ára yvirlit Fimm ára yvirlit, konsolideraði tøl Fíggjarlig Roknskaparlig IFRS IFRS IFRS IFRS* FO GAAP Inntøkur Úrslit áðrenn skatt Úrslit eftir skatt Gjaldførisúrslit frá primerum rakstri Eginpeningur Nettotøkur peningur / (skuld) ( ) Hagtøl fyri hvørt partabræv Inntøkur fyri hvørt partabræv ( / Partabræv) 38, Úrslit fyri hvørt partabræv - grundleggjandi ( / Partabræv) -79,64-67,58-8,92-13,79-5,40 Gjaldførisúrslit frá primerum rakstri fyri hvørt partabræv ( / Partabræv) -5,58-11,07-11,50-12,02-4,20 Vektað miðaltal av partabrøvum Virksemi: Framleiðsla (ognarpartur) (mboepd) Boraðir leitingar- og metingarbrunnar (tal) Starvsfólk - í Føroyum (tal) Uttanlands (tal) Lyklatøl: Miðal gjaldoyravirði (/ ) 9,40 10,90 10,94 10,97 10,98 Gjaldoyravirði við árslok (/ ) 7,65 10,15 11,10 10,89 10,49 * 2005 tølini eru tilrættað í samsvari við International Financial Reporting Standards (IFRS) og tann nýggja roknskaparpolitikkin í samsvari við FO GAAP. ** Miðal framleiðsla um dagin síðani Chestnut leiðin byrjaði at framleiða 20. september

17 Fíggjarliga gongdin Konsolideraður rakstrarroknskapur Ársúrslitið fyri 2008 eftir skatt var eitt hall á 89,7 milliónir (2007: -76,1 milliónir). Í hallinum er íroknað órealiserað kurstap uttan gjaldførisávirkan upp á 142,1 milliónir (2007: 27,7 milliónir). Órealiseraða kurstapið er viðvíkjandi kursregulering í fremmandum gjaldoyra, ið stavar frá innanhýsis lánum frá móðurfelagnum til enska dóttirfelagið. Orsøkin til kurstapið er, fallið í kursinum millum GBP/ í 2008 frá 10,15 við ársbyrjan til 7,65 við ársenda. Órealiseraða kurstapið upp á 142,1 milliónir hevur onga gjaldførisávirkan á konsernina. Í 2008 byrjaði Atlantic Petroleum at framleiða olju og gass og seldi tunnur av olju til ein miðalprís upp á USD 54,88/tunnu. Fyrsta lastin var seld síðst í september 2008 fyri USD 85/tunnu og tann síðsta lastin í 2008 var seld miðskeiðis í desember fyri USD 35/tunnu. Inntøkurnar frá sølu av olju og gass vóru 43,3 milliónir (2007: 0 milliónir). Sølukostnaður var 26,8 milliónir í 2008 (2007: 0). Sølukostnaðurin viðvíkur í høvuðsheitinum rakstrarkostna av Hummingbird FPSO á Chestnut feltinum, avskrivingar av Chestnut leiðini og sølukostna viðvíkjandi sølu av olju. Leitikostnaður var 2,3 milliónir (2007: 33,8 milliónir). Íroknað leitikostnaðinum eru 2 milliónir viðvíkjandi loyvi P.1211, ið varð latið innaftur. Undanloyvisleitikostnaður var 1,1 milliónir (2007: 2,6 milliónir). Fyrisitingarkostnaður var 18,8 milliónir í 2008 (2007: 13,9 milliónir). Vøksturin var sostatt 4,9 milliónir, sum í høvuðsheitinum stavar frá, at samtakið hevur latið skrivstovu upp í London. Aðrar rakstrarinntøkur, sum eru hølisleiga, eru 0,1 millión (2007: 0,1 millión). Úrslitið av primerum rakstri var -5,6 milliónir (2007: 50,3 milliónir). Rentu- og fíggjarinntøkur vóru til samans 5,9 milliónir (2007: 2,8 milliónir). Rentuútreiðslur og annar fíggjarkostnaður var -147,7 milliónir (2007: -28,6 milliónir), sum eru tengdar at órelaiseraða kurstapinum nevnt omanfyri. /GBP kursurin var við ársenda 2008 upp á 7,65 fyri GBP 1 og er hetta ein søguliga lágur kursur. Konsernin baktryggjar ikki fremmanda gjaldoyraváðan á innanhýsis lánum av tí, at hesi hava onga gjaldførisávirkan á konsernina. Við árslok 2008 innroknaði Atlantic Petroleum eina skattaáogn hjá enska felagnum upp á 55,8 milliónir (2007: 0). Innrokningin av skattaáognini er mett út frá inntøkumetingunum áðrenn skatt fyri tey komandi trý árini. Roknað verður við, at skattáognin kann nýtast innanfyri trý ár frá roknskaparársloki. Úrslit áðrenn skatt var -145,4 milliónir (2007: -76,1 milliónir). Grundleggjandi vinningur fyri hvørt partabræv var -79,64 (2007: -67,58). 15

18 Fíggjarliga gongdin Konsoliderað fíggjarstøða Samlaðu ognirnar vóru við árslok ,9 milliónir (2007: 410,9 milliónir). Støðisogn Leitingar- og metingarognir vóru við árslok ,4 milliónir (2007: 74 milliónir). Størsta íløgan í 2008 var væleydnaða boringin og testingin av einum leitibrunni á Blackbird leitingarmiðinum og tveir metingarbrunnar í Celtic Sea á Hook Head og Dunmore fundunum. Útbyggingar- og framleiðsluognir, sum eru rakstrarverd fund, vóru við árslok ,2 milliónir (2007: 312,7 milliónir). Økingin í bókaða virðinum stavar frá økta útbyggingarvirkseminum á Chestnut-, South Chestnut- og Ettrickleiðunum. Við árslok 2008 var støðisognin av rakstrargøgnum 0,8 millión (2007: 0,5 millión). Skattaáognin var við árslok 2008 upp á 45,4 milliónir (2007: 0). Við árslok 2008 inntøkuførdi Atlantic Petroleum eina skattaáogn viðvíkjandi enska felagnum upp á 55,8 milliónir (2007: 0). Orsøkin til munin í upphæddunum er, at í rasktrinum verður nýttur ein miðalkursur fyri árið, meðan í fíggjarstøðuni verður nýttur kursur við árslok. Innrokningin av skattaáognini er mett út frá inntøkumetingunum áðrenn skatt fyri tey komandi trý árini. Roknað verður við, at skattáognin kann nýtast innanfyri trý ár frá roknskaparársloki. Við árslok 2008 var onnur áogn 13,3 milliónir (2007: 11,9 milliónir). Ognin av virðisbrøvum til sølu var við árslok ,8 milliónir (2007: 6,8 milliónir). Tøkur peningur við árslok 2008 var 3,9 milliónir (2007: 4,9 milliónir). Skuld Samlaðar skyldur við árslok 2008 vóru 476,1 milliónir (2007: 183,7 milliónir). Stuttfreistað skuld tilsamans við árslok 2008 var 436,8 milliónir (2007: 183,7 milliónir). Stuttfreistað lán vóru við árslok ,3 milliónir (2007: 29,3 milliónir). Økingin stavar frá, at nýtt varð av millumfíggingarláninum, ið var avtalað á heysti 2007, og frá tveimum øðrum millumfíggingarlánum, ið avtalað varð fingin í lag um í 2008 upp á ávíkavist 100 milliónir og 140 milliónir. Ognarar og onnur skuld var við árslok ,9 milliónir (2007: 64,9 milliónir). Henda skuld stavar fyrst og fremst frá útbyggingunum á South Chestnut- og Ettrickleiðunum. Avsetingar vóru við árslok ,6 milliónir (2007: 12,2 milliónir). Minkingin stavar frá, at eitt útsett gjald viðvíkjandi Chestnut leiðini er goldið, sum fall til gjaldingar í sambandi við, at Chestnut er farið undir framleiðslu. Langfreistað skuld við árslok 2008 var 39,3 milliónir (2007: 77,4 milliónir) og er í høvuðsheitinum avsetingar fyri avriggingarkostna á Chestnut- og Ettrick-leiðunum. Upphæddirnar eru íroknaðar í útbyggingar- og framleiðslu-ognum. 16

19 Fíggjarliga gongdin Minkingin í langfreistaðum lánum upp á 51,2 milliónir, samanborið við 2007 er vegna umlegging, av millumfíggingarláninum felagið fekk í 2007, til stuttfreistað lán. Eginpeningur Eginpeningurin tilsamans við árslok 2008 var 166,8 milliónir (2007: 227,2 milliónir). Eingin kapitalhækking varð framd í Peningastreymur Nettopeningastreymur frá rakstrinum gjørdist -6,3 milliónir (2007: 12,5 milliónir). Íløgurnar í tíðarskeiðinum hava verið 278,5 milliónir (2007: 219,4 milliónir), sum í høvuðsheitinum eru íløgur í leiting og útbygging í Nettopeningur brúktur til fíggjarvirksemi var 284,8 milliónir (2007: 63,7 milliónir). Upphæddin stavar frá nýtslu av millumfíggingarláninum. Tøkur peningur við árslok 2008 var 3,9 milliónir (2007: 4,9 milliónir). Íløgur Íløgurnar í leiting og meting eru nógv hækkaðar í 2007 og 2008 sammett við undanfarin ár. Íløguupphæddin, ið varð løgd afturat í 2008 var 78,3 milliónir (2007: 83,2 milliónir). Samlaðu bókaðu íløgurnar við árslok 2008 vóru 152,4 milliónir (2007: 74 milliónir). Fýra leitingar- ella metingarbrunnar vórðu boraðir í 2008 sammett við 2007 tá ein leitingarbrunnurin og ein metingarbrunnur vórðu boraðir. Blackbird leitingarbrunnurin, ið varð boraður í 2008 var væleydnaður, og somuleiðs var South Chestnut metingarbrunnurin eisini væleydnaður. Íløgurnar í South Chestnut metingar- og framleiðslubrunnin eru íroknaðar útbýggingar og framleiðslu-ognum av tí at Chestnut leiðin er byrjað at framleiða, meðan Blackbird brunnurin er ognarførdur undir immateriellum leitingar- og metingarvirksemi Tveir metingarbrunnar vórðu boraðir í Celtic Sea í Írska havinum. Ein brunnur varð boraður á Hook Head leiðini og ein annar á Dunmore leiðini. Metingar verða nú gjørdar av úrslitunum frá brunnunum og eru brunnarnir tí ognarførdir undir immateriellum leitingar- og metingarvirksemi. Í 2008 hevur Atlantic Petroleum framhaldandi gjørt stórar íløgur í útbyggingarverkætlanirnar fyri Chestnut og Ettrick. Íløgurnar í útbygging í 2008 vóru 198,6 milliónir (2007: 169,8 milliónir). Samlaða bókaða íløgan við árslok 2008 var 423,2 milliónir (2007: 312,7 milliónir). Samlaðu íløgurnar á Chestnut leiðini eru umleið 150 milliónir, tá er íroknað keypsupphædd, útbyggingarkostnaður og mettur avriggingarkostnaður Samlaðu íløgurnar á Ettrick leiðini eru umleið 320 milliónir, tá er íroknað keypsupphædd, útbyggingarkostnaður og mettur avriggingarkostnaður. Gjaldføri Fyrst í árinum var gjaldførið hjá felagnum -75,6 milliónir. Við árslok 2008 var gjaldførið lækkað til eitt nettogjaldføri á -361,3 milliónir. Upphæddin er samansett av 17

20 Fíggjarliga gongdin tøkum peningi upp á 3,9 milliónir og nýtslu av millumfíggingarláni upp á -365,3 milliónir. Við árslok 2008 hevði felagið avtalu um millumfíggingarlán upp á 410 milliónir ikki íroknað rentur og kostna. Við árslok 2008 vóru framvegis 63 milliónir tøkar. Sum áður nevnt, er felagið, sambært ætlanunum, í einari tilgongd til at gera avtalur um langtíðarfígging fyri at styrkja fíggjarligu støðu felagsins. Baktrygging og váðastýring Sum altjóða leitingar- og framleiðandi oljufelag kann Atlantic Petroleum vera fyri ymiskum marknaðar- og rakstrarligum váða. Marknaðarváðin er broytingar, sum kunnu vera í gjaldoyrakursum, rentu, olju- og gassprísum, og kunnu slíkar broytingar ávirka virðisásetingar av ognum, skyldum og framtíðarpeningastreymi. Atlantic Petroleum samtakið hevur ikki nýtt avleidd fíggjarlig amboð til at skerja slíkan váða, tí fyrsta oljuframleiðsla felagsins var í september Felagið fer at nýta avleidd fíggjarlig amboð í næstum. Av tí at roknskapurin verður gjørdur upp í donskum krónum er váði í sambandi við gjaldoyrakursirnar í GBD, USD og EUR. Í sambandi við sølu av olju er váðin hjá samtakinum tengdur at broytingum í oljuprísinum og gjaldoyrakursinum millum USD og av tí at sølan av olju verður avroknað í USD. Á íløgusíðuni er váðin knýttur at broytingum í gjaldoyrakursinum á USD, GBP og EUR av tí at flestu íløgurnar í olju- og gass-ognum verða goldnar í hesum gjaldoyrum. Dótturfelagið Atlantic Petroleum UK Limited, sum P/F Atlantic Petroleum eigur 100%, hevur sjálvstøðugan roknskap, sum verður gjørdur upp í GBP, ið er nýtta gjaldoyra í hesum felagnum. Konsernin hevði eitt órealiserað tap í gjaldoyrakursi í 2008 á 142,1 milliónir (2007: 27,7 milliónir) í rakstrinum. Tapið hevur onga gjaldførisávirkan í konsernini. Atlantic Petroleum Ireland Limited, sum Atlantic Petroleum eigur 100% hevur sjálvstøðugan roknskap, sum verður gjørdur upp í EUR, ið er nýtta gjaldoyra í hesum felagnum. Konsernin hevði ein órealiseraðan vinning í gjaldoyrakursi í 2008 á 1,5 millión (2007: 0) í rakstrinum. Vinningurin hevur somuleiðis onga gjaldførisávirkan í konsernini. Konsernin baktryggjar ikki mótvegis kursbroytingum á innanhýsislánum, av tí at hesi onga ávirkan hava á peningastreymin hjá samtakinum sum heild. Samtakið hevur trý millumfíggingarlán upp á til saman 410 milliónir, harav skulu 140 milliónir gjaldast aftur 31. juli 2009 og hini bæði lánini upp á til samans 270 milliónir skulu gjaldast aftur 31. desember Rentan á millumfíggingarlánunum er flótandi marknaðarrenta tengd at DKK CIBOR og hevur tí við sær at felagið í hesum sambandi hevur ein rentuváða. Tøkur peningur verður vanliga settur sum stuttfreistað innlán í USD og. Tað er ein ávísur kurs- og kredit-váði, tí allur tøkur peningur er settur í ein føroyskan peningastovn. Ætlanin hjá felagnum er at nýta avleidd fíggjaramboð, tá ið framleitt hevur verið í eitt tíðarskeið og felagið kennir framleiðslumynstrið á leiðunum. Orðaður verður politikkur um nýtslu av avleiddum fíggjarligum amboðum, sum verður góðkendur av nevndini. 18

21 Fíggjarliga gongdin Nevndin fer at umhugsa baktryggingarpolitikk, har tað búskaparliga er skilagott at læsa olju- og gassprís á einum støði, sum tryggjar peningastreymin og ætlanir felagsins. Allar transaktiónir fara at verða beinleiðis knýttar at væntaðum peningastreymi og ongar spekulativar transaktiónir fara at verða framdar. Rakstrarligi váðin umfatar møguleikan fyri, at Atlantic Petroleum verður rakt eitt nú av einum tapi í kolventisframleiðsluni ella einum frálandaóhappi. Konsernin hevur tryggingar til at minka um møguligar ávirkanir av fysiska váðanum, ið leiti- og framleiðsluvirksemi kann føra við sær. Týðandi hendingar eftir roknskaparárslok Í tíðarskeiðinum eftir at roknskaparárið 2008 var lokið og fram til at ársroknskapurin fyri 2008 varð samtyktur, eru hesi týðandi viðurskifti farin fram: 16. februar 2009, Atlantic Petroleum boðaði frá, at South Chestnut brunnurin var bundin í høvuðsleiðina í Chestnut og at nýggi framleiðslubrunnurin fór at økja týðandi um dagligu framleiðsluna og viðførir bert marginala øking í framleiðslukostnaðinum. 13. februar 2009, Atlantic Petroleum boðaði frá, at tað hevur latið enska P.1211 loyvi, ið inniheldur teigarnar 14/9a & 14/14b í Onglandi, innaftur. Talan var um loyvið viðvíkjandi Anglesey leitingarmiðinum og í hesum sambandi hevur felagið útreiðsluført 1,9 milliónir yvir raksturin. 12. februar 2009 boðaði Atlantic Petroleum frá metingini av goymslunum í Ettrick-leiðini í óheftu Competent Person Report. Í frágreiðingini er P50 netto parturin hjá Atlantic Petroleum í Ettrick goymslunum mettur at vera 2,5 milliónir tunnur av oljueindum (Boe) í mun til 4,1 milliónir Boe við árslok Endurskoðaðu goymslurnar eru tengdar at lága oljuprísinum við árslok og skuffandi úrslitnum av boringum, ið hava ført við sær lækkingina í mettu goymslunum. Eingin niðurskriving er gjørd av Ettrick-leiðini í ársroknskapinum fyri Eftir roknskaparárslok er einki annað hent enn tað, sum her er nevnt, sum hevur týðandi ávirkan á tær upplýsingar, ið standa í ársroknskapinum. 19

22 Virksemi Virksemið Felagsins ætlan er ein samanseting av støðugt at fáa nýggj útbyggingar- og framleiðsluloyvi og at keypa lovandi leitiloyvi í kjarnuøkinum hjá felagnum, ið er Útnyrðingsevropa. Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á virksemi í Onglandi og Írlandi. Seinni fer tað triðja landfrøðiliga økið Føroyar væntandi at leggja afturat vøkstrinum í goymslum og framleiðslu. Royndarboringarnar í Írlandi í 2008 góvu ikki tað úrslit, ið væntað var. Sum fylgja av tí verða jarðgoymslurnar, ið eftir eru, og framtíðar virksemið á loyvisøkinum, at verða mett av nýggjum. Goymslur Atlantic Petroleum heitti á Fugro Robertson Limited um óheft at meta um oljugoymslunar og tilfeingi 31. desember Teirra meting varð grundað á tekniskar dátur og upplýsingar frá Atlantic Petroleum fram til nevnda dag. Talvan niðanfyri vísir staðfestar, ætlaðar og óvissar oljugoymslur, grundað á okkara ognarpart tann 31. desember 2008, grundað á P50 metingar. Váði og óvissa er roknað uppí metingina av óvissum jarðgoymslum. Staðfestar goymslur Møguligar goymslur Óvissar goymslur mmboe mmboe mmboe Ársbyrjan Framleiðsla Tilgongd og endurskoðan Ársendi Staðfestar oljugoymslur eru niðurskrivaðar við 0,94 milliónum tunnum av oljueindum (mmboe) netto, tí staðfestu oljugoymslurnar í Ettrick vóru 1,6 milliónir tunnur av oljueindum minni, staðfestu oljugoymslurnar vóru 0,5 milliónir tunnur av oljueindum størri, tí boringarnar í South Chestnut eydnaðust væl og av framleiðsluni í Chestnut leiðini í Møguligar jarðgoymslur hava ein nettovøkstur, sum er 1,1 milliónir tunnur av oljueindum, orsaka av væleydnaðu boringunum í Blackbird leitingarmiðinum. Óvissar goymslur eru minkaðar við 2,7 milliónum tunnum av oljueindum. Hetta stavar frá øking frá væl eydnaðari boring í South Chestnut til staðfestar oljugoymslur, øking av væl eydnaðari boring í Blackbird til óvissar goymslur og afturhandan av bretska loyvinum P.1211, sum hevur Anglesey leitingarmiðið. Atlantic Petroleum avgjørdi at siga hetta loyvi frá sær vegna ein munandi kostnaðarváða. At geva loyvi frá sær hóskar eisini væl til stutttíðar ætlan felagsins um at freista ella skerja alt leitivirksemið, til støðið á veruligum leitikostnaði hevur rættað seg eftir vónunum um oljuprísin í løtuni, sum stendst av tí búskaparliga órógvi, sum er um allan heim í løtuni og fíggingarætlanirnar hjá bólkinum. Hook Head fundið er ikki við í talvuni omanfyri. Ein metingarbrunnur varð boraður á útnyrðingspartinum í 2008, men hilnaðist ikki sum væntað. Tí verður ávirkanin av Hook Head nøgdunum eftirmett í løtuni. Óvissu goymslurnar fyri føroysku loyvini L006, L013, L014 og tað seinasta L016 eru ikki við í talvuni omanfyri. Farið varð aftur ígjøgnum seismisku dáturnar um L013 og L014 í Týðingar verða í løtuni gjørdar, samstundis sum fyrireikingar verða gjørdar til nýggja arbeiðsskrá fyri hesi loyvi. 20

23 Virksemi Framleiðsla og útbygging Farið varð undir framleiðslu tann 20. september 2008 á Chestnut leiðini, og Ettrickleiðin fer væntandi í framleiðslu innanfyri teir næstu komandi mánaðirnar. Eisini væntast, at útbyggingarætlanin fyri Perth leiðina verður latin myndugleikunum til góðkenningar í Chestnut, loyvi P.354, teigur 22/2a Chestnut varð funnið í 1986, og royndarframleitt varð úr leiðini í 1988 og í 2001 var annar royndabrunnur boraður, har ein víðkað framleiðsluroynd varð gjørd í Royndin minkaði óvissuna um, hvussu stórar sambundnu goymslurnar eru, og segði neyvari, hvussu útbygging kundi fara fram. Atlantic Petroleum keypti seg inn í loyvið í Í november 2005 góðkendu ensku myndugleikarnir útbyggingarætlanina fyri Chestnutoljuleiðina, sum verður eitt av teimum minstu einstøku útbyggingunum í Norðsjónum. Farið var undir at útbyggja leiðina í 2005, og sáttmáli varð skrivaður við norska felagið Sevan Marine AS at byggja Hummingbird SSP300 FPSO. FPSO (floating production, storage and off-loading) er nýtt slag av flótandi framleiðslupalli, sum varð hildin at verða bíligari enn teir, ið vanliga verða nýttir, og Chestnut er fyrsta leiðin í Norðsjónum, har slíkur pallur verður brúktur. Sáttmáli er skrivaður fyri FPSO í tvey og eitt hálvt ár við møguleika at leingja hann í 6 mánaðir í senn upp til 2 ár aftrat. Í 2006 varð næsti útbyggingarbrunnurin boraður í Chestnut leiðini, og gekk arbeiðið eftir ætlan. Hetta var ein vatninnspræningarbrunnur. Hummingbird FPSO varð gjørdur á Yantai Raffles skipasmiðjuni í Kina, og hann fór av skipasmiðjuni í mars 2007 og sigldi til Rotterdam. Í desember 2007 varð Hummingbird FPSO lagdur út á Chestnutleiðina. Stórar seinkingar við skipinum gjørdu, at Chestnut leiðin ikki kom í framleiðslu fyrr enn 20. sept Framleiðslan frá Chestnut leiðini í 2008 svaraði væl til okkara vónir og gav eina dagsframleiðslu til Atlantic Petroleum á 1,570 tunnur. Samlaða nettu framleiðslan til Atlantic Petroleum var 160,000 tunnur í 2008 úr Chestnut leiðini. Á heysti 2008 varð royndarborað á South Chestnut leiðini. Boringin eydnaðist væl. Brunnur 22/2a-16Y varð boraður gjøgnum 64 føtur av oljuberandi sandi, og royndarframleiddar vóru upp í 9,000 tunnur um dagin. Brunnurin økir munandi um goymslurnar og verður eftir varligum metingum hildin at hava økt goymslurnar hjá Atlantic Petroleum úr 1 millión tunnum til 1,5 milliónir tunnur. At South Chestnut útbyggingin eydnaðist so væl gevur samstarvsfeløgunum áræði at leita eftir øðrum møguleikum á Chestnut leiðini, so hvørt sum okkara fatan av leiðini veksur. South Chestnut brunnurin varð knýttur uppí høvuðs Chestnut leiðina í februar Væntandi fer annar framleiðarin at økja dagligu framleiðsluna munandi við bara smávegis eyka framleiðslukostnaði. Samlaða íløgan hjá Atlantic Petroleum í Chestnutleiðini, South Chestnut íroknað, verður mett at vera á leið 150 milliónir, íroknað avriggingarkostnað, tá ið farið verður av leiðini. Rakstrarkostnaður fyri tunnuna er á leið USD 15/tunnu í Samstarvsfeløgini í Chestnut eru Venture (fyristøðufelag) 69,88%, Bow Valley 15,12% og Atlantic Petroleum 15%. 21

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications MILL 2700 Detailed Specifications Generator Type 3 phase generator with high-quality permanent magnets. Cast aluminium body. Generator Weight 25 kg Blade/Rotor Construction 3 Blades, Advanced injection

More information

KONSERN- OG ÁRSFRÁSØGN

KONSERN- OG ÁRSFRÁSØGN Skrásetingarnummar/virkistal: 2695/475653 P/F ATLANTIC PETROLEUM KONSERN- OG ÁRSFRÁSØGN 1. januar til 31. desember 2012 Fíggjarkalendari fyri 2013 15. mars: Fráboðan av 2012 ársfrásøgn 12. apríl: Ársaðalfundur

More information

P/F ATLANTIC PETROLEUM

P/F ATLANTIC PETROLEUM P/F ATLANTIC PETROLEUM 1. JANUAR TIL 31. DESEMBER 2014 Skrásetingarnummar/Virkistal: 2695/475653 P/F Atlantic Petroleum Konsern- og ársfrásøgn Frá 25. mars 2015 2/96 INNIHALDSYVIRLIT Avrik í 2014...4 Formansfrágreiðing...6

More information

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit...1 Upprættan av kundum við INDIVID...2 Allar fyritøkur og persónar, ið hava føroyskt A-,

More information

Um Atlantic Petroleum...3. Skráseting á Oslo Børs...4. Búgva til vøkstur...5. Formansfrágreiðing...6. Stjórafrágreiðing...8

Um Atlantic Petroleum...3. Skráseting á Oslo Børs...4. Búgva til vøkstur...5. Formansfrágreiðing...6. Stjórafrágreiðing...8 INNIHALDSYVIRLIT Um Atlantic Petroleum...3 Skráseting á Oslo Børs...4 Búgva til vøkstur...5 Formansfrágreiðing...6 Stjórafrágreiðing...8 Fokus á Útnyrðingsevropa... 10 Verkætlanir... 11 Útbygging og framleiðsla...

More information

Cruise ferðandi í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum Cruise ferðandi í Føroyum Víðkað greining jan. 21 Tórshavnar Havn og SamVit (nú ) gjørdu í felag eina kanning av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum juni - september 28.

More information

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company Partafelagsupplýsingar general informations Innihald Content Felagið / The Company P/f Postverk Føroya Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Skrásetingar nr. / Reg. nr. 3927 Heimstaðarkommuna / Domicile municipality:

More information

By Magni Arge, Chairman of the Board. Faroe Oil Industry Association. Februar, 2014

By Magni Arge, Chairman of the Board. Faroe Oil Industry Association. Februar, 2014 Faroe Oil Industry Association By Magni Arge, Chairman of the Board Faroe Oil Industry Association Februar, 2014 Kolvetni í Føroyum ein positiv avbjóðing Heppin tilgongd í 90 unum Breið semja og undirtøka

More information

2000 árgangurin roykfríur

2000 árgangurin roykfríur Spurningar um royking juni 213 Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir Við í kanningini vóru 488 út av 77 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki

More information

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Útsjónd Hvussu fær laksurin lit Karotenoidir, í høvuðsheit astaxanthin Yvir tarmin, umleið 40% í gjøgnumsnitt Í kjøtið,

More information

Oljumarknaðurin í Føroyum

Oljumarknaðurin í Føroyum Oljumarknaðurin í Føroyum Frágreiðing um søluna av brennievnum í Føroyum 17. juni 2016 www.kapping.fo Útgevari: Kappingareftirlitið Skálatrøð 20 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Telefon: +298 35 60 40 T-postur:

More information

P/F Bakkafrost Holding. Glyvrar

P/F Bakkafrost Holding. Glyvrar P/F Bakkafrost Holding Glyvrar Ársfrásøgn 2009 LYKLATØL (DKK 1.000) IFRS IFRS FO- GAAP Vinningur og hall 2009 2008 2007 Vinningsinntøkur 596.565 365.634 229.525 Avlop áðrenn rentur, skatt og áðrenn biomassin

More information

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Handilstreytir fyri virðisbrøv Handilstreytir fyri virðisbrøv Inngangur Hesar treytir eru galdandi, tá ið tú handlar við fíggjarligum tólum harímillum virðisbrøv ígjøgnum BankNordik. Handilstreytirnar byggja á Lóg um Virðisbrævahandil

More information

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS 19-11-2012 Føroysk vinnuáhugamál í mun til Arktis Ein frágreiðing um vinnuligar møguleikar í Arktis fyri limir í Oljuvinnufelagnum. Harafturat er ein meting um, hvussu farast

More information

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina Í Europa men eisini kring heimin hevur kjak tikið seg upp um framtíðar oljumenningina í Arktis. Tá hugsað verður um geografisku støðu Noregs í hesum høpi og

More information

Lívið í Føroyum er framúr

Lívið í Føroyum er framúr Fólkaheilsuráðið Lívið í Føroyum er framúr Ein kanning eftir leisti hjá OECD Better Life og Gallup World Poll Tryggleiki Lívsnøgdsemi Danmark Noreg Ísland Føroyar Arbeiði/frítíð Býli 10 9 8 7 6 5 4 3 2

More information

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN Exploration Drilling in the Faroe-Shetland Channel CONTENTS

More information

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin Desember 2008 Orka og umhvørvi Strategibólkurin Orku og Umhvørvismál 2 Formæli Fyrr í ár skipaðu Bitland og Vinnuhúsið fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan

More information

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc 1 Makrelur (Scomber scombrus ) Gýtingarøki: Vestan fyri Írland og Bretsku oyggjarnar, mitt í Norðsjónum og Skagerrak, og út fyri portugisisku og sponsku strondini (februar-juli). Útbreiðsluøkið: Norður-eystur

More information

Búskaparfrágreiðing. Á vári. Mars 2017 BÚSKAPARRÁÐIÐ. I. Konjunkturmeting II. Inntøkubýti III. Fíggjarpolitiskt haldføri

Búskaparfrágreiðing. Á vári. Mars 2017 BÚSKAPARRÁÐIÐ. I. Konjunkturmeting II. Inntøkubýti III. Fíggjarpolitiskt haldføri BÚSKAPARRÁÐIÐ Á vári 2017 Búskaparfrágreiðing I. Konjunkturmeting II. Inntøkubýti III. Fíggjarpolitiskt haldføri Mars 2017 Economic report from the Economic Council of the Faroe Islands, Spring 2017, with

More information

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið Gransking & Menning í Føroyum 2007 Úrslit fyri samfelagið INNIHALDSYVIRLIT 1. Inngangur... 1 2. Hvør granskar og mennir?... 4 2.1 Tað almenna... 4 2.2 Vinnan... 7 3. Útreiðslur til G&M... 9 3.1 Samlaðar

More information

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards Fra: Andrass Holm Arge [mailto:aha@bruk.fo] Sendt: 22. desember 2010 09:26 Til: Erika Hayfield Emne: SV: Uppskot um broyting í lóg um marknaðarføring Hey Erika, Takk fyri uppskotið, sum er sent til hoyringar.

More information

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 27. februar 2007 Mál: 750-025/05-104 Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 1. Henda

More information

Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing 2016 Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja

More information

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. 1.0 Samandráttur Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Í kanningini førir Kappingareftirlitið fram, at føroyski oljumarknaðurin hevur nøkur eyðkenni,

More information

Netroknskapur 2013 Grid Accounts 2013

Netroknskapur 2013 Grid Accounts 2013 NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI Netroknskapur Grid Accounts 541 705 Ársfrágreiðing og Ársroknskapur Ársaðalfundur 24. apríl 2014 Myndir: SEV og onnur Forsíðumynd: Húsahagi Umbróting, prent og liðugtgerð:

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Gadus fingið dóm í Tromsø Tað kostaði JFK Troli góðar 700.000 kr., at skiparin á trolaranum

More information

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland Útnorðurøkinum Tórshavn, Reykjavík, Nuuk, 2017 2017 Gjørd av: Birna Hreiðarsdóttir, ritstjóri, birna@norm.is Harpa Ingólfsdóttir, harpa@adgengi.is Ása Olsen, asa@mbf.fo Theresa Turidardóttir, theresa@torshavn.fo

More information

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68 Innihaldsyvirlit síða Fororð 1 Inngangur 2 Meginsjónarmið 4 Framferðarháttur 5 1. Altjóða tónleikapallurin 7 Núverandi støða 7 Framtíðarútlit 9 Samandráttur 11 2. Norðurlendski tónleikapallurin 12 Svøríki

More information

Mandy on holiday Avritssíður

Mandy on holiday Avritssíður Una Poulsen Mandy on holiday Avritssíður Innihaldsyvirlit Logbook Perma og frágreiðing My logbook 1 2 English words that I know Island Travelling Spæl Frágreiðing um spælið Svarlisti Spurningar 1 2 3 4

More information

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013 NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI Ársfrágreiðing og ársroknskapur / Annual Report and Annual Accounts 541 705 Ársfrágreiðing og Ársroknskapur Ársaðalfundur 24. apríl 2014 Myndir: SEV og onnur Forsíðumynd: Húsahagi

More information

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015 Ársrit Ársfrágreiðing 215 1 Innihaldsyvirlit Stjórin skrivar...3 Nýggj sjóvinnubrøv...5 Merkið klintrar upp eftir hvítalista...6 FAS...8 Føroyska Skipaskráin... 1 Talgildar skrásetingar... 12 Smábátar...

More information

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi,

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, 1990-2010 Umhvørvisstovan, 07-12-1011 Í hesi frágreiðing verður tikið samanum uppgerðina av útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. Mannagongd,

More information

DANMARKS NATIONALBANK 16.

DANMARKS NATIONALBANK 16. ANALYSE DANMARKS NATIONALBANK 16. NOVEMBER 218 NR. 17 FØROYSKI BÚSKAPURIN Økt trýst á arbeiðsmarknaðin Nógvur eftirspurningur kroystir arbeiðsmarknaðin Størri veiða og høgir laksaprísir hava havt við sær

More information

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum Nr. 276 Hósdagur 12. september 2002 10,- Síða 4 Ein kendur fiskimaður verður 70 ár Síða 24 Karin virkar fyri heimsins børn FF-blaðið hevur í New York vitjað UNICEF, barnahjálpargrunnin hjá ST, og varaleiðaran

More information

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum IMO - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum Innihaldsyvirlit Felagsskapurin og arbeiðið III Føroyar V Nevndirnar VIII Konvensjónirnar XI - Trygd á sjónum XIV - Dálking XXVI - Ábyrgd og endurgjald

More information

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Ársfrágreiðing 2004 Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Fjarskiftiseftirlitið Tórshavn 22. mars 2005 Fororð Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í 2001 fyri løgtingið

More information

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum Vinnumálaráðið / Ministry of Trade and Industry 2011 2 Vinnumálaráðið 2011 Innihaldsyvirlit 1. Arbeiðssetningur og inngangur... 4 1.1 Arbeiðssetningur... 4 1.2 Inngangur...

More information

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Ársfrágreiðing 2008 Mynd: MYODA Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Endamál og virksemi...4 Menningarsamstarvspolitikkur...4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv...5 Hvar fer menningarhjálpin?...6

More information

Ársfrásøgn

Ársfrásøgn Ársfrásøgn 2017 www.atlantic.fo 1.1 Partafelagsupplýsingar P/F Atlantic Airways, Faroe Islands Vágar Airport FO-380 Sørvágur Faroe Islands Tel + 298 34 10 00 Fax +298 34 10 01 Stovnað 1987 Skrásetingar

More information

Menning av veðurtænastuni

Menning av veðurtænastuni Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli um Menning av veðurtænastuni 1. oktober 2018 Úrskurður, niðurstøða Tað verður soleiðis fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió kr., frá einari árliga

More information

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003 INNIHALD PARTUR I...5 FRAMLØGA LØGMANS...5 PARTUR II... 13 STJÓ RNAR- OG UTTANRÍKISMÁL... 13 SJÁLVSTÝRISMÁL...13 SAMSKIPAN AT VERA UPPI ÍALTJÓ ÐA SAMSTARVI...13 TRYGDAR- OG VERJUMÁL...14 LØGMANSFUNDIR...14

More information

Netroknskapur 2012 Grid Accounts 2012

Netroknskapur 2012 Grid Accounts 2012 NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI Netroknskapur Grid Accounts 541 705 Ársfrágreiðing og Ársroknskapur Ársaðalfundur 30. apríl 2013 Myndir: SEV og onnur Forsíðumynd: Neshagi Umbróting, prent og liðugtgerð: Føroyaprent

More information

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. 15 Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit

More information

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Tórshavn 2016 Tórshavnar Kommuna / Fróðskaparsetur Føroya Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla

More information

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju

More information

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen Matmentan í Føroyum Jóan Pauli Joensen Matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhorni: Framløgan "Matmentan í Føroyum," Jóan Pauli Joensen, professari, í Klingruni í Norðurlandahúsunum,

More information

Kappingarsamleiki Føroya

Kappingarsamleiki Føroya 1 Kappingarsamleiki Føroya Frágreiðing hjá Simon Anholt 2009 Uttanríkisráðið 2 Inngangur... 3 Mál fyri verkætlanina... 4 Samleikastigið... 4 Strategi-stigið... 6 Grundleggjandi vitan um Føroyar... 10 Føroyar

More information

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit. Fíggjarnevndin Tinghúsvegur 1-3, postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 7. november 2013 J.nr.: 13/00023-39 At tilskila í svarið Viðgjørt: GA Tygara skriv: Svar til spurningar frá Fíggjarnevndini

More information

Búskaparfrágreiðing. I. Konjunkturmeting II. Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum III. Greiningar viðvíkjandi kommunum

Búskaparfrágreiðing. I. Konjunkturmeting II. Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum III. Greiningar viðvíkjandi kommunum BÚSKAPARRÁÐIÐ Á vári 2016 Búskaparfrágreiðing I. Konjunkturmeting II. Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum III. Greiningar viðvíkjandi kommunum Mars 2016 Economic report from the Economic Council

More information

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Leiðbeining Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Fiskimálaráðið 18. desember 2009 Innihald Inngangur... 3 Veiðiváttanin... 4 Einfaldara veiðiváttanin fyri smærri

More information

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið Fróðskaparsetur Føroya mál og mið (2014 2024) Setningur Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin, ið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og sum virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning

More information

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN Eysturoyartunnilin Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin Partur 1 Arbeiðsbólkur Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen Stýrisbólkur

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 3. august 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Bíligari oljuframleiðsla á Johan Sverdrup-leiðini Tað kann verða nógv bíligari at framleiða

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018 Miðnámsrit 15 januar 2018 Um blaðið Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin

More information

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING INNIHALDSYVIRLIT 1 HVÍ UNDIRVÍSA Í AT FYRIBYRGJA BURTURKASTI? 3 2 INNGANGUR 4 2.1 Endamál og

More information

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur Kristianna W. Poulsen Cand. Mag. og MsC. Greinin er skrivað í 2009 eftir áheitan frá Amnesty International, tá ið Kristianna var forkvinna í Javnstøðunevndini. Greinin

More information

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari 1 Formæli Nógv orðaskifti hevur verið seinastu árini um lutfallsliga stóra vøksturin í útflutningi av

More information

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010 Klamydiaátak 2010 Malan Egholm, Master of Public Health November 2010 1 Klamydiaátak 2010 Síðani 1997 hevur verið kannað fyri klamydia í Føroyum, og um hugt verður eftir teimum seinastu 10 árununum, er

More information

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki August 2007 Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki Fjarfiskiflotanevndin FISKIMÁLARÁÐIÐ Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki 1 1. Nevndararbeiðið Í samgonguskjalinum frá

More information

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Jonhard Jógvansson, stud. theol. Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn (Sl 19,2). Hvussu skulu hesi orð skiljast? Her stendur, at

More information

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum 2013 hjá 13-15 ára gomlum Mei 2014 SSP ráðgevingin Innihald: Table of Contents Innleiðing... 3 Um kanningina... 4 1. partur - Generelt um hagtølini... 6 Luttøka...

More information

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir 22 LIMABLAÐ NR.2 JUNI 2014 Tema Skattið vinning og arv heldur enn lønir STARVSBLAÐIÐ verður sent limum Starvs manna felagsins ókeypis. Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar)

More information

Trý megin sløg av geislavirkni

Trý megin sløg av geislavirkni Geislavirkin dálking í Føroyum frá kjarnorkubumbum og kjarnorkuverkum Fyrilestrarøðin Speki í SVF Hans Pauli Joensen Náttúruvísindadeildin (NVD) Fróðskaparsetur Føroya NVD At umrøða Alment um geislavirkni

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2013 s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar s. 6 Álitisumboð á skeiði s. 25 rættur kostur Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT

More information

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár: Nr. 364 Hósdagur 6. apríl 2006 15,- Umframt grønlandstíðindi frá Kára við Stein hava vit fleiri frásagnir úr Íslandi. Føroyavinurin Óskar farin Síða 4 Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi Marin 90

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017 Miðnámsrit 12 januar 2017 Um blaðið Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 10.05.2016 (14:25) Turt alla vikuna Ein hitabrúgv yvir Íslandi viknar og fer

More information

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM Januar 2015 Projektbólkur Limir í Projektbólki 2: Jákup Suni Lauritsen Hákun Djurhuus Bogi Bendtsen Ari Johanneson Sørin Pram Sørensen SEV SEV SEV

More information

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES Føroysk fiskivinna í ES Upprit um føroyskan limaskap í ES Formæli Í 2013 legði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fram frágreiðingina Ja til Evropa. Tann lítla bókin var í fimm pørtum: Ein yvirskipað lýsing

More information

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Helgoland og Norðurhavsoyggjar Helgoland og Norðurhavsoyggjar Heligoland and the Norwegian Islands in the North Atlantic Zakarias Wang Hornavegur 16, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands. Email: zakarias@olivant.fo Úrtak Í 1814 kom friður í

More information

Í verksetan. public service-sáttmála

Í verksetan. public service-sáttmála Í verksetan av public service-sáttmála Innihaldsyvirlit 4 PUBLIC SERVICE-FRÁGREIÐING 2011... 3 4.1 INNGANGUR... 3 4.2 YVIRSKIPAÐ VIÐURSKIFTI GALDANDI FYRI ALT KRINGVARPIÐ... 4 4.3 RAÐFESTINGAR INNAN ÁVÍSAR

More information

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam Luftgóðska í Føroyum - uppskot til skipan av yvirvøku av luft Rakul Mortensen og Maria Dam 1 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit... 2 1. Styttingar... 3 2. Samandráttur... 4 3. Inngangur... 4 4. Áður gjørdar

More information

Føroyskur førleiki. Formæli.

Føroyskur førleiki. Formæli. . Útbúgving, gransking, vinnulív og sjálvstýri........ Føroyskur førleiki. Álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging

More information

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, FO 100 Tórshavn Tlf. *298 316696 Fax *298 319708 E-mail: palweihe@sleipnir.fo Fylgiskjal 4 PW/eo. J.nr. 033-980006-3 Sjúkrasystraetiska

More information

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 føroya Løgmaður frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 Løgmansskrivstovan www.lms.fo røða løgmans løgmansskrivstovan Harra formaður Lat meg byrja við at seta ein spurning. Hvat er tað týdningarmesta í lívinum?

More information

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp L Ö G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Ársfrágreiðing 2011 Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 2 Menningarsamstarvspolitikkur Føroya... 3 Lógargrundarlag...

More information

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting

More information

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar Skjótt syftir seiðir Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar útlátsbólkar, tí útlátið hevur sama virknað á umhvørvið, uttan mun til hvaðan, tað kemur. Minkingin í útlátinum

More information

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen IM 30 - _2009_-NOTA:Íslenskt mál 27 - _2006_-NOTA 20.2.2009 10:50 Page 141 Flugur Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum hjalmar p. petersen 1. Inngangur Í føroyskum er boðsháttur í eintali

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 4 2009 Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í Gong Felagið

More information

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir... 3 Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur... 9 Javnaðarhugsjónin... 10 Janus andlitið... 12 Paul s Letter to American

More information

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Kunnu brúkarar uttanfyri Landsnet nýta Sharepoint? (Dømi: Nevndarlimir) Ja, hetta ber til t.d. um ein velur at gera eina almenna heima-síðuloysn, sum t.d Kunngerðarportalin.

More information

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME Ársfrágreiðing 2009 Mynd: COME Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 3 Menningarsamstarvspolitikkur... 4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv... 5 Hvar fer menningarhjálpin?...

More information

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 Innihald INNGANGUR 3 FERÐAVINNAN 2017 Í TØLUM 4 BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI 10 SOLEIÐIS SÍGGJA FERÐAFÓLKINI TIL FØROYAR ÚT 12 STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA

More information

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki Álit um úrslitið av Filmssummarskúlanum 2006 (FISK 2006) og greining av framtíðarmøguleikunum fyri filmsvinnu í Føroyum. Við útgangsstøði í skeiðnum Filmssummarskúli

More information

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. januar 2018 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: Skrivið her Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg

More information

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Happing í føroyska fólkaskúlanum ISBN: 978-99918-60-11-4 Happing í føroyska fólkaskúlanum - ein spurnakanning Karin Jóhanna L. Knudsen, Martha H. Mýri & Jógvan Mørkøre Granskingardepilin fyri Økismenning ARBEIÐSRIT NR. 17/2007! "!# $

More information

Givið út 23. desember 2016

Givið út 23. desember 2016 Givið út 23. desember 2016 Nr. 140 22. desember 2016 Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 26, stk. 1, 32,

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018 Miðnámsrit 17 juni 2018 Um blaðið Næmingar eru líka ymiskir sum fólk flest. Vit seta fokus á teir stillu næmingarnar. Hvussu er at vera introvertur í dagsins skúla, har tað at vera ekstrovertur er ein

More information

Rættindi fyri atkvøður

Rættindi fyri atkvøður 1 / 2014 19. árg. kr. 48,- Klientilisma í føroyskum vinnupolitikki: Rættindi fyri atkvøður + Vangamynd: Landssjúkrahúsið sum granskingarstovnur + Fyri 100 árum síðani: Fleiri deyðfødd hjá støkum enn giftum

More information

Starvsfólk á dagstovnum

Starvsfólk á dagstovnum 978-99918-60-19-0 Starvsfólk á dagstovnum - ein trivnaðarkanning Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning ARBEIÐSRIT NR. 26/2010 Um arbeiðsrit: Arbeiðsrit eru

More information

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Nýggjur Kalsevni og Grímur Kamban í flotan Tann fyrri Grímur Kamban endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi Nr. 286 Hósdagur 6. februar 2003 10,- Síða 9 Elsa 75 ár Elsa hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hon hevur sæð kommunismu reist seg og fallið, og hon gjørdist frá degi til annan mamma at tvíburum Fiskivinna

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2010 Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár

More information

Heilsuvandi av at eta grind

Heilsuvandi av at eta grind Heilsuvandi av at eta grind Í november 2008 mæltu landslæknin og undirritaði frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta var tí, at granskingarvirksemið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í meira

More information

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2014 Altjóða menningarsamstarv Innihaldsyvirlit Formæli 2 Føroyar í menningarsamstarvshøpi 3 Lógargrundarlag 3 Raðfestingar 3 Fyrisiting 4 Eftirlit 4 Menningarsamstarv

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2010 Fegin um prógvið Oddagrein: Vár í Gong, forkvinna skrivar Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í

More information

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Góði limur í Føroya Pedagogfelag Tema um forskúla Tíðin er ikki búgvin til forskúlar s. 5 Keldan droymir um ein fullkomnan skúla s. 6-10 Tey smáu í forskúla hjá Sankta Frans s. 11-13 Missa og fáa í for skúlanum s. 21 FØROYA PEDAGOG FELAG

More information

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Mai 2007 Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn Mentamálaráðið Hoyvíksvegur

More information

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um Vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil MENTAMÁLARÁÐIÐ 2018 Innihaldsyvirlit Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, 2018

More information