Í verksetan. public service-sáttmála

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Cruise ferðandi í Føroyum

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

2000 árgangurin roykfríur

Menning av veðurtænastuni

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Formansfrágreiðing 2016

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Føroyskur førleiki. Formæli.

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Lívið í Føroyum er framúr

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Mandy on holiday Avritssíður

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Heilsuvandi av at eta grind

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 06-08/

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Rættindi fyri atkvøður

Kappingarsamleiki Føroya

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Starvsfólk á dagstovnum

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

Fólkaheilsukanning

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 9-11/

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 10-12/

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Oljumarknaðurin í Føroyum

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Transcription:

Í verksetan av public service-sáttmála

Innihaldsyvirlit 4 PUBLIC SERVICE-FRÁGREIÐING 2011... 3 4.1 INNGANGUR... 3 4.2 YVIRSKIPAÐ VIÐURSKIFTI GALDANDI FYRI ALT KRINGVARPIÐ... 4 4.3 RAÐFESTINGAR INNAN ÁVÍSAR BÓLKAR AV SENDINGUM... 7 5 PUBLIC SERVICE SKYLDUR ARBEIÐSSKJAL HJÁ KRINGVARPSSTÝRINUM... 10 5.1 YVIRSKIPAÐ VIÐURSKIFTI GALDANDI FYRI ALT KRINGVARPIÐ... ERROR! BOOKMARK NOT DEFINED. 5.1.1 Samskifti við borgaran... Error! Bookmark not defined. 5.1.2 Føroyskt mál í Kringvarpi Føroya... Error! Bookmark not defined. 5.1.3 Týðing av útlendskum tilfari... Error! Bookmark not defined. 5.1.4 Alnets-tænastur... Error! Bookmark not defined. 5.1.5 Keyp av tænastum... Error! Bookmark not defined. 5.1.6 Tilbúgving... Error! Bookmark not defined. 5.1.7 Førleikamenning og dygd... Error! Bookmark not defined. 5.2 RAÐFESTINGAR INNAN ÁVÍSAR BÓLKAR AV SENDINGUM... ERROR! BOOKMARK NOT DEFINED. 5.2.1 Tíðindi og aktuelt... Error! Bookmark not defined. 5.2.2 Mentan... Error! Bookmark not defined. 5.2.2.1 List...Error! Bookmark not defined. 5.2.2.2 Drama...Error! Bookmark not defined. 5.2.2.3 Bókmentir...Error! Bookmark not defined. 5.2.2.4 Undirhald...Error! Bookmark not defined. 5.2.3 Átrúnaður... Error! Bookmark not defined. 5.2.4 Ítróttur... Error! Bookmark not defined. 5.2.5 Børn og ung... Error! Bookmark not defined. 5.2.6 Tónleikur... Error! Bookmark not defined. 5.2.7 Undirvísing... Error! Bookmark not defined. 5.2.8 Tænastur til fólk við breki... Error! Bookmark not defined. 5.2.9 Sendingar úti um landið... Error! Bookmark not defined. 6 FÍGGJARLIG TØL... 10 6.1 VERANDI INNTØKUSTØÐI OG RAÐFESTINGAR... 10 2

4 Public service-frágreiðing 2011 4.1 Inngangur Public service sáttmálin millum Kringvarpið og Mentamálaráðið galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2011 til 31. desember 2013 er tann fyrsti av sínum slag. Sáttmálin er ein avleiðing av kringvarpslógini frá 16. mai 2006, har tað í 6 er ásett, at Landsstýrismanninum verður heimilað at gera public-service sáttmála við Kringvarp Føroya. Ætlanin við Public Service sáttmálanum er, at Mentamálaráðið og Kringvarpið semjast um nakrar høvuðslinjur fyri virksemið hjá Kringvarpinum næstu árini, uttan at hetta gongur út yvir redaktionella frælsið hjá stovninum. Kringvarpið hevur fylgt ásetingunum í sáttmálanum við at seta fokus á skiftandi øki, soleiðis at øll øki yvir tíðarskeiðið fáa sítt. Hetta er einasti háttur hjá stovninum, sum er fíggjarliga illa sperdur, at loysa uppgávuna. Eitt dømi um hetta var, tá ið mentunar- og siðsøguligu sendingarnar Refleksjón og Frætt og fregnað vórðu tiknar av, soleiðis at eisini bar til at røkka ásetingunum um at framleiða satiru (Moldvarp). Niðanfyri verður tikið saman um nakrar av teimum høvuðsraðfestingunum, ið eru gjørdar í hesum fyrsta árinum av sáttmálatíðarskeiðnum. Nýggj heimasíða og samskifti við borgaran Kringvarpið hevur fingið nýggja heimasíðu, har allar sendingar verða lagdar út. Harumframt verða sjálvstøðug innsløg úr ávísum sendingum løgd á heimasíðuna eins væl og reglulig tíðindi. Við heimasíðuni hevur Kringvarpið eisini lagt seg eftir at fáa samskifti í lag við borgaran um virksemið hjá Kringvarpinum. Hetta tykist hava eydnast, tí dagliga koma nógvir teldupostar við viðmerkingum og hugskotum inn umvegis upplýstu teldupostbústaðirnir á heimasíðuni. Á Facebook hevur somuleiðis eydnast væl at fáa beinleiðis samskifti í lag við borgaran. Avbjóðandi og savnandi Hetta seinasta árið hevur Kringvarpið framleitt fleiri dokumentarar, har ávísir teirra hava megnað at seta dagskránna fyri samfelagskjakinum. Eisini hava verið sendingar, sum hava savnað tjóðina. Millum annað kunnu vit nevna røðina Fólksins rødd, ið elvdi til kjak, og sum setti met høg hyggjaratøl í fyrstu hálvu av 2011. Tónleikurin og ítrótturin savna eisini tjóðina: Vit kunnu nevna Nýggjárskonsertina hjá Føroya Synfoniorkestri og framleiðslur, sum altjóða fótbóltur, svimjing, flogbóltur, judo, badminton og borðtennis. Á tíðindaøkinum sær Krinvarpið tað sum sína størstu skyldu at upplýsa borgaran við óheftum, upplýsandi og djúptøknum tíðindaflutningi, ið setur dagskránna fyri mennandi kjaki í samfelagnum. Hetta, meta vit, hevur eydnast rættiliga væl, hóast strembað allatíðina verður eftir at gera tað betri. Í sambandi við fólkatings- og løgtingsvalini megnaði Kringvarpið væl at seta dagsskránna við upplýsandi sendingum um tað, ið borgarin metti vera høvuðsavbjóðingarnar hjá samfelagnum frameftir. Hetta varð gjørt við temasendingum og valsendingum úti um landið, har ikki bert valevni, men eisini vanligi borgarin slapp til orðanna. 3

Børn og ung Á jólum sendi Kringvarpið føroyskt framleiddan jólakalendara við heitinum Greyturin hjá GáS. Barnaútvarp hevur verið á skránni hjá útvarpinum hvønn dag í vikuni. Á sjónvarpsskránni hevur Kringvarpið havt vikuligar føroyskt framleiddar sjónvarpssendingar til børn og útlendskir teknifilmar við føroyskari talu. Tað hevur verið heldur slakari við tilfari til tey ungu. Men tó kann føroyskt framleidda satirusendingin Moldvarp Føroya helst flokkast sum eitt slag av ungdómssending, eins og føroyskt tekstaðu sjónvarpssendingarnar Hæ Gosi og Buzz Aldrin. Stórar avbjóðingar Árið 2011 er sjenda árið á rað, at kringvarpsgjaldið stendur í stað. Summarið 2010 varð lógarbroyting gjørd, sum breiðkaði um inntøkugrundarlagið frá kringvarpsgjaldinum. Men samstundis eru inntøkur frá lýsingum og spølum lækkaðar samsvarandi. Arbeitt hevur verið við at økja um aðrar inntøkur, men konjukturur og fjøllbroyttari útboð innan spøl v.m. hevur verið viðvirkandi til, at hetta ikki hevur eydnast. Tó metir leiðslan, at sæð í ljósinum av avbjóðandi fíggjarstøðuni, hevur tað eydnast væl at liva upp til ásetingarnar í Public Service sáttmálanum. Tó er greitt, at um gongdin heldur fram, verður ógvuliga trupult hjá stovninum at røkja Public serviceskylduna í framtíðini. Skipan av frágreiðing Hendan fyrsta Public Service frágreiðingin er skipað eins og ásett í sáttmálanum. Í hvørjum kapitli verður uppgávan lýst, síðani ein frágreiðin um, hvussu Kringvarpið ætlar at loysa hesa uppgávu og at enda frágreiðing um, hvussu hetta hevur eydnast ársfjorðing fyri ársfjóðring. 4.2 Yvirskipað viðurskifti galdandi fyri alt Kringvarpið Samskifti við borgaran Nýggja heimasíðan hjá Kringvarpinum varð almannakunngjørd 12. apríl 2011. Á heimasíðuni varð lagt upp til, at brúkarin samskfti við stovnin um heimasíðuna og um broytingar og tillagingar av henni. Væl oman fyri 500 fyrispurningar og uppskot komu inn, bæði viðvíkjandi heimasíðuni og víðvíkjandi Kringvarpinum sum heild. Hesar viðmerkingar vórðu nýttar í víðari menningini av síðuni. Brúkararnir sýntust annast glaðir fyri, at síðan virkan rein og ruddilig, og at hon er løtt at finna runt í, tá brúkarin hevur vant seg við síðuna. 21. mars og frá 26. juni og eina viku fram, vórðu gjørdar hyggjarakanningar. Yvirskipaða úrslitið vísti, at Kringvarpið hevði fingið fleiri lurtarar og hyggjarar síðani seinastu kanning. Tær breiðu/fólksligu sendingarnar høvdu fingið fleiri lurtarar og hyggjarar, meðan tær meira smølu stóðu í stað ella høvdu færri hyggjarar. Kanningin vísti, at sum væntað, so hvøki lurtaðu fólk nógv eftir útvarpi ella hugdu at sjónvarpi um summarið, sum aðrar tíðir av árinum. Nógv varð tó hugt og lurtað eftir ítróttinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Hetta m.a. tí, at Oyggjaleikir vóru júst ta vikuna, ið kanningin varð gjørd. Kringvarpið hevði í 2011 fastar avtalur uttan fyri sjálvan stovnin, um at gera lurtara- og hyggjarakanningar. Tó hevur stovnurin havt leypandi samband við allar fyritøkur, ið bjóða út slíkt kanningarvirksemi, soleiðis at Kringvarpið støðugt hevur havt yvirlit yvir, hvørjir møguleikar og prísir eru á marknaðinum. 4

Arbeiðið við at integrera Facebook viðmerkingar til allar greinir og sendingar er gjørt. Tá ein redaktionell avgerð er tikin um í hvønn mun, Kringvarpið kann loyva sær at brúka hesar viðmerkingar, verður Facebook viðmerkingarfunktiónin íverksett. Ein bólkur er gjørdur á Facebook, har borgarar kunnu seta fram spurningar og viðmerkingar til Kringvarpið, sum vit síðani svara. Í sambandi við løgtingsvalið valdi Kringvarpið borgarunum at sleppa framat heimasíðuni við sínum hugsanum um valið og týdningarmiklu samfelagsviðurskiftini í valstríðnum. Hetta varð gjørt soleiðis, at ávísir borgarar løgdu fastar bloggar inn á heimasíðuna. Heimasíðan hevur eisini lagt upp til aðrar møguleikar hjá borgarunum at samskifta beinleiðis við Kringvarpið. Millum annað í sambandi við ódnina á jólum, tá fólk úr øllum landinum sendu myndir inn á heimasíðuna. Hetta var mest vitjaða evnið á heimasíðuni nakrantíð. Ætlanin er eisini at gera Kringvarpinum profil á youtube, har videobrot verða løgd út, sum hyggjarin kann gera viðmerkingar til. Fyrireikingararbeiðið at seta á stovn áhugabólkar (fokusbólkar) er so smátt farið í gongd. Føroyskt mál í Kringvarpi Føroya Máltænastan varð sett á stovn 29. mars. Máltænastan er mannað við fýra starvsfólkum, ið hava hollan kunnleika at geva góð ráð, hvussu vit orða okkum og stavseta rætt. Serfrøðingur í føroyskum fer at vegleiða Máltænastuni í málsligum ivamálum. Ein av uppgávunum hjá Máltænastuni er at lurta eftir sendingum bæði í út- og sjónvarpi og vegleiða um betri mál í sendingunum. Máltænastan fór í 2011 undir arbeiðið at orða ein málpolitikk fyri stovnin. Bólkurin hevur hildið mánaðarligar fundir, har arbeitt hevur verið við at betra um málburðin í Kringvarpinum. Leiðbeiningar um føroyska málið hava regluliga verið lagdar út á innanhýsis heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Umboð fyri máltænastuna vóru á stórari málráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har høvuðsevnið var fleirmæli. Týðing av útlendskum tilfari Av tí, at fíggjarlig orka ikki hevur verið til at týða alt útlendskt tilfar til føroyskt og orsakað av rættindaspurningum, hevur Kringvarpið lagt orkuna í at týða so nógv barnatilfar, sum gjørligt. Hetta tí, at vit meta tað vera umráðandi, at børnini hava atgongd til útlendskar teknifilmar, sum eru týddir til móðirmálið. Kringvarpið hevur megnað at týtt so mikið nógv av barnatilfari, at vit hava kunna havt tað á sjónvarpsskránni tríggjar dagar um vikuna. Týsdagar og hósdagar hevur blandað føroyska barnatilfar verið sent. Mikudagar hava vit sent sendingina Snip Snap til tey minstu børnini. Talan er um sending við føroyskum verti, har hvør sending inniheldur tríggjar føroyskt raddaðar teknifilmar. Kringvarpið hevur eisini týtt sendingar til vaksin, tó hevur tá í størstan mun verið talan um føroyskan tekst og ikki føroyska talu. Norska røðin Buzz Aldrin, ið varð tikin upp í Føroyum, varð send við føroyskum teksti. Sama var galdandi fyri íslendsku satirurøðina Hæ Gosi, har Kringvarpið eisini var við í framleiðsluni. Hæ Gosi varð send í 2012, men tekstað í 2011. Somuleiðis hevur Kringvarpið arbeitt við týðingum av ørðum tilfari til vaksin í 2011, men sum verður sent í 2012. Talan er í hesum føri um dokumentartilfar og náttúrufilmar. 5

Kringvarpið hevur havt samstarv við Nám um týðing av íslendskum nátturufilmi, ið verður sendur í 2012. Alnets-tænastur Í 2011 hevur nógv orka verið løgd í áhaldandi at menna heimasíðuna hjá Kringvarpinum sum týðandi og nógv vitjaðan miðil. Skrivaðir tíðindastubbar og brot úr tíðindasendingum og sendingum annars hava regluliga verið løgd út á síðuna. Tíðindastubbar hava tó í mestan mun einans verið skrivaðir vikudagar, men arbeitt hevur verið við at fáa hetta í meira fasta legu. Allar sendingar hjá Kringvarpinum kunnu hoyrast og síggjast beinleiðis á netinum. Sjónvarpið er avmarkað til føroyskt øki vegna rættindi. Sjónvarp og útvarp kunnu eisini hoyrast og síggjast beinleiðis umvegis fartelefonina um kringvarpsapplettin. Allar sendingar hava verið og verða framvegis lagdar á netið, flestar beint eftir, at tær eru sendar. Pocast virkar viðvíkjandi tíðindum og sjónvarpssendingum. Keyp av tænastum Fríyrkisfólk hava staðið fyri meginpartinum av framleiðsluni av vanligu ítróttarsendingunum. Til ítróttarsendingina 3-2 hevur Kringvarpið brúkt í minsta lagi 4 fríyrkis fotografar og 2 fríyrkis programmfólk til hvørja sending. Somuleiðis hava tað verið fríyrkisfólk kring landið, ið hava framleitt tilfarið til ítróttin í útvarpinum. Kringvarpið hevur havt góðar royndir av hesi loysn. Guðstænastur og møtir á sjónvarpsskránni hava verið framleidd av fríyrkisfólki gjøgnum drúgt áramál. Morgunlestrar og Heilaga Evangeliið í útvaprinum verða framleidd av fríyrkisfólki, eins og fíyrkisfólk standa fyri stórum parti av tónleikasendingunum í útvarpinum. Skemtisendingin Moldvarp Føroya, sum varð send í 4. ársfjórðingi, var eitt samstarv ímillum fríyrkisfólk og fólk frá Kringvarpinum. Deyvatulkingin av Degi og Viku verður gjørd uttan fyri húsið. Eisini verða fríyrkisfólk brúkt í sambandi við framleiðslu av dokumentarsendingunum. Kringvarpið hevur samanumtikið góðar royndir av at keypa tænastur frá fríyrkisfólki til programframleiðslu. Vaskifólk, telefontænasta, grannskoðan og løgfrøði eru tænastur, ið verða keyptar. Tilbúgving Tosað hevur verið við vaktarfyritøkuna Ansni, um at taka telefonina alt samdøgnið. Ætlanin er at seta hetta í verk. Listi er gjørdur og sendur avvarðandi myndugleika við nøvnum og telefonnr., ið skulu nýtast, tá ið samfelagið kemur í eina støðu har, tilbúgving eru neyðug. Arbeitt hevur verið við at eftirmeta tilbúgvingina saman við Tilbúgvingarstovninum. Hetta serliga grundað á, at tilbúgvingin ikki virkaði heilt, sum hon skuldi í sambandi við eldin umborð á Athenu. Avtala um tilbúgving varð undirskrivað millum Kringvarpið, Tilbúgvingarstovnin og Løgregluna. Í sambandi við ódnina í november, sendi Kringvarpið tilbúgvingarútvarp. Hetta varð seinni eftirmett saman við øðrum myndugleikum á økinum. Staðfest varð, at tilbúgvingaravtalan virkar til fulnar. 6

Kringvarpið hevur síðani gjørt avtalu við Tilbúgvingarstovnin og Føroya Landfúta, um at vera við í fyrireikingararbeiðinum í sambandi við ein nýggjan tilbúgvingarportal, sum møguliga skal vera partur av heimasíðu Kringvarpsins. Førleikamenning og dygd Kringvarpið hevur hildið fram við arbeiðinum at førleikamenna starvsfólkini innan journalistiska fakið. Átta starvsfólk hava hildið fram við diplomútbúgvingini á journalistháskúlanum í Aarhuus umvegis netið. Tvey starvsfólk fóru í árinum undir diplomútbúgvingina, soleiðis at tað nú samnanlagt eru 10 starvsfólk, ið førleikamenna seg innan journalistikk. Átta starvsfólk halda áfram við diplomútbúgvingini umvegis netið á journalistháskúlanum í Aarhuus. Tvey eru á byrjunarstigið, tvs. samanlagt eru tíggju starvsfólk, sum førleikamenna seg innan journalistikk. Fróðskaparsetur Føroya hevur sett ein bólk, ið skal arbeiða fyri at seta á stovn eina bachlorútbúgving í journalistikki. Fyri Kringvarp Føroya situr tíðindaleiðarin við í hesum bólki. Tvey starvsfólk hava verið á skeiði við heitinum Bliv en bedre interviewer. Tey bæði hava síðani haft eitt innanhýsis skeið fyri starvsfólkum,. Leiðslan hevur haft ein konsulent inni til undirvísing í starvsfólkasamrøðum og hvussu starvsfólk kunnu motiverast. Eisini hevur leiðslubólkurin verið á innanhýsis løgfrøðiligum skeiði í starvsfólkarætti. Ein leiðari fór í gongd við grundleggjandi leiðsluútbúgving. Umboð fyri Máltænastuna luttóku á ráðstevnu um fleirmæli 4.3 Raðfestingar innan ávísar bólkar av sendingum Tíðindi og aktuelt Kringvarpið hevur sent tíðindasendingar í útvarpinum 10 ferðir um dagin við einari endursending kl. 21. Í vikuskiftunum hava tríggjar tíðindasendingar verið sendar dagliga. Dagur og Vika hevur verið send fýra ferðir um vikuna. Eykasendingar hava verið í sambandi við, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fór frá, og tá Fólkaflokkurin tók seg úr samgonguni. Afturat hevur sending á 25 min. verið við nýggja formanninum í Javnarflokkinum. Eygsjón, ið er sending sum fer afturum tíðindini í útvarpi, hevur verið send 2 ferðir vikuliga. Kringvarpið gjørdi nógv burtur úr fólkatingsvalinum. Politisku flokkarnir høvdu hvør sína framløgusending í útvarpinum, og tvey fólk vórðu í andgletti í sjónvarpinum, har hvør flokkur slapp at hava tilsamans 4 umboð í sjónvarpsstovuni. Dagin eftir vórðu tey vigað í Polimetrinum eftir tíðindasendingina á middegi, har fjølmiðlafólk vigaðu flokkar og valevni, sum stillaðu upp til fólkatingsvalið.valkvøldið hevði útvarpið beinleiðis frásøgn frá úrslitum kring landið og úr Danmark. Løgtingsval var í oktober. Valstríðið byrjaði við politiskum orðaskifti í útvarpinum. Kringvarpið hevði valsendingar úti um landið og í studio í Sortudíki. Sendingarnar úti um landið vórðu útvarpaðar. Í hesum sendingum hevði vanligi borgarin møguleika at koma til orðanna. Kringvarpið bjóðaði politisku flokkunum at framleiða egna framløgusending á 20 min. til útvarp. Sama kvøld, sum flokkurin hevði framløgusendingina, varð floksformaðurin boðin í útvarpsstovuna í sendingina "Tvey móti einum," sum varð send í útvarpinum eftir tíðindini kl. 18.00. Dagin eftir varð Polimetrið sent. 7

Í sjónvarpinum vóru seks valsendingar, sum eisini vóru útvarpaðar. Ein frá hvørjum flokki var umboðaður í øllum sendingunum. Í hvørjari sending varð eitt evni tikið upp, sum veljarin metti hava týdning fyri, hvar krossurin skuldi setast. Fríggjakvøldið undan Løgtingsvalinum varð skipað fyri einum politiskum endaorðaskifti í Kringvarpinum, har í minsta lagi formaðurin og onnur umboð fyri flokkarnar vóru boðin við. Valdagin var Kringvarpið, sum vant, alment uppteljingarstað. Sent varð beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi, meðan upptalt varð. Tá úrslitið fyrilá, skipaði Kringvarpið fyri formansrundu millum formenninar í flokkunum. Mentan Hóskvøld hevur Kringvarpið sent føroyskar dokumentarsendingar í sjónvarpinum. Fríggjakvøld vóru aðrar lættari sendingar. Fyrst Refleksjón, síðani Frætt og fregnað, og í endanum av árinum varð Moldvarpið sent. Refleksjón kemur undir undirbólkin list. Frætt og fregnað og dokumentarsendingar fara ikki undir nakran undirbólk, men undir høvuðsbólkin mentan. Tó kunnu sendingarnar Fólksins Rødd partvís fara undir undirbólkin undirhald. Vit hava í uppfyllingini sett ein bólk sum vit kalla infotainment. Eftir okkara tykki, hoyrir ein sending sum Dilemma, ið varð send tvær ferðir, undir hendan bólk. Í útvarpi eru hesar sendingar beindar undir høvuðsbólkin mentan; Skannarin/Geymin, Perspektiv, Vitan, Bismarin,Útsýni, Tíðarinnar bakspegil, FIT og Meg minnist. Í undirbólkinum infotainment, liggja sendingar sum Góðan Morgun Føroyar, Álvaratos og summarsendingin FM204, sum varð send seinnapart á summarskránni. Undirbólkurin list hevur í útvarpsskranni verið uppfyltur við sendingini InMenti. Undirbólkurin drama varð uppfyltur við jólakalendararnum Greyturin hjá Gás og Moldvarp Føroya. Undirbólkurin bókmentir varð uppfyltur av sendingini Søgutímin við upplestri av skaldsøgum til ung og vaksin, sum eisini vórðu viðgjørd í sendingini InMenti. Undirbólkurin undirhald hevur haft prikið fríggjamorgun, sum er satira og klummuna í útvarpi. Í sjónvarpi varð Moldvarp Føroya sent. Álvaratos og Fólksins Rødd kunnu lutvíst eisini bólkast í hendan bólk. Átrúnaður Kringvarpið hevur sent morgunlestrar 6 dagar um vikuna og Guðstænastu ella møti hvønn sunnudag. Harumframt hava vit sent hópin av øðrum sendingum, ið kunnu flokkast at vera átrúnaðarligar sendingar. Her kunnu nevnast Tað heilaga evangeliið, Preludium, Tempo, Filosoffarnir og Adam og Eva og øll hini. Hetta eru alt sendingar, ið kunnu flokkast undir átrúnað og lívsáskoðan. Afturat hesum var sending í sjónvarpinum á jólum við Ebenezerkórinum í Ísrael. Onnur sálmafløgan varð útgivin og var væl umtókt. Samstundis varð farið undir triðju sálmafløguna, ið skal innihalda sangir hjá Brøðrasamkomuni. Ítróttur 8

Í sjónvarpi hava vit sent 3-2 tvær ferðir um vikuna, mánakvøld og hóskvøld. Í útvarpi hevur Ítróttarsendingin Smassj/Bólturin verið sunnudag. Her er talan um aktuellar ítróttarfrásagnir og viðgerðir av ítróttartilfari. Umframt hetta sendu vit í sjónvarpinum frá steypafinaluni í hondbólti og flogbólti, beinleiðis frá stóra FM degnum í judo, badminton og borðtennis, FM í svimjing og frá landsdystunum ímillum Føroyar og ávíkavist Slovenia, Estland, Norður-írlandi og Serbia. Í døgunum 25. juni til 2. juli sendu vit beinleiðis hvønn dag og hvørt kvøld av Isle of Wight, har Oyggjaleikirnir vórðu hildnir. Sent varð frá øllum sjey kappróðrunum bæði í útvarpi og live-stream á heimasíðuni. Børn og ung Á sjónvarpsskránni hava vit havt føroyskt og føroyska tilfar til børn. Teknirøðir og animatiónir við føroyskum røddum lisnar av yrkisleiklistafólki, hava verið vikuliga týsdag, mikudag og hósdag. Hygga síggj hevur verið føroysk barnasending, ið hevur verið á skránni fríggjadag. Vit tekstaðu og sendu amerikansku røðina Glee. Barnaútvarpið hevur verið sent hvønn gerandisdag. Leygardag hava vit í útvarpinum sent barnasendingina, Kringlan. Sunnukvøld hevur útvarpssending til ung verið á skránni. Summarið 2011 var somueiðis send ein røð av sendingum um útsjónd, smyrsl og annað til ungar gentur. FM204 var sending við fleiri tættum, ið vendu sær til ung. Kringvarpið hevur valt at hava føroyskt framleiddan ella føroyskt raddaðan jólakalendara í ávíkavist sjónvarpi og útvarpi annað hvørt ár. Í 2011 stóð jólakalendari til sjónvarpspartin fyri tørni. Hesaferð var talan um egna framleiðslu í 18 pørtum við heitinum Greyturin hjá GáS. Moldvarp Føroya var satirusending í sjónvarpinum, sum í stóran mun vendi sær til ungdómin. Tónleikur Ábyrgdarhavandi fyri tónleikaredaktiónina er settur, sum skal gera tónleikapolitikk fyri stovnin. Í sjónvarpinum hava vit sent hesar tónleikasendingar: Konsert við John Lawton, Deiggj og nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, føroyskan dans í Hornahúsinum, Terji og Føstufressar útgávukonsert og konsert við Jens Marna Hansen. Í útvarpi hava sendingarnar verið: Kvørnin, Rót og rútma, Playlistin, Árenn Elvis, Ragnarrok, Føroyskir sangir, Bolero, Rútmiska slóðin, Uppá tá, Álvaran, Tit skrivar vit spæla, Ring og spæl, Nýtt ljóð, Tónasláttur, Tjart, Kvirran, Turné, Døgurðabeatin, Ættarlið Y, LP in, 15 tær bestu, Áðrenn seks, Nýggjárskonsert og aðrar konsertir. Skipað varð eisini fyri væl eydnaðum spæl føroyskt degi í december mánaði við nýggjari sangløtu, har lurtarar kring landið fingu møguleika at syngja við. Hetta tiltak verður tikið upp aftur í 2012 og ætlandi nakað útbygt. Undirvísing Arbeitt hevur støðugt verið við at gera allar sendingar tøkar, soleiðis at m.a. undirvísingarstovnar fáa lætta atgongd til alt tilfar, sum Kringvarpið framleiðir. Samstarv við snar.fo kundi viðvirkað til, at sendingar, sum kunnu brúkast í undirvísingarhøpi, gjørdust meiri atkomiligar. Her verður hugsað um sendingar sum Vitan, Filosoffarnir, føroyskur dansur (Álvaran), Útsýni, Tíðarinnar bakspegil, Adam Eva og hini, Fit og genré tónleikasendingarnar. 9

Tænastur til fólk við breki Dagur og Vika og valsendingar hava verið deyvatulkaðar í 2011. Sendingar úti um landið Nógvar av sendingunum hjá Kringvarpinum eru regluliga kring landið. Eitt nú kunnu nevnast Útvarps- og sjónvarpstíðindini, Góðan Morgun Føroyar, Frætt og fregnað, Perspektiv, Reflekesjón, Fólksins rødd v.fl. Hetta fer í tíðarskeiðinum framvegis at vera soleiðis. Kringvarp Føroya er fyri allar føroyingar. Til løgtingsvalið gjørdu vit serligar valsendingar úti kring landið. 5 Public service skyldur arbeiðsskjal hjá Kringvarpsstýrinum TEKSTURIN TIL: PUBLIC SERVICE SKYLDUR ARBEIÐSSKJAL HJÁ KRINGVARPSSTÝRINUM ER TIL RÆTTLESTUR. VERÐUR LAGDUR ÚT SKJÓTAST GJØRLIGT. 6 Fíggjarlig tøl 6.1 Verandi inntøkustøði og raðfestingar Í talvuni sæst, at av samlaðu beinleiðis útreiðslunum í 2011 á góðar 32,6 mió kr. fóru 17,4 mió (53,4%) til sjónvarpssendingar og 15,2 mió (46,6%) til útvarpssendingar. Óbeinleiðis útreiðslurnar eru 31, 4 mió. Óbeinleiðis útreiðslunar, sum eru útgreinaðar í niðaru talvuni eru ikki allar óbeinleiðis, tí har eru nakað av fólki, ið eisini hava við framleiðslu at gera. Her kunnu nevnast sendifólk til útvarp og sjónvarp, útvarpstøkningar, ið klippa ljóðmyndir til serliga barnaútvarpi. Eisini eru nógv fólk, sum arbeiða í stábinum í Kringvarpinum, sum javnan gera sendingar ella hjálpa til við hesum. 2011 sendistøða: Tíðindi og aktuelt Mentan Átrúnaður Ítróttur Børn og ung Tónleikur Undirvísing Tænastur til fólk við breki Skrá/kunngerðir/dagsetur Beinleiðis útreiðslur Óbeinleiðis útreiðslur Íalt Sjónvarp Útvarp Íalt tkr. % tímar tkr. % tímar tkr. tímar 6.887 40% 109 4.592 30% 402 11.479 511 4.256 24% 44 5.762 38% 1.274 10.018 1.318 334 2% 61 482 3% 127 816 188 2.211 13% 61 897 6% 150 3.108 211 2.279 13% 38 1.244 8% 121 3.522 159 1.146 7% 8 2.095 14% 833 3.241 841 0 0% 16 0 16 264 2% 105 0 0% 0 264 105 40 118 1% 260 158 260 17.418 100% 442 15.189 100% 3.167 32.606 3.609 31.426 64.032 10

mió.kr. 2011 Beinleiðis kostnaður 32,6 Umsiting Umsiting og Stýrið 8,2 Teknisk deild 9,4 17,6 Annar kostnaður Rættindi 4,0 Ferðakostnaður 0,0 Útbúgving og førleikamennning 1,7 Eftirløn, frítíðarløn og marknaðargjøld 4,8 10,5 Íløgur og størri viðlíkahald 3,4 Avskrivingar av skuldarum 0,3 Nettorentur -0,4 Íalt 64,0 11