Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Lívið í Føroyum er framúr

Cruise ferðandi í Føroyum

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

2000 árgangurin roykfríur

Kappingarsamleiki Føroya

Mandy on holiday Avritssíður

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Heilsuvandi av at eta grind

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

HEIMSMÁLINI MÁL FYRI BURÐARDYGGA MENNING SUSTAINABLE DEVELOPMENT GOALS (SDG) FØROYSK TÝÐING DYGDARGÓÐ ÚTBÚGVING GÓÐ HEILSA OG VÆLFERÐ

Starvsfólk á dagstovnum

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Fólkaflyting og fólkavøkstur

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Menning av veðurtænastuni

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Búskaparfrágreiðing. Á vári. Mars 2017 BÚSKAPARRÁÐIÐ. I. Konjunkturmeting II. Inntøkubýti III. Fíggjarpolitiskt haldføri

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Formansfrágreiðing 2016

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Rættindi fyri atkvøður

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Føroyskur førleiki. Formæli.

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Búskaparfrágreiðing. I. Konjunkturmeting II. Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum III. Greiningar viðvíkjandi kommunum

Í verksetan. public service-sáttmála

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Leiðbeining um andadráttarverju

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Álvaratos who cares?

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Trý megin sløg av geislavirkni

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING

Oljumarknaðurin í Føroyum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Transcription:

Útnorðurøkinum Tórshavn, Reykjavík, Nuuk, 2017

2017 Gjørd av: Birna Hreiðarsdóttir, ritstjóri, birna@norm.is Harpa Ingólfsdóttir, harpa@adgengi.is Ása Olsen, asa@mbf.fo Theresa Turidardóttir, theresa@torshavn.fo Peter Barfoed, peter@tegnestuen.gl

Atkomulig ferðavinna er ein týðandi lutur í øllum ábyrgdar fullum og burðardyggum ferðavinnupolitikki. Tað er ein mannarættur eins væl og ein einastandandi handils ligur møguleiki. Fram um alt mugu vit síggja, at atkomilig ferðavinna ikki bert gagnar fólkum við vanføri ella serligum tørvi; hon gagnar okkum øllum. Taleb Rifai, aðalskrivari í UNWTO, United Nations World Tourism Organisation 3

Fororð Eitt ferðamál gevur onga meining uttan ferðafólk, og nógv ferðafólk eru ikki før fyri at vitja eitt ferðamál, sum ikki hevur atkomu, líka mikið hvussu lokkandi tað er. Fyri at øll ferðafólk skulu hava møguleikan at vitja eitt ferðamál, má atkoman vera góð, tí hon er ein av fleiri týðandi lutum, sum ávirka ferðafólk, tá tey velja sær ferðamál og støð at vitja. At tryggja ferðafólkum í Útnorðurøkinum Íslandi, Føroyum og Grønlandi (frá nú av bert rópt Økið ) atkomu er ein stór avbjóðing, sum uttan iva fer at gera tað meira lokkandi og tryggari hjá øllum ferðafólkum at vitja, óansæð hvussu teirra likamligu førleikar eru. Hetta hevur serligan týdning, tá havt verður í huga, at í Útnorðurøkinum ferðast ferðafólk í stóran mun til og í tí ókenda. Vitanin um, at grundreglurnar um atkomu verða virdar, hevur tí serliga stóran týdning fyri tey. Hendan almenna frágreiðingin, sum framyvir verður kallað vegleiðing, er á ongan hátt ein víðfevnd greining av øllum pørtum av atkomu í ferðavinnuni. Havandi í huga stutta skotbráið fyri at gera hana, er hon einans ein heildarmynd av hesum málinum. Við at veita praktiska kunning um, hvussu atkoma til ferðavinnuhentleikar kann betrast, og við at leggja dent á at gera atkomu til ferðavinnuhentleikar til eitt aðalmál í Økinum, er vónin, at hendan vegleiðingin kann vera grundarlagið fyri betri ferðavinnuumstøðum í Økinum í árunum, sum koma. Hendan verkætlanin bar til við stuðli frá ymsum keldum, fyrst og fremst frá norðurlendska samstarvinum NORA. Eitt yvirlit við stuðlum sæst í 14. kapituli. Vegleiðingin verður tøk á enskum, íslendskum, føroyskum og grønlendskum. Ein hjartans tøkk til øll tey, sum hava verið við til at gera vegleiðingina. Tað hevur verið ein stór avbjóðing og samstundis ein fragd at vera partur av fyrstu verkætlan nakrantíð um atkomu til ferðavinnuhentleikar í Útnorðurøkinum. Mai 2017 Birna Hreiðarsdóttir og Harpa Ingólfsdóttir, Ísland Ása Olsen og Theresa Turidardóttir, Føroyar Peter Barfoed, Grønland 4

Innihald 1. kapitul. Innleiðing 7 1.1 Økið, talan er um... 7 1.2 Verkætlan... 7 Burðardygd og ferðavinna... 8 2. kapitul. Atkomulig ferðavinna fyri øll 9 2.1 Skilmarkingar... 9 2.2 Málbólkar... 10 2.3 Hagtøl... 11 3. kapitul. Sereyðkenni við ferðavinnuni í Økinum 12 3.1 Sum heild... 12 3.2 Ymisk sløg av ferðavinnu í Økinum... 13 3.2.1 Siðbundin ferðavinna... 13 3.2.2 Adventure-ferðavinna... 13 3.2.3 Cruise-skip... 14 4. kapitul. Atkoma 16 4.1 Meginreglur... 16 4.2 Nýggj visjón... 17 4.3 Høvuðsøki, ið krevja bata... 17 4.4 Góð atkoma gevur góðar inntøkur... 18 5. kapitul. ST-samtyktin um rættindi hjá fólki, ið bera brek 20 5.1 Ferðavinna og CRDP... 20 5.2 Ávirkanin av CRDP... 21 6. kapitul. Lóggáva 22 6.1 Yvirlit... 22 6.2 Ríkislóggáva... 23 5

7. kapitul. Samstarv og áhugapartar 24 7.1 Samstarv í Økinum... 24 7.2 Leikluturin hjá tí almenna og tí privata 24 7.3 Almenni sektorurin... 25 7.4 Kommunalir myndugleikar... 25 7.5 Privati sektorurin... 26 8. kapitul. Universal design 27 8.1 Hvussu universal design kann betra um atkomu 27 8.2 Atkomuketan... 27 8.3 Sambinding í flutningi... 28 9. kapitul. Dygd í ferðavinnuni 30 10. kapitul. Atkoma til kunning 31 10.1 Týdningurin av kunning... 31 10.2 Rætta kunningin... 31 10.3 Kunningarkeldur... 32 10.4 Kunningartøkni... 32 11. kapitul. Upplæring av starvsfólkum 34 11.1 Meginreglur... 34 11.2 Førleikar hjá starvsfólkum í tænastuferðavinnuni 34 12. kapitul. Tilmæli og niðurstøða 36 13. Ritskrá 37 14. Tøkkir 38 15. Styttingar 39 16. Myndir 40 6

1. kapitul. Innleiðing 1.1 Økið, talan er um Norðurlendska ráðharraráðið skilmarkar Útnorðurøkið sum Ísland, Føroyar, Grønland og norska vesturstrondin. Hetta er víst á kortinum niðanfyri. THE WEST-NORDIC REGION however does not cover the West coast of Norway, the Hendan vegleiðingin fevnir tó ikki um norsku vesturstrondina, tí Noreg hevur sína egnu ætlan fyri atkomu til ferðavinnuhentleikar og hevur gjørt munandi framgongd á økinum. Tískil fevna tilsipingar í vegleiðingini til Útnorðurøkið (ella Økið) bert um. 1.2 Verkætlan Hendan vegleiðingin hevur sum mál at geva eitt yvirlit av teimum átøkum, ið mugu verða framd fyri at geva betri atkomu til ferðavinnuhentleikar í Útnorðurøkinum. Høvuðsdenturin er lagdur á stuðul og ráðgeving til tey privatu, sum reka ferðavinnuhentleikar, um, hvussu tað ber til at bøta um atkomumøguleikarnar hjá øllum ferðafólkum, sum ferðast í Økinum. Samstundis verður víst á ábyrgdina hjá almennu myndugleikunum eins og stóra týdningin av samstarvi millum allar áhugapartar viðvíkjandi atkomu. Tá tosað verður um atkomu til ferðavinnumál og -hentleikar verður dentur serliga lagdur á tríggjar høvuðstættir, sum allir hava samband við hvønnannan: (a) umstøðurnar í einum bygdum umhvørvi við atkomu, sum er nógv tað størsta evnið, (b) kunning 7

til ferðafólk um atkomu og (c) upplæring av starvsfólki, sum er grundleggjandi fyri at gera atkomuligar hentleikar í ferðavinnuni væleydnaðar. Hendan vegleiðingin viðger allar hesar tættir. Tilmæli verða eisini gjørd til avvarðandi partar at taka til eftirtektar. Í altjóða høpi kappast ferðamál ofta um einki annað enn ímyndina, sum møgulig ferðafólk hava í høvdinum. Ímyndin av Útnorðurøkinum sum ferðamál komandi árini fer í stóran mun at verða treytað av at betra um undirstøðukervið. Í hesum høpi er tað ein týðandi uppgáva at gera Økið atkomuligt hjá øllum ferðafólkum, og í vegleiðingini verður víst á, hvussu tað kann gerast. Burðardygd og ferðavinna Betri atkoma er eitt sera týðandi evni í Útnorðurøkinum, sum má takast upp til kjak. Men samstundis eigur at verða nevnt, at ferðavinnan í Økinum hevur fleiri aðrar avbjóðingar fyri framman. Eins og aðrastaðni í heiminum verður bæði politiskt og altjóða væntað av Økinum, at ein ferðavinnupolitikkur verður mentur, sum tekur atlit til tørvin á at varðveita burðardygd. Atkoma og burðardygd eru á mangan hátt samantvinnað og eiga tí at verða tikin til viðgerðar samstundis. Eitt sunt undirstøðukervi eigur at verða ment og hildið við líka fyri at tryggja grundarlagið fyri at reka burðardygga ferðavinnu í lokalsamfeløgunum í Økinum. Týdningarmikið er við góðari stýring av burðardyggari ferðavinnu, og hon eigur heilt greitt at verða grundað á umhvørvisvernd og annað, sum hevur samband við hetta. Í summum førum kann umhvørvisvernd gera tað neyðugt at skerja atkomuna í tráð við ein ábyrgdarfullan og burðardyggan ferðavinnupolitikk í Økinum. Men samstundis eiga myndugleikar í Útnorðurøkinum at verja rættindini hjá øllum ferðafólkum at vitja ferðamál, sum eru opin fyri almenninginum. 8

2. kapitul. Atkomulig ferðavinna fyri øll 2.1 Skilmarkingar Ferðavinnuvirksemi verður av Altjóða ferðavinnufelagsskapinum (UNWTO) skilmarkað soleiðis: Ferðavinna fevnir um virksemið hjá fólki, sum ferðast til og eru í støðum uttanfyri teirra vanliga umhvørvi í í mesta lagi eitt ár fyri stuttleika, vinnu og onnur endamál, sum ikki hava samband við virksemi, ið verður lønt av staðnum, ið vitjað verður. 1 Nú hevur UNWTO lagt soljóðandi brot um atkomu afturat: Meira nágreinað snýr ferðavinna seg um tær ferðir, ið verða gjørdar í okkara frítíð, vanliga við tí endamáli at hvíla, at læra um aðrar mentanir, aðrar lívsførslur ella bert til at stuttleika sær. Fólk, ið gera slíkar ferðir, eru bólkurin ferðafólk, tey hava rætt til at ferðast frítt til ymisk støð, sum eru atkomulig hjá øllum. 2 Tankin um at skapa møguleikar fyri øll at sleppa framat ferðavinnuhentleikum er eitt lutfalsliga nýtt áhugaøki, og tí hevur tað týdning at gera greitt, hvat liggur í hesum. Sum áður nevnt, hevur burðardygd nógv at siga, og aðrar orsøkir kunnu forða fyri óavmarkaðari atkomu hjá ferðafólkum í Økinum, men forðingar eiga ikki at vera grundaðar á orsøkir, sum hava nakað samband við nakrar likamligar avmarkingar, sum eitt ferðafólk kann hava. Tí er tað óviðkomandi at vísa á, at tað ikki er nakað trot á ferðafólkum, sum koma til Økið. Grundleggjandi tankin við atkomuligari ferðavinnu fyri øll er at skapa umstøður til øll at kunna njóta at vitja ferðavinnuhentleikar. 1 http://statistics.unwto.org/sites/all/files/pdf/unwto_tsa_1.pdf 2 http://www.e-unwto.org/doi/pdf/10.18111/9789284416585 9

Tað er ein útbreidd misfatan, at atkomulig ferðavinna fyri øll í høvuðsheitum sipar til møguleikarnar hjá fólki í koyristóli at sleppa framat ferðavinnuhentleikum. Hetta er ikki so, tí tað eru nógvir aðrir bólkar, sum høvdu fingið gagn av betri atkomu. 2.2 Málbólkar Politikkurin um atkomuliga ferðavinnu fyri øll inniber, at tá ein ferðavinnustrategi verður gjørd, verða øll ferðafólk tikin við. Tískil kann ein avgerð um atkomu ikki útihýsa bólkum av fólkum í koyristóli ella fólk, sum bera eitt ávíst brek, so sum sjónveik, deyv ella hoyriveik, fólk við andligum breki ella skaða o.s.fr. Allir omanfyrinevndu bólkar eiga at verða tiknir við, tá tosað verður um atkomuliga ferðavinnu fyri øll, men atkoma er á sama hátt galdandi fyri tey við minni sjónligum sjúkum ella heilsutrupulleikum, eitt nú fólk við astma ella ovurviðkvæmi, fólk við stutt- ella langtíðarsjúkum, lekiligar ella ólekiligar. Fylgjandi bólkar eru í vanda fyri at hava avmarkaða atkomu til ferðavinnuhentleikar, innandura ella uttandura, og høvdu tí havt gagn av betri atkomu, men listin er ikki endaligur: Sjónveik fólk Fólk í koyristóli Fólk, ið ganga spakuliga ella á høkjum Fólk við fatanartrupulleikum Hoyri- ella taliveik fólk Fólk við atburðarólagi Fólk, sum bera onnur brek Afturat hesum listanum kunnu leggjast aðrir bólkar, sum kunnu verða ávirkaðir av vánaligum atkomumøguleikum, til dømis familjur við smáum børnum, barnakonur, fólk, sum bera vøru ella viðføri og stór og lítil fólk. Tá tosað verður um atkomu fyri øll til ferðavinnuhentleikar, kunnu ávísir bólkar, fyri at gera tað greiðari, verða nevndir í hesi vegleiðing. Men í flestu førum verða tey, ið sum heild fáa gagn av betri atkomu til ferðavinnuhentleikar, nevnd sum ferðafólk við avmarkaðum mobiliteti í hesi vegleiðing. 10

Avmarkaður mobilitetur hevur tætt samband við aldur, og brek og lýti av øllum slag gerast vanligari, sum fólk eldast. Hóast nógv tann størsti parturin av eldri fólkum, sum ferðast, ikki meta seg sjálvi at bera brek, fáa tey uttan iva eisini gagn av betri atkomu. Í hesum sambandi má havast í huga, at lutfalsliga veksur parturin av eldri fólkum í framkomnu londunum sera nógv. 2.3 Hagtøl Metingar um møguliga eftirspurningin frá ferðafólki við skerdum mobiliteti í framtíðini eru ógvuliga ójavnar, men útrokningar siga, at meir enn ein millard fólk, ella 15% av heimsins íbúgvum, bera okkurt slag av breki, og harafturat hava millum 110 milliónir og 190 milliónir munandi trupulleikar við at virka. Harumframt verður mett, at 30% av vanliga fólkinum fyrr ella seinni í lívinum fer at fáa tørv á góðari atkomu, og flestøll fólk fara at hava eitt brek fyrr ella seinni í lívinum. 3 Taka vit øll tey við, sum kunnu fáa gagn av betri atkomu til ferðavinnuhentleikar, hetta eru fólk, sum bera brek, eldri fólk, barnakonur, familjur við ungum børnum og tey, sum hava aðrar virkisførar, heilsuligar ella mobilar avmarkingar, so verður mett, at millum 30 og 40% av heimsins íbúgvum í ávísan mun fáa gagn av betri atkomu til ferðavinnuhentleikar og -tænastur. 3 WHO, World Health Organisation, World Report on Disability: http://who.int/disabilities/world_report/2011/report.pdf 11

3. kapitul. Sereyðkenni við ferðavinnuni í Økinum 3.1 Sum heild Hóast ávísir landafrøðiligir, søguligir og mentanarligir munir eru millum Ísland, Føroyar og Grønland, verður mett, at hesi londini hava nóg nógv felags eyðkenni til at byggja grundarlagið fyri eini felags strategi um atkomuliga ferðavinnu fyri øll. Hesi trý oyggjalondini í norðuratlantshavinum hava meira til felags enn flest onnur øki í Evropa, tá tað ræður um óspilt landsløg og náttúru, sum gera Økið bergtakandi hjá ferðafólkum at vitja. Støddin á londunum í Útnorðurøkinum eru: Grønland: 341.701 km2, fólkatal 56.239 (2017). Ísland: 100.351 km2, fólkatal 338.450 (01.12.2016). Føroyar: 1.401 km2, fólkatal 50.000 (2017). Samanlagda fólkatalið í teimum trimum londunum er 444.689. Í Økinum eru ovurstórar víddir, sum eru lítið bygdar ella als ikki bygdar, eins væl og stór strandaøki, sum geva ferðafólkum nógvar møguleikar. Knortluta landslagið í Økinum ger tað til eina avbjóðing at byggja eitt gott undirstøðukervi, sum er álítandi og atkomiligt hjá øllum ferðafólkum. Tað hevur týdning at hava felags søguna hjá Økinum sum ein týðandi part av ferðavinnuni. Ímyndin av einum reinum, umhvørvisliga ábyrgdarfullum Øki eigur eisini at verða varðveitt og gjørd betri. Samanborið við evropeiska meginlandið hevur Útnorðurøkið nøkur øðrvísi mál at loysa viðvíkjandi atkomu til allar ferðavinnuhentleikar. Tað slepst bert til oyggjarnar loftvegis ella sjóvegis, samanborið við evropeiska meginlandið, har ferðafólk eisini kunnu koyra og/ella taka tok, tá tey vitja onnur lond. Størsta avbjóðingin hjá ferðavinnuni í Útnorðurøkinum tey komandi árini er at menna undirstøðukervið við at taka stig til at taka atlit til atkomu í øllum ætlanum. Betri at koma til ferðavinnuhentleikar kann gera sítt til, at ávís ferðamál ikki bert eru áhugaverd ein part av árinum, sum kann gerast ein stórur fyrimunur hjá Útnorðurøkinum. 12

3.2 Ymisk sløg av ferðavinnu í Økinum Felags eyðkennini fyri londini, sum eru í Útnorðurøkinum, merkja eisini, at slagið av ferðavinnu í londunum er nakað tað sama. Hervið ikki sagt, at avbjóðingarnar at menna ferðavinnuna eru tær somu orsakað av ymiskum undirstøðukervum. Men tá tosað verður um atkomu til ferðavinnuhentleikar í Økinum er hent at skilmarka høvuðssløgini av ferðavinnu, og hvussu krøvini um atkomu skulu lúkast undir ymsum umstøðum. 3.2.1 Siðbundin ferðavinna Ferðafólk, sum koma úr øllum heiminum, antin í bólkum ella sum einstaklingar, bara fyri at vitja tey vanligastu ferðamálini í Økinum, fara altíð at vera størsti parturin av øllum ferðafólkum, sum vitja Økið. Vanligar reglur um atkomu eru galdandi fyri hendan bólkin av ferðafólkum, og tá tey ferðast frítt til ymisk støð, slepst ikki undan, at summi ferðamál ikki kunnu røkkast av ferðafólkum við avmarkaðum mobiliteti. Fyri hesi ferðafólk er kunning um atkomu av alstórum týdningi. 3.2.2 Adventure-ferðavinna Adventure-ferðavinna kann lýsast sum frítíðarvirksemi, ið fer fram á einum óvanligum, eksotiskum, fjarskotnum ella óbygdum stað, og sum sum oftast verður sett í samband við stórt virksemi og aktivitet hjá teimum luttakandi, sum oftast uttandura. 4 Nú Adventure-ferðavinna er vorðin alsamt betur umtókt seinastu tíðina, er greitt, at Útnorðurøkið hevur sera áhugaverdar møguleikar í hesum slagnum av ferðavinnu og longu bjóðar slíkar møguleikar. 4 Thomson River University: http://www.tru.ca/act/adventure/programs/adventureguide/adventuretourism.html 13

Í Kanada, USA og nógvum øðrum londum er eitt greitt rák við at taka ferðafólk við skerdum mobiliteti við í sovorðna ferðavinnu, har tað ber til. Tað sama eigur at gera seg galdandi við ferðafólkum, sum ferðast í Útnorðurøkinum. 5 Hetta er ein ferðavinnugrein, sum tað eigur at verða hugt væl eftir komandi árini, men tað sigur seg sjálvt, at tað verður verri at røkka sama støði á atkomu í hesum slagi av ferðavinnu sum í siðbundnari ferðavinnu. 3.2.3 Cruise-skip Seinnu árini er tað vorðið vælumtókt at vitja Útnorðurøkið við cruise-skipum. Hetta slagið av ferðavinnu hevur sínar fyrimunir viðvíkjandi atkomu til øll ferðafólkini, tí fyriskiparar av túrunum kunnu hava eitt ávíst yvirlit yvir, hvørji ferðamál verða vitjað, meðan skipið er í havn. Kortið niðanfyri vísir, at hesi skipini sigla til fleiri støð í Útnorðurøkinum. Ferðamál hjá cruise-skipum í Útnorðurøkinum Eitt hugskot, sum hevði verið vert at umhugsa, er, at londini í Økinum gjørdu eina felags strategi um hetta slagið av ferðavinnu. Eitt samstarv kundi møguliga slóðað fyri eini meira effektivari cruise-skip-ferðavinnu við millum annað felags krøvum um atkomu. 5 UNWTO, Global Report on Adventure Tourism: http://cf.cdn.unwto.org/sites/all/files/pdf/final_1global_report_on_adventure_tourism.pdf 14

Tað hevði eggjað fyriskiparum av cruise-ferðum at lagt at fleiri staðni í Íslandi, Føroyum og Grønlandi, um teir kundu verið vísir í, at atkomumøguleikar verða viðgjørdir í felag. Tó skal kostnaðurin av umbyggingum og dagføringum, sum verða neyðugar fyri at taka ímóti ferðafólkum við skerdum mobiliteti, eisini havast í huga. Spurningurin eigur at verða settur, hvør hevur ábyrgdina av at betra um atkomuna til ferðavinnuhentleikar. Hvussu fara ferðafólk á cruise-skipum, sum fáa ágóðan av íløgum í umstøðurnar á landi, at afturrinda fyrimunirnar við at brúka tær? Hetta er ein týðandi spurningur, sum ikki verður viðgjørdur meira í hesi vegleiðingini. Ein frágreiðing, sum er verd at hyggja eftir, leggur upp til, at tættari samstarv er neyðugt fyri at gera tað møguligt hjá øllum sløgum av skipum, frá seglbátum til altjóða cruise-skip, at sigla til Økið, sum so verður eitt portur til arktiska ferðavinnu (E. H. Huijbens, K. B. Gunnarsson). Um tað skal verða veruleiki, mugu spurningar um atkomu viðgerast, allarhelst í felag. 15

4. kapitul. Atkoma 4.1 Meginreglur Hvat ger ein hentleika ella eina tænastu atkomuliga hjá øllum? Svarið upp á hendan spurningin er ikki so einfalt, tí altjóða semja er ikki um, hvussu hugtakið atkoma skal uppfatast. Tað tykist sum um ymsir bólkar (vinnulív, brúkarar, sniðgevar, politikarar og almennir myndugleikar) og ymisk lond brúka orðið samsvarandi teirra egnu siðvenju, mentan, vanligu mannagongd, lóggávu o.s.fr. Ymsar tulkingar og íverksetanir hava ført til nógv frábrigdi kring heimin. Enntá standardiseringar um atkomu, sum International Standardisation Organisation (ISO) hevur gjørt, brúka ymsar útgávur. 6 Tað krevur nógv at skilja torgreidda samanspælið millum ferðavinnu, mobilitetsspurningar og umhvørvi. Atkoma gevur umstøðurnar, sum ger tað møguligt hjá okkum at koma til, fara inn í, fara út úr og brúka hentleikar, hús, handlar, leikhús, lundir og sum heild alt umhvørvið. Atkoma loyvir fólki at taka lut í sosialum og búskaparligum aktivitetum, sum tað bygda umhvørvið er gjørt til. Hetta er satt fyri ferðafólk eins væl og onnur. Atkoma er ein grundleggjandi partur av einum bygdum umhvørvi, bæði innandura og uttandura. Í ferðavinnu fevnir atkoma um nógv ymisk øki umframt umhvørvið, til dømis vørur og tænastur, ið eiga at vera atkomuligar hjá øllum. Tað týdningarmikla við hesum hugburði er, sum áður nevnt, at tað verður mett, at í miðal fara fleiri enn 30% av øllum heimsins íbúgvum fyrr ella seinni í lívinum at hava brúk fyri serliga góðari atkomu, og fólk flest fara at hava skerdan mobilitet onkuntíð í teirra lívi. Í vanligari talu knýta politikkur og mannagongdir viðvíkjandi atkomu seg at tveimum høvuðslutum, sum eru, hvønn atkoman er ætlað til, og hvørjar møguleikar gevur atkoman. Hetta kann eisini verða orðað soleiðis, at atkoma er eitt fyribrigdi, sum kann síggjast úr tveimum sjónarhornum, nevniliga hvussu lætt ella torført tað er at koma til eitt stað og talið av møguleikum, sum staðið hevur. 6 Tourism for everyone with accessibility standards. A comprehensive overview of ISO standards as regards accessibility. Julian Theseira, 27. september 2016. http://www.iso.org/iso/home/news_index/news_archive/news.htm?refid=ref2123 16

4.2 Nýggj visjón Um allan heim verður týdningurin av at integrera fólk, ið bera brek, inn í allar partar av samfelagnum, tikin í størri álvara, og hetta fer bara at veksa í nærmastu framtíð. Í veruleikanum ber til at siga, tá hugt verður eftir sosialu støðuni hjá vanføri, at vanføri er vanligt, og at tað í roynd og veru er umhvørvið og sosialir normar og hugburður, sum skapa atkomuforðingar og mismun. Almennir myndugleikar í Økinum og ferðavinnan eiga at hava hetta sjónarmiðið í huga, tá tey skipa sítt virksemi. Hesin hugburður fer so líðandi at slóða fyri at skapa umstøður fyri øll at ferðast til og í Útnorðurøkinum. Tað er ein útbreidd semja um, at atkomulig ferðavinna fyri øll hevði styrkt ímyndina av ferðamálinum, men framvegis tykist tað í ferðavinnuni at vera ein vantandi viðurkenning av týdninginum av atkomuligari ferðing og hvussu útbreidd krøvini um atkomu eru. Grundin kann vera, at tað sum áðurnevnt ikki er nágreiniliga skilmarkað, júst hvat atkomulig ferðavinna er. 4.3 Høvuðsøki, ið krevja bata Ferðafólk við skerdum mobiliteti, sum ferðast í økjum við antin ongari ella avmarkaðari atkomu, uppliva bæði nágreiniligar trupulleikar og so meira vanligar trupulleikar. Summir av hesum trupulleikum eru ikki eindømi fyri Útnorðurøkið, harímillum: Vantandi atkoma til og frá flogvølli Vantandi atkoma til akfør, sum taka koyristól Vantandi atkoma til kømur á gistingarhúsi Vantandi professionell starvsfólk, sum duga at taka sær av trupulleikum við atkomu Vantandi álítandi upplýsingar um, hvussu atkomulig ávís ferðamál eru Vantandi atkomuligar matstovur, barrir og onnur støð Vantandi atkomulig vesi á matstovum og á almennum støðum Vantandi tøknilig hjálp og útgerð til fólk, ið bera brek, eitt nú koyristólar, baðistólar, lyftur, hoyritól o.s.fr. Vantandi atkoma til skipaðar ferðir til ferðamál Vantandi atkoma til gøtur og gongubreytir Vantandi atkoma, ella bert partvís atkoma, til heimasíður Flutningur er í roynd og veru eitt lyklaøki, tá tað ræður um atkomu. Eitt ávíst ferðamál kann vera mett eftir, hvussu væl tað kann veita ferðafólkum atkomu. Tá avgerðir eru tiknar at um betra um atkomu til ferðavinnuhentleikar, er tað sjálvsagt 17

at hyggja eftir atkomuni í flutningi, eftirsum tað at koma til ferðamálið er ein fortreyt hjá fólki við skerdum mobiliteti fyri at njóta tað, sum ferðamálið hevur at bjóða. 4.4 Góð atkoma gevur góðar inntøkur Royndir vísa, at ferðavinnan stendur til at fáa fleiri ágóðar av at økja sínar tænastur við betri atkomu. 7 Við at brúka teir náttúrligu kappingarfyrimunirnir og geva eina serliga uppliving við høgari góðsku, sum millum annað er grundað á atkomu fyri øll, kann ferðavinnan í Útnorðurøkinum rættvísgera prísleguna, sum er neyðug fyri at veksa um vinningsførið í Økinum. Tað er eingin grund til at halda, at fólk við skerdum mobiliteti hava minni keypiorku enn onnur ferðafólk. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at fólk við skerdum mobiliteti í mongum førum dáma best at hava onkran afturat sær á ferðini, og summi kunnu ikki ferðast einsamøll og hava tí ofta familju, vinfólk ella hjálparar við sær. Ein kanning vísir, at meir enn 50% av fólkum við skerdum mobiliteti ferðast saman við einum partnara, 20% við einum barni, og millum 21% og 25% við einum felaga. 8 Ferðavinna fyri fólk við skerdum mobiliteti kann síggjast sum multi-customer ferðavinna. Fyri hvønn persón, ið ber brek, ferðast í miðal 1,5 persónur við viðkomandi (UNWTO, 2015). Hetta vísir, at betri atkoma til ferðavinnuhentleikar í Økinum hevði gagnað nógvum fólkum, ikki bert teimum við skerdum mobiliteti. Hetta hevði givið størri inntøkur til bæði almenna og privata sektorinum, sum fæst við ferðavinnu. Royndir vísa, at atkomulig ferðavinna gevur meira enn miðalinntøkan frá vanligari ferðavinnu (UNWTO, 2015). 9 Kappingin millum ferðamál runt heimin er rættiliga hørð. Tey, sum hava og bjóða ferðamál við atkomu fyri øll, betra sítt kappingarføri og fáa viðskiftafólkini at koma aftur. Hinvegin kunnu ferðamál, sum ikki bjóða hesar tænastur, missa í mun til tey, sum hava góða atkomu, ein týðandi partur av framtíðar ferðavinnutænastu. 7 UNWTO, Manual on accessible tourism for All Public-private Partnerships and good Practices: http://cf.cdn.unwto.org/sites/all-files/docpdf/aamanualturismoaccesibleomt-facseng.pdf 8 http://cf.cdn.unwto.org/sites/all/files/docpdf/aamanualturismoaccesibleomt-facseng.pdf 9 http://cf.cdn.unwto.org/sites/all/files/docpdf/aamanualturismoaccesibleomt-facseng.pdf 18

Tað er áhugavert at hyggja eftir royndum úr Skotlandi við at betra um atkomu til ferðavinnuhentleikar. Í Skotlandi vísa kanningar av innlendis ferðavinnu, hvussu nógv atkomulig ferðavinna gevur til ferðavinnubúskapin. 391 milliónir fyri gistingar og 1,1 milliard fyri dagtúrar. (Chris McCoy, Head of Accessible Tourism Programme, Visit Scotland, 2016). Ein verkætlan við betri atkomu hevur nú verið í gongd í fleiri ár og hevur givið skotska búskapinum munandi vinning: Millum januar og november í 2013 komu 370 milliónir inn frá atkomuligari ferðavinnu. Hetta var ein vøkstur á 45 milliónir í mun til sama tíðarskeið í 2010. Kelda: Visit Scotland. http://accessible-training.visitscotland.org/ - GBTS Survey. At innarbeiða atkomu í ferðavinnuna í Útnorðurøkinum skal ikki síggjast sum ein uppgáva, ið krevur stórar ella torførar broytingar í øllum løgum. Ofta snýr tað seg um at spakuliga og miðvíst at innarbeiða einfaldar loysnir, sum geva batar, og tá tær hava ávirkan á pláss, samskifti og persónliga avgreiðslu av viðskiftafólkum, gagna tær øllum og ikki bert ferðafólkum við skerdum mobiliteti. Við at arbeiða saman verður Økið ein sterkari eind, og vónandi kunnu realistisk felags mál um atkomu røkkast í framtíðini. 19

5. kapitul. ST-samtyktin um rættindi hjá fólki, ið bera brek Tað var eitt stórt framstig í stríðnum hjá fólki, ið bera brek, fyri betri atkomu, tá STmillumtjóðasáttmálin um Rættindi hjá persónum, ið bera brek, varð gjørdur í Genève, Sveis, í 2006 (frá nú av umrøddur sum CRDP). 10 Undirskrivingin av CRDP og tað, at flestu lond, sum høvdu undirskrivað, gjørdu hann til lóg, hevur havt ávirkan um allan heimin, tí í mun til fyrr vænta ferðafólk, sum koma úr londum, ið hava sett CRDP í gildi, at somu grundreglur eru galdandi í Útnorðurøkinum sum í teirra egna landi. Grein 3 (f) í samtyktini sigur, at ein av høvuðsreglunum er rætturin hjá fólki, sum bera brek, til atkomu. Havast skal í huga, at hendan vegleiðing fevnir um bæði rættindi hjá fólki, sum bera brek, til atkomu til ferðavinnuhentleikar og um tørvin til atkomu til ferðavinnuhentleikar hjá øllum, sum fáa gagn av betri atkomu, hóast tey ikki kunnu bólkast sum fólk, ið bera brek, í CRDP, sum fylgjandi: Millum fólk, sum bera brek, verða eisini roknað tey, sum hava langtíðar likamliga, sálarliga, andliga og sansaliga skerdar førleikar, sum, tá tey møta ymsum forðingum, ikki kunnu taka fullan og effektivan lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur (Grein 1, stk. 2). 5.1 Ferðavinna og CRDP Í grein 3 í CRDP verða grundleggjandi rættindini hjá fólki, ið bera brek, staðfest. Viðvíkjandi atkomu verður sagt soleiðis: Endamálið við verandi samtykt er at fremja, verja og tryggja fulla og javna njóting av øllum mannarættindum og grundleggjandi frælsum hjá øllum fólkum, ið bera brek, og at fremja virðing fyri teirra náttúrligu tign. Millum fólk, sum bera brek, verða eisini roknað tey, sum hava langtíðar likamliga, sálarliga, andliga og sansaliga skerdar førleikar, sum, tá tey møta ymsum forðingum, ikki kunnu taka fullan og effektivan lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Grein 9 er høvuðsgreinin, tá tað snýr seg um atkomu. Har stendur: Myndugleikar skulu, umframt annað, taka hóskandi stig til at tryggja fólkum, ið bera brek, atkomu á jøvnum føti við onnur, til fysiska umhvørvið, til flutning, til kunning og samskifti, íroknað kunn ingar- og samskiftistøkni og skipanir, og til aðrar hentleikar og tænastur, sum eru opnar fyri ella veittar almenninginum, bæði í býar- og í bygdarøkjum. Íroknað hesi stig skal vera ásannan og burturbeinan av forðingum til atkomu. 10 Samtyktin kann lesast í fullum líki á ST-heimasíðuni: https://www.un.org/development/desa/disabilities/convention-on-the-rights-of-persons-with-disabilities.html 20

Grein 30 í CRDP ásetir, at myndugleikar skulu taka hóskandi stig til at geva fólkum, sum bera brek, møguleikar at menna og brúka teirra skapandi, listaligu og andligu gávur, ikki bert fyri teirra egna fyrimun, men eisini fyri at ríka samfelagið. Somuleiðis skulu myndugleikar fyri at geva fólki, sum bera brek, møguleikar at luttaka í frítíðarog ítróttavirksemi, taka hóskandi stig til at tryggja, at fólk, sum bera brek, hava atkomu til ítrótta-, frítíðar- og ferðavinnupláss; og at tey hava atkomu til tænastur frá teimum, sum skipa fyri frítíðar-, ferðavinnu- og ítróttavirksemi. CRDP viðurkennir atkomu sum ein tryggjaðan rætt hjá fólki, sum bera brek, treytað av, at limalondini í ST staðfesta samtyktina og seta hana í gildi. Hesi borgararættindi eru grundreglurnar, sum hendan vegleiðing er bygd á. Grundað á CRDP skal atkoma ikki longur verða roknað sum nakað, ið eigur at kannast, tí skyldurnar at betra um atkomu og rættin til atkomu eru ein av grundreglunum í samtyktini. 5.2 Ávirkanin av CRDP Tá lóggáva, grundað á CRDP, er komin í gildi í Útnorðurøkinum, verða løgfrøðiligu rættindini hjá ferðafólkum, ið bera brek, greiðari. Tað er galdandi fyri atkomu eins væl og onnur øki, sum CRDP fevnir um. Her skal dentur leggjast á, at ferðafólk, ið koma undir bólkin fólk, sum bera brek, hava eina eitt sindur øðrvísi støðu enn tey, sum hava skerdan mobilitet, tá tosað verður um atkomu í einum løgfrøðiligum høpi. Endaliga málið má vera, at øll ferðafólk hava atkomu til ferðavinnuhentleikar, bæði tey, sum koma undir CRDP, og tey, sum ikki hava langtíðar skerdar førleikar. 21

6. kapitul. Lóggáva 6.1 Yvirlit Væl umhugsað ríkislóggáva um atkomu er eitt týðandi amboð til at skapa tær bestu umstøðurnar fyri atkomu fyri øll og harvið betra um lívsgóðskuna hjá teimum, sum fáa gagn av betri atkomu. Sum royndirnar úr Skotlandi vísa (sí kassa í kap. 5) fer betri atkoma til ferðavinnuhentleikar uttan iva at geva størri inntøkur. Men hetta má vera grundað á skilagóða lóggávu í Útnorðurøkinum eins væl og aðrastaðni. Viðvíkjandi løgfrøðiliga partinum av atkomu til ferðavinnuhentleikar í Útnorðurøkinum má havast í huga, at CRDP spælir ein týðandi leiklut, og at ferðavinna er ein cross-sector vinna, sum verður ávirkað av avgerðum í ymsum løgum, til dømis flutningi, bygging, venjing og mannarættindum. Ferðavinnan má hava í huga, at ikki bert løgfrøðilig krøv mugu verða hildin, men eisini at hon hevur eina sosiala ábyrgd fyri at nøkta tørvin hjá fólkum við skerdum mobiliteti, sum eru ein partur av teirra brúkaraskara. Í hesum høpi kann almennur ferðavinnupolitikkur knýtast saman við meira vanligan sosialpolitikk um vanføri og útihýsing fyri at røkka málinum um fulla atkomu til allar ferðavinnuhentleikar hjá fólki við skerdum mobiliteti. Ein størri samanrenning millum ferðavinnupolitikk og stigtakan og amboð, sum vaksa um kunnleikan, kappingarførið og burðardygga menning í ferðavinnuni er lyklatættir í menningini av atkomuligari ferðavinnu fyri øll. Lóggevandi politikkur um betri atkomu til ferðavinnuhentleikar hevur eina tvífaldaða avleiðing. Onnur er, at hann tryggjar grundleggjandi borgararættindi við at ríka um tilveruna hjá ferðafólkum við skerdum mobiliteti, eldri fólkum og øðrum, sum fáa ágóða av betri atkomu. Hin er, at hann veksur um búskaparligu inntøkurnar til samfelagið og ferðavinnuna. 22

6.2 Ríkislóggáva Verandi lógarkarmar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi, har kravfestingar um atkomu eru gjørdar, eru hesir: Ísland Altingslóg Nr. 160/2010, Lög um mannvirki Bygningskunngerð Nr. 112/2012 Føroyar Løgtingslóg Nr. 60/2012 um at byggja bygningar o.a. Bygningskunngerð Nr. 72/2016 Grønland Lóg Nr. 13/2010, Inatsisartutlov Bygningskunngerð/GBR, 2006 ST-samtyktin um rættindi hjá fólki, ið bera brek (CRDP) hava staðfest CRDP, men lóggáva grundað á samtyktina er enn ikki samtykt av londunum. 23

7. kapitul. Samstarv og áhugapartar 7.1 Samstarv í Økinum Tað er týdningarmikið, at tey, sum hava við ferðavinnu í Økinum at gera, bæði privat og alment, hava eitt formelt forum at býta sjónarmið sínámillum um, hvussu ein best kann menna ferðafólkaumstøður og tænastur o.s.fr. Og har eiga atkomuspurningar at hava høga raðfesting. Tað er eisini av týdningi, at allir áhugabólkar taka saman hendur, sum kann slóða fyri einum felags politikki í Økinum um atkomu fyri øll, sum kann stimbra ferðavinnuna í Økinum. Grein 32(d) í CRDP leggur dent á týdningin av altjóða samstarvi. Stykki 1 sigur, at sovorðið samstarv er millum tjóðir, í samstarvi við viðkomandi altjóða og innanlands felagsskapir og sivilsamfeløg, serliga felagsskapir fyri fólk, sum bera brek. Dentur verður lagdur á samstarv millum lond og eisini felagsskapir í Økinum, sum arbeiða fyri at betra um atkomu til ferðavinnuhentleikar. Hetta vísir týdningin av samstarvi av øllum slag um vanføri tvørtur um landamørk. Útnorðurøkið er heilt greitt væl egnað til slíkt samstarv og hevði uttan iva havt gagn av tí. Sambært CRDP ber til at hava ymisk sløg av samstarvi, eitt nú við at veita tøkniliga og búskaparliga hjálp, harímillum at geva atgongd til og brúka tøkni og við at býta tøkni sínámillum. Eitt gott dømi um, hvussu mál um atkomu í ferðavinnuni skulu handfarast, er heimasíðan Open Britain, sum hevur alt tað neyðuga um atkomuliga ferðavinnu í Bretlandi. Hon bjóðar ein einfaldan hátt at finna atkomulig ferðamál og støð at búgva. 11 Ein líknandi netportalur fyri Útnorðurøkið kundi møguliga verðið gjørdur, eitt áhugavert hugskot, sum er vert at kanna. 7.2 Leikluturin hjá tí almenna og tí privata Tað eru fleiri lyklatættir at hugsa um, tá tað ræður um at menna hóskandi atkomu fyri ferðafólk við skerdum mobiliteti til eitt ferðamál og í ferðamálinum sjálvum. Men mest av øllum krevur tað tætt samstarv millum almennar og privatar operatørar, um tað skal eydnast væl. Tað er grundleggjandi neyðugt at byggja upp kunnleika og sterkt samstarv millum almennar myndugleikar, privata sektorin, felagsskapir fyri fólk, ið bera brek, og aðrar áhugabólkar. 11 http://www.openbritain.net/ 24

Allir tættir mugu takast við í eini strategi um atkomu fyri øll til ferðavinnuhentleik ar. Millum hesar eru eisini flutningspolitikkur og rættindi hjá teimum ferðandi, burðardyggur mobilitetur, nýtsla av jørð, heilsa og trygd hjá teimum ferðandi, fyri at nevna nakrar fáar tættir, sum skulu takast við. At hava atlit til atkomu í øllum pørtum av ferðamálum krevur tætt samstarv millum privata og almenna sektorin, grundað á burðardyggar og ábyrgdarfullar grundreglur. Tað hevur týdning hjá myndugleikum at hava í huga, at har lóggáva er gjørd við umhugsni og verður útint á samsvarandi rætta hátt, fer tað rættiliga sannlíkt at skapa eina skipan, sum tey, ið reka ferðavinnu, laga seg eftir, og sostatt verður hond tikin um atkomumál á rættan og skipaðan hátt. 7.3 Almenni sektorurin Høvuðsábyrgdarøkini hjá tí almenna sektorinum fyri at tryggja atkomu til ferðavinnuhentleikar kunnu setast upp soleiðis: At menna hóskandi lógarkarmar At útinna lógirnar At seta greiðar reglur fyri revsing og bøtur At taka atkomu við í allar ætlanir, har tað er hóskandi At eggja til viðurkend átøk, ætlanir og verkætlanir í málum um atkomu At menna alment fíggjaðan stuðul til partar í ferðavinnuni fyri at fíggja verkætlanir, sum hava til endamáls at skapa betri atkomu Byggilóggáva skal gerast við umhugsni, tí hon hevur serliga stóran týdning, tí hon setir støðið, sum øll sløg av bygningum, tað verði seg gistingarhús, parkeringshús, almennir svimjihyljar og fitness-støðir, heilsudeplar og aðrir hentleikar skulu halda seg til. Fyri at gera umstøðurnar fyri at betra um atkomu so góðar sum tilber, eigur almennir sektorurin at miða eftir at hava reglur og reglugerðir so greiðar sum tilber, og tað sama er galdandi fyri, hvussu tær verða útintar. 7.4 Kommunalir myndugleikar Ábyrgdin hjá kommunalu myndugleikunum í sambandi við atkomu til ferðavinnuhentleikar er fjølbroytt, men kann í stuttum lýsast soleiðis: At tryggja, at allar reglur og reglugerðir viðvíkjandi atkomu verða hildnar, óansæð hvør myndugleiki varðar av hesum reglugerðum. 25

At vera vakin, tá tað ræður um býarplanlegging, við at taka spurningar um atkomu við í viðgerðina beinanvegin. At menna skipað eftirlit við, at viðkomandi lóggáva verður hildin. At menna ein ferðavinnupolitikk, har mál um trygd, atkomu, burðardygd o.s.fr. verða løgd greidliga fram. 7.5 Privati sektorurin Fremstu ábyrgdarøkini hjá privata sektorinum fyri at tryggja atkomuliga ferðavinnu eru fyrst og fremst: At fylgja lóggávuni At reka atkomuligar umstøður á rættan hátt At ikki gera mun á sínum viðskiftafólkum At veita fullfíggjaða og álítandi kunning At læra yrkisfólk upp í vinnuni 26

8. kapitul. Universal design Universal design verður í Grein 2 í CRDP lýst sum amboðið at tryggja atkomu. Lýsingin ljóðar soleiðis: Universal design merkir snið á vørum, umhvørvum, verkætlanum og tænastum, so tey í størst gjørligan mun kunnu brúkast av øllum fólkum, uttan at tað skal vera neyðugt við tillagingum ella sersniði. Universal design skal ikki útihýsa hjálpartólum til serligar bólkar av persónum, sum bera brek, har tørvur er á teimum. (ST-samtykt, 2007). Viðvíkjandi atkomuni til tað bygda umhvørvið verður hetta mátað út frá, hvussu lætt tað er at sleppa framat, koma hagar og koma inn í bygningar og aðrar hentleikar, og at brúka hentleikar, sleppa framat vørum o.s.fr., sum fylgja við tí bygda umhvørvinum. 8.1 Hvussu universal design kann betra um atkomu Tá tosað verður um universal design, er ein týðandi táttur í nýtsluni av tí at styrkja kappingarførið hjá ferðamálum. Hugtakið Atkomulig ferðavinna sipar til, hvussu umhvørvi, ferðavinnutilboð og tænastur kunnu tillaga seg til at geva atkomu, nýtslu og njótilsi til allar brúkarar, alt út frá meginreglunum um universal design. Út frá meginreglunum um universal design má atkoma vera tikin við frá byrjan í sniðgevingini av eini vøru ella tænastu, heldur enn at bíða við at betra um atkomuna, tá vørur og tænastur longu eru skaptar. Atkomulig ferðavinna gevur fólki við skerdum mobiliteti, íroknað sjón, hoyrn og kognitivar avmarkingar, møguleika at virka óheft og á jøvnum føti við onnur og við tign, hetta við hjálp av ferðavinnuvørum, tænastum og umhvørvum, ið eru gjørd sum universal design. Hendan lýsingin umfatar øll fólk, eisini tey, sum ferðast við børnum í barnavognum, fólk, sum bera brek, og eldri fólk. 12 8.2 Atkomuketan Atkoma kann lýsast sum ein keta, sum verður hildin saman av fleiri liðum. Til dømis kann eitt ferðafólk við skerdum mobiliteti hava torført við at koma frá staði til stað í einum bygningi, um hann ella hon skal á ein fund harinni: Parkeringspláss, inngongd, móttøkuhøli, kunningardiskur, innskriving, vesi og til seinast fundarhølið. Øll hesi mugu vera atkomulig, um bygningurin skal vera nýtiligur hjá einum persóni við skerdum mobiliteti. 12 Darcy and Dickson, 2009, http://www.disabled-world.com/travel/ 27

Í besta føri er atkoma til støð bygd upp í samsvari við, hvussu støðini hanga saman. Fólk ganga, koyra í bili ella í bussi úr einum stað til eitt annað, men hjá einum ferðafólki við skerdum mobiliteti má alt fella upp á pláss við atkomuni. Í so máta er eingin keta sterkari enn veikasti liðurin. Atkoma er í stóran mun sínámillum treytað í øllum pørtum av ferðini. Tískil er eitt gistingarhús, sum hevur fulla atkomu innan, ikki brúkiligt hjá einum, sum situr í koyristóli, um tað ikki ber til hjá viðkomandi at sleppa inn á gistingarhúsið. Á sama hátt er ein stuttleikapark ikki atkomulig, um almennu vesini ikki eisini eru til tey, sum bera brek, o.s.fr. Tí verður tað staðiliga viðmælt, at ymisk ferðamál umhugsa møguleikan at skipa atkomuøki, tað er at gera eitt øki av eini ávísari stødd, har ferðafólkið við skerdum mobiliteti kann vera víst í, at tað kann flyta seg frítt og fáa allar tær neyðugu tænasturnar. Í hesum høpi er kunning lykilin til, at atkomuøki eydnast væl. 8.3 Sambinding í flutningi Ferðafólk kunnu brúka fleiri ymisk sløg av flutningi á eini ferð; tey kunnu flúgva, koyra í bili, fara við bussi, ganga, súkkla ella sigla. Men sum nevnt omanfyri skilja umstøðurnar í Útnorðurøkinum seg rættiliga nógv frá teimum á evropeiska meginlandinum, ikki minst tá talan er um flutning. Hesar serligu umstøður krevja serliga viðgerð í atkomuhøpi. At tryggja sambinding millum flutningsmøguleikar er sera týdningarmikið fyri at kunna bjóða eitt ferðamál, sum er lætt at koma til men eisini lætt at ferðast í. 28

Sambinding millum ferðamál og atkoma og flutningsvalmøguleikar kunnu eisini ávirka, hvat ferðamál ferðafólkið velur at ferðast til, hvussu langur steðgurin er, og hvussu nøgt ferðafólkið er aftaná. Tað verður staðiliga viðmælt at menna flutning s æ tlanir við atliti til atkomu fyri øll fyri at tryggja, at sambinding og tænastur, grundaðar á eftirspurningin frá íbúgvum og gestum, eru á hægsta støði. Betri samferðsluknútar til miðbýarøkini hava risastóran týdning fyri fólk við skerdum mobiliteti. Tað er galdandi fyri floghavnir, bussstøðir, mentanardeplar og onnur viðkomandi støð. Um atkoma til flutning fyri hesi fólk ikki verður gjørd, verða teirra møguleikar at ferðast einsamøll ógvuliga avmarkaðir. 29

9. kapitul. Dygd í ferðavinnuni Seinnu árini hevur ferðavinnan um allan heimin gjørt stórar íløgur í dygdina á tænast um og hentleikum við tí endamáli at betra um røktina, vælveruna og trygdina hjá viðskiftafólkum. Málið er, at ferðavinnuhentleikar bjóða dygdartænastur, skraddaraseymaðar til eftirspurningin hjá øllum viðskiftafólkum. Eitt av fremstu sermerkjum fyri dygd í ferðavinnuni eigur at vera at leggja dent á atkomu fyri øll, sum má vera í øllum stigum av ferðavinnunisektorinum, og sum knýtir dygd og atkomu tætt saman. Veruleikin er, at øll fáa gagn av einum atkomuligum umhvørvi og samfelag. Góð atkoma gevur betri dygd, betri vælveru, betri trygd og snøgt sagt tænir landsins áhugamálum. Ferðavinna er ein partur av samfelagnum, sum hevur møguleika fyri at bøta um lívsgóðskuna hjá fólkum við skerdum mobiliteti. Við at betra um ferðamøguleikarnar hjá hesum fólkum kunnu tey gerast betur nøgd við lívið, og sostatt eisini fáa eina betri lívsgóðsku. 30

10. kapitul. Atkoma til kunning 10.1 Týdningurin av kunning Sum áður nevnt (4. kap.) sipar atkomulig ferðavinna ikki bert til tað bygda umhvørvið og fysisku forðingarnar. Fysisk atkoma er sjálvandi ein grundleggjandi treyt fyri at veita fólki við skerdum mobiliteti atkomu, men atkoma snýr seg eisini um atkomu til kunning, so sum heimasíður og skrivaði skjøl, undirskriving, samskifti, flutning og enntá, hvussu nógv starvsfólk í ferðavinnuni eru kunnað um vanføri og tørvin hjá fólki við skerdum mobiliteti. Um eitt ferðafólk við skerdum mobiliteti ætlar sær at vitja Økið, má hann/hon hava atkomu til alla viðkomandi kunning. Tað hevur ómetaliga stóran týdning at leggja hansara/hennara ferð sera væl til rættis og síðani gera av, hvørji ferðamál skulu vitjast, hvat slag av flutningi skal brúkast, hvørji gistingarhús og hvørjar matstovur skulu brúkast, og hvørjar tænastur hann/hon kanska skal halda seg burtur frá. Í grein 21 í CRDP hava almennir myndugleikar skyldu til at taka øll hóskandi stig til at tryggja, at fólk, sum bera brek, kunnu brúka sítt tali- og skrivifrælsi, íroknað frælsið til at leita eftir, fáa og taka niður kunning og hugtøk á jøvnum føti við onnur og gjøgnum øll sløg av samskifti, tey sjálvi velja, sum sagt verður í grein 2 í CRDP. 10.2 Rætta kunningin Ferðafólk við skerdum mobiliteti, sum ætla sær at ferðast til eitt ávíst ferðamál, byrja vanliga at leggja sær ferðina til rættis við at leita eftir kunning, sum hóskar til teirra tørv. Jú størri tørvurin á atkomu er, jú nágreiniligari má kunningin vera. Óálítandi ferðafólkakunning er ein forðing fyri at ferðast. Í mongum førum kann tað vera trupult hjá ferðafólkum við ymsum sløgum av brekum at fáa ta røttu og neyðugu kunningina áðrenn eina ferð. Dygdin á tøkari kunning er avgerandi fyri, at møgulig ferðafólk kunnu taka avgerðir út frá fullari vitan um evnið. Í summum ferðavinnuútgávum, harímillum vegleiðingum hjá gistingarhúsum, vísir altjóða koyristólssúmbolið, at staðið hevur hentleikar til gestir, sum bera brek, men sjáldan verður lýst nærri, hvørjir hesir hentleikarnir eru. 31

10.3 Kunningarkeldur Fyri at fáa fulla úrtøku av at hava atkomuligar ferðavinnuhentleikar til fólk við skerdum mobiliteti er neyðugt at hava nágreiniligar, dagførdar upplýsingar um gisting og aðrar ferðavinnutænastur, ið hóska til ymiska tørvin, sum ferðafólk hava. Harumframt eigur ein heimasíða um almennar flutningsskipanir at hava nágreiniligar upplýsingar um, hvussu atkoman er. Kunning til viðskiftafólk, hjálp og ferðaseðlasølur eiga eisini at vera atkomuligar og upp aftur betri, um tær eisini hava eina magnetic induction loop-skipan (ein skipan, sum sendir eitt ljóðsignal beinleiðis til eitt hoyritól og minkar um onnur óljóð nærhendis) og diskar í ymiskum hæddum. Greið og nágreinilig kunning um verandi hentleikar fyri fólk við skerdum mobiliteti, eins væl og trupulleikarnar, tey kunnu møta á ferðini, kann føra til stóran bata í dygdini á ferðavinnutænastum sum heild í økinum. Eitt gott fyrsta stig hevði verið at skipa fyri einum átaki, sum miðar eftir at tryggja, at ferðaskrivstovur og bókingarheimasíður halda løgfrøðiligu skyldurnar at veita kunning um atkomu til flogfør, floghavnir og flutning. 10.4 Kunningartøkni Tað hevur týdning fyri ferðafólk við skerdum mobiliteti, at kunning verður bjóðað á internetinum. Virtuellir túrar kunnu vísa ferðamálini, sum eru verd at fara til, og ferðamál, sum ferðafólkið metir seg ikki hava atkomu til. Hendan tøknin kann veita avgerandi neyðuga og álítandi kunning til ferðafólk. Internetportalar og kunningin, teir kunnu veita um atkomu á vælumtóktum ferðamálum kann gera tað møguligt hjá ferðafólkum at gera eina fullfíggjaða og beinrakna meting av hentleikunum, áðrenn tey fara heimanifrá. Eitt positivt stig kundi verið at gjørt ein felags almennan internetportal fyri ferðavinnu í Íslandi, Føroyum og Grønlandi, sum kundi bjóðað ymiska kunning viðvíkjandi atkomuligum ferðavinnuhentleikum í hvørjum landi. Heimasíðan OpenBritain kundi verið fyrimyndin fyri ein slíkan netportal (sí kap. 7). Kunning sum eitt nú virtual reality og meira nágreiniliga augmented reality við hjálp av 3D myndlan hevur møguleikar fyri stórari menning. Virtuell tøkni er um at verða viðurkend sum ein miðil, ið hjálpir brúkarum at visualisera, ímynda sær og skilja ávísar lutir, sum eru torførir at lýsa á meira siðbundnar hættir. 32

Sæð frá einum tøkniligum sjónarmiði liggja møguleikarnir fyri menning í modulunum, sum geva vitjandi møguleika at samvirka við kunningina, tey síggja. Hesar mobilu margmiðlaskipanirnar hava tætt samband við fylgisveinatøkni og, lagdar saman við korttekning, fara tær helst at gerast upp aftur meira framkomnar. Mobiliteturin og sjálvbjargnið, sum hesi sløg av tøkni kunnu bjóða, og hvussu tær kunnu broyta útbreiðsluna av kunning, fer uttan iva at ávirka ferðavinnumenning í framtíðini. 33

11. kapitul. Upplæring av starvsfólkum 11.1 Meginreglur Tørvurin á upplæring av starvsfólkum í ferðavinnuni hevur ikki fingið høga raðfesting fyrr enn í seinastuni. Men tað er av alstórum týdningi at upplæra tey, sum arbeiða í ferðavinnuni, so tey eru betur før fyri at hjálpa og veita øllum ferðafólkum eina tænastu, óansæð hvussu tey eru fyri likamliga. Tað er vorðið alment viðurkent, at upplæring av starvsfólkum er grundleggjandi fyri at skapa atkomuliga ferðavinnu fyri øll. Starvsfólk mugu hava vitan um, hvussu tørvurin á útgerð og ymiskum hjálpartólum á staðnum er, til dømis hvussu tey skulu fyrireika seg til eina vitjan av gestum í koyristóli. Betri útbúgving við atliti til tørv hjá og hjálp til ferðafólk við skerdum mobiliteti hevur fleiri góðar avleiðingar við sær og broytir hugburðin í ferðavinnuni. Í byrjanini kunnu stuttar útbúgvingarverkætlanir fyri starvsfólk í ferðavinnuni og í fyritøkum, sum skipa fyri frítíðarvirksemi, gera sítt til at gera starvsfólk meira tilvitað um tørvin hjá viðskiftafólkum, tá tað ræður um atkomu. Ein týðandi partur av betri atkomu í økinum er at menna førleikarnar hjá væl skikkaðum ferðaleiðarum og hjálpa teimum at leiða hendan vaksandi viðskiftabólkin á ein tryggan og professionellan hátt við dugnasemi og kenslusemi. 11.2 Førleikar hjá starvsfólkum í tænastuferðavinnuni Skeið, sum leggja dent á atkomu, kunnu millum annað innihalda hesi evni (listin er ikki endaligur): Vanlig hugtøk innan atkomu Útbúgving um atkomu Lóggáva og vanføri Atkoma til kunning Tøkni til atkomu Ymisk brek, sensorisk brek, sálarlig brek o.s.fr. Serstøk hjálp til fólk, sum bera ymisk brek, og hava skerdan mobilitet Brandskeið og evakuering í møguligum neyðstøðum 34

Tað hevur týdning, at starvsfólk vísa blíðskap og kenna til fyrstuhjálp, lokal ferðamál og skilja grundleggjandi tørvin hjá teimum ymsu gestunum. Størstan týdning av øllum hevur tað, at allir persónar fáa eina góða og sømiliga viðferð í øllum ferðavinnuvirksemi. 35

12. kapitul. Tilmæli og niðurstøða Grundað á kanningararbeiðið til hesa vegleiðingina, kunnu fylgjandi stig umhugsast fyri at betra um atkomuna fyri øll til ferðavinnuhentleikar, bæði frá almennu myndugleikunum og ferðavinnuni í Útnorðurøkinum: Samstarv í ferðavinnusektorinum millum almennar myndugleikar og privatar felagsskapir/stovnar í Økinum eigur at verða styrkt fyri at knýta londini í hesum Økinum tættari saman. Møguleikin eigur at verða kannaður fyri einum formellum samstarvi millum viðvíkjandi atkomu við tí endamáli at gera Økið atkomuligt hjá øllum. Endaliga málið hevði verið, at Økið varð altjóða viðurkent sum eitt atkomuligt øki hjá øllum ferðafólkum. Fólkatalið í hesum londunum er avmarkað, men hetta kundi skapt ein serstakan møguleika hjá Økinum at hava eina sterka rødd í altjóða samstarvi við denti á týdningin av atkomu til ferðavinnuhentleikar. Onnur átøk, sum almennir myndugleikar eisini kundu kannað: 1. Veita serligan stuðul til ferðavinnufyritøkur ella stuðul til at betra um atkomu. 2. Veita stuðul til átøk til frama fyri atkomu og eggja privata sektorin. 3. Taka atkomu til ferðavinnuhentleikar við í allar ætlanir, sum ávirka ferðavinnu í Økinum, og seta út í kortið, hvussu atkomuspurningar skulu loysast eftir einum einsháttaðum leisti. 4. Endurskoða verandi lóggávu viðvíkjandi rættindum til atkomu fyri øll ferðafólk og hvussu hon verður útint. 5. Kanna møguleikan fyri at skapa ein Útnorður-netportal til fjølbroytta kunning um atkomuligar ferðavinnuhentleikar í Økinum. Ferðavinnan í Útnorðurøkinum má reagera og gera sær dælt av stóru møguleikunum fyri vøkstri í ferðavinnuni, sum sosialar broytingar skapa. Hon eigur eisini at økja tilvitskuna hjá almennu myndugleikunum um týdningin av atkomuligari ferðavinnu. Við teimum demografisku broytingunum, sum fara fram um allan heimin, veksur útbreiðslan av øllum sløgum av brekum, og eftirspurningurin eftir atkomuligum vørum og tænastum er vaksandi. Átrokandi spurningurin er, um Útnorðurøkið fer at taka fyrsta stigið í hesum málinum. Vónandi kann hendan vegleiðing verða fyrsta stigið í tættari samstarvi millum Ísland, Føroyar og Grønland viðvíkjandi atkomuligari ferðavinnu fyri øll. Við at arbeiða saman verða hesi londini sterkari og fara við tíðini at betra um atkomuna til ferðavinnuhentleikar og harvið skapa fleiri inntøkur í ferðavinnuni, tí øll ferðafólk fara at kunna brúka ferðavinnuhentleikarnar í Útnorðurøkinum. 36

13. Ritskrá 1. Disabled World, towards tomorrow, definition on accessible Tourism by Darcy an Dickson, 2009 (dl. 16.06.2016) https://www.disabled-world.com/travel/ 2. ISO Standardisation Organisation. Tourism for everyone with accessibility standards (dl. 13.05.2016) http://www.iso.org/iso/home/news_index/news_archive/news.htm?refid=ref2123 3. OpenBritain, ein heimasíða til atkomuliga ferðavinnu í Bretlandi, http://www.openbritain.net/default.aspx (dl. 10.10.2016). 4. Skemmtiferðaskip við Ísland. Úttekt á áhrifum. Edward H. Huijbens, Kristinn Berg Gunnarsson. Rannsóknarmiðstöð ferðamála, desember 2014. (dl. 10.10.2016) http://www.ferdamalastofa.is/static/research/files/skyrsla-skemmtiferdskip-2014-vefutgafa-pdf 5. ST-samtykt um Rættindi hjá fólki, ið bera brek. Genève, Sveis 2006. (dl. 12.01.2016) https://www.un.org/development/desa/disabilities/convention-on-the-rights-of-persons-withdisabilities.html 6. UN World Tourism Organisation, Capacity Building Program, juli 2011, http://statistics.unwto.org/sites/all/files/pdf/unwto_tsa_1.pdf (dl. 14.08.2016) 7. UN World Tourism Organisation, Manual on Accessible Tourism for All, Madrid, Spania 2015 (dl. 25.04.2016) http://www.e-unwto.org/doi/pdf/10.18111/97892844165855 8. UN World Tourism Organisation, Global report on Adventure Tourism, Madrid, Spania 2014 (dl. 30.05.2016) http://cf.cdn.unwto.org/sites/all/files/pdf/final_1global_report_on_adventure_tourism.pdf 9. WHO, World Health Organisation, World Report on Disability, Genève, Sveis 2011: http://www.who.int/disabilities/world_report/2011/report.pdf (dl. 06.06.2016) 37

14. Tøkkir Nógvir einstaklingar og felagsskapir hava givið sítt íkast til innihaldið í hesi vegleiðing og gjørt tað møguligt at geva hana út á fýra málum. Størstu stuðulsveitarar eru nevndir her: NORA, Norðuratlantiska samstarvið, http://www.nora.fo/en/frontpageuk/ Vinnu- og nýhugsanarmálaráðið, Ísland, Ragnheiður Elín Árnadóttir, fyrrverandi ráðharri, https://eng.atvinnuvegaraduneyti.is/ Vælferðarmálaráðið, Ísland, Eygló Harðardóttir, fyrrverandi ráðharri, https://eng.atvinnuvegaraduneyti.is/ Umhvørvis- og náttúrutilfeingismálaráðið, Sigrún Magnúsdóttir, fyrrverandi ráðharri, https://eng.umhverfisraduneyti.is/ Faxaflóahafnir, Associated Icelandic Ports, http://www.faxafloahafnir.is/en/ Reykjavíkurborg, http://reykjavik.is/radognefndir/mannrettindarad. Uttanríkis - og Vinnumálaráðið í Føroyum Visit Faroe Islands NATA Listin verður ov langur til at nevna øll hini, sum stuðlaðu við verkætlanini við góðum hugskotum og kunning. Ein stór tøkk til tykkum øll, vit eru serstakliga takksom fyri tykkara samstarv og íkast! 38

15. Styttingar CRPD: NORA: UNWTO: Samtykt um Rættindi hjá fólki, sum bera brek Norðuratlantssamstarvið (Tórshavn) ST-heimsfelagsskapurin fyri ferðavinnu 39

16. Myndir Perma: Ólavur Frederiksen s. 1 Økir í Útnorði (2010). Sniðgevi/Kortteknari Johanna Roto. Dátukelda Nordreggio. s. 3 Oqaatsut, Grønland. Silje Bergum Kinsten/norden.org s. 8 Ein koyristólur við hjólum, sum laga seg til. https://en.wikipedia.org/wiki/accessible_tourism#/media/file:snow_wheelchair.jpgg s. 9 Cruise-skip ferðavinna í Útnorðurlondunum (2014). Sniðgevi/Kortteknari Linus Rispling. Dátukelda Nordreggio. s. 17 A swim seat/lift.https://www.google.is/webhp?sourceid=chrome-instant&ion=1&espv=2&ie=utf-8#q=pictures%20of%20disaabled%20tourists s. 17 Eitt svimjisetur/lyfta. BirnaHr. s. 22 Eitt picnic-borð, lagað til fólk í koyristóli. Wikipedia: https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/5/5e/extended_picnic_table_campground.jpg s. 24 Trappur. Johannes Jansson/norden.org s. 25 Priority seats. Birna Hr. s. 26 Ein bátur í Malenebugten, Grønland. Kitte Witting/Norden.org. s. 33 Ein blindur maður við førarahundi. Yadid Levy/norden.org. 40

Verkætlanarbólkurin 2015, Tingvellir, Ísland. Frá vinstru, Birna, Theresa, Ása, Kristen, Zeneca og Harpa. Verkætlanarbólkurin 2017, Nuuk, Grønland. Theresa T. fráverandi. Peter Barfoed avloysti Zeneca. 41