Leiðbeining um andadráttarverju

Similar documents
Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Cruise ferðandi í Føroyum

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Mandy on holiday Avritssíður

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Heilsuvandi av at eta grind

2000 árgangurin roykfríur

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Formansfrágreiðing 2016

Starvsfólk á dagstovnum

Lívið í Føroyum er framúr

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Kappingarsamleiki Føroya

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Fornur skógarvøkstur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Trý megin sløg av geislavirkni

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Handilstreytir fyri virðisbrøv

TAT 14 (Segment K) Útnyrðingsfarleiðir

DANMARKS NATIONALBANK 16.

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

At lesa landið. Burðardygt hagabit

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

Kosttilmæli um at eta grind

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Givið út 23. desember 2016

Styrkjandi forliðir sum grót-, hunda- og steyr- í grótføroyskur, hundasjúkur og steyrblindur

MASKINMEISTARIN EIN LITUR SKAL VERA EIN LITUR. Nr. 2 / September Trygdin í norsku oljuvinnuni. Sjóvinna Oljugoymsla:

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Menning av veðurtænastuni

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Frá hvørsfalli til klípi

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Stutt um Fútastovu. If these walls could talk

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Álvaratos who cares?

Ritstuldarvarnir. Sigurður Jónsson

Ársfundur hjá Landsneti

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Fótbóltslógin. Týtt: Fótbóltssamband Føroya

Oljumarknaðurin í Føroyum

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Transcription:

ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Administration of Occupational Safety and Health Fútalág 1B P.O.Box 1134 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 317811 Fax +298 314489 E-mail: safety@post.olivant.fo Skrásetingar nr.: L-A005-3 Leiðbeining um andadráttarverju Henda leiðbeining veitir upplýsing um andadráttarverju og hvar henda skal nýtast í arbeiði. Andadráttarverja er persónlig verndarútgerð, sum verjir fólk móti at anda í seg dálkaða luft. Luftdálking Reglurnar áseta at heilsuskaðilig dálkað luft, skal beinast burtur so nær dálkingarkelduni, sum til ber. Persónliga andadráttarverja skal nýtast, har tað ikki er tekniskt gjørligt at reinska luftina til undir hægsta markvirði. Sí leiðbeining L-E012-2 um markvirði fyri evni og tilfar. Andadráttarverja kan í ávísu førum nýtast sum verja burturav. Tað er galdandi t.d. fyri málaraarbeiði í bygningum, eins og har bert verður arbeitt í stuttum tíðarbilum, - eitt nú við reinskan og umvælingararbeiðum. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri: - at arbeiðsfólkið fær persónliga andadráttaverju, sum ikki nervar persónin meira enn neyðugt. - at verjan verður nýtt, tá arbeitt verður. - at arbeiðsfólkið fær leiðbeining og upplæring. - at arbeiðsfólkið fær upplýsing um vandan, verður andadráttarverjan ikki nýtt. Leiðbeining og upplæring skal eisini fevna um, hvussu sílur skulu skiftast, hvussu verjan situr rætt, viðlíkahald og reingerð. Arbeiðsgevarin útvegar og rindar fyri andadráttarverjun, sum eisini er ogn hansara. Arbeiðsfólkið skal nýta andadráttarverju, har tað er neyðugt. Lógarheimild: Kunngerð nr. K-A005-1 um persónliga verndarútgerð frá 4. september 1995. Kunngerð nr. K-A005-2 um trygdarkrøv til persónliga verndarútgerð frá 4. september 1995. Útgivið fyrstu ferð: 28. desember 1988 Seinastu broytingar: Brúkaravegleiðing.

Tá sølumaðurin letur andadráttarverju, skal brúkaraleiðbeining fylgja við, sum er orðað á føroyskum ella donskum máli. Leiðbeiningin skal fevna um, hvussu andadráttarverjan skal nýtast, hvørjum hon verjir móti, hvussu hon eigur at sita, viðlíkahald og hvussu andadráttarverjan skal goymast. Trygdarskelti. Har andadráttarverja er neyðug, skal skelti á arbeiðsplássinum setast upp, sum er soleiðis háttað Ymisk andadráttarverja í at velja. 2 Ymisk sløg av andadráttarverju er í at velja. Hesar kunnu vera heilar-, hálvar- ella fjóðringsandlitsverjur við hettu ella bitmundstykki ella sum andadráttarverju við sílu, ið bert skal nýtast eina ferð. Andadráttarverja skal antin síla luftina, áðrenn tú andar hana í teg, ella hon kann føra reina luft til brúkaran. Tað er umráðandi at hava kunnleika til ymsu andadráttarverjurnar og eginleikar teirra, tá tú skal velja røttu útgerð. Skeiv andadráttarverja kann fáa vandamiklar fylgjur, - eitt nú hava fólk latið lív, tí tey nýttu andadráttarverju við sílu, har einki súrevni var í luftini. Andadráttarverja skal útvegast alt eftir hvørjum slag arbeitt verður við og hvussu stór dálkingin er. Verjan skal minka um dálkingina í luftini sum tú andar í teg, so dálkingin kemur væl niður um ásetta markvirði. Í styttri tíðarskeiði kann góðtakast at virðið av luftdálkingini, sum tú andar í teg, er beint um markvirði. Tað er umráðandi at andadráttarverjan ikki nervar brúkaran, so hesin verður freistaður at tveita hana frá sær, meðan arbeitt verður. Verjutal. Verjuevnini fyri andadráttarverju verður myndað við einum verjutali, sum er tað talið styrkin av luftdálkingini skal deilast við, fyri at fáa greiði á, hvussu stór dálkingini í luftini er, sum tú andar í teg. Verjueginleikin skal sostatt nýtast til at meta um, hvørt andadráttarverjan er nóg góð til eina ávísa arbeiðsuppgávu. Um t.d. luftdálkingin er 1.000 mg/m 3, og verjutalið bert er 500, verður dálkingin um 2 mg/m 3 í luftini tú andar í teg. Hetta er bert galdandi um verjan er tann rætta og situr væl til brúkaran. Hevur sølumaðurin ikki upplýst um verjutalið, ber til at nýta tølini í hesi leiðbeining, - lutvíst í tekstini og lutvíst í teimum tølum, sum eru upplýst í yvirlitinum.

3 Góðkend andadráttarverja av Arbeiðseftirlitinum. Einki krav er galdandi um at andadráttarverja skal góðkennast, men Arbeiðseftirlitið hevur góðkent nøkur sløg av verju og givið sølumanninum loyvi til at merkja hesar vørur: Góðkent av Arbeiðseftirlitinum. Henda merking veitir trygd fyri at slík verja uppfyllir minstu krøv til verju, sum Arbeiðseftirlitið hevur ásett. Ì høvuðsheitinum eru tvey sløg av andadráttarverju: - andadráttarverja við luft - andadráttarverja við sílu. Tá andadráttarveja skal útvegast, eigur fyrst at verða umhugsað, hvat slag av verju skal nýtast. Andadráttarverja við luft. Andadráttarverja við frískluft skal altíð nýtast tá: - vandi er fyri trot á súrevni (minni enn 17% súrevni) í luft, sum tú andar í teg. - luftdálkingin er stór. - samansetingin í luftdálkingini er ókend. - eingin síla er til, sum er hóskandi ella góðkend til ávísu luftdálkingina. - eingin verja er til, sum situr tætt, t.d. orsakað av skeggi, andlitsskapi ella brillum. Her er neyðugt at nýta luftverju við yvirtrýsti ella hettu har luft støðugt streymar gjøgnum. - fólk arbeiða meira enn tríggjar tímar við andadráttarverju ein arbeiðsdag, ella tá strævið arbeiði skal gerast, sum ber í sær, at tað er tungt at draga andan gjøgnum sílu. - tað annars er ávíst í reglunum. Andadráttarverja við sílu kann nýtast, har verja við luft ikki er kravd.

4 Til sammetingar við luft andadráttarverju eru ávísar fyrimunir við at velja verju við sílu: - hon er løtt - brúkarin hevur rásarúm - ofta besta loysnin, t.d. til einstakar uppgávur og arbeiði á skiftandi arbeiðsplássum og fylgjandi vansar: - sílan er bert haldgóð ávíst tíðarskeið - andadrátturin er tyngri av luftmótstøðuni í síluni. Andadráttarverja við frískluft. Fleiri sløg av luftverju eru í at velja. Hvat slag er best at velja, velst um arbeiðsviðurskiftini: 1. Andadráttarverja sum fær luft frá kompressara. - Luftveitingin er ikki tíðaravmarkað og verjan er løtt at bera, men brúkarin er bundin at slanguni. 2. Andadráttarverja, við luft úr trýsttanga. - Verjan er løtt, men luftveitingin er tíðaravmarkað og brúkarin er bundin at slanguni. 3. Andadráttarverja, við luft úr trýsttanga á bakinum. - Fløskan vigar um 5-18 kg, og luftveitingin er tíðaravmarkað, men brúkarin er ikki bundin í arbeiðsstøðuni. 4. Andadráttarverja, har brúkarin andar fríska luft í seg gjøgnum eina slangu.- Henda skipan er ikki so trygg sum hinar, og eigur vanliga ikki at verða nýtt. Verjutalið. Um sølumaðurin ikki hevur upplýst verjutalið, ber til í royndum at halda seg til tey verjutøl, sum eru lýst á hesi talvu: Verjutal Andadráttarverja við luft frá kompressara Andadráttarverja við luft frá trýstfløsku Verjutalið er við: Støðug lufttilførsla Neutralt trýst Yvirtrýst Støðug lufttilførsla Neutralt trýst Yvirtrýst Heilari andlitsverju 2000 2000 Meira enn 10000 2000 2000 Meira enn 10000 Hálvari andlitsverju 100 100 - - - - Hettu 1000 - - - - - Við støðugari lufttilførslu skal skiljast, at millum trýstílat ella kompressara er ein ventilur, sum skal stillast soleiðis, at har blæsur ein áhaldandi luftstreymur til andadráttarverjuna. Luftin, sum tú andar út gjøgnum verjuna, fer um ein ventil ella onnur opilsir. Við neutralt trýst merkir, at andadráttarverjan hevur ein ventil innbygdan, sum opnar tá eitt lítið undirtrýst kemur í og hervið førir luft til andadráttarverjuna. Yvirtrýst merkir, at verjan hevur ein yvirtrýstventil innbygdan sum tryggjar, at tað altíð er yvirtrýst í verjuni.

5 Luftin, ið verður førd til andadráttarverjuna skal hava minst møguligt innihald av heilsuskaðiligum evnum (t.d. kolsúrevni, olja og nitrøs gasssløg). Brottalið av luftdálkingini skal vera minni enn 0,1. Um útrokningin av brottalinum, sí leiðbeining Arbeiðseftirlitsins nr. L-E012-2 um markvirði. Luftin skal hava hóskandi hita- og vætustig. ANDADRÁTTARVERJA VIÐ SÍLU. Andadráttarverja við dustsílo. Dustsíluverja er antin ein andlitsverja við sílu at skifta út, ella síluverja. Sí strikumynd 2. Dustsíla verjir ikki móti gass- og dampevnum. Nakrar sílur verja ikki móti aerosolum. Slíkar sílur eru merktar bert til fastar bitlar ella ikki ætlað til nýtslu móti vætukendum aerosolum. Dustsílur býtast í tríggjar flokkar: - IIa (P1) lágvirkin-síla - IIb (P2) miðalvirkin-síla - IIc (P3) hávirkin-síla IIa, IIb og IIc eru at sammeta við núgaldandi royndartreytir. P1, P2 og P3 merkja tær nýggju royndartreytirnar. Ì veruleikanum kann roknast við, at báðar merkingar hava sama týdning. Sílur, sum verða marknaðarførdar í dag, hava ofta nýggju merkingina. Flokkur IIa (P1). Verjir bert móti grovum dusti. Verjitalið fyri andadráttarvernd í flokki IIa sílu er í minsta lagi 5. Sílan skal ikki nýtast, um markvirðið er undir 5 mg/m 3. Dømi um dustevni, sum síla ikki verjir móti er asbesttægrir og fínt kvartsdust. Flokkur IIb (P2). Flokkur IIc (P3). Verjir móti flestu dustevnum. Tað kann nýtast móti heilsuskaðiligum og eitrandi dusti men ikki móti geislavirknum dusti, bakterium og virus. Verjutalið fyri andadráttarvernd í flokki IIb-sílum er minst 25, um sílan verður nýtt saman við hálvari andlitsverju, og minst 50, um sílan verður nýtt saman við heilari andlitsverju. Verjir sum flokkur IIb (P3) og eisini móti geislavirknum dusti, bakterium og virus. Verjutalið fyri andadráttarverju í flokki IIc-sílu er minst 1700, tá sílan verður nýtt saman við heilverju. Sílan er ikki ætlað at nýta saman við hálvari andlitsverju. Ùtskifting av dustsílu. Dustlag í síluni økir mótstøðuna, tá tú andar. Tá tað verður ov tungt at anda, skal sílan skiftast. Andadráttarverja við gasssílu. Gasssílur býtast sundur í flokkum og sniðum, har flokkurin merkir orku at verja móti størri ella

minni mongdum av gass- og dampevnum, og sniðini merkja hvørji sløg av gassevnum, sílan kann verja móti. Sílur skulu verða merktar við flokki og sniði. Gasssílur býtast sundur í 3 flokkar: - I (1) lágorku-síla - II (2) miðalorku-síla - III (3) háorku-síla I, II og III merkja núgaldandi royndartreytir, og 1, 2 og 3 samsvara við nýggju royndartreytunum, sum eru broyttar nakað. Broytingarnar eru at finna á talvuni. 6 Sílur, sum verða marknaðarførdar í dag, hava oftast nýggju merkingina. Flokkur I (1) Flokkur II (2) og II (3) veitir bert munandi trygd, um dálkingin er minni enn 0,1 volumen-prosent (1000 ppm). veitir bert munandi trygd, um dálkingin er minni enn 0,5 volumenprosent (5000 ppm). Fyri allar flokkar er galdandi at minstakravið til verjutalið er 50, tá sílan verður nýtt saman við hálvverju og 2000, tá heilverja verður nýtt.

Sílar eru býttar í sílusnið: Skulu sílur nýtast móti øðrum gassevnum enn áður nevndu sløgum, skulu upplýsingarnar hjá sølumanninum fylgjast. 7 Sílusnið A: Sílusnið B: Sílusnið E: verjir móti dampi frá lívrunnum upploysingarevnum, t.d. miniralsk terpentin, toulen, xylen og butylacetat. Sílan verjir ikki móti luftevnum ella dampum frá upploysingarevnum, sum hava kókipunkt undir 65 0 C (sí snið X) Hesar sílar eru oftast merktar við brúnum liti. verjir móti halogenum og súrum gassevnum. Hesar sílar eru oftast merktar við gulum liti. verjir móti svávuldioxid. Hesar sílur eru oftast merktar við gulum liti. Sílusnið K: verjir móti ammoniak og aminevnum. Hesar sílur eru oftast merktar við grønum liti. Sílusnið X: verjir móti gassevnum og dampi frá evnum við kókipunkt undir 65 0 C. Sílan skal verða merkt við tí ella teimum evnum, sum hon verjir móti. Fleiri sílur eru til, sum fevna um fleiri av teimum nevndu sløgunum, t.d. og E sílurnar, sum verja móti bæði halogen og svávuldioxid evnum. Samansett sílusnið. Tað kann verða neyðugt at verja seg móti bæði dust og gassevnum. Tá er neyðugt at nýta samansetta sílu, sum er bæði gassevnissíla og dustsíla. Umframt hetta er eisini neyðugt at nýta forsílu, har aerosolevni eru í, t.d. til sproytumáling. Ùtskifting av gasssílum. Ein væl vald gasssíla verjir móti allari dálking, - væl at merkja um hon ikki er nýtt so leingi, at sílan er mettað av dampum, sum hon annars skal verja móti ella av aðrari dálking. Àðrenn sílan verður mettað, skal hon útskiftast við nýggjari sílu. Tað er ikki nakar tryggur máti at skifta síluna, tá ein kann lukta dálkingina. Tað kann verða farið upp um markvirði, áðrenn hetta hendir. Nakrir sølumenn kunnu rokna tað út, um teir vita brúkstíð og styrki av dálking, sammett við arbeiðstíðina. Sílan skal útskiftast í góðari tíð, áðrenn ætlaða brúkstíðin er liðug. Hevur sølumaðurin ikki upplýst slíka brúkstíð, kann vísta taltalvan verða leiðbeinandi fyri útskiftingartíðina.

8 Sílur A1 B1 E1 K1 A2 B2 E2 K2 A3 B3 E3 K3 Skal útskiftast, tá sílan hevur økt vekt sína við: 1,5 g 0,5 g 1,0 g 0,5 g 7,0 g 2,5 g 4,0 g 2,0 g 20,0 g 7,0 g 12,0 g 6,0 g Flokkur I síla skal bert nýtast eina ferð til smærri arbeiðir (½ tíma) við lágum styrki (ca. 3 x markvirðið). Fylgjandi undantøk eru tó umráðandi: - Ethanol - Isopropylalkohol - Allylalkohol - Acrylonitril Upplýsingar um hvussu leingi sílur skulu nýtast til hesi upploysingarevni, skulu fáast hjá sølumanninum. Er tað ógjørligt at skaffa slíkar upplýsingar, skal andadráttarverja við luft nýtast. Sølumaðurin skal lata upplýsingar um x-sílur og hvussu leingi tær kunnu nýtast. Um dálking í serstøkum førum kann luktast, áðrenn brúkstíðin er rokkin, skal sílan skiftast beinanvegin. Slík fyribrigdi kunnu standast sum fylgja av samspæli millum ymiskar luftdálkingar. Yvirlit yvir minstukrøv fyri andadráttarverju við sílu og verjutali Síla Hálv andlitsverja Heil andlitsverja Dust P1 P2 P3 5 25 50 50 1700 Gassevni A, B, E, K I, II, III 50 2000 Arbeiðseftirlitið, hin 28. desember 1988 Eli Davidsen, stjóri