BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

2000 árgangurin roykfríur

Cruise ferðandi í Føroyum

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Mandy on holiday Avritssíður

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Lívið í Føroyum er framúr

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Heilsuvandi av at eta grind

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Starvsfólk á dagstovnum

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014

Føroyskur førleiki. Formæli.

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Leiðbeining um andadráttarverju

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Formansfrágreiðing 2016

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Kappingarsamleiki Føroya

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Í verksetan. public service-sáttmála

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Fólkaheilsukanning

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 06-08/

Menning av veðurtænastuni

Rættindi fyri atkvøður

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Charles R. Darwin 200 ár

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Mentamálaráðið skal hervið svara spurningum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008.

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Trý megin sløg av geislavirkni

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Jonna Skaale. Gudny Skarðhamar. Marita í Brekkunum

Transcription:

EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR Tað strævna er bara ein brotpartur av teirra lívi Desember 2017 HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV? Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í miðnámsskúla? REPORTAGA RÁÐSTEVNAN UM KYNSLIG RÆTTINDI OG BREK BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ Er munur á, um brekið situr í beinunum ella í høvdinum? ØLL HAVA RÆTT TIL AT LÆRA, MENNA OG BRÚKA EITT MÁL Hvar bleiv politiski 1 les um Karlstadmodellið

Oddagrein: BÚGVA VIT Í HEIMSINS BESTA LANDI? Kanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2015 staðfesti, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgdsemi føroyinga er væl betri enn í grannalondunum. Vit eru topp skorarar á fleiri økjum, eisini tá ið tað ræður um heilsu Tekstur: Fía Petersen Í seinastuni hevur nógv fokus verið á heilsu, serliga á sálarliga heilsu. Fólkaheilsu ráðið vísir millum annað á, at sálarlig heilsa ikki bara snýr seg um at halda sálarsjúku burt ur, men í líka stóran mun snýr seg um at hava fokus á fyribyrgjandi og heilsufremjandi livihátt. Tað er umráðandi at trívast, vera nøgd, og síggja meining við lívinum. Vit skulu hava tíð til hvønnannan, vera partur av felagsskapinum, vera kropsliga og sálarliga virkin, og vit skulu røkja okkara áhugamál. Hetta er ikki altíð bara sum at siga tað, og hjá summum eru umstøður, ið krevja rættan stuðul, skal tað bera til at liva á ein sálarheilsufremjandi hátt. Hjá flestu barnafamiljum er tað ein avbjóðing at fáa tíðina at strekkja til, og flestu foreldur kenna seg helst aftur í, at tey noyðast at seta egin áhugamál til viks í eina tíð, meðan børnini eru smá. Um barnið ber brek, fær familjan eina røð av eyka uppgávum, sum tær ofta ikki fáa hjálp til at loysa. Í mun til vanligar familjur varir støðan eisini nógv longri, ja, kanska langt inn í vaksna lívið hjá barninum. Eitt, sum Javni afturvendandi hoyrir frá foreldrum er, at tað, sum er strævið við at fáa eitt barn, ið ber brek, er systemið, sum er so tungt og tíðarkrevjandi at fáast við. Tey skulu sjálv leita upp hjálpina, og óvissan, um nú barnið fær røttu hjálpina, er ørkymlandi og leggur hald á orkuna. Vit vita frá kanningum aðrastaðni, at fólk, ið hava menning ar tarn, nógv meira enn onnur fáa sálarsjúkur av ymiskum slag. Tað kunnu vera fleiri samansettar orsøkir til tað. Tey hava verri við at skilja tað, sum hendir rundan um tey, og hava truplari við at gera vart við seg, um liviumstøður ikki eru nøktandi. Sum frá líður legst misnøgdin á sálina, og tey verða sjúk. Í summum førum verður misnøgdin til áleypandi atburð, sum vegna vantandi serkunnleika verður tulkað sum sálarsjúka. Loysnin er ov ofta sissandi heilivágur, uttan at eisini verður hugt at liviumstøðunum. Hvussu støðan er hjá okkum, vita vit lítið um, tí hetta er eitt økið, ið lítið fokus hevur verið á. Føroyingar skora toppin í lívsnøgdsemi, men vit vita lítið um, hvørt hetta eisini er galdandi fyri tey, ið hava menningartarn og teirra familjur. Vit vita, at tey eru serliga útsett, og at tað tí er samsvarandi týdningarmikið at stuðulsskipanir og tænastur hava neyðugan serkunnleika og kunnu stuðla so væl undir teirra sálarheilsu sum gjørligt. Fokus má set ast á fyribyrgjandi og heilsufremjandi livihátt, heilt frá barnaárunum, bæði hjá teimum við menningartarni sjálvum, og familjunum. Áðrenn vit breggja okkum av, at vit búgva í heimsins besta landi, so áttu vit at kanna, um lívsnøgdsemið nú er galdandi fyri øll. Javnablaðið, desember 2017 JAVNI Hoydalsvegur 42 FO-100 Tórshavn Tel +298 208090 javni@javni.fo www.javni.fo Javni er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Skrivstovan er opin týsdag-hósdag frá kl. 10:00 til 15:00. Permumynd: Lea Charlesdóttir Útgevari: Javni Ábyrgd: Fía Petersen Ritstjórnað: Sonne Smith Lagt til rættis: Fía Petersen Uppseting og prent: Føroyaprent Myndir: PavlaPhoto, Veingir, Javni, AMR, Kambsdalur Loyvt er at endurgeva tilfar ella partar av tilfari, treytað av, at keldan verður upplýst. 2 Búgva vit í heimsins besta landi?

INNIHALDSYVIRLIT EIN HEILT SERLIGUR MAMMU BÓLKUR... 4 FORELDRASTUÐULSBÓLKURIN... 10 TUMMAS OG HILDA GLEÐA SEG TIL AT FLYTA INN... 11 HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ NÁMS TILBOÐ TIL UNG VIÐ SER LIGUM TØRVI AV?... 12 BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ... 16 TINE HEVUR FINGIÐ EITT LÍV SUM TÚ OG EG... 18 ER ILLGRUNI UM HARÐSKAP?... 19 FYLGJARAKORTIÐ... 20 KARLSTADMODELLIÐ... 22 RÁÐSTEVNAN UM KYNSLIG RÆTTINDI OG BREK... 24 SO AVGJØRT BRÚKAST FRAMEFTIR... 26 EG EITI DURITA STRØM... 27 Javnagudstænasturnar Í næstum verða hugnaligu jólagudstænasturnar hjá Javna hildnar kring landið. Tað eru økisnevndirnar hjá Javna, ið skipa fyri. Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar og til ein drekkamunn aftaná. Streymoy: Vesturkirkjan 7. desember kl. 19.00 Eysturoy: Fuglafjarðar kirkja 4. desember kl. 19.00 Vágar: Býggjar kirkja 5. desember kl. 19.00 Suðuroy: Frelsunarherurin í Vági 4. desember kl. 19.00 Norðoyggjar: Christianskirkjan 7. desember kl. 19.30

EIN HEILT SERLIGUR MAMMU- BÓLKUR Tekstur: Fía Petersen 4 Ein heilt serligur mammu bólkur

ÓLAVUR Ein heilt serligur mammu bólkur 5

Eitt sindur illfýsið er í veðriðnum hendan oktober morgunin, og aldurnar eru tungar. Tær fýra, Svanna, Meibritt, Ása og Sissal, eru farnar tíð liga heim an ífrá, og eru nú við Smyrli á veg til Suður oyar. Tær eru bodnar til Vágs í mammubólk hjá Rebekku. Tær koma ymsastaðnis í landinum. Ein kemur úr Fuglafirði, ein úr Sørvági, og tvær úr Havn. Tað er eitt sindur serligt fyri ein mammu bólk at vera so spjaddur landafrøðiliga. Men tað er eisini ein heilt serlig grund til, at júst hesar mamm ur nar hava funnið saman í henda heilt ser liga mammubólk. Børnini hjá teimum hava nevni liga tað til felags, at tey eru øll fødd við Downs Syndr omi. Júst eitt ár er ímillum elsta og yngsta barnið í bólkinum. Hetta er óvanligt, tí seinastu mongu árini er bara eitt barn føtt í Føroyum um árið við Downs Syndromi. Í Føroyum kenna vit altíð onkran, sum kennir onkran annan, so tá ið ein av mammunum fyrr í ár setti seg í samband við Javna fyri at vita, um vit kundu hjálpa henni at fáa sam band við hinar mammurnar at smábørnunum við Downs Syndromi, varð hetta skjótt orðnað. Vit vistu um tær, hóast vit ikki høvdu havt beinleiðis samband við tær allar. Smyril rullar tungliga suðureftir, og onkur spýggibakki verður funnin fram. Ólavur, Hákun, Lea og Emma leggja tó líka í, at tað rullar. Tey eru øll so klárvakin og krevja uppmerksemi. Onkur er blivin svangur, so ein pakki av barnamosi verður funnin fram. Stóribeiggi Hákun náddi ikki at fáa morgunmat, áðrenn tey fóru heimanífrá, so hann er eisini blivin svangur. Onkur annar fær bróst. Tær hjálpa hvøraðrari, tí tað er strævið at ferðast við smáum børnum, ikki minst tá ið alt rullar, og sjóverkurin trokar á. Skjótt er at koyra av Krambatanga til Vágs. Á Skálavegi, ovarliga í bygdini, tekur Rebekka ímóti. Lítla dótturin Bjørt liggur og svevur í vogninum uttanfyri, so hon er ikki klár at taka ímóti gestunum norðanífrá enn. Ólavur, sum er elst ur av børnunum, er blivin svangur og skal hava greyt beinanvegin hann er komin inn. Hann er so spentur til matin, at hann kemur til at hvølva skálina, og skáldar seg í armin av heita vatninum. Tíbetur var tað ikki alvorligt, men gráturin hoyrdist um alt grannalagið. Øll børnini eru vorðin eitt sindur eldri og hava gjørt framstig síðan seinast tey sóust, og tað skulu mammurnar sjálvandi reypa eitt sindur av eisini. Tað hoyrir til. Rebekka setur eina stóra grýtu av grýturætti á borðið, og skjótt hava allar gloymt alt um sjóverkin, ið var fyri løtu síðan. Prátið gongur lætt um borðið, hóast evnini ikki altíð eru so løtt. Allar uttan ein í bólkinum eru eisini í vanligum mammubólkum. Í hesum bólkum er heilsufrøðingur við í fyrstani, og mammurnar kunnu sparra við aðrar mammur um ymisk viðurskifti, sum hava við smábørn at gera. Hóast tað er gott at hittast í hesum bólkum, og flestu spurningar í fyrstani eru júst teir somu sum hjá øðrum smábarnafamiljum, so er tað ofta ikki heilt nøktandi, tá ið barninum bagir nakað. Í fyrstani er tað serliga tað kensluliga, ið fyllur nógv hjá teimum flestu. Løtan, tá ið tær fingu at vita, at barnið helst bar brek, brendi seg inn í minnið, og elvdi til ein ruðuleika av kenslum og spurningum. Oftast vóru tað bara brotpartar av fyrstu kunningini, ið festu seg. Ein mamma greiðir frá, at tað er ein stór hjálp hjá henni at vera við í bólkinum, tí hon hevur veruliga brúk fyri at finna eina meining í støðuni. Hví 6 Ein heilt serligur mammu bólkur

var tað júst hon, ið fekk eitt barn við breki? Hevði hon gjørt nakað galið? Kundi hon havt gjørt nakað ørvísi? Er nøkur meining yvir høvur? At síggja, at hetta rakar heilt tilvildarliga, og at hinar familjurnar allar eru púra vanligar familjur er í sjálvum sær ein stór hjálp. Eingi foreldur rokna við og vænta, at teirra barn ber brek, men viðhvørt er tað bara so. Tað er ein partur av lívsins margfeldni. Í vanliga mammubólkinum kann tað vera eitt sindur torført at tosa um hesi viðurskifti, men í ser liga mammubólkinum eru eing ir tank ar ólógligir, og tað gev ur styrki at vita, at ein er ikki ein sa mallur við hesum tonk unum. Børn við Downs Syndromi kunnu hava álvarslig viðfødd krops lig brek, ið krevja, at tey koma undir skurð. Trý av børnun um í mammubólkinum hava longu verið ígjøgnum stór ar skurðviðgerðir. Tíbetur er so nógv, ið kann viðgerast í dag, og børn ini hava tað gott, hóast fyrsta tíðin var trupul. Ein av mamm un um sigur, at álvarsliga kropsliga brekið fylti fyrstu tíðina nógv meiri enn tað eyka kromosomið. Børnini verða skurð við gjørd í Danmark, og tað krevur, at familjurnar eru heim aní frá í fleiri vikur. Hetta er serliga avbjóðandi, har fleiri smá systkin eru. Kaffið er nú komið á borðið, og fotografurin er farin at taka myndir av børnunum upp á skift. Vit vilja jú vísa øllum Føroya fólki, hvussu fitt og eygagóð tey eru. Teir tankarnir, ið fylla nógv fyrstu tíðina, verða skúgvaðir til viks av kærleika og gleði yvir at hava fingið júst hetta barnið. Teir tankarnir, ið fylla nógv fyrstu tíðina, verða skúgvaðir til viks av kærleika og gleði yvir at hava fingið júst hetta barnið. Aðrir spurningar taka seg upp, so hvørt sum børnini blíva størri. Serliga er tað systemið, sum foreldrini halda vera møtumikið. Flest okkara hava tíbetur lítið og einki við sjúkrahúsverkið at gera og enn minnið við Almannaverkið og Sernám. Tá ið tú blívur foreldur at einum barni, sum helst fer at krevja nakað eyka, verður tú varpaður út í ein ó kend an heim av regl um, para graff um og manna gongdum. Og tú skalt laga teg eftir yms um, sum tú lítið og einki veitst um framman undan. Tað kann vera ringt at vita, hvat er rætt og skeivt, tí ráð geving in frá fak fólki bendir ikki altíð á somu leið. Børnini í mammubólk inum eru ymsa staðnis úr landinum, og tað kann gera sítt til, at familjur nar fáa sera ymiska hjálp og vegleiðing. Mammur nar eru samdar um, at tað, sum tað almenna setir í verk, er ov tilvildarligt, og at ov nógv liggur á herðunum á familjunum sjálvum at finna ta røttu hjálpina. Foreldrini eru ikki fakpersónar, og tey hava nóg mikið at hugsa um sum er, bara við at vera foreldur. Tí vildu tey ynskt, at hjálpin var meiri skipað, soleiðis at tey kundu kenna seg tryggari. Eitt dømi er, at meðan fýra av børnunum komu í samband við Sernám tíðliga, so gekk næstan eitt ár, áðrenn tað eina barnið fekk fundarboð haðani. Annað dømi er, at onkur hevði fingið at vita, at óneyðugt er at arbeiða framhald á síðu 8 HÁKUN Ein heilt serligur mammu bólkur 7

við málmenning, fyrr enn barnið er tvey ár, og onnur hava fingið at vita at tað er sera umráðandi at byrja so tíðliga sum yvirhøvur gjørligt! Somuleiðis kennist sambandið við Almanna verkið møtumikið, og teirra royndir eru, at neyðugt er at hava sett seg væl inn í tingini sjálvur, áðrenn ein vendir sær til teirra. Í mammubólkinum hava tær tann fyrimunin fram um onnur, at tær so hvørt kunna hvørjaaðra um ymisku tænast un ar, soleiðis at tað verður lættari sjálvur at ansa eftir, at ein ikki dettur niður ímillum. Tað eru tó avgjørt ikki bara avbjóðingarnar, ið seta dagsskránna, tá ið mammu bólkurin hittist. Sum ein mamma sigur, so er tað strævna bara ein brot partur av teirra lívi, og tað er so øgi liga nógv meira, sum er fan tast iskt. Hon heldur tað ikki vera nøkur byrða, men held ur ein stór gáva at hava fingið júst hetta fantastiska barnið. Spurningurin um forsturkanningar er eisini uppi og vendur í bólkinum. Tað ber næstan ikki til at tosa um Downs Syndrom í dag uttan eisini at koma inn á hetta evnið. Í Føroyum fáa barnakonur ikki bjóðað allar tær kanningarnar, sum tær fáa í londunum rundan um okkum. Hóast hetta, so troka hesar kanningar seg á hjá okkum eisini. Ein mamma í bólkinum fortelur at av tí, at hjartakanningar av barninum vístu okkurt óvanligt, so var hon í Danmark til nærri kanningar, tá ið hon Tá ið tú blívur foreldur at einum barni, sum helst fer at krevja nakað eyka, verður tú varpaður út í ein ó kend an heim av regl um, para graff um og manna gongd um. var í 22. viku. Hesar kanningar staðfestu, at barnið hevði ein hjartafeil. Danski yvirlæknin, sum gjørdi kanningina, spurdi, um tey vistu, at hetta var ein typiskur hjartafeilur, sum børn við Downs syndromi hava. Nei, tað vistu tey ikki. Foreldrini fingu síðan í boði at fáa nærri kanningar, sum kundu staðfesta við vissu, um barnið hevði Downs syndrom. Tí, sum hon segði: Vi kan lige akkurat nå at fjerne det. Tað bleiv sagt, sum tað var tað mest natúrliga næsta stigið. Tá ið for eldrini ikki vóru áhugað í nærri kann ingum, men bara vildu sleppa heim at sodna nýggju upplýsingarnar, segði læknin eitt sindur umberandi: Nå ja, men I kommer også fra Færøerne... Hvussu hendan viðmerkingin skuldi skiljast, má standa opið, tí foreldrini blivu so paff, at tey fingu ikki orðið upp. Í Danmark er tað ein sannroynd, at 98 prosent av teimum foreldrum, ið fáa boðini um, at fostrið hevur Downs syndrom, taka av tilboðnum um fosturtøku. Í Íslandi er talið uppaftur størri, og hini norðurlondini eru væl við í statistikkinum. Tað er at gleðast um, at vit í Føroyum hava eina øðrvísi tilgongd til spurningin um ymiskleika og eftir øllum at døma eru meiri rúmlig. Tá ið Smyril legði frá landi aftur seint seinnapartin, var veðrið batnað, og túrurin norðuraftur var meiri friðarligur. EMMA 8 Ein heilt serligur mammu bólkur

BJØRT Um Downs syndrom Mett verður, at umleið sjey milliónir fólk í heiminum hava Downs Syndrom. Sambært WHO er týttleikin um leið 1/1000. Eingi tøl eru fyri, hvussu nógv fólk við Downs Syndromi eru í Føroyum. Downs Syndrom stendst av einum eyka kromosomi, yvirhøvur kromosom nr. 21, og tað kemur í tíðliga í móðurlívi. Vit vita ikki, hví hetta kemur fyri, men týttleikin økist við aldrinum hjá mammuni. Við røttum stuðli kunnu fólk við Downs Syndromi hava eitt vanligt gerandislív sum øll onnur. Ein heilt serligur mammu bólkur 9

Tekstur: Fía Petersen FORELDRASTUÐULSBÓLKURIN Elisabeth Maria Rasmussen er ein av stigtakarunum til foreldra stuðulsbólkin hjá Javna. Hon eigur fimm ára gamla son in Krist ian, sum er føddur við diagnosuni partial trisomi 18. Krist ian er fjølbrekaður og hevur ymiskar avbjóðingar, sum stand ast av diagnosuni. Elisabeth Maria kom í samband við ein norskan foreldrastuðulsbólk, tá ið hon leitaði eftir fo reldrum, ið høvdu barn við somu diagnosu sum Kristian, og hon helt, at vit áttu at haft ein slíkan bólk í Føroyum. Tað eru nú tvey ár síðan, at bólkurin fór til verka. Endamálið við bólkinum er bæði at stuðla foreldrum, ið hava eitt barn, ið ber brek, men eisini at vera eitt forum, har hugskot um betringar fyri hesar familjurnar verða umrødd. Bólkurin møtist javnan, har limirnir viðgera ymiskt, ið kann verða relevant at seta fokus á. Til dømis eru familjulegurnar hjá Javna fyri smábarnafamiljur sprotnar úr hesum bólkinum. Tað er eisini javnan boð eftir teimum seks foreldrunum í bólkinum, hóast Elisabeth Maria heldur, at tey kundu ynskt sær fleiri áheitanir. Tað kann vera til sera stóra hjálp hjá teimum, sum fáa eitt barn, ið ber brek, at koma í samband við onnur foreldur, sum eru í somu støðu. Tey kenna seg ofta einsamøll við avbjóðingunum, og tað kann tykjast, sum um at ongin annar í verðini stendur við somu tonkum og ivamálum. Tá ið foreldur soleiðis koma í samband við hvønnannan, knýta tey eitt serligt samband, har óneyðugt er við so nógvum forkláringum. Elisabeth Maria heldur, at familjurnar í Føroyum sum heild fáa ikki nóg nógva hjálp. Tað liggur alt ov nógv á foreldrunum sjálvum at finna út av, hvat tørvur er á, og hvagar ein skal venda sær. Tað átti at verið soleiðis, at familjurnar høvdu ein lyklapersón í skipanini, onkran skikkaðan persón við tí stóra yvirlitinum, ið kundi vegleitt og ráðgivið í øllum praktiskum viðurskiftum rundan um barnið. Tann praktiska uppgávan er alt ov tung og tíðarkrevjandi hjá foreldrunum. Tey vilja sjálvandi gera alt tað besta fyri barnið, samstundis sum tey vilja hava tíð og umstøður at liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Nakað, ið ofta er ringt at sameina, tí tíðin røkkur ikki. Eitt afturkomandi hjartasuff hjá teimum avvarðandi er, at samstarvið við tað almenna er so tíðarkrevjandi. Tað er strævið hvørja ferð at noyðast at søkja um slíkt, sum bara átti at gingið av sær sjálvum, og at noyðast at rykkja eftir umsóknum, tí svartíðin ofta er so long. Støðuga óvissan um grundleggjandi viðurskifti er sálarliga ørkymlandi og órógvandi. Elisabeth Maria eftirlýsir, at gransking verður sett í verk, soleiðis at vit fáa eina mynd av, hvussu foreldur uppliva samstarvið við skipaninar, sum barnið er knýtt at. Hetta fyri at granskingin kann geva eina mynd av, hvat tað er, sum virkar í skipanum, og hvat skal betrast. Og hvør er rættast at spyrja enn foreldrini sjálv. Foreldrini í stuðulsbólkinum eiga øll børn við ymiskum diagn osum og í ymiskum aldri. Felagsnevnarin er, at diagnosurnar kunnu hava menningartarn við sær. Hóast børnini eru ymisk og hava ymiskan tørv, so er leikluturin at blíva foreldur og at skula fóta sær aftur í lívinum nakað, sum foreldrini hava til felags. Dagliga hava tey felags avbjóðingar og felags gleði, ið eru knýttar at støðuni hjá barninum. Elisabeth Maria heldur, at tað fyrsta árið var serliga hart sum familja at koma ígjøgnum við øllum sjúkrahúsinnleggingunum og kanningunum hjá Kristiani. Hvør kann venda sær til foreldrastuðulsbólkin? Øll foreldur, sum eiga ella sum vænta sær barn/børn við menningartarni, kunnu seta seg í samband við for eldrastuðulsbólkin. Hetta kann vera, tí tey hava ein ítøkiligan trupulleika, sum tey vilja tosa um, ella tí tey bara vilja tosa við onkran í somu støðu. Limirnir í foreldrastuðulsbólkinum hava tagnarskyldu, so tað, ið tosað verður um, er tykkara millum. Tú kanst altíð venda tær til Javna fyri at fáa samband við foreldrastuðulsbólkin. Á heimasíðu okkara www.javni.fo er eisini meiri kunning bólkin, umframt beinleiðis kontaktupplýsingar. Diagnosan menningartarn fevnir um tað víða feltið frá at hava lættari innlæringstrupulleikar til tey, sum saman við menningartarninum, hava stórar medisinskar avbjóðingar og hvørs framtíðarútlit við atliti at livitíð stundum eru døpur. Teir flestu av limunum hjá Javna eru annaðhvørt avvarðandi hjá persónum við menningartarni ella hava sjálv menningartarn. 10 Foreldrastuðulsbólkurin

TUMMAS OG HILDA GLEÐA SEG TIL AT FLYTA INN Í løtuni verður síðsta hond løgd á búfelagsskapin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Væntandi kunnu fólkini flyta inn einaferð tíðliga í vár. Spyr Meg hevur sett Tummasi Vilhelm og Hildu Poulsen, sum bæði hava fingið íbúð í búfelagsskapinum, nakrar spurningar Hilda: Hví hevur tú avgjørt at búgva her? - Tí her kann eg vera saman við hinum ungu, sum eisini búgva her. Og so eisini royna at búgva í egnari íbúð. Hvar hevur tú búð higartil? Heima. Hvussu leingi hevur tú bíðað eftir bústaði? Í 2 ár. Hvar arbeiðir tú, ella hvar gongur tú í skúla? - Eg gangi á serliga skipað miðnám á Glasi. Hvussu klárar tú at koma upp um morgunin? - Tað klári eg fínt. Hvussu nógv er húsaleigan? - Eg veit ikki, men haldi hon er 4.500 krónur um mánaðin. Hvussu er íbúðin innrættað? - Eg haldi, at hon er góð. Har er eitt kamar, eitt wc, og stova og køkur saman. Ber til at hýsa gestum? - Eg haldi, at mann kann hava liggjandi gestir um vikuskiftið, men kanska ikki vanligar dagar. Hava tit nakað felagshøli? - Ja, vit hava felags stovu og køk, og kanska var eisini eitt rúm at vaska klæðir í. Og so hava starvsfólkini eitt rúm. Hvør ger mat? - Tað gera vit, sum búgva her. Tummas: Hví hevur tú avgjørt at búgva her? - Tí eg tími ikki at búgva heima. Hvar hevur tú búð higartil? - Fimm ár í Danmark og tveir mánaðir í Runavík. Annars heima. Hvussu leingi hevur tú bíðað eftir bústaði? - Eini trý ár. Hvar arbeiðir tú, ella hvar gongur tú í skúla? - Leygardag arbeiði eg í Miklagarði í SMS, og hinar dagarnar gangi eg á serbreyt á Kambsdali. Hvussu klárar tú at koma upp um morgunin? - Hampiligt. Hvussu nógv er húsaleigan? - Tað veit eg ikki enn. Hvussu er íbúðin innrættað? - Kamar, gongd, wc og baðirúm, køkur og stova saman. Ber til at hýsa gestum? - Ja. Hava tit nakað felagshøli? - Ja. Hvør ger mat? - Døgurðin á kvøldi verður gjørdur í felag í felagshølunum. Annars geri eg mat sjálvur. Tummas og Hilda gleða seg til at flyta inn 11

HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMS TILBOÐ TIL UNG VIÐ SER LIGUM TØRVI AV? Mentamálaráðið og Almannamálaráðið settu í 2014 ein arbeiðsbólk at gera eitt uppskot um serliga skipað miðnámstilboð til ung, ið ikki kunnu fara á vanligt miðnám. Úrslitið av hesum varð eitt tilmæli, ið varð handað landsstýrisfólkunum í mentamálum og í almannamálum í januar 2015 Tekstur: Fía Petersen Tilmælið staðfesti, at stórur tørvur er á mið námsskúlatilboði til henda málbólk. Tøl frá Almannaverkinum og Sernám vístu, at eini 103 ung í aldrinum 16 til 25 ár ikki høvdu eitt skipað skúlatilboð. Tørvsmeting Størsti einstaki bólkurin eru ung við menningartarni, tils. 48 fólk. Av hesum búgva 30 í Streymoynni og 12 í Eysturoynni. Næststørsti bólkurin eru ung innan autismuøkið, tils. 33 fólk. Av hesum búgva 21 í Streymoynni og 5 í Eysturoynni. Tørvurin á tilboðum er sostatt størst í Streymoynni, har samlaða talið er 57 borgarar, og í Eysturoynni, har samlaða talið er 28 borgarar. Í Norðoyggjum er talið 12, harav 5 við autismu, í Vágum 4, í Sandoynni 1 og í Suðuroynni 1. (Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, síða 13) Arbeiðsbólkurin var í Íslandi og í Danmark fyri at kunna seg um, hvussu tey skipaðu miðnámstilboð til hendan málbólk. Við støði í tí besta úr skipanum báðum varð mælt til at seta skúla tilboð á stovn á miðnámsskúlunum í landinum í samsvari við tørvin, sum lýst í tørvsmetingini. Mælt varð til at seta ser breytir á stovn til teir næmingar, ið ikki megna at taka eitt fult miðnámsprógv, og serflokkar til næm ingar við autismu, ið kunnu taka vanligt miðnáms skúla prógv undir nøktandi umstøðum. Haraftrat varð mælt til at umskipa eftirskúlan Rás ina til eitt tvey ára tilboð, og víðka næmingatalið til frá sjey til 14, og til at víðka um tilboðið til næmingarnar við autismu, sum varð byrjað í 2013. Hvat er hent síðan Eitt tilmæli er bara tað, sum navnið sigur, eitt skjal, har ein trupulleiki verður kannaður, og har ein serfrøðinga bólkur mælir politisku skipanini til, hvussu hann skal loys ast á skilabesta hátt. Politiska skipanin nýtist ikki at fylgja einum tilmæli, og meira enn so enda tey bara í eini skuffu. Hetta tilmælið bleiv tó ikki lagt í skuffuna. Longu á sumri 2015 byrjaði ein flokkur við seks næmingum á ser breyt á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Árið eftir byrjaðu 12 næmingar á serbreyt á Glasum, sjey á Tekniska Skúla í Klaksvík, og fimm aftrat vórðu tikin inn á Kambsdali. Og eftir summarfrítíðina í 2017 víðkaði Kambsdalur tilboðið við fýra næmingum og Klaksvík við tveimum næmingum. Eftirskúlin Rásin er nú umskipað til eitt tvey ára tilboð, men næmingatalið er óbroytt. Hyggja vit at, hvussu gongdin hevur verið sammett við tilmælið, síggja vit, at allastaðni í landinum gongur nógv seinni at útvega miðnámsskúlatilboð til hesi ungu, enn tilmælið leggur upp til. Serliga í Suðurstreymoy er størst munur millum tørvin og tilboðini. Tí er tað serliga hugstoytandi, at á Glasi vórðu ikki tiknir nýggir næmingar inn í ár! At næmingar ikki verða tiknir inn á hvørjum ári gevur ikki ætlaða flowið í skúlatilboðið, og potentiellir næmingar og foreldur hava verri við at hugsa um hetta sum eitt reelt tilboð, tí tey vita ikki, hvussu leingi tey skulu bíða eftir einum plássi. Hóast miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi var eitt av aðalmálunum í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, so tykjast hesi skúlatilboð ikki at vera raðfest serliga høgt. Einans 36 næmingar eru tiknir inn á serbreyt í tíðarskeiðnum 2015-17, og tað er beint undir helmingin av tí, sum tilmælið mælir til. Og tað harmar okkum almikið at síggja, at í uppskotinum um næstu løgtingsfíggjarlóg er peningur ikki settur av til at víðka um tilboðini skúlaárið 12 Hvar bleiv politiski viljin at skipa mið náms tilboð til ung við ser ligum tørvi av?

Óli Wolles 2018/19. Hvørki til miðnám ella nýggj eftirskúlatilboð! Vit spyrja: Hvar bleiv politiski viljin av? Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í miðnámsskúla? Gevur tað nakra meining? Óli Wolles er útbúgvingarleiðari fyri hug-, náttúru- og ser breytina á Miðnámi á Kambs dali. Í Miðnámsriti nr 7/2015 hevði hann áhugaverda grein, har hann setur spurn ing in Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í mið náms skúla? Gevur tað nakra meining?. Niðurstøðan hjá honum er greið, JA, tað gevur góða meining! Greinin er ov long at endurgeva her í fullum líki, men við loyvi frá Óla Wolles endurgeva vit partar av henni. Fáa tey eitt vanligt prógv? Eitt prógv frá serbreytini er ikki eins og eitt vanligt miðnáms skúlaprógv, og undirvísingin er rættiliga nógv øðrvísi og er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum. Um inni haldið á serbreytunum sigur Óli Wolles: Innihaldið í útbúgvingini á serbreyt er sum meginregla í trimum tættum: Vanligar lærugreinir so sum lesing, skriving, rokning, mál, søga og samfelagsfrøði á tí stigi, sum næmingurin megnar. Annar tátturin er sosialir førleikar. Tað er ein sannroynd, at hóast tað eru teir fakligu førleikarnir, sum gera, at ein fær eitt starv, so eru sosialu førleikarnir avgerandi fyri, um ein kann varðveita starvið. Tískil er umráðandi á serbreytini eisini at arbeiða nógv við sosialu førleikunum, so sum hvørjar reglur eru fyri uppmøting á arbeiðsmarknaðinum, hvat er hóskandi at siga og hvat er ikki hóskandi at siga við floksfelagan, við kundan ella stjóran o.s.fr. Triði tátturin er í stóran mun meira handaligur, at læra grundleggjandi førleikar í onkrum yrki, ein hevur áhuga fyri. Serliga á sosialu og handaligu økjunum er OCN-skipanin viðkomandi eftirmetingaramboð. OCN-prógv Næmingar 2015-17 Tilmælið 2015-17 OCN-skipanin, ið víst verður á her, er ein skipan, har førleikar á øllum stigum kunnu skjalprógvast. Næmingurin fer ikki upp til próvtøku, soleiðis sum vit vanliga kenna til, men tað verður leypandi mett um førleikarnar. Aðrastaðni verða OCN-prógv viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum. Grundhugsanin við OCN-skipanini er at kunna skjalprógva allar førleikar, sama um teir eru fingnir innan fyri ella uttan fyri skúlagátt. Skipanin kann skjalprógva førleikar á øllum stigum og verður viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum. Í Bretlandi viðurkenna enntá universitet OCN-stig sum upptøkugrundarlag. OCN skipanin hevur síðani breitt seg til eisini at fevna um persónligar og sosialar førleikar, so hvørt sum skipanin er tikin í brúk á nýggjum økjum. Serliga í Danmark er stórt arbeiði gjørt at menna OCN-skipanina innan brekøkið. OCN Danmark hevur til dømis ein pakka við 43 ymiskum OCN-gongdum, sum fevna um sosiala- og persónliga læring, eitt nú Persónligt reinføri, Mál og samskifti, Bólkaarbeiði og bólka samanseting umframt fleiri vinnurættað skeið, t.d. Køkur og kantina ella Bilrøkt. Ein styrki í OCN-skipanini er, at tað er vinnan sjálv, sum dygdarmetir og góðkennir tey einstøku vinnurættað u OCN-skeiðini. Hvat er OCN OCN stendur fyri Open College Network, og er ein skipan, har læring verður leypandi staðfest og viðurkend. Eitt prógv, ið er givið eftir OCN-skipanini vísir, hvat næmingurin dugir, óansæð hvørjum støði hann ella hon er á. Hjá okkum er skipanin nýggj, men í td Onglandi hevur skipanin verið brúkt í 30 ár, og eitt OCN-prógv er viðurkent av virdum lærustovnum so sum Oxford og Cambridge. Kann prógvið brúkast til nakað? Eitt prógv frá serbreytini er sostatt ikki eitt vanligt miðnámsskúlaprógv, har næmingurin eftir at hava fylgt einum ávísum námssetningi fer til próvtøku við endan av árinum fyri at prógva, hvat hann hevur lært. Men hvørjar møguleikar hevur ein næmingur, ið ikki hevur eitt ordiligt prógv? Óli Wolles hugleiðir um tað: Hugsa tær eitt ungt fólk við menningartarni, sum dugir at gera kaffi, dekka borð og rudda og vaska upp; sum dugir at passa eina kopimaskinu og eina makuleringsmaskinu og at gera klárt til ein fund, so sum at seta á borðið, at tendra teldu og uppvørpu og at prenta viðkomandi tilfar og býta tað út. Ein genta ella ein drongur við hesum førleikunum kundi óivað havt eitt vart starv á flestu kommunuskrivstovum í landinum og á rættiliga mongum skrivstovum og arbeiðsplássum annars eisini fleiri lærarastovum! Ein ungur maður hevur kanska hug at arbeiða upp á bilar. Tað er kanska órealistiskt, at hann nakrantíð verður bilmekanikari, men um hann dugir t.d. at vaska bil og polera, bæði innan og uttan, at skifta viskarabløð, fylla rútavask í, at turka amboð og heingja á pláss og kanska at bøta og skifta dekk, kundi hesin ungi maðurin verið hjálparfólk á einum bilverkstaði. Frá skúla í Malmø veit eg, at næmingar, ið høvdu lært at gera ein bil reinan og at eftirhyggja ymsu áfyllingarnar í motorrúminum, í fleiri førum fingu starv hjá bilaleigu fyritøkum. framhald á síðu 14 Hvar bleiv politiski viljin at skipa mið náms tilboð til ung við ser ligum tørvi av? 13

Ein ung genta hevur kanska hug at arbeiða við børnum. Men evnini røkka møguliga ikki til at gerast námsfrøðingur. Men við viðkomandi førleikum kann hon gerast eitt dugnaligt hjálparfólk í t.d. einum barnagarði. Ella um ein hevur hug at arbeiða í handli, so er umráðandi at duga at lesa eina dagfesting, og at elsta vøran verður sett fremst á hillini, meðan nýggjasta vøran verður sett aftast. Hevur onkur hug at kokkast, er neyðugt at duga grundleggjandi reinføri og at handfara ávís køksamboð fyri at kunna vera hjálparfólk í einum køki t.d. einum skúlakøki. Hetta eru bara dømi um mál at arbeiða við á serbreytini. Við at byggja á OCN-skipanina kunnu næmingarnir fáa skjalprógv fyri ítøkiligar førleikar á alskyns økjum, so arbeiðsgevarin veit, hvat hann kann vænta, at tann ungi dugir. JA, tað gevur góða meining! Niðurstøðan hjá Óla Wolles er, at tað gevur góða meining, at ung við menningartarni ganga á miðnámsskúla, har tey sleppa at nema sær lærdóm, sum bæði økir um lívsdygdina hjá teimum sjálvum, umframt økir um møguleikarnar at kunna røkja eitt starv. At byrja við nevndi eg spurningin: Skulu fólk við menningartarni nú eisini ganga í miðnámsskúla? Gevur tað nakra meining? Mítt svar er JA. Tað gevur góða meining. Tað hevur alstóran týdning fyri sosialu menningina, tað gevur viðkomandi før leikar á mongum økjum, tað økir um lívsdygd og sjálvs virð ing, og samfelagsbúskaparliga økir tað um møguleikarnar at kunna røkja eitt starv. Og so læra øll hini á skúlanum, bæði næm ing ar, lærarar og starvsfólk annars, nakað um fjølbroytni okkara sum menniskju. Ein avgerandi fortreyt er tó, um hetta skal eydnast, og hon er ábyrgdin hjá okkum øllum, bæði lærarum og næmingum: At vit sýna næmingum á serbreytini somu virðing, sum vit sýna øllum øðrum menniskjum! Tí virðing fremur sjálvsvirðing, og sjálvsvirðing gevur lívsdygd og áræði áræði at læra og at taka við avbjóðingum og ábyrgd. Til ber at lesa alla greinina hjá Óla Wolles á heimasíðuni hjá Miðnámi á Kambsdali (kambsdalur.fo) og hjá Glasir (glasir.fo). Serflokkur Næmingar, ið kunnu taka vanligt miðnámsskúlaprógv undir nøktandi umstøðum. Serbreyt Næmingar, ið ikki megna at taka vanligt miðnámsskúlaprógv. ST-sáttmálin um útbúgving Føroya Løgting samtykti 13. mai 2009 einmalt at seta breksáttmálan ST-sáttmálan um javnrættindi fyri einstak lingar, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Hesin sáttmálin ásetur í 24 m.a. at fólk við breki skulu hava atgongd til innkluderandi, góða og ókeypis útbúgving, saman við øðrum ungum. Tey skulu ikki útihýsast frá vanligu útbúgvingarskipanini. 14 Hvar bleiv politiski viljin at skipa mið náms tilboð til ung við ser ligum tørvi av?

norna 512002 Blikagøta Á Bústøðum fegnast vit um, at 16 nýggjar íbúðir á Blikagøtu eru um at vera lidnar, og at leigarar í næstum kunnu flyta inn. Íbúðirnar eru ovarlaga í Runavík og hava gott útsýni oman yvir býin. Eisini er stutt til Toftavatn og ítróttaøkið. Sum bústaðafelag byggja vit dygdargóðar bústaðir, ið kunnu virka sum karmur um góð og trygg heim. Tað serstaka við hesi íbúðaverkætlan er, at sjey fólk við menningartarni fáa egnan leigubústað. Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Bústaðir, Runavíkar kommunu og Almannamálaráðið. Avtalað er við Almannaverkið, at tey ávísa leigarar til sjey av teimum smærru íbúðunum. Eisini fer Almannaverkið at leiga eina íbúð, har starvsfólk, ið varða av leigarunum, kunnu halda til, og leigararnir kunnu hava felags tiltøk. Fakta Byggiverkætlanin fevnir um trý íbúðahús tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Øll húsini eru í tveimum hæddum, allar íbúðirnar í ovaru hæddunum eru 62 m 2, og tær í niðaru hæddunum eru 76 m 2. Tær minnu hava eitt sovikamar og tær størru tvey sovikømur. Felags fyri allar íbúðirnar er, at tær eru innrættaðar við duri, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tær hava egna inngongd og altan/terassu. Harumframt fáa allir leigarar atgongd til egið goymslurúm. Uttanumøkið er snøgt, og parkeringsviðurskiftini eru góð. Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna orkuskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan. Yviri við Strond 6 Tel. +298 401000 Postsmoga 215 bustadir@bustadir.fo Hvar bleiv politiski viljin 110 at Tórshavn skipa mið náms tilboð til www.bustadir.fo ung við ser ligum tørvi av? 15

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ Tekstur: Fía Petersen Í januar 2017 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, eitt tilmæli um nýggjan tænastupolitikk. Heitið á tilmælinum er Borgarin takast uppá ráð. Tilmælið er liður í arbeiðinum at dagføra lóggávuna viðvíkjandi teimum tænastum, sum tað almenna veitur sínum borgarum. Fyri Javna sat táverandi forkvinna, Sigrun Wardum, í arbeiðsbólkinum. Tey, ið mannaðu arbeiðsbólkin vóru: Ása Olsen (MBF), Sigrun Wardum (Javni), Súsanna Olsen (Sinnisbati), Turid Jacobsen (Ergoterapeutfelag Føroya), Jórun Petersen (Fysioterapeutfelag Føroya), Marjun Petersen, Jógvan Philbrow, Katrin Haraldsen (Føroya Pedagogfelag), Óluva í Gong (Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar), Ása Holm (Heilsuhjálparafelag Føroya), Majbritt Mohr (Heilsu røktarafelagið), Johan Lamhauge (Kommunufelagið), Elin Debes, Rannvá Unadóttir Vestureið, Barbara Berg (Almanna verkið), Doris Bjarkhamar og Heini Petersen (Almanna málaráðið). Hvat er BPA BPA er stytting av hugtakinum borgarastýrd persónlig atstøða. Hugsjónarliga endamálið við BPA er geva borg ara num ræði á egnum lívi og møguleika fyri at vera við á jøvnum føti við aðrar borgarar. Ein borgari, ið fær BPA-tænastu, virkar í prinsippinum sjálvur sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari hjá teimum, sum veita tænastuna. Borgarin fær eina fíggjarliga játtan svarandi til tann stuðulstørv, sum viðkomandi hevur, og fyri hesa játtan skal borgarin sjálvur keypa sær neyðuga tænastu. At játtanin røkkur, er ábyrgdin hjá borgaranum sjálvum. Alternativur formur til tænastu frá Almannaverkinum. Er sprottið úr Independent Living-rørsluni. Tænastan er bæði fyri børn og vaksin. Tað almenna visiterar borgaran til tænastuna eftir neyvari útrokning av tørvi á stuðli og tænastu. BPA fevnir ikki um heilsufakliga røkt og viðgerð. Ein tænasta, sum nógv orðaskifti varð um í bólkinum, er BPA-tænasta borgarastýrd persónlig atstøða. BPA brýtur við ta vanahugsan, vit hava um almennar tænastur. Vit eru von við, at tað almenna avger, hvør, hvussu, nær, hvar og av hvørjum ein tænasta verður veitt borgaranum. Við BPA er hetta vent upp og niður, og tað er fyrst og fremst borgarin, ið avger hvussu, nær, hvar, og ikki minst, hvør veitir tænastuna. Borgarin fær játtað eina ávísa upphædd frá tí almenna, sum er neyvt roknað út eftir tænastutørvinum. Fyri hesa upphædd skal borgarin í prinsippinum sjálvur keypa sær ta tænastu, hann hevur brúk fyri. Hann skal virka sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari hjá teimum, sum veita honum tænastuna. Í tilmælinum verður mælt til at seta BPA á stovn í Føroyum, men bara fyri tey, ið sjálv megna arbeiðsleiðaraleiklutin í fyrstu atløgu. Henda avmarking útilokar tey flestu, ið bera kognitivt brek, og er ikki í samsvari við grundreglurnar í tilmælinum um kompensatión og javnviðgerð. Tænastan skal avmarka avleiðingarnar av virkistarninum og javna eitt ójavnt upprunastøði. Um brekið situr í beinunum ella í høvdinum eigur ikki at vera avgerandi fyri, hvør kann fáa hesa tænastu. Hyggja vit at, hvussu skipanin verður skipað aðrastaðni, so verður arbeiðsgevaraluturin ofta útveittur, meðan borgarin sjálvur hevur arbeiðsleiðaralutin. Til dømis í Norra og Svøríki síggja vit, at borgarar kunnu velja at fáa ein avvarðandi, ein verja ella annan persón, sum borgarin hevur álit á, at hjálpa sær við arbeiðsleiðarauppgávuni. Independent Living BPA byggir á Independent Living-hugtakið, ið er ein filosofi og altjóða rørsla, ið virkar fyri sjálvræði, javnrættindum og sjálvsvirðing hjá fólki við breki. Rørslan hevur sín uppruna í USA. Adolf Ratzka, sum ein stóran part av lívinum hevur búð í Svøríki, er ein av pionerunum í IL-rørsluni í Europa. Ratzka varð á ungum aldri raktur av sjúkuni polio, sum gjørdi hann bundnan av hjálp alt samdøgrið. Nakrar av yvirskriftunum fyri rørsluna eru: Vit vilja hava somu valmøguleikar sum aðrir borgarar í landinum. Vit vilja tosa fyri okkum sjálv. Vit vilja ráða í egnum lívi. 16 Borgarin takast upp á ráð

Borgarin umsitur sjálvur tænastuna, men kann útveita partar av henni. Borgarin kann fáa avvarðandi ella onnur at hjálpa sær við arbeiðsleiðarauppgávuni. Sparir tað almenna fyri administrativar uppgávur. Borgarin fær størri ræði á egnum lívi og betri lívsgóðsku. Eftirlit sum við øðrum almennum tænastum. Starvsfólk, ið átaka sær BPA-tænastu, eru ikki neyðturviliga námsfrøðingar ella heilsustarvsfólk, men eisini onnur, ið mugu metast at kunna røkja ítøkiliga tørvin hjá borgaranum. Teirra uppgávur kunnu vera sera ymiskar, men fevna í høvuðs heit inum um at hjálpa borgaranum við at hava ein so normal an gerandisdag sum til ber og at røkja síni áhugamál. Í Noregi fara 72 prosent av játtanini til BPA til løn til stuðlar, 10 prosent til rakstur av co-operativinum, 13 prosent til starvsfólkarøkt, og fimm prosent fara inn á eina rakstrarkontu til serligar útreiðslur. Kollektiva tænastu ella BPA Javni hevur í nógv ár víst á, at tørvur er á at stovna eina BPA-skipan í Føroyum. Tað eru borgarar, ið als ikki trívast í sambýlum við teimum kollektivu stuðulstænastunum hjá Almannaverkinum. Hjá teimum er BPA eitt neyðugt alternativ, skulu tey liva eitt nøktandi lív. Eitt av argumentunum hjá summum av limunum í arbeiðsbólkinum fyri, at vaksni borgarin sjálvur skal vera førur fyri at virka sum arbeiðsleiðari fyri at fáa BPA var, at starvsfólk ella avvarðandi kundu kolldøma sjálvsavgerðarrættin, og at í veruleikanum fór tað at verða tey, ið stýrdu tænastuni. Her spyrja vit, um tann kollektiva tænastan, sum vit veita teimum, ið búgva á sambýlum í dag, ikki nettupp í mongum førum er sera avbjóðandi fyri sjálvsavgerðarrættin. Tað eru ikki øll, ið klára at laga seg eftir at búgva saman við fleiri fólkum, sum tey sjálv ikki hava valt, umframt at klára at laga seg eftir fleiri og skiftandi starvsfólkum, sum tey heldur ikki hava valt. Arbeiðsleiðari: Arbeiðsleiðarauppgávan er at avgera, hvør skal røkja uppgávuna, hvussu stuðulin skal brúkast og at skipa ar beiðsætlan. Arbeiðsleiðarin skal t.d. síggja til, at blæur, hand skar o.a. eru til taks. Megnar borgarin ikki einsamallur ta upp - gáv una, kann hann lata avvarðandi, verjar ella onnur, sum borg ar in sjálvur tilnevnir, virka sum arbeiðsleiðari. Arbeiðsgevari: Í uppgávuni at vera arbeiðsgevari liggur setan av starvs fólki, umsiting av løn, upplæring, skeiðum og øðrum starvs fólkaviðurskiftum. Hevur brúkarin førleika til tess, kann hann røkja hesa uppgávu sjálvur. Vanligt er kortini, at arbeiðs gevarauppgávan verður útveitt til kommunur ella non-profit fyritøkur. Krónubýti í Noregi Borgarin takast upp á ráð 17

TINE HEVUR FINGIÐ EITT LÍV SUM TÚ OG EG Tekstur: Kari Melby. Umsett úr norskum: Arnfríð Patel 34 ára gamla Tine býr í eini lítlari kommunu í Noregi. Hon hevur eitt starv, sum hon trívist í, býr í egnari íbúð, og hevur eitt virkið frítíðarlív við BPA-stuðli (brúkarastýrdum persón ligum atstøðingi). Tine hevur Downs Syndrom, CP (spastikari), og hjartafeil. Hon flutti heimanífrá í eitt sambýli, tá ið hon var 21 ára gomul. Í sambýlinum búðu og arbeiddu nógv fólk, og hjá Tinu bleiv tað rættiliga torført at trívast, og hon var til skiftis svinn og aggressiv. Hjá starvfólkunum bleiv tað tí eisini ein stór avbjóðing. Tine hevði ikki so lætt við at siga við orðum, hvat hon vildi. Tað hevði við sær nógvar frustratiónir og avbjóðingar. Eg sá, at soleiðis kundi Tine ikki búgva! Við egnari fígging og láni frá tí almenna keypti Tine sína egnu íbúð, og eg søkti um BPA-stuðul fyri hana. Hon fekk hann játtaðan, og vit avráddu at brúka ein privatan veitara, sum hevur skipað sínar tænastur við serligum atliti at fólki við menningartarni. Í Noregi hevur BPA-tænastan verið lógarfest eisini fyri fólk, ið hava nógv brúk fyri tænastum síðan 2016. Tine fekk játtað BPA, áðrenn henda tænasta bleiv lógarfest. Tine býr nú fyri seg sjálva og hevur fimm stuðlar, sum skiftast um at vera hjá henni alt samdøgrið. Stuðlarnir eru til arbeiðis upp í tvey samdøgur í senn. Skipanin ber í sær, at Tine hevur gott yvirlit yvir, hvør skal arbeiða, og nær stuðlaskifti er. Stuðlarnir fara at kenna Tinu og familju hennara væl. Teir fylgja henni at ríða, at svimja, at vitja vinir og familiu, og teir fara at ferðast við henni. Ein av stuðlunum hevur ábyrgdina av at gera arbeiðsætlanina fyri Tinu. Hon velur sjálv (saman við mær), hvønn hon setur í starv sum stuðul, og hon hevur stóra ávirkan á, hvussu dagarnir skulu síggja út, og hvussu arbeiðið skal gerast. Í dagtímunum er Tine til arbeiðis, og tá hava stuðlarnir frí. Stuðlarnir koyra hana til og úr arbeiði. Tine hevur egnan bil, ið stuðlarnir brúka. Eg eri verji hjá Tinu og havi ábyrgdina av hennara fíggjarviðurskiftum og hjálpi til við øllum tí praktiska viðvíkjandi íbúðini og bilinum. Kommunan hevur játtað henni 122 BPAtímar um vikuna. Tá ið hon er heima hjá mær, sparir hon sær tímar upp, og tann sovandi náttarvaktin kostar bara 20 minuttir um tíman. Haraftrat hevur hon ikki stuðul teir fimm tímarnar um dagin, hon er til arbeiðis. Hetta fær tað til dømis at bera til hjá Tine altíð at hava tveir stuðlar við, tá ið hon fer at ferðast. Tað góða við BPA-tænastuni er, at Tine livir eitt lív næstan sum tú og eg. Stuðlarnir hjálpa henni við at halda íbúðina reina, vaska klæðir, keypa inn, gera mat, vaska bil og alt annað, sum vit onnur mugu gera í gerandisdegnum. Haraftrat fara tey í biograf, túrar í býin og skógin og út at vitja fólk ja, líka sum vit onnur gera. BPA-tænastan hevur givið Tinu eitt fríari lív, her hon sjálv hevur stóra ávirkan á sín gerandisdag. Soleiðis, sum Tine hevur tað í dag, hevði eingin nakrantíð trúð, at hon hevði havt tað so ringt. Hon roynist væl og er næstan altíð glað. Elskar at vera millum fólk. Tá ið vit søktu um BPA, ávaraðu fleiri okkum. Tey væntaðu, at tað fór at verða ringt at finna fólk til størvini, og at tað kundi ongantíð fara at ganga. Tey mistóku seg. Stuðlarnir stórtrívast, og tað sama ger Tine. 18 Tine hevur fingið eitt lív sum tú og eg

Tekna teg sum lim Far inn á okkara heimasíðu javni.fo trýst á leinkið Tekna teg sum lim og fylg vegleiðingini. Hevur tú brúk fyri hjálp í sambandi við tilmeldingina, vinarliga ring til Javna, telefon 20 80 90 ella 51 48 27. Árliga limagjaldið er 300 kr fyri pør, 200 kr fyri einstaklingar, og 125 kr fyri pensionistar og lesandi. javni@javni.fo ER ILLGRUNI UM HARÐSKAP? Tað er ongantíð lætt at siga frá, tá ið okkurt keðiligt er hent, og er torført hjá tær at samskifta, kann tað vera serliga ringt. Talaða orðið kann verða burtur, áðrenn stundir vórðu at fata tað. Myndir halda orðunum aftur og geva okkum tíð at gera orðini sjónlig. Faldarin Hvat hendi? kann nýtast sum samskiftisamboð, tá ið illgruni er um harðskap. Við einføldum spurningum og myndum, sum tú kanst peika á, verður lættari at fáa skil á, hvat hendi. Karin Torgny hjá Utvecklingscentrum Dubbelt Utsatt hevur gjørt faldaran, og Almannamálaráðið hevur fingið hann týddan til føroyskt. Faldarin kann heintast ókeypis á javni.fo. Er illgruni um harðskap? 19

FYLGJARAKORTIÐ Atlantic Airways er nú eisini við í fylgjara kortskipanini hjá MBF. Nú skalt tú ikki longur gjalda dupult fyri flogferðaseðilin, um tær tørvar hjálpara við á ferðini Avtalan merkir, at tey, ið hava brúk fyri at hava fylgjara við sær, tá ið tey flýgva við Atlantic Airways, fáa fylgjaran við fyri lægri kostnað. Ferðandi, ið skal hava hjálpara við, skal gjalda vanliga ferðaseðlaprísin fyri sín egna ferðaseðil, men fær avsláttur av ferðaseðlinum hjá fylgjaranum. Fyri fylgjaran skal gjaldast 50 prosent av grundprísinum, men avgjøld skulu gjaldast fult. Treytin fyri at fáa avslátturin fyri fylgjaran er, at báðir ferðaseðlar verða bílagdir í senn ferðaseðlar verða bílagdir beinleiðis frá Atlantic Airways Atlantic Airways fær avrit av fylgjarakortinum Soleiðis roknar tú prísin út Ein tilvildarliga valdur einvegis Sveim ferðaseðil úr Vágum til Billund í desember kostar 1.249 krónur. Skipanin á heimasíðuni hjá Atlantic Airways vísir, at av hesum er grund prísurin 1.019 krónur, og at avgjøld hesa ferð eru 230 krónur. Harafturat tekur Atlantic Airways 50 krónur fyri at avgreiða ferðaseðlarnar. Soleiðis hevði roknistykkið sæð út, um ein ferðandi við fylgjarakortið ætlar sær til Billund henda túrin saman við fylgjara sínum: Ferðandi sjálvur fullan prís kr. 1.249,00 Fylgjari 50% av grundprísinum 1.019 kr. 509,50 fult ferðaavgjald kr. 230,00 kr. 739,00 Avgreiðslugjald kr. 50,00 Ferðaseðlakostnaður íalt kr. 2.038,00 Vit fegnast um avtaluna við Atlantic, ið ger tað munandi bíligari at ferðast við flogfari hjá teimum, ið hava brúk fyri fylgjara. Smyril Line hevur verið við í skipanini í tvey ár, og fólk við fylgjarakorti fáa fylgjara við ókeypis, tá ið tey ferðast við Norrönu. Vit hava sett Atlantic Airways nakrar spurn ing ar um nýggju skipanina Hvar skal ein venda sær, um ein skal bíleggja ein ferðaseðil við fylgjara? Ring á 341000 ella send okkum teldupost á booking@atlantic.fo Skal Atlantic hava navnið á fylgjaranum klárt, tá ið ferða seðilin verður bílagdur? Ja, best er, um navnið er klárt beinanvegin, men ivast tú í, hvør fylgjarin verður, kanst tú altíð boða frá aftur skjótast gjørligt. Skal ein gjalda, um navnið á fylgjaranum verður broytt? Alt eftir, hvat slag av ferðaseðli fylgjarin hevur. Við einum SVEIM ella SVEIM+ ferðaseðli eru navnabroytingar ókeypis tó er seinasta freist at gera eina navnabroyting tríggjar tímar áðrenn fráferð. Við einum Lágprísferðaseðli kostar ein navnabroyting 500 krónur. Skal ein ferðandi vera uttanlands eitt longri tíðarskeið, til dømis í skúla, og má hava ein fylgjara at hjálpa sær at koma til skúlan, fevnir fylgjaraskipanin so um fylgjaran á heimleiðini? Tann, sum fylgir brúkaranum uttanlands fær 50% avsláttur av ferðaseðlaprísinum avstað og rindar vanligan prís á heimferðini og tað sama er galdandi á heimferðini. Fevnir fylgjaraskipanin um pakkaferðir? Prísurin á pakkaferðum er settur saman av ferða seðla kost n- að inum, umframt kostnaðinum á teimum eyka tænast un um, sum eru fevndir av pakkaferðini, t.d. gisting, flutningur, matur o.s.fr. Tá ið talan er um pakkaferðir, er Atlantic Airways ikki einsamallur veitari av samlaða kostnaðinum, og tí eru pakkaferðir ikki við í fylgjaraskipanini. Tit eru tó altíð vælkomin til at seta tykkum í samband við Sølu- og kundatænastuna, sum kann hjálpa við at seta saman eina líknandi ferð, sum líkist pakkaferðini, tit eru áhugað í. Fevnir skipanin um øll sløg av ferðaseðlum? Skipanin fevnir um Ungdóms / Lágprís / Sveim og Sveim + ferðaseðlar. 20 Fylgjarakortið

Vit knýta Føroyar nærri umheiminum við 2.900 fráferðum og komum árliga - beinleiðis úr Føroyum við serútgjørdum flogførum til 12 ymisk ferðamál K E Y P M A N N A H A V N A A L B O R G B I L L U N D B E R G E N R E Y K J A V Í K E D I N B U R G H B A R C E L O N A M A L L O R C A G R A N C A N A R I A M A L T A L I S S A B O N C H A M B E R Y REYKJAVÍK FØROYAR BERGEN EDINBURGH BILLUND AALBORG KEYPMANNAHAVN Okkara flogfør eru serútgjørd til at flúgva upp á Føroyar Serføroysk tænasta Kappingarførir prísir CHAMBERY LISSABON BARCELONA MALLORCA Keyp ferðaseðilin á www.atlantic.fo ella við at ringja til søludeild okkara á tel. 34 10 00 Vælkomin umborð MALTA GRAN CANARIA #FLÚGVAFYRIFØROYAR Fylgjarakortið 21

KARLSTADMODELLIÐ Magna Jógvansdóttir At hava eitt mál at samskifta við er heilt grundleggjandi fyri at vera hoyrdur, hava ávirkan á egin viðurskifti og til at vera við í samfelagnum. Børn hava ein íbornan førleika at ogna sær talumál, og hjá teimum flestu kemur talumálið mest sum av sær sjálvum. Viðhvørt er talumálið tó tarnað av krops- ella fatanarbreki, og tá er neyðugt at stuðla undir málmenningina Í Karlstadmodellinum eru nógv ymisk amboð til at menna málið. Tað er ikki altíð møguligt at menna eitt talu mál, men aðrir samskiftishættir kunnu mennast við Karlstad modellinum. Tað týdningarmesta er, at tað ber til at samskifta. Við Iréne Johansson, fyrrverandi professara í fonetikki og sernámsfrøði við lærdu háskúlarnar í Umeå og Karlstad, á odda, hevur modellið hevur verið í støðugari menning síðan síðst í sjeytiárunum. Modellið byggir á tað sjónarmið, at øll hava rætt til at læra, menna og brúka eitt mál uttan mun til diagnosu, aldur og for treytir annars. Hvat er Karlstadmodellið Vit hava biðið Magnu Jógvansdóttir, ið starvast sum ser náms frøðiligur ráðgevi á Sernámi, greiða frá Karlstad modell inum. Magna er út búgvin sernámsfrøðingur og hevur haraftrat útbúgving sum vegleiðari í Karlstadmodellinum. Karlstadmodellið er eitt modell til málvenjing, sum kan brúkast til øll uttan mun til aldur og førleika. Tað áhugaverda er sjálvur máltrupulleikin. Modellið hevur ment amboð, sum gera málvenjingina spennandi, týðiliga, og struktureraða. Málvenjingarnar taka støði í hvørjum einstøkum, og tær verða altíð lagaðar eftir førleikunum hjá persóninum. Netverkið hjá persóninum familja og næstringar er tað týdningarmesta fyri læringina. Hvør leggur venjingina til rættis? Karlstadmodellið tekur støði í teimum, ið kenna persónin best. Í netverkinum verður venjingin løgd til rættis, og luttak ararnir í netverkinum deila uppgáv urnar sín ámillum. Tá ið netverkið møt ist, meta tey um gongdina og seta nýggj mál, so hvørt sum tey gomlu eru rokkin. Ein tann týdningarmesta aðalreglan í Karlstad modellinum er fetið framm an fyri. Hetta merkir, at netverkið altíð má liggja framm an fyri. T.v.s. at brúk ar persónurin tvey orð/ tekn í set n ing inum, skal net verkið brúka trý til fýra orð/ tekn í set ning inum. So vit kunnu siga, at mál eisini verða sett fyri netverkið. Hvussu fara venjingarnar fram? Ein partur av venjingini fer fram í skip að um venjingarløtum, annað hvørt í barna garð inum, skúl anum ella aðrastaðni. Men fyri at barn ið ella tann vaksni eisini skal læra, at tað, sum tað lær ir í venjing ar løt unum, eisini kann brúkast á øðrum pall um, er umráðandi, at tað eisini verð ur brúkt aðra staðni. Mál ið mennist best í samspæli við góð ar sam skift isfelagar og málsligar fyrimyndir. Tí er ger andisdagurin besti pallur til mál venjing, og gerandisgleðir og avbjóðingar verða ein part ur av málvenjingini. Hvørji amboð verða brúkt í venjingunum? Øll hava sín egna læringsstíl. Nøkur læra best við at lurta, onnur við at hyggja ella royna seg fram. Í Karlstadmodellinum verður tí arbeitt multisensorielt, tað vil siga, at allir sansir Karlstadmodellið tekur støði í eini humanistiskari menn iskja fatan og fimm námsfrøðiligum aðalreglum fyri, hvussu fólk við málsligum av bjóðingum kunnu læra: 22 Karlstadmodellið

verða tiknir í brúk. Ymisk sjónbær amboð so sum tekn til talu, ítøkiligir lutir, myndir, og skrift verða brúkt til at stuðla undir og menna eitt talu- og skriftmál. Tilfarið er gjørt fyri at lætta um læringina hjá einstaklinginum. Nógv av tilfarinum ber til at gera sjálvur ella prenta av netinum. Verður ein ov gamal til málvenjingar? Nei! Málmenning heldur á alt lívið hjá okkum øllum, og tað er neyðugt at vera støðugt tilvitandi um menningina. Tað er heldur ongantíð ov seint at byrja við venjingini, tí støði verður altíð tikið í, hvar persónurin er í síni egnu málsligu menning, ikki í aldri. Læringin eigur at liggja á økinum millum tað, ið persónurin klárar sjálvur, og tað, hann klárar við stuðli. Tað snýr seg um at finna orku, styrki og gleði í málvenjingini, og at finna drívmegina hjá tí einstaka. Ráðstevna um Karlstadmodellið Í mars næsta ár verður stór norðurlendsk ráðstevna í Før oy um um mál menn ing eftir Karl stad modell inum. Javni sam an við felags skap inum IAKM (International Associa tion for the Karl stad modell) skip ar fyri ráðstevn uni. Ráð stevn an fevnir um tveir dagar og er ætlað øllum, ið varða av fólki, ið hava máls ligar av bjóð ingar, bæði foreldrum, avvarðandi og starvs fólkum. Ráðstevnan verður hildin í høllini á lærara skúlanum 23. og 24. mars 2018. Yvirskriftin fyri ráðstevnuna er: Málvenjing sum frælsisstríð ávegis sjálvstøðugum lívi og inklusión Á ráðstevnuni verða innsløg um millum annað týdningin av at byrja tíðliga við mál venjingum, um hvussu alternativt og stuðlandi samskifti kann stuðla undir mál menning, um inklusión í skúlahøpi, og um málmenning hjá ungum og vaksnum. Har aftrat verða fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og hinum norðurlondunum. Herðaklappið 2018 Javni vil fegin hava uppskot frá tykkum um, hvør skal hava Herðaklappið 2018 frá Javna. Herðaklappið verður latið persónum ella felagsskapum, sum á onkran hátt hava lagt merkisvert arbeiði eftir seg, fólki við menningartarni at frama. Send okkum nøkur orð, ið lýsa, hví júst persónurin ella felagsskapurin í uppskoti átti at fingið Herðaklappið. Uppskot skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2018. javni@javni.fo Karlstadmodellið 23

RÁÐSTEVNAN UM KYNSLIG RÆTTINDI OG BREK Endamálið við norðurlendsku ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum mánadagin 11. og týsdagin 12. september um kynslig rættindi var at staðfesta, at fólk, ið bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív og at staðfesta, at fólk, ið bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi Tekstur: Sonne Smith Tað er staðfest í gransking aðrastaðni, at fólk, ið bera brek, eru í størri vanda fyri ágangi enn onnur fólk. Tey verða samstundis minni stuðlað av tí, at vit teirra medborgarar hava lyndi til at síggja tann skerda førleikan ella brekið heldur enn sjálvan ágangin. Tí er tað eisini ógvuliga torført at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur torførari tykist vera, tá ið viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek. Norðurlendska ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í Havn 11. og 12. september varð avgreidd undir heitinum Bryt Tabút, ið merkir brót tabu ið forboðið. Ráðstevnan Bryt Tabút var fullteknað. Tað vil siga, at eini 200 fólk høvdu teknað seg til ráðstevnuna. Útlendskir og føroyskir fyrilestrarhaldarar varpaðu ljós á evnið Kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, ið bera brek. Almannamálaráðið og Nordens Velfærdscenter fingu í felag hesa slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuna í lag, og landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fegnaðist um, at bæði føroyingar og fólk úr øllum Norðurlondum sýndu hesum ógvuliga viðkvæma, men ikki minst týdningarmikla evninum so stóran áhuga. Tað er ein beiskur veruleiki, at fólk, ið bera brek, eru fyri ágangi. Eini 20 fólk úr øllum Norðurlondum høvdu framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni sum kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni vórðu eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar løgd fram. Ráðstevnan, sum vardi í tveir dagar, savnaði seg fyrra dagin um norðurlendsk viðurskifti og seinna dagin serstakliga um føroysk viðurskifti. 24 Ráðstevnan um kynslig rættindi og brek

Ráðstevnan um kynslig rættindi og brek 25