Formansfrágreiðing 2016

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

MIÐ & MAGN. Uppsjóvar- fiskiskapur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Tema:

2000 árgangurin roykfríur

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Nr. 8 januar 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Cruise ferðandi í Føroyum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Mandy on holiday Avritssíður

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Lívið í Føroyum er framúr

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Føroyskur førleiki. Formæli.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Í verksetan. public service-sáttmála

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Menning av veðurtænastuni

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

MASKINMEISTARIN EIN LITUR SKAL VERA EIN LITUR. Nr. 2 / September Trygdin í norsku oljuvinnuni. Sjóvinna Oljugoymsla:

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heilsuvandi av at eta grind

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Happing í føroyska fólkaskúlanum

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Rættindi fyri atkvøður

mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 1 Nr. 2 Juli 2009 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

LIMABLAÐ NR.4 DESEMBER Tonja Ziskason: Hetta er mítt arbeiði. Eftir arbeiðstíð. Í Skúvoy eru eisini møguleikar

Fólkaflyting og fólkavøkstur

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Kappingarsamleiki Føroya

Starvsfólk á dagstovnum

Trý megin sløg av geislavirkni

Fólkaheilsukanning

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Tíðindi úr Føroyum tann 10. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Jonna Skaale. Gudny Skarðhamar. Marita í Brekkunum

TOSKUR á Landgrunninum. Lívfrøði. Gadus morhua

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Givið út 23. desember 2016

Oljumarknaðurin í Føroyum

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Transcription:

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn. Tlf.316973. Fax 318516. fsn@fsn.fo. www.fsn.fo 28.desember 2016 Formansfrágreiðing 2016 Sambært viðtøkum felagsins, skal formaðurin leggja fram frágreiðing um virksemi felagsins, farna árið. Hendan frágreiðingin er løgd fyri nevndina innan aðalfundin. 2016 hevur verið merkt av nógvum sáttmálasamráðingum. Hetta hevur verið tíðarkrevjandi fyri nevnd og starvsfólk. Nevndin Nevndin hevur havt fleiri nevndarfundir í 2016. Men tað hevði verið ynskiligt, at havt nakrar fleiri. Men hetta eru nevndarlimir, sum starvast á sjónum og tískil er ikki altíð so lætt at manna ein viðtøkuføran nevndarfund. So avgjørdi nevndin, at hava nevndarfund annan hvønn mánað og annars skuldi kallast inn eftir tørvi. Hetta hevur víst seg at rigga rímuliga væl. Sáttmálasamráðingarnar Tað vóru nógvar sáttmálasamráðingar, sum lógu fyri framman nú í 2016. Nevnast kann millum annað: FSN LND Magnus Heinason Dagføra sáttmálan millum FSN LND Vaktar & Bjargingartænastuna. Nýggjur sáttmáli millum FSN LND SSL Samráðast um nýggjan sáttmála millum FSN KAF Havnameistarar & Havnaumsjónarmfólk Nyggjur sáttmáli skal gerast millum FSN og tey fýra smáu Bulk reiðaríðini. Gera sáttmála millum FSN LND Navigatørar sum starvast á landi, sýnsmenn og DPA HSQE Sáttmálasamráðingar 2017 Tað verða nógvar samráðingar í 2017. Nevnast kann: FSN SSL FSN V & B FSN Smáu bulk skipini FSN FR Fiskiskip, Kanska hesin verður longdur eitt ár sum fiskivinnan sær út í dag. Fiskivinnan Árið 2016 hevur verið nakað betur enn 2015. Hetta eru tøl frá FMF um sølu av fiski um telefon uppisøluna hjá FMF. Tó hevur landaða veiðan verið nakað tann sama, sum í fjør, men veiðuvirðið er væl hægri, munurin er ca. 16 milliónur. Í 2014 var veiðan 14.000 tons og í 2015 var veiðan 14.400 tons. Størsta broytingin er í Svartkalvanum. 1

Fiskivinnunýskipanin Løgtingsval varð hildið 1. sept. 2015, og samgongan varð skipað 14. sept. Landsstýrissessirnir býttir út, og í fiskivinnumálum kom Høgni Hoydal at verða landsstyrismaður. Skjótt var avgjørt, at føroyska fiskivinnan, sum hevur brúkt nógv um at tillaga seg soleiðis, at hon kann verða burðardygg, skuldi kollveltast. Øll vita vit, at øll fiskirættindi skula dragast inn pr 31. des. 2017, alt er ótrygt, og eingin veit nakað um, hvat dagurin í morgin hevur at bjóða okkum. Tann 21. jan. 2016 setti Høgni Hoydal ein arbeiðsbólk, sum skuldi tillaga eina nýggja varandi fiskivinnunýskipan. Johnny í Grótinum varð settur formaður í bólkinum, saman við átta øðrum persónum. Eisini vóru tveir hoyringsbólkar settir. Hoyringsbólkur 1: Umboð fyri alla vinnuna og manningarfeløg/fakfeløg. Hoyringsbólkur 2: Umboð fyri polittisku flokkarnar á løgtingi. Tað má sigast, at nógv fundarvirksemi hevur verið. Í arbeiðsbólkinum vóru 28 fundir og umframt vóru bert tríggir fundir við hoyringsbólkin 1 og 2. Okkara breiða fatan av fundarvirkseminum, var eitt reint spæl fyri gallarínum. Vit komu við nógvum góðum uppskotum, og vístu á vandan við kvotuskipan á botnfiski, ístaðin fyri eina dagaskipan og eisini vístu vit á vandan við eini uppboðssølu. Á síðsta fundinum spurdi FSN formannin í arbeiðsbólkinum, Johnny í Grótinum, um hvat vit kundu rokna við, bleiv tikið við í eini nýggjari fiskivinnunýskipan. Svarið var, eg veit ikki, kanska einki. So ei undur í, at vit kendu okkum at verða hildnir fyri tað turra spott. Alt var avgjørt, áðrenn nakað sum helst var sett í gongd. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer fram. Álitið frá fiskivinnu nýskipanarbólkinum bleiv lagt fram 3. oktober 2016. Tað má sigast, at alt tos um uppboðssølu og kvotaskipan og bare boat skipan, hevur skapað nógva og stóra óvissu rundan um fiskivinnuna. Vit í FSN hava fingið nógvar uppringingar frá okkara limun, um hvat er okkara sjónarmið uppá tað, sum liggur í kortinum í dag. Tað er stór semja í FSN, at varðveita skipanina sum hon er í dag; men við øktari kvotu, so mátti borið til, at loyvt fleir framat. Bare boat skipan er ikki nøkur skipan fyri okkum, sum manningafeløg, tí har er talan um sosiala dumping, eins tað var umborð á Lafayett. Vit skula ikki gloyma, hvat lógin sigur um manning av skipum, einasta krav er, at førarin/skiparin skal hava heimarætt í Føroyum. So her má haldast eitt vakið eygað við. Frálandavinnan Minkandi oljuvirksemi sæst aftur í norsku oljuhavnabýunum, har skip komu og fóru dagliga uttan stórvegis steðg, kunnu skip nú blíva liggjandi í vikur, uttan nakrar uppgávur. Í Bergen liggja dagliga eini fýra-fimm skip og bíða. Tey eru millum tey hepnu, tí tey eru ikki tikin úr flotanum enn. Tað sama er galdandi í øðrum oljubýum, sum Stavanger, Kristiansund og Ålesund. Minni heppin eru tey 151 skipini, sum nú eru løgd. Hetta er umleið ein fjórðingur av øllum norska frálandaflotanum uppá 630 skip, skrivar Stavanger Aftenblad. 2

At so nógv skip liggja, merkir samstundis at húsagangurin nærkast hja fleiri reiðaríum. Nýggj skip eru bygd í hópatali, og tá einstøk reiðarí hava bygt fýra-fimm skip, fyri millum 500 og og eina milliard krónur, so skal nógv inn fyri at fáa goldið bankunum tað aftur, sum er lænt. Sambært Stavanger Aftenblad, hava fleiri reiðarí eina skuld uppá eina 20 milliardir norskar krónur. Tá dagsprísurin fyri at leiga eitt fralandaskip, er lækkaður úr eini 1,5 milliónum krónum, niður í 50.000 krónur, so er greitt, at reiðarin ikki hevur nokk fyri manningarpart. Hóast oljuprísurin kvinkar upp, so fylgir prísurin ikki líka skjótt við hjá frálandaflotanum, ti kunnu vit rokna við, at fleiri reiðarí fara at fáa trupulleikar framyvir. - Vit eru ikki komin á botn enn. Tillagingin av frálandaflotanum heldur fram í 2017. 151 skip uttan arbeiði sigur sítt, sigur Wenche Niestad, stjóri í GIEK, ið er ein av bankunum, sum gevur frálandaflotanum lán. Tað er eingin loyna, at FSN hevur fingið fyrispurning frá føroyskum reiðaríum, um at lækka sáttmálalønina, nú niðurgangstíðir eru í oljuvinnuni; men her hevur FSN meldað greitt út, at vit gjørdu eina tvey ára semju um sáttmálan, og vit ynsktu ikki at broyta semjuna. Sostatt varð eingin broyting í lønarviðurskiftunum. Smærru farmaskipini Tann 13. febr. 2016 møttust FSN og umboð fyri smáu reiðaríini, og tosaðu um sáttmálaviðurskiftini. Verandi sáttmáli var ikki egnaður til dagin í dag, tí onnur og størri skip vóru komin inn, so her mátti dagføringar til og hetta varð ikki gjørt í fýra ár. Tann 18. februar handaðu partarnir krøvini, og avtalaðu víðari samráðingar. Tann 23. mars bleiv sáttmálin undirskrivaður. FSN er av tí áskoðan, at vit hava fingið ein munandi betri sáttmála, men trupult var at innheinta alt fyri fleiri ár, sum ongin sáttmáli var gjørdur fyri. Havast skal í huga eisini, at trupla støðan innan handilsvinnuna um allan heimin, hevði tað alt annað enn gott, so tað var ikki nøkur løtt uppgáva at tosa um lønarhækkingar. Sáttmáli millum FSN & KAF Sáttmálin millum FSN og KAF bleiv uppsagdur í novembur. Hetta er sáttmáli við havnarfútar. Tað hava verið fleir fundir, og stóri trupulleikin var nokk tann, at alt ov long tíð var gingin, síðani partarnir høvdu dagført sáttmálan. Men 16 februar 2016 varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður. Talan er um nógv betri lønartalvur, har partarnir vóru samdir um, at tvey tey fyrstu stigini fyri havnarumsjónarfólk fullu burtur og fyrsta stigið fyri havnarfútar eisini burtur. So nú er lønartalvan býtt soleiðis upp, at havnarumsjónarfólkini ganga stigini frá og við 1. stig, og til og við 7. stig, og havnarfútarnir ganga stigini frá og við 8. stig til og við 14. stig. Talan er um ein betri sáttmála/lønartalvu, enn SF hevur á sama øki. Eisini varð avgjørt, at seta ein bólk at orða/evna eitt LOÐS uppskot til, hvussu Loðsar skula samsýnast og hvørji krøv eru til trygdarbúna og loðsbátar. Ætlanin er at broyta verandi loðskunngerð. FSN hevur í hesum sambandi sent inn viðmerkingar, har FSN vil hava broytingar framdar, soleiðis at eisini skiparaprógv gevur rætt til at taka loðsprógv. Eisini vil FSN hava broytt, at føroyskir skiparar á útlendskum skipi ikki kunnu koma í føroyska havn, uttan at taka loðs. Umframt vil FSN hava broytingar í samsýningini, krøv til trygdarútbúna og reglur til loðsbátar. 3

Sáttmáli millum FSN og FMR Í mai mánað 2016 undirskrivaðu FSN og FMR ein tvey ára sáttmála fyri Magnus Heinason. Tað er ikki talan um stórvegis broytingar í sáttmálanum. Talan er um brøkin 4,15% deildur yvir tvey ár. Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið 1.10.2015 til 1.10.2017. 2. Lønarhækkingar Tann 1. oktober 2015 hækkar lønin 1,125%. Tann 1.oktober 2015 hækkar eftirlønin úr 7% upp í 8,41%. Tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 0,95%. Tann 1. oktober 2016 hækkar eftirlønin úr 8,41 % uppí 9,60% Eisini bleiv semja gjørd um, at um nýtt skip kom inn ístaðin fyri Magnus Heinason, so skuldu partarnir taka upp nýggjar samráðingar beinanvegin. Sáttmálin millum FSN og FMR (VAKTARSKIPINI) Tíðliga í vár bað FSN um samráðingar við FMR, har FSN hevur ynski um at gera nakrar broytingar/dagføringar í sáttmálanum. Tann 14. juni var fyrsti fundurin, og partarnir vóru samdir um, at seta eina dagfesting á, nær byrjast skuldi, tí nú vóru fólk m.a. byrjað at fara í feriu. Vit avtalaðu at byrja tann 18. august kl 13:00, men hetta varð útsett. Onnur dagfesting var sett á og vit byrjaðu samráðingarnar tann 10. okt. í FSN. Sáttmálar fyri navigatørar á landi FSN arbeiðir við, at fáa sáttmálar fyri navigatørar, sum starvast á landi, har kravið til starvið er nautisk útbúgving. Sum dømi kann nevnast sýnsmenn hjá FMA DPA- HSEQ persónar hjá allmennum stovnum (SSL) og hjá føroyskum reiðaríum. FSN metir, at tað er av størsta týdningi, at vit fáa hesi viðurskifti í rætt lag, og hetta er eitt ynski frá navigatørunum eisini. Men ein lítil trupulleiki er á hesum sáttmála øki, tí nevndu arbeiði eru lønt eftir avtalu við SF. FSN hevði fund við SF um at fáa samráðingarrættin fyri nevndu størv, men tað var ikki nakað, sum SF var við uppá; men formaðurin í SF vild taka málið upp við nevndina í SF. FSN hevur einki frætt aftur. Men ein ávísur dialogur hevur verið millum sýnsmenninar og FSN um tað sama. Fasti Gerðarrætturin Skansi Offshore Málið viðv. skeiðsútreiðslum, 11. í sáttmálanum millum FSN & RFF fyri farma/frálanda skip, stór og smá, er endað við eini semju. Partarnir blivu samdir, at teksturin í sáttmálanum er so vánaliga orðaður, at besta loysnin var at gera eina semju, sum báðir partar høvdu ávirkan á, men eisini har var ósemja, so hetta var av sonnum eitt trætumál. Men nøkur uppskot um semju vóru gjørd, og partarnir vóru samdir at taka nevndu orðing sum semju tann 21-06-2016: Fyri skeiðsútreiðslur yvir kr. 25.000, hildnar fyrstu 2 árini eftir fyrsta starvssetanardag sum navigatørur hjá reiðaranum, hevur reiðarin rætt at krevja hesar skeiðsútreiðslur aftur frá navigatørinum, um hann sigur seg úr starvi, ella av lógligari grund verður burturvístur innan fyri 4 fyrstu setanarárini. Afturgjaldskravið verður niðurskrivað soleiðis, í mun til starvssetanartíðina: - til og við 3. setanarárið sum navigatørur, kunnu verða kravd 100% - 4. setanarárið sum navigatørur, kunnu verða kravd 75% 4

Eftir 4. setanarárið sum navigatørur, kann einki verða kravt aftur. Afturgjaldingin skal tó í mesta lagi svara til eina mánaðarløn íalt. Mánaðarlønin er lønin, sum navigatørurin verður løntur við, tá hann sigur seg úr, starvi ella verður burturvístur. Reiðarin hevur skyldu til, skrivliga at kunna navigatørin um omanfyri nevndu afturgjaldingarreglur. Skeiðsútreiðslurnar eru kostnaðurin fyri skeiðini, ferðing og uppihald. SSL Fasti Gerðarrætturin Fyri ca. tveimum árum síðani, lýstu manningarfeløgini arbeiðssteðg við skipunum hjá SSL. Ósemja hevði tikið seg upp, hvørt SSL hevði heimild at krevja, at manningin skuldi sigla føstu frídagarnar, og at í fastlønini var lagt upp fyri nevndu dagar. FG dømdi stríðsstigið hjá manningarfeløgunum ógildugt, og at hendan ósemjan, um samsýning hoyrdi heima í FG. Tann 17. sept. 2015 kom úrskurðurin frá FG. Manningarfeløgini fingu viðhald í spurninginum viðv. lønarsamsýning. Tað var ikki tikið hædd fyri í føstu lønini, at manningarnar skuldu sigla nevndu føstu frídagar, og tí máttu partarnir finna eina semju um samsýning. Kravið er í minsta lagi 45% fyri fullan dag 13 tímar men her er ikki semja funnin enn. Aftur her bleiv ein ósemja, hvørt tað var rætt at fáa 13 tímar og 45 %. FMR kom við einari talvu, sum vísti, hvussu skipini høvdu siglt, áðrenn fastlønaravtalan kom í gildi. Men har var ein ella onnur villa komin í, viðv. tímatalvuni á Teistanum. Talvan vísti, at navigatørarnir skuldu fáa 16,5 tímar pluss 40%, meðan MF stóð til at fáa 8,25 tímar og 40%. FMR vildi hava FSN at viðurkenna, at skrivivilla var íkomin, og vit máttu góðtaka sama takst sum MF. FSN bað um fund við FMR um málið. Vit greiddu okkara sjónarmið fyri FMR, og fingu viðhald frá FMR. Tað vil siga, at navigatørarnir fingu 16,5 tímar + 40% Nevndin í FSN er nøgd við úrslitið. Sakarmál og onnur mál FSN hevur ikki nógv sakarmál koyrandi. Felagið roynir at avgreiða málini so hvørt, tey koma inn til felagið, og í flestu førum fáa vit tey avgreidd innan stutta tíð. FSN er av tí fatan, at reiðarnir klára sum heild væl at svara sínar skyldur, og í flestu førum er nokk við einum telduposti, ella eini uppringing. FAS-PSC-FOC Í 2016 vóru 87 skip skrásett í FAS. Sum skilst, so er áhugi at flagga inn til FAS. Tað vóru 72 PSC kanningar. Tað vóru 3 afturhald í 2016. Og her hava verið og nógvir feilir/brek, so vit eru farnir niðureftir á listanum hjá Paris MoU : -0,74 So her skal ikki nógv til, so eru vit aftur á gráa listanum, og tað er sera óheppið fyri okkum, um vit ynskja at varðveita okkara góða umdømi úti í heimi. Síðst í januar 2016 var Faroese Maritime Union FMU, boðsend at koma til DK á fund við International Transport Workers Federation, ITF, um FOC støðuna hjá FAS. FMU vísti á lógarbrotingar, sum vóru gjørdar í FAS lóggávuni, og at vit høvdu sáttmálar við Føroysku reiðaríðini. Málið skuldi takast upp aftur í London í mai mánað. Tað merktiskt beinanvegin, at avgerð var tikin í málinum áðrenn nakran fund, at FAS skuldi verða á FOC listanum. Ein grundgeving var, at nógv av FAS skipunum vóru Bare Boat ella leiguskip. Um vit komu av FOC listanum, so vildu fleiri Svensk skip flaggað til FO. Hetta halda vit er ein vánalig grundgeving fyri, at vit skula verða FOC skrásettir. 5

FSN húsið Nevndin og starvsfólkið í FSN eru vælnøgd við nýggju umstøðurnar, sum FSN hevur at virka undir. Væl av fólki kemur inn á gólvið, at biðja um ymiska ráðgeving, og eisini fyri at kunna seg um umstøðurnar hjá felagnum. Tað eru nakrar ábøtur gjørdar við húsið í 2016. Nevnast kann t.d. at húsið er málað uttan, og ventilatíón er sett upp í kjallarahæddini, so inniluftin kundi gerast munandi betur. Eisini eru gjørdar ábøtur á kaminunar. Tað eru sjálvandi aðrar ábøtur, sum liggja fyri framman, sum er vanligt viðlíkahald vegna slit o.a. Annars er at siga, at tað eru átta leigumál í húsinum. Skrivstovan Arbeiðið á skrivstovuni virkar sum vanligt. Tað eru í løtuni fáar sakir ella mál. FSN er av tí fatan, at reiðarar halda sínar skyldur, men onkrar smávegis misskiljingar koma fyri, men hetta verður vanliga loyst við eini telefonsamtalu. FSN fekk fyrispurning frá Almannaverkinum um at tillaga tíðaravmarka vart starv. Nevndin sá hetta sum góðan møguleika fyri at fáa dagført okkara limalista við navn, bústaði, fartelefonnr. og mail adr, soleiðis at felagið kann senda ymiskar kunningar og kontuavrit o.a umvegis teldupost. Samtykt varð, at seta Eyðun Hansen í hetta tíðaravmarkaða varda starv frá 07. juli 2016 at rokna. Limastøðan hjá FSN Limastøðan hjá FSN er svingandi, men rímuliga stabil, men persónar skifta millum aktivan og hvílandi limaskap. Síðstu tølini vísa, at felagið hevur pr. 31.10.2016. 1.044 limir íalt. Hetta er vanliga gongdin í felagnum, og er eisini nakað ávirkað av gongdini í samfelagnum. Mið & Magn Samstarvsavtalan við PRESS skal takast upp aftur í komandi árið. Tað hava verið ymiskir trupulleikar við prenting o.a og hetta er ikki nøktandi fyri okkara limir. Nevndin samtykti á nevndarfundi tann 02.12.2016, at blaðið skal koma út sum pdf fílur í næstu avtalu, og hetta eigur at blíva munandi bíligari fyri felagið, men dygdin á ongan hátt verri. Nordisk Navigatørkongress Hvørt ár í januar og august verður NNK hildin. Tann 26. 27. jan. 2016 varð hon hildin í hølinum hjá Søfartens Ledelse í Keypmannahavn. Mannagongdin er tann, at hvørt land sær, hevur eina framløgu frá sínum landi, alt eftir hvussu gongur í fakfelagnum, arbeiðsloysi, sáttmálaviðurskifti, og útlitini framyvir. Hesuferð varð eisini tosað og kunnað um MLC krøv: VÆLFERÐARTÆNASTUR FYRI SJÓFÓLK, ENDURNÝGGJA AV STCW SERTIFIKATUM o. m. a. Tann 30. 31. august var NNK hildin í Føroyum. Vit hildu hana í hølinum hjá FSN, og hetta eydnaðist stak væl. Næsta NNK verður í Oslo í Januar 2017. Vinnuháskúlin - Aspirant skipanin Fyri navigatørar hevur Vinnuháskúlin virkað í eitt ár og hetta tíðarskeiðið hevur verið ein lærurík tíð. Eitt nýtt toymi av navigatør aspirantum byrjaði eftir summarsteðgin, soleiðis at tað nú ganga 2 aspirantflokkar á Vinnuháskúlanum. 6

Sum høvuðsendamál hevur aspirant útbúgvingin verið ætlað teimum, sum ikki hava siglingstíð, men hava miðnámsskúla, (student o.a.). Av teimum, sum byrjaðu, eru 11 framvegis á aspirantbreytini, tá eru 3 givnir. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at avtala er gjørd við føroysk reiðarí og næmingarnir ganga so skiftivís í skúla og sigla. Tilsamans kemur hetta at taka teimum 4 ár og tá teir eftir loknan lestur, loksins fáa sítt prógv, eru teir skipsførarar og hava nøktandi siglingstíð, soleiðis at teir fáa vinnubræv, við loyvi til at vera stýrimaður umborð á farmaskipum. Sum er, so er eingin skipan gjørd, soleiðis at navigatør aspirantarnir kunnu fara víðari og taka ein bachelor grad. Aspirant ætlan er gjørd fyri maskinmeistarar og hendan skal setast í verk eftir summarsteðgin 2017. Maskinmeistara skipanin verður skipað á sama hátt, sum hjá navigatørunum, teir koma skiftivís at ganga í skúla og sigla, og eftir 4 ár eru teir maskinmeistarar við vinnubrævi. Tó er tann broyting gjørd fyri maskinmeistararnar, at teir kunnu lesa víðari til bachelor. Hetta verur skipað í samstarvi við Fróðskaparsetrið, soleiðis at teir sum hava áhuga fyri tí, kunnu taka ein 2 ára ískoytis part á verkfrøðisútbúgvingini og harvið fáa ein bachelor grad. Fróðskaparsetrið skal so í samband við bachelor útbúgvingina fyri maskinmeistarar vera í samstarvi við DTU (Danmarks Teknologiske Universitet) og á tann hátt fáa neyðugu góðkenningina fyri ávísu stigini. Universitets skipanin virkar eftir eini stig skipan, tey sokallaðu ECTS (European Credit Transfer Accumulation System). Eftir hesi skipan kemur ein maskinmeistara úgbugving á Vinnuháskúlanum at verða virðismett til 135 ECTS, og so skal lesast á Fróðskaparsetrinum, soleiðis at samlaða talið kemur uppá minst 210 ECTS. Við hesi skipan kunnu næmingarnir fara víðari, til eitt nú Danmarkar at lesar víðari. Í Føroyum verður bert lisið til akademiskan bachelor, og ætlanin er ikki at byrja uppá profitións bachelor. Fyri teir, sum hava lisið í Danmark og har fingið ein profitións, kemur føroyska skipanin ikki at geva nakað kredit fyri næmingin, um hesin seinni ætlar sær víðari lestur á universiteti. Tað er mín hugsan, at hetta kemst av, at tað eru so nógv fólk, sum hava akademiska útbúgving í Føroyum, og tískil er ikki tørvur á profitións úgbúgvingum. Studningsskipanin fyri Aspirantar, krevur ávísar ábøtur. Sum dømi kann nevnast, at studningur verður veittur fyri 11 mánaðir, og einki fyri 12. mánaðin, tí hann verður vanliga roknaður sum feria hjá tí lesandi. Men her hevur FSN gjørt vart við nakrar skeivleikar. Aspirantarnir eru í gongd 12 mánaðir um árið, skiftivís sigla og skúli, so har er eingin feria. FSN hevði fund við Reiðarafelagið fyri Farma- og frálandaskip um tað sama, og semja var gjørd um, at Aspirantarnir skuldu fáa kr. 100,- pr/ mynstraðan dag fram til 31.12.2016, tá vantast ein loysn at verða funnin á studningsskipanini. FSN hevur sent viðmerkingar til Mentamálaráðið um tað sama. FSN verður kallað inn fyrsta dagin, sum hoyringspartnari. 7

Keyp av LÍV Fakfeløg og tryggingartakarar eiga nú LÍV Eftir drúgva tilgongd, er komið á mál við nýggju ognarviðurskiftunum hjá størsta pensjónsfelagnum í Føroyum. Almenn samkoma var á LÍV hósdagin1. september: Hetta er ein stórur dagur fyri okkum 17 fakfeløg, ið eru við í keypinum av Føroya Lívstrygging. Hetta er størsta felags átak í føroyskari fakfelagssøgu nakrantíð. Ongantíð fyrr hava so nógv føroysk fakfeløg havt felags mið og mál. Hetta kann bert boða frá góðum. Eftir at ognarviðurskiftini í LÍV eru broytt, eigur Ognarfelagið LÍV nú 50 prosent av felagnum (Ognarfelagið LÍV eru allir tryggingartakararnir), Fakfelagsbólkurin eigur 33,3 prosent (t.e. p/f Fakfelag við 17 fakfeløgum), og landsstýrið (Vinnumálaráðið) eigur 16,7 prosent av felagnum. Ætlanin er, at Fakfelagsbólkurin keypir tey 16,7 prosentini hjá landsstýrinum næstu 10 árini. So er bert at vóna, at vit sum partaeigarar, fáa eina munagóða loysn á tryggingarviðurskiftunum í framtíðini. Trygdargrunnurin Gongdin í menningini av KT kervinum hjá Trygdargrunni Fiskivinnunnar, (Trygdargrunnurin), hevur síðani 2014 arbeitt við at menna KT kervið hjá sær. Trygdargrunnurin hevur ment eina nýggja umsitingarskipan, ið klárar at handfara flest allar uppgávur, ið Trygdargrunnurin hevur. Menningin er býtt upp í 4 stig. Fyrsta stigið snúgi seg um at menna eina umsitingarskipan, sum skuldi handfara trygdargjald, inntøkutrygd, sjúkratrygd og flutningsstuðul. Umsitingarskipanin var tikin í brúk á sumri 2015. Næsta stigið varð at fáa avrokningarnar talgildar, soleiðis at avrokningarnar koma talgildar inn frá reiðaríunum. Tær talgildu avrokningarnar tók trygdargrunnurin í brúk á heysti 2016. Triðja stigið snýr seg um at menna eina sjálvgreiðslu til heimasíðuna, har smærri reiðaríir kunnu skráseta avrokningar talgilt, og tilmelda seg minstaforvinning. Fjóðra stigið snýr seg um at menna eina dynamiska hagtalsskipan, ið vísur hagtøl innan fiskivinnuma. Ætlanin er at fara undir 3 og 4 stig várið 2017. Umframt hetta, so er Sjónvinnustýrið í ferð við at menna eina mynstringarskipan, har reiðaríini skulu skráseta mynstringarnar talgilt. Ætlanin hjá Trygdargrunninum er eisini at tillaga umsitingarskipanina, soleiðis at hon kann móttaka mynstringarnar talgilt. Væntandi kunnu talgildu mynstringarnar takast í brúk, seinnu helvt av 2017. Áhugaverda kanningin hjá Annbjørg á Høvdanum Annbjørg á Høvdanum hevur gjøgnumgingið tøl frá Vanlukkutryggingarráðnum gjøgnum eitt 40 ára tíðarskeið, har hon roynir at lýsa mynstur og samanbera ymsar vandastøður umborð á føroyskum fiskiskipum. Skaðar og vanlukkur eru lutfallsliga fækkað síðani 1994. Bæði tá hugt verður eftir ymiskum skipasløgum hvør sær, og tá hugt verður eftir, hvussu skaðarnir hava rakt tey ymisku starvsheitini umborð. 8

Óivað hevði tað verið rætt at íverksett eina ISM skipan fyri fiskiskip ISM-kotan (International Safety Management Code) er eitt regluverk, sum IMO (International Maritime Organization) hevur samtykt, og sum ásetir yvirskipaðar reglur fyri tryggan skiparakstur. Øll skip omanfyri eina ávísa stødd í IMO-londunum, skulu hava eitt sertifikat, sum prógvar, at tey lúka ISMregluverkið. Tað kann sjálvsagt sigast nógv meir um hesa kanning. Eisini um pallborðsfundin, sum var í Sjónám í Klaksvík, men hon er at síggja í Mið & Magn nr. 29, sum kom út í des. 2016. Dómur í Anitu málinum Tann 25. Nov. 2016 bleiv dómur feldur í Anitu málinum. Dómurin var grundaður á: 1. Tað var einki felags abreiðsmál 2. At manningin ikki kundi samskifta sýnámillum um trygdar spurningar og skilja trygdarkunning. 3. At manningin ikki var før fyri at skilja givnu ordrar í serstøku umstøðunum. Hetta førdi við sær, at skiparin fekk eina bót á kr. 40.000 og stýrimaðurin fekk kr. 10.000. Men hetta eigur at siga okkum so mikið og minna okkum á, at skiparin sum hægsta valdið umborð, hevur enn einaferð evstu ágbyrd av, at alt fer rætt og trygt fram. At enda Eg skal vegna nevnd og starvsfólk takka fyri árið 2016, og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 9