Givið út 23. desember 2016

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

2000 árgangurin roykfríur

TOSKUR á Landgrunninum. Lívfrøði. Gadus morhua

Mandy on holiday Avritssíður

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Mánudaga - föstudaga KEF - Airport» Reykjanesbær» Keilir» Fjörður» Reykjavík/HÍ

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Formansfrágreiðing 2016

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Leiðbeiningar um notkun XML-þjónustu Veðurstofu Íslands fyrir norðurljós

Hjáveiða í flótitroli

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Cruise ferðandi í Føroyum

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi

Handilstreytir fyri virðisbrøv

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Ritstuldarvarnir. Sigurður Jónsson

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6.

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Nr. 8 januar 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kosttilmæli um at eta grind

Toskur legst á línu, tá hann er svangur síða 21. Løgin kynsmunur hjá toski, hýsu og upsa síða 22. Havhestur etur nógv plastikk síða 27

Leiðbeining um andadráttarverju

Í verksetan. public service-sáttmála

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fótbóltslógin. Týtt: Fótbóltssamband Føroya

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

Menning av veðurtænastuni

Givið út 23. februar 2015

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Skiftandi veðurlag. ávirkar upsastovnin. Makrelinnrás broytir vistskipanina. Húkastødd og agnslag ávirka fiskiskapin

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

Ég vil læra íslensku

Tíðindi úr Føroyum tann 28. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Sjóvarmál. Fjarstýrdir kavbátar RANNSAKA HAVSINS KALDA HJARTA FISKIRANNSÓKNARSTOVAN. Tilmæli um fiskiskapin Norðurlendsk umhvørvisvirðisløn

SJÓVARMÁL FISKIFLOTANUM. Høvuðsgrundarlagið. undir stovnsmetingum kemur frá. Fuglateljing við dronu. Metlágt saltinnihald seinasta vetur

Kappingarsamleiki Føroya

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Á r s f r á g r e i ð i n g

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Rættindi fyri atkvøður

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Føroyskur førleiki. Formæli.

Stamps Føroyar. Nr. 14 November 2012

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Oljumarknaðurin í Føroyum

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

MIÐ & MAGN. Uppsjóvar- fiskiskapur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Tema:

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Í Skáa 16. mars 2006 Sjóbaradagin millum Ólav Halga og Sea Shepher

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Fiskiskapur eftir reyðæti

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: HKV

Transcription:

Givið út 23. desember 2016 Nr. 140 22. desember 2016 Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 26, stk. 1, 32, stk. 1 og 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett: Virkisøki 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum og í NEAFC skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum í 2017 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russiska samveldið. Heildarkvotur og býti av kvotunum 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2017 fiska 19.330 tons av toski, 1.800 tons av hýsu og 900 tons av hvassaspreki í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Stk. 2. Av kvotunum, sambært stk. 1, verða 17.397 tons av toski, 1.620 tons av hýsu og 800 tons av hvassaspreki latin flakatrolarum, t.e. eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2016 høvdu rætt til fiskiloyvi, sambært 5, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, at fiska eginkvotu av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum, ella fiskiførum, sum hesin rættur er fluttur á. Kvotan verður latin sum egin árskvota. Fiskiloyvi 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Atgongd til NEAFC skipanarøkið 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2017 atgongd at fiska botnfisk burturav kvotunum sambært 2, stk. 1 í NEAFC skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum. Stk. 2. Fiskiskapur eftir botnfiski í NEAFC skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC skipanarøkinum. Stk. 3. Skiparin skal fylgja ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC og í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC. Loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum 6. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap í russiskum sjógvi, um tey hava fingið loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Frumrit av loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum. Stk. 2. Skulu broytingar gerast í loyvið frá russiskum fiskivinnumyndugleikum, sum t.d. broyting í skipaupplýsingum, fiskaslagi og kvotu, annan skipara, o.a., krevst játtan frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Avrit av broytingini í loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum. Eftirlitsstað og eftirlitsfólk 7. Fiskifør skulu sigla til russiskt eftirlitsstað, áðrenn fiskiskapurin í russiskum sjógvi byrjar, og tá fiskiskapurin í russiskum sjógvi endar. Skiparin skal senda fráboðan sambært skjali 1 til russiska marknaverjueftirlitið um, at siglt verður til eftirlitsstað. Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu hava eftirlitsfólk frá russiska marknaverjueftirlitinum umborð. Fiskifarið skal sigla til russiskt eftirlitsstað ella á aðra knattstøðu í russiskum sjógvi

sambært góðkenning frá russiska marknaverjueftirlitinum at taka ímóti og seta av eftirlitsfólk. Fráboðanir 8. Fiskifør, sum fiska í russiskum sjógvi ella í NEAFC skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 2: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi, og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum. 9. Fiskifør skulu senda fráboðan til russiskar myndugleikar samsvarandi skjali 3, tá tey fara inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum til fiskiskap, og tá tey fara úr økinum aftur. Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu senda veiðifráboðan sambært skjali 4 til russiskar myndugleikar samsvarandi skjali 3. Stk. 3. Fiskifør, sum veiða burturav atgongd sambært 5 í NEAFC skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum, skulu hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 5 til russiskar myndugleikar samsvarandi skjali 3. Umrokningarfaktorar 10. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu teir í stk. 2 og 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast. Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri tosk: 1) Kruvdur, við høvdi 1,18. 2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50. 3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55. 4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74. 5) Flak við skræðu og beinum 2,65. 6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84. 7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25. Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri hýsu: 1) Kruvd, við høvdi 1,14. 2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40. 3) Kruvd, avhøvdað, beintskorin 1,69. 4) Flak við skræðu og beinum 2,76. 5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07. 6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15. Revsing 11. Brot á 3, 5, stk. 2 og 8-10 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt. Stk. 3. Sambært 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum sambært 3 og 5, stk. 2 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð 12. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017 og fer úr gildi 31. desember 2017. Fiskimálaráðið, 22. desember 2016 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 2

Russiskt eftirlitsstað og fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið Skjal 1 Russiskt eftirlitsstað Knattstøða Radius Marknaverjuskip Sever 1 70 10 N 2 fjórðingar Whaleboat-1 32 00 E Sever 2 72 40 N 37 00 E 2 fjórðingar Whaleboat-2 Radiokallifrekvens: 156.8 MHz (kanal 16) Fráboðan um, at siglt verður til eftirlitsstað 1) Skiparin á føroyska fiskifarinum skal senda fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið um, at siglt verður til eftirlitsstað 24 tímar áðrenn, fiskifarið fer inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum til fiskiskap, og 24 tímar áðrenn fiskifarið fer úr økinum aftur, eftir at fiskiskapurin endar. Fráboðanin skal sendast til russiska marknaverjueftirlitið Coordination division of the Border Guard Department of the Federal Security Service of the Russian Federation in the Western Arctic area, tel: +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost cc@pufsbm.ru. Allar klokkutíðir skulu vera í UTC. Fráboðanin skal vera á enskum ella russiskum máli. Aktive/checkpoint notification: 1. Flaggland (FRO) 2. Navn á skipinum 3. Eigari av skipinum 4. Havnarkenningarnummar hjá skipinum 5. Kallimerki hjá skipinum 6. Heimstaður hjá skipinum 7. Navn á skiparanum 8. Manningartal umborð 9. Russiskt loyvisnummar 10. Navn á russiska fiskivinnumyndugleikanum, sum hevur latið loyvið 11. Dagfesting á russiska loyvinum 12. Veiða umborð í kg rundari vekt flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu 13. Knattstøða, tá fiskiskapur byrjaði 14. Knattstøða og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum 15. Navn á russiska eftirlitsstaðnum og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið 16. Raðnummar á fráboðanini Passive/checkpoint notification: 1. Flaggland (FRO) 2. Navn á skipinum 3. Eigari av skipinum 4. Havnarkenningarnummar hjá skipinum 5. Kallimerki hjá skipinum 6. Heimstaður hjá skipinum 7. Navn á skiparanum 8. Manningartal umborð 9. Russiskt loyvisnummar 10. Navn á russiska fiskivinnumyndugleikanum, sum hevur latið loyvið 11. Dagfesting á russiska loyvinum 12. Veiða umborð í kg rundari vekt flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu 13. Knattstøða, tá fiskiskapur endaði 14. Knattstøða og mett klokkutíð, tá fiskifarið fer úr serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum 15. Navn á russiska eftirlitsstaðnum og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið 16. Raðnummar á fráboðanini 3

Mannagongd, tá siglt verður til eftirlitsstað 2) Tá fiskifarið er 12-15 fjórðingar frá eftirlitsstaðnum, skal skiparin kalla á marknaverjuskipið við VHF sendara á rás 16, 156.8 MHz, og vátta ella broyta fráboðanina um checkpoint notification. 3 ) Eftirlitsfólkið á marknaverjuskipinum gevur skiparanum boð, um eftirlit skal fremjast á fiskifarinum, um eftirlitsfólk skal setast umborð/setast av fiskifarinum, ella um fiskifarið kann sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt. 4) Fær fiskifarið loyvi at sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina: a) Dato b) Klokkutíð c) Knattstøða hjá fiskifarinum d) Navn á eftirlitsstaðnum e) Navn ella nummar á marknaverjuskipinum, og navn á eftirlitsfólki, sum loyvdi fiskifarinum at sigla framvið eftirlitsstaðnum 5) Fæst samband ikki við marknaverjuskipið innan 45 minuttir, kallast skal 5. hvønn minutt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina: a) Dato b) Klokkutíð c) Knattstøða hjá fiskifarinum d) Navn á eftirlitsstaðnum e) Dato og klokkutíð, tá uppkallið byrjaði og endaði Fiskifarið kann síðan sigla framvið eftirlitsstaðnum. Eftir 20 minuttir skal skiparin aftur kalla á marknaverjuskipið. 6) Fæst samband ikki við marknaverjuskipið innan 10 minuttir, kallast skal 5. hvønn minutt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina: a) Dato b) Klokkutíð c) Knattstøða hjá fiskifarinum d) Navn á eftirlitsstaðnum e) Dato og klokkutíð, tá uppkallið byrjaði og endaði 4

Fráboðanir til Vørn Skjal 2 Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir talgild móttøka. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir fráboðanir. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv. Um farið verður í NEAFC skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 5

3) COX Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi. Um farið verður úr NEAFC skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking 6

Skjal 3 Fráboðanir til russiskar myndugleikar Fráboðanirnar, sambært 9, stk. 1 og 2, skulu sendast til: 1) Barentsevo-Belomorskoe Territorial Department, Murmansk, fax + 7 8152 451945 ella teldupost portcontrol@bbtu.ru, 2) Coordination division of the Border Guard Department of the Federal Security Service of the Russian Federation in the Western Arctic area, tel. +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost cc@pufsbm.ru, 3) Murmansk branch of FGFI Centre of Fishery Monitoring and Communication, fax: +7 8152 477608 ella teldupost stat15@mrcm.ru. 7

Skjal 4 Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar Veiðifráboðan skal sendast hvønn dag við veiðinøgd undanfarna samdøgur, tíggjunda hvønn dag við veiðinøgd undanfarnu 10 dagarnar og hvønn mánað við veiðinøgd undanfarna mánað. Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn á fax +298 313981 ella teldupost vakt@vorn.fo. 8

Skjal 5 Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar veiða í NEAFC skipanarøkinum Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku til Barentsevo-Belomorskoe Territorial Department, fax + 7 8152 451945 ella teldupost portcontrol@bbtu.ru. Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn á fax +298 313981 ella teldupost vakt@vorn.fo. CATCH REPORT (WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ) To: Barentsevo-Belomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries Fax: +7 8152 451945 e-mail: portcontrol@bbtu.ru Type of Report: (daily, weekly, decade, monthly) Unique numbering from the beginning of the year Fishing period (dates): Fishing Area Date and Time UTC Entry Exit Vessel Name Registration Number Call Sign Flag state/ Port of registry Telephone, fax, e-mail of fishing vessel Ship owner Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner Current position at time of transmission Date and time of transmission (UTC) Russian fishing Licence Nr. Type of fishing gear 9

Species Live weight, kg Quota Norwegian EEZ NEAFC Regulatory Area in the Barents sea Vessel quota under the Russian fishing Licence specification Catch at reported period Accumulated catch since January, 1 -st Catch at reported period Accumulated catch since January, 1 -st Remarks: Russian quota Russian quota Russian quota Russian quota Russian quota Signature Master's Name 10