Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Size: px
Start display at page:

Download "Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins"

Transcription

1 Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins Alment 1. Upplýsingarnar í almennum KT skipanum eru týðandi virði hjá landinum, og tær eru fyritreyt fyri, at føroyska samfelagið verður munadygt rikið og fyri vælferðinai hjá einstaka borgaranum. Tað er tí alneyðugt, at landsins upplýsingar eru hóskandi vardar, so tær kunnu verða tryggjaðar móti misnýtslu og oyðileggjan. Líka mikið á hvørjum miðli upplýsingarnar eru, t.d. á pappíri, goymdar talgilt, sendar gjøgnum kaðalar ella tráðleyst ella bornar fram í talu, skulu tær verða vardar alt eftir, hvussu týðandi tær eru. Endamál o.a. 2. Endamálið við hesum rundskrivi er at: - KT nýtslan hjá landinum er trygg, - tryggja, at týdningarmiklar upplýsingar eru hóskandi vardar, - tryggja, at landið hevur fullfíggjað yvirlit yvir, hvørjar upplýsingar landið eigur, og hvar landsins upplýsingar eru goymdar. 3. Rundskrivið er galdandi fyri stovnar, sum eru: - stjórnarráð, - stovnar undir teimum, - serligir grunnar o.a. og - sjálvsognarstovnar, sum eru á fíggjarlógini javnbjóðis teimum rættiligu landsstovnunum. Stk. 2. Viðkomandi stjórnarráð hava eftirlit við, at reglurnar í hesum rundskrivi verða fylgdar og skulu fremja árliga uppfylging av hesum. Stjórnarráðið skal útnevna ein persón at fremja hesar árligu uppfylgingarnar. Stk. 3. Tað áliggur stjórnarráðunum at boða stjórum á stovnunum frá, at fær stjórnarráðið ikki váttan sambært 16, ella verða høg tilmæli sambært 14, stk. 3 ikki loyst, so fær tað setanarligar avleiðingar fyri stjóran. Stk. 4. Fylgja stovnar sambært stk. 1 ikki tí, sum er fyrisett, eigur stjórnarráðið uttan drál at taka neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag. 4. Stovnar skulu hava sett í verk KT trygd, sum byggir á KT trygdarstandardin ISO/IEC og verður settur í verk eftir ISO/IEC Aðrir KT trygdarstandardir kunnu eisini verða nýttir, um teir í minsta lagi eru á hædd við teir her nevndu, t.d. The Standard of Good Practice for Information Security hjá ISF. Flokka upplýsingar 5. Stovnar skulu flokka tær upplýsingar, teir varða av. Upplýsingarnar verða flokkaðar í tættunum trúnaður, rættleiki og atgeingi, og fyri hvønn av hesum tættunum, skal støða verða tikin til, hvussu kritiskar upplýsingarnar eru. Hetta verður gjørt eftir leisti frá Føroya Gjaldstovu. Flokkingin:

2 - er byrjanarstøði fyri teimum trygdartiltøkum, sum stovnurin skal seta í verk - skal verða endurskoðað í minsta lagi eina ferð um árið - skal verða atkomilig á stovninum. Hvar skulu upplýsingar verða goymdar 6. Meginreglan er, at allar upplýsingar, sum eru forrætningskritiskar sambært 5, ella sum koma undir lógina um persónsupplýsingar, skulu verða goymdar í Føroyum. Loysnir, har upplýsingar verða goymdar aðrastaðni enn í Føroyum, og hetta uppfyllir lóggávuna annars, skal Fíggjarmálaráðið góðkenna. Stk. 2. Treytin fyri góðkenningini er, at stovnurin: a) hevur serligan tørv, sum krevur, at upplýsingar verða goymdar uttanlands b) kann leggja fram trygdarskoðan sambært 19, stk Tað skal vera fullfíggjað yvirlit yvir loysnir/upplýsingar, sum liggja uttanfyri Føroyar, sum Føroya Gjaldstova heldur viðlíka. Stovnarnir hava upplýsingarskyldu yvirfyri Føroya Gjaldstovu um skipanir/upplýsingar, sum ikki liggja í Føroyum. 8. Sum meginregla skulu upplýsingar hjá stovnum nevndir í 3 verða goymdar á Landsneti, og stovnarnir skulu brúka postskipanina hjá Landsneti. Aðrar loysnir skal Fíggjarmálaráðið góðkenna. Stk. 2. Treytin fyri góðkenningini er, at stovnurin: a) hevur serligan tørv, sum ikki uttan munandi meirkostnað kann verða uppfyltur í Landsneti b) kann framleggja trygdarskoðan sambært 15, stk. 2. Stovnar við serliga kritiskum upplýsingum 9. Upplýsingar hjá ávísum stovnum eru serliga kritiskar fyri føroyska samfelagið og vælferðina hjá borgarum, tí eru KT-trygdarkrøvini til hesar stovnar herd, tá ið ræður um trúnað, atgeingi og rættleika. Hetta merkir eisini, at hesir stovnar skulu hava væl skipaða trygdarfunktión í dagligdegnum, og hava økt krøv til trygdarskoðan, sí 15, stk. 2. Talan er um hesar stovnar: *Akstovan, *Apotekini, *Almannaverkið, *Gjaldstovan, *Hagstovan, *Heilsufrøðiliga starvstovan, *Sjúkrahúsini, *Studni, *Stovnar, sum arbeiða við ílegum hjá føroyingum, *Stovnar, sum gera próvtøkuuppgávur t.d. Nám, *Stovnar, sum umsita næmingaprógv, *Taks, *Umhvørvistovan og *Vørn. Váðameting 10. Tað skal vera gjørd váðameting av øllum viðurskiftum viðvíkjandi upplýsingum, sum eru flokkaðar sum kritiskar sambært 5. Verjutiltøkini verða skipað í mun til sannlíkindi fyri hendingum og avleiðingunum av hesum. Váðametingin skal eisini taka fyrilit fyri teimum hóttanum, sum støðugt koma frá opna alnetinum. Føroya Gjaldstova kunnar árliga, hvørjir váðar verða mettir at verða aktuellir. Stovnarnir skulu í váðametingini í minsta lagi taka útgangstig í hesi kunning.

3 Váðametingin skal endurskoðast í minsta lagi eina ferð um árið og skal vera atkomilig á stovninum fyri viðkomandi starvsfólkum. Trygdarpolitikkur 11. Til tess at skapa álit í samfelagnum, og til tess at vinna og starvsfólk kenna, hvat stovnurin stendur fyri, tá ið ræður um KT trygd, skal stovnurin hava KT-trygdarpolitikk, sum endurspeglar váðamyndina og tey tilsvarandi krøvini til trygdarátøk hjá stovninum. Stjórin skal undirskrivað KT-trygdarpolitikkin, og hann skal endurskoðast í minsta lagi eina ferð um árið. Leiðreglur fyri brúkarar 12. Stovnurin skal hava leiðreglur fyri brúkarar, sum lýsa hóskandi KT-atburð, sum starvsfólkini skulu játta at fylgja. Starvsfólkini skulu kenna, hvussu upplýsingarnar á stovninum eru flokkaðar. Føroya Gjaldstova hevur leist til leiðreglur og váttan. Tilbúgvingarætlan 13. Skuldi tað ringasta hent, at tað ikki fæst atgongd til kritiskar upplýsingar sambært 5, tað kann vera, at skipanir eru ikki atkomiligar í longri tíð, ella upplýsingar eru skeivar, so má stovnurin hava tilbúgvingarætlan, sum kann minka um skaðan og halda virkseminum í gongd. Tilbúgvingarætlanin skal vera ein partur av skoðanini sambært 14, hon skal javnan verða nároynd, og hon skal vera atkomilig á stovninum fyri viðkomandi starvsfólkum. Trygdarskoðan 14. Vanligt er galdandi, at stovnar á hvørjum ári skulu fremja trygdarskoðan at eftirkanna, um tey generellu trygdareftirlitini eru nøktandi fyriskipað og fylgd. Vavið av skoðanini er allar upplýsingar sambært 5. Talan kann t.d. vera um Eftirlit í samandi við atgongd til net, skipanir og upplýsingar Eftirlit við menning og viðlíkahald av skipanum Stýring av broytingum í KT-umhvørvinum Trygdaravritan og endurskapan av neti, skipanum og upplýsingum Eftirlit í sambandi við rakstur av KT-umhvørvinum Stk. 2. Trygdarskoðanin skal eisini fevna um eina kanning av, um ásetingarnar verða fylgdar í Persónsupplýsingarlógini, tá stovnar viðgera persónsupplýsingar Rundskrivið um Heldina, tá stovnar hava dátusamskifti við aðrar myndugleikar Rundskrivið um KT-trygd, tvs. ásetingarnar í hesum rundskrivi Stk. 3. Har tilmæli eru um ábøtur, skulu hesi flokkast í høg, miðal og lág. Høg tilmæli skulu verða loyst uttan drál, og miðal tilmæli skulu verða loyst innan 6 mánaðir. 15. Skikkaður persónur skal gera trygdarskoðanina sambært 14, og hon skal vera skjalfest. Stk. 2. Hjá stovnum, sum koma undir 9, skulu løggildur grannskoðari og CISA góðkendur kervisgrannskoðari vátta trygdarskoðanina sambært 14.

4 16. Stjórin á stovninum skal eisini vátta trygdarstigið yvirfyri sínum stjórnarráði og skal fráboða, hvussu og nær møgulig tilmæli frá trygdarskoðanini sambært 14, sum er framd árið fyri, verða loyst. Føroya Gjaldstovu hevur leist til hesa váttan. Freistin fyri fráboðanini er 1. juli árið eftir framdari trygdarskoðan. Stjórnarráðini kunna Fíggjarmálaráðið. 17. Stovnar, sum viðgera/goyma upplýsingar fyri aðrar myndugleikar, t.d. stovnar, ráð, kommunur ella kommunal samstørv, skulu við eini trygdarváttan sanna rættleikan av upplýsingum, at upplýsingarnar eru atkomiligar, og at tær eru vardar móti óviðkomandi atgongd. Trygdarpakkin 18. Gjaldstovan samskipar trygdararbeiðið fyri stovnar í Landsneti, sum hava einfaldar KT-loysnir. Vanliga er her talan um stovnar, sum ikki eru fevndir av 9. Velja stovnar at fylgja samskipaða trygdararbeiðinum hjá Gjaldstovuni, kallað Trygdarpakkin, uppfylla stovnarnir kravið sambært 14. Ein fyritreyt er tó, at upplýsingarnar í skipanum, sum stovnurin sjálvur varðar av, eru undir skipaðum viðurskiftum. Raksturin er útveittur 19. Í teimum førum, tá ið raksturin ella partar av rakstrinum av KT-skipanum, við upplýsingum, sum eru forrætningskritiskar sambært 5, ella sum koma undir lógina um persónsupplýsingar, er útveittur, skal tað vera skrivlig tænastuavtala (SLA) við veitaran, har m.a. tænastustig, krav til uppitíð, ábyrgdarbýti og trygdarkrøv vera staðfest. Føroya Gjaldstova hevur leist til, hvussu avtalan kann síggja út. Stk. 2. Veitarin skal á hvørjum ári lata stovninum grannskoðaraváttan frá løggildum grannskoðara og CISA góðkendum kervisgrannskoðara um trygdarviðurskiftini í sambandi við tær tænastur, sum avtalan (SLA) sambært stk. 1 fevnir um. Stk. 3. Fevnir tænastan um at reka KT-skipanir, sum ikki koma undir stk. 1, t.d. ein einføld heimasíða, skal veitarin lata eina leiðsluváttan, har tað verður váttað, at veitarin lýkur trygdarkrøvini. Føroya Gjaldstova hevur leist til eina váttan til hetta. Menning og viðlíkahald av KT-skipanum er útveittur 20. Eru menning og viðlíkahald av KT-skipanum útveitt, skal tað vera skrivligur sáttmáli, sum greinar veitingina. Er talan um nýmenning, verður víst til kendar standardsáttmálar. Føroya Gjaldstova kann vegleiða í slíkum føri. Týðandi partur av menningar- og viðlíkahaldsavtalum eru trygdarkrøv. Trygdarkrøvini skulu standa mát við flokkingina av upplýsingunum, sum KT-skipanin skal viðgera. Føroya Gjaldstova hevur vegleiðandi leist til trygdarkrøv til einfaldar KT-skipanir. Stk 2. Í teimum førum, tá talan er um KT-skipanir við upplýsingum, sum eru forrætningskritiskar sambært 5, ella sum koma undir lógina um persónsupplýsingar, skal veitarin lata grannskoðaraváttan frá løggildum grannskoðara og CISA góðkendum kervisgrannskoðara um trygdarviðurskiftini í sambandi við tær tænastur, sum sáttmálin sambært stk. 1 fevnir um. Stk. 3. Er ikki talan um kritiskar skipanir sambært stk. 2, skal veitarin lata leiðsluváttan, har tað verður váttað, at veitarin lýkur trygdarkrøvini. Gjaldstovan hevur leist til slíka váttan.

5 Fráboðanarskylda 21. Stovnar sambært 3 hava skyldu, uttan drál, at fráboða Føroya Gjaldstovu, KT-trygd, um álvarsligar KT-trygdarhendingar frá internetinum á sínar skipanir ella net, t.d. álop, hakking ella virus, sum hevur ella kann hava ávirkan á Landsnet. Gildiskoma 23. Hetta rundskriv kemur í gildi dd.mm.áááá og ávirkar ikki tey trygdarkrøv, ið eru ásett í øðrum reglum. Rundskriv við dagfesting Dagført rundskriv um at seta í verk KT-trygd verður samstundis við hesum sett úr gildi.

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor seinast dagført 15. aug. 2017 Innihaldsyvirlit...1 Upprættan av kundum við INDIVID...2 Allar fyritøkur og persónar, ið hava føroyskt A-,

More information

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications MILL 2700 Detailed Specifications Generator Type 3 phase generator with high-quality permanent magnets. Cast aluminium body. Generator Weight 25 kg Blade/Rotor Construction 3 Blades, Advanced injection

More information

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. januar 2018 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: Skrivið her Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg

More information

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013 Kunnu brúkarar uttanfyri Landsnet nýta Sharepoint? (Dømi: Nevndarlimir) Ja, hetta ber til t.d. um ein velur at gera eina almenna heima-síðuloysn, sum t.d Kunngerðarportalin.

More information

Ársfundur hjá Landsneti

Ársfundur hjá Landsneti Fundarfrásøgn frá ársfundi hjá Landsneti í Norðurlandahúsinum, fríggjadagin 2. oktober 2015 kl. 9:30 til 13:00 Ársfundur hjá Landsneti 1 Ársfundur 2015 Hilmar Høgenni, formaður: Hilmar Høgenni beyð vælkomin

More information

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards Fra: Andrass Holm Arge [mailto:aha@bruk.fo] Sendt: 22. desember 2010 09:26 Til: Erika Hayfield Emne: SV: Uppskot um broyting í lóg um marknaðarføring Hey Erika, Takk fyri uppskotið, sum er sent til hoyringar.

More information

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Leiðbeining Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond Fiskimálaráðið 18. desember 2009 Innihald Inngangur... 3 Veiðiváttanin... 4 Einfaldara veiðiváttanin fyri smærri

More information

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 27. februar 2007 Mál: 750-025/05-104 Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 1. Henda

More information

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl Útsjónd Hvussu fær laksurin lit Karotenoidir, í høvuðsheit astaxanthin Yvir tarmin, umleið 40% í gjøgnumsnitt Í kjøtið,

More information

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Álit um Vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil MENTAMÁLARÁÐIÐ 2018 Innihaldsyvirlit Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, 2018

More information

2000 árgangurin roykfríur

2000 árgangurin roykfríur Spurningar um royking juni 213 Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir Við í kanningini vóru 488 út av 77 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki

More information

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. /2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Kapittul 1 Endamál og allýsingar

More information

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur Kristianna W. Poulsen Cand. Mag. og MsC. Greinin er skrivað í 2009 eftir áheitan frá Amnesty International, tá ið Kristianna var forkvinna í Javnstøðunevndini. Greinin

More information

Leiðbeining um andadráttarverju

Leiðbeining um andadráttarverju ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Administration of Occupational Safety and Health Fútalág 1B P.O.Box 1134 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 317811 Fax +298 314489 E-mail: safety@post.olivant.fo Skrásetingar nr.:

More information

Cruise ferðandi í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum Cruise ferðandi í Føroyum Víðkað greining jan. 21 Tórshavnar Havn og SamVit (nú ) gjørdu í felag eina kanning av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum juni - september 28.

More information

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering? Jonhard Jógvansson, stud. theol. Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn (Sl 19,2). Hvussu skulu hesi orð skiljast? Her stendur, at

More information

Starvsfólk á dagstovnum

Starvsfólk á dagstovnum 978-99918-60-19-0 Starvsfólk á dagstovnum - ein trivnaðarkanning Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning ARBEIÐSRIT NR. 26/2010 Um arbeiðsrit: Arbeiðsrit eru

More information

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum Á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2018 INNIHALD Formæli... 2 1 Inngangur... 3 1.1 Arbeiðssetningur... 3 1.2 Arbeiðsbólkurin...

More information

Menning av veðurtænastuni

Menning av veðurtænastuni Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli um Menning av veðurtænastuni 1. oktober 2018 Úrskurður, niðurstøða Tað verður soleiðis fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió kr., frá einari árliga

More information

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland Útnorðurøkinum Tórshavn, Reykjavík, Nuuk, 2017 2017 Gjørd av: Birna Hreiðarsdóttir, ritstjóri, birna@norm.is Harpa Ingólfsdóttir, harpa@adgengi.is Ása Olsen, asa@mbf.fo Theresa Turidardóttir, theresa@torshavn.fo

More information

Mandy on holiday Avritssíður

Mandy on holiday Avritssíður Una Poulsen Mandy on holiday Avritssíður Innihaldsyvirlit Logbook Perma og frágreiðing My logbook 1 2 English words that I know Island Travelling Spæl Frágreiðing um spælið Svarlisti Spurningar 1 2 3 4

More information

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum IMO - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum Innihaldsyvirlit Felagsskapurin og arbeiðið III Føroyar V Nevndirnar VIII Konvensjónirnar XI - Trygd á sjónum XIV - Dálking XXVI - Ábyrgd og endurgjald

More information

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Tilmæli um samskipaða endurvenjing Tilmæli um samskipaða endurvenjing Juni 2016 Innihald 1. Inngangur... 4 1.1. Endamál við arbeiðinum... 4 1.2. Nærri lýsing av arbeiðssetninginum... 4 1.3. Skipan av arbeiðinum og arbeiðsgongd... 6 2. Endurvenjing...

More information

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju

More information

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. 15 Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit

More information

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin Desember 2008 Orka og umhvørvi Strategibólkurin Orku og Umhvørvismál 2 Formæli Fyrr í ár skipaðu Bitland og Vinnuhúsið fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan

More information

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið Gransking & Menning í Føroyum 2007 Úrslit fyri samfelagið INNIHALDSYVIRLIT 1. Inngangur... 1 2. Hvør granskar og mennir?... 4 2.1 Tað almenna... 4 2.2 Vinnan... 7 3. Útreiðslur til G&M... 9 3.1 Samlaðar

More information

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, FO 100 Tórshavn Tlf. *298 316696 Fax *298 319708 E-mail: palweihe@sleipnir.fo Fylgiskjal 4 PW/eo. J.nr. 033-980006-3 Sjúkrasystraetiska

More information

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini Innleiðsla til verkætlanarleiðslu og ráð til ovastu leiðslu (hefti 1) Lagt til rættis hava: Mai 2014 Heini Hátún, Rúni Rasmussen, Nicolai M. Balle og Heri Joensen

More information

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Tórshavn 2016 Tórshavnar Kommuna / Fróðskaparsetur Føroya Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting Vár í Ólavsstovu og Erla

More information

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015 Ársrit Ársfrágreiðing 215 1 Innihaldsyvirlit Stjórin skrivar...3 Nýggj sjóvinnubrøv...5 Merkið klintrar upp eftir hvítalista...6 FAS...8 Føroyska Skipaskráin... 1 Talgildar skrásetingar... 12 Smábátar...

More information

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM Januar 2015 Projektbólkur Limir í Projektbólki 2: Jákup Suni Lauritsen Hákun Djurhuus Bogi Bendtsen Ari Johanneson Sørin Pram Sørensen SEV SEV SEV

More information

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN Formæli Tilbúgvingin í Føroyum lýsir karmarnar um tilbúgvingina í Føroyum á sjónum, í luftini og á landi, men lýsir ikki alla tilbúgving í Føroyum út í æsir. Í Tilbúgvingin í Føroyum verða ábyrgd og uppgávur

More information

Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing 2016 Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja

More information

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company Partafelagsupplýsingar general informations Innihald Content Felagið / The Company P/f Postverk Føroya Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Skrásetingar nr. / Reg. nr. 3927 Heimstaðarkommuna / Domicile municipality:

More information

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 føroya Løgmaður frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018 Løgmansskrivstovan www.lms.fo røða løgmans løgmansskrivstovan Harra formaður Lat meg byrja við at seta ein spurning. Hvat er tað týdningarmesta í lívinum?

More information

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR tí tað loysir seg Virkisætlan INNIHALDSYVIRLIT Inngangur til virkisætlan............................. 4 Samanumtøka: Fokusøki og átøk........................ 6 Økt

More information

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN Eysturoyartunnilin Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin Partur 1 Arbeiðsbólkur Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen Stýrisbólkur

More information

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6.

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6. Ársfrágreiðing 2012 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 6 2.1. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 6 2.2. Lógargrundarlagið hjá Dátueftirlitinum 7 2.3. Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum 7

More information

Givið út 23. februar 2015

Givið út 23. februar 2015 Givið út 23. februar 2015 Nr. 11 23. januar 2015 Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um áseting av kørmum fyri nýtslu og innanhýsis raðfesting av samlaða radionum Við heimild í 15 b, stk. 1 í løgtingslóg

More information

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum 8. MARS 2011 VINNUMÁLARÁÐIÐ almannamálaráðið innlendismálaráðið HEILSUMÁLARÁÐIÐ Innihaldsyvirlit Formæli...2 Um heildarætlanina...3 Eitt lív við ongum harðskapi er

More information

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule Part 66 Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule Part 66.A.20(b) privileges The holder og an aircraft maintenance licence may not exercise its privileges unless: 1. In compliance

More information

Kappingarsamleiki Føroya

Kappingarsamleiki Føroya 1 Kappingarsamleiki Føroya Frágreiðing hjá Simon Anholt 2009 Uttanríkisráðið 2 Inngangur... 3 Mál fyri verkætlanina... 4 Samleikastigið... 4 Strategi-stigið... 6 Grundleggjandi vitan um Føroyar... 10 Føroyar

More information

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS INNANHÝSIS Tórshavn, tann 09-09-02 J.Nr.: (at tilskila í svari) Viðgjørt: hg/dh Tilmæli viðv. samskiftisstandard til føroyskar almennar heimasíður Endamálið við hesum tilmæli er, at taka stig til at stuðla

More information

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? og hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Jón Joensen Hagstova Føroya - oktobur 2009 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit...

More information

Givið út 23. desember 2016

Givið út 23. desember 2016 Givið út 23. desember 2016 Nr. 140 22. desember 2016 Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 26, stk. 1, 32,

More information

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING INNIHALDSYVIRLIT 1 HVÍ UNDIRVÍSA Í AT FYRIBYRGJA BURTURKASTI? 3 2 INNGANGUR 4 2.1 Endamál og

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2010 Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár

More information

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið Mál- og Avrikssáttmáli millum Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið 1. januar 31. desember 2010 Visión: Gigni - Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil,

More information

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting

More information

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004 1 Fyribils útgáva latin løgmanni flaggdagin 2004. Grundlógarnevndin, Tórshavn 2004. Prenttilger: cre8 Prent:

More information

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen Matmentan í Føroyum Jóan Pauli Joensen Matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhorni: Framløgan "Matmentan í Føroyum," Jóan Pauli Joensen, professari, í Klingruni í Norðurlandahúsunum,

More information

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN Exploration Drilling in the Faroe-Shetland Channel CONTENTS

More information

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN: Frágreiðing 2011:3 Rottuspjaðing Sjúrður Hammer ISBN: 978-99918-819-7-3 Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Føroyar Tel +298 34 24 00 Faks +298 34 24 01 us@us.fo www.us.fo 1. Innihaldsyvirlit

More information

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Góði limur í Føroya Pedagogfelag Tema um forskúla Tíðin er ikki búgvin til forskúlar s. 5 Keldan droymir um ein fullkomnan skúla s. 6-10 Tey smáu í forskúla hjá Sankta Frans s. 11-13 Missa og fáa í for skúlanum s. 21 FØROYA PEDAGOG FELAG

More information

Føroyskur førleiki. Formæli.

Føroyskur førleiki. Formæli. . Útbúgving, gransking, vinnulív og sjálvstýri........ Føroyskur førleiki. Álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging

More information

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki August 2007 Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki Fjarfiskiflotanevndin FISKIMÁLARÁÐIÐ Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki 1 1. Nevndararbeiðið Í samgonguskjalinum frá

More information

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 3 2014 GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR S. 16 AV BOÐANESHEIMINUM TIL BARCELONA S. 22 EINKI FAST STARV Í FØROYUM Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

More information

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/ Fiskimálaráðið Løgtingið Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/00443-4 Løgtingsmál nr. 18/2017: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

More information

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir 22 LIMABLAÐ NR.2 JUNI 2014 Tema Skattið vinning og arv heldur enn lønir STARVSBLAÐIÐ verður sent limum Starvs manna felagsins ókeypis. Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar)

More information

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. 1.0 Samandráttur Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Í kanningini førir Kappingareftirlitið fram, at føroyski oljumarknaðurin hevur nøkur eyðkenni,

More information

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: HKV

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: HKV Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/00008-3 Málsviðgjørt: HKV Løgtingsmál nr. 70/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

More information

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Nýggjur Kalsevni og Grímur Kamban í flotan Tann fyrri Grímur Kamban endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi Nr. 286 Hósdagur 6. februar 2003 10,- Síða 9 Elsa 75 ár Elsa hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hon hevur sæð kommunismu reist seg og fallið, og hon gjørdist frá degi til annan mamma at tvíburum Fiskivinna

More information

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN MENTAMÁLADEILDIN Tórshavn, tann 25-02-00 Lms. j. nr.: 523-0008/2000 Umms. j. nr.: 84410 9800552/39/JB (at tilskila í svari) Løgtingið Viðgjørt: JB/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg

More information

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN 1 INNIHALDSYVIRLIT Ársætlan 2010... 3 Samandráttur... 4 Ársætlan 2010 - Skrivstovusamskipanin... 9 Ársætlan 2010 Kort & Skráir... 12 Ársætlan 2010 - LENDI... 17 Ársætlan 2010

More information

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc 1 Makrelur (Scomber scombrus ) Gýtingarøki: Vestan fyri Írland og Bretsku oyggjarnar, mitt í Norðsjónum og Skagerrak, og út fyri portugisisku og sponsku strondini (februar-juli). Útbreiðsluøkið: Norður-eystur

More information

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Ársfrágreiðing 2008 Mynd: MYODA Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Endamál og virksemi...4 Menningarsamstarvspolitikkur...4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv...5 Hvar fer menningarhjálpin?...6

More information

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME Ársfrágreiðing 2009 Mynd: COME Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp Formæli... 3 Menningarsamstarvspolitikkur... 4 Sameindu Tjóðir um menningarsamstarv... 5 Hvar fer menningarhjálpin?...

More information

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV? EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR Tað strævna er bara ein brotpartur av teirra lívi Desember 2017 HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV? Skulu fólk við menningartarni

More information

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003 INNIHALD PARTUR I...5 FRAMLØGA LØGMANS...5 PARTUR II... 13 STJÓ RNAR- OG UTTANRÍKISMÁL... 13 SJÁLVSTÝRISMÁL...13 SAMSKIPAN AT VERA UPPI ÍALTJÓ ÐA SAMSTARVI...13 TRYGDAR- OG VERJUMÁL...14 LØGMANSFUNDIR...14

More information

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI ÚTGEVARI Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag geva MIÐ & MAGN

More information

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar Skjótt syftir seiðir Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar útlátsbólkar, tí útlátið hevur sama virknað á umhvørvið, uttan mun til hvaðan, tað kemur. Minkingin í útlátinum

More information

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Ársfrágreiðing 2004 Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum Fjarskiftiseftirlitið Tórshavn 22. mars 2005 Fororð Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í 2001 fyri løgtingið

More information

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2014 Altjóða menningarsamstarv Innihaldsyvirlit Formæli 2 Føroyar í menningarsamstarvshøpi 3 Lógargrundarlag 3 Raðfestingar 3 Fyrisiting 4 Eftirlit 4 Menningarsamstarv

More information

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Fiskimálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/00115-76 Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi Partur

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018 Miðnámsrit 15 januar 2018 Um blaðið Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin

More information

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði 2 Forsíðumynd: Baksíðumyndir: Prent og innbinding: Lagt til rættis: Handritsbrot úr skaldsøguni Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen William Heinesen, teknað hevur Ingálvur av Reyni Jørgen-Frantz Jacobsen,

More information

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS 19-11-2012 Føroysk vinnuáhugamál í mun til Arktis Ein frágreiðing um vinnuligar møguleikar í Arktis fyri limir í Oljuvinnufelagnum. Harafturat er ein meting um, hvussu farast

More information

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið Fróðskaparsetur Føroya mál og mið (2014 2024) Setningur Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin, ið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og sum virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning

More information

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam Luftgóðska í Føroyum - uppskot til skipan av yvirvøku av luft Rakul Mortensen og Maria Dam 1 Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit... 2 1. Styttingar... 3 2. Samandráttur... 4 3. Inngangur... 4 4. Áður gjørdar

More information

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir... 3 Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur... 9 Javnaðarhugsjónin... 10 Janus andlitið... 12 Paul s Letter to American

More information

Í verksetan. public service-sáttmála

Í verksetan. public service-sáttmála Í verksetan av public service-sáttmála Innihaldsyvirlit 4 PUBLIC SERVICE-FRÁGREIÐING 2011... 3 4.1 INNGANGUR... 3 4.2 YVIRSKIPAÐ VIÐURSKIFTI GALDANDI FYRI ALT KRINGVARPIÐ... 4 4.3 RAÐFESTINGAR INNAN ÁVÍSAR

More information

Oljumarknaðurin í Føroyum

Oljumarknaðurin í Føroyum Oljumarknaðurin í Føroyum Frágreiðing um søluna av brennievnum í Føroyum 17. juni 2016 www.kapping.fo Útgevari: Kappingareftirlitið Skálatrøð 20 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Telefon: +298 35 60 40 T-postur:

More information

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga Tórshavn, apríl 2013 2 Umhvørvisárinsmeting av vindorkuverkætlan í Húsahaga 1. Inngangur SEV hevur í nógv ár arbeitt við at økja um partin av varandi

More information

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir... Innihaldsyvirlit Inngangur... 2 Nationalisma... 6 Ímyndir... 8 Tjóðskaparkensla- og rørsla í Føroyum... 10... 13 Mannfólkabúnin... 14 Kvinnubúnin... 20 Ímyndir í føroysku klæðunum... 24 Tjóðbúnar í grannalondunum...

More information

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 3. august 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Bíligari oljuframleiðsla á Johan Sverdrup-leiðini Tað kann verða nógv bíligari at framleiða

More information

Álvaratos who cares?

Álvaratos who cares? JÓGVAN Í LON JACOBSEN Álvaratos who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum Í røðini Moderne importord i språka i Norden 2008 INNIHALDSYVIRLIT

More information

Lívið í Føroyum er framúr

Lívið í Føroyum er framúr Fólkaheilsuráðið Lívið í Føroyum er framúr Ein kanning eftir leisti hjá OECD Better Life og Gallup World Poll Tryggleiki Lívsnøgdsemi Danmark Noreg Ísland Føroyar Arbeiði/frítíð Býli 10 9 8 7 6 5 4 3 2

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 4 2009 Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í Gong Felagið

More information

Rættindi fyri atkvøður

Rættindi fyri atkvøður 1 / 2014 19. árg. kr. 48,- Klientilisma í føroyskum vinnupolitikki: Rættindi fyri atkvøður + Vangamynd: Landssjúkrahúsið sum granskingarstovnur + Fyri 100 árum síðani: Fleiri deyðfødd hjá støkum enn giftum

More information

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum Vælkomin á pinkustovuna Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum Vælkomin Á pinkustovuni........3 Tagnaskylda Vitjandi og reinføri..... 4 Á deildini.........5 Dagbók Gullsótt...6 Foreldrauppgávan

More information

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum Nr. 276 Hósdagur 12. september 2002 10,- Síða 4 Ein kendur fiskimaður verður 70 ár Síða 24 Karin virkar fyri heimsins børn FF-blaðið hevur í New York vitjað UNICEF, barnahjálpargrunnin hjá ST, og varaleiðaran

More information

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Jarðfrøðisavnið o.fl. Jarðfrøðisavnið o.fl. Latið tingmonnum 15. februar 2000 frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum Tilmæli frá nevnd settari at kanna um Jarðfrøðisavnið skal gerast sjálvstøðugur kanningarstovnur og um Náttúruvísindadeildin,

More information

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr. 1 2010 Fegin um prógvið Oddagrein: Vár í Gong, forkvinna skrivar Útgevari og ábyrgd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar INNIHALDSYVIRLIT 03 Oddagrein: Vár í

More information

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum Vinnumálaráðið / Ministry of Trade and Industry 2011 2 Vinnumálaráðið 2011 Innihaldsyvirlit 1. Arbeiðssetningur og inngangur... 4 1.1 Arbeiðssetningur... 4 1.2 Inngangur...

More information

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017 Miðnámsrit 12 januar 2017 Um blaðið Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum

More information

Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi

Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi Karina Nolsøe Fiskirannsóknarstovan Desember 2006 2 3 Innihaldsyvirlit 1 Inngangur...4

More information

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen IM 30 - _2009_-NOTA:Íslenskt mál 27 - _2006_-NOTA 20.2.2009 10:50 Page 141 Flugur Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum hjalmar p. petersen 1. Inngangur Í føroyskum er boðsháttur í eintali

More information

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013 NORÐURLENDSKT UMHVØRVISMERKI Ársfrágreiðing og ársroknskapur / Annual Report and Annual Accounts 541 705 Ársfrágreiðing og Ársroknskapur Ársaðalfundur 24. apríl 2014 Myndir: SEV og onnur Forsíðumynd: Húsahagi

More information

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Mai 2007 Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ Hvalastøðin við Áir Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn Mentamálaráðið Hoyvíksvegur

More information