Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi,

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Oljumarknaðurin í Føroyum

Cruise ferðandi í Føroyum

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

2000 árgangurin roykfríur

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Búskaparfrágreiðing. Á vári. Mars 2017 BÚSKAPARRÁÐIÐ. I. Konjunkturmeting II. Inntøkubýti III. Fíggjarpolitiskt haldføri

Trý megin sløg av geislavirkni

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

TOSKUR á Landgrunninum. Lívfrøði. Gadus morhua

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Búskaparfrágreiðing. I. Konjunkturmeting II. Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum III. Greiningar viðvíkjandi kommunum

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Hjáveiða í flótitroli

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

Lívið í Føroyum er framúr

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

DANMARKS NATIONALBANK 16.

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Mandy on holiday Avritssíður

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum

Formansfrágreiðing 2016

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Føroyskur førleiki. Formæli.

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 06-08/

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Toskur legst á línu, tá hann er svangur síða 21. Løgin kynsmunur hjá toski, hýsu og upsa síða 22. Havhestur etur nógv plastikk síða 27

FRÁGREIÐING TIL INNLENDISMÁLARÁÐIÐ UM UMHVØRVISKANNINGAR AV KOMBIKKI, GASTEROSTEUS ACULEATUS L., FYRI ÁRINI 2002, 2003 OG 2004

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Rættindi fyri atkvøður

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

Visitor Survey. Visit Faroe Islands

Í verksetan. public service-sáttmála

Happing í føroyska fólkaskúlanum

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Tíðindi úr Føroyum tann 24. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

P/F Bakkafrost Holding. Glyvrar

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

PFAS Í FØROYSKUM VATNI OG MATVØRUM UMHVØRVISSTOVAN HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN MARIA DAM OG BJØRG MIKKELSEN

Menning av veðurtænastuni

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Tíðindi úr Føroyum tann 21. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Ársfrásøgn

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Netroknskapur 2013 Grid Accounts 2013

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Kosttilmæli um at eta grind

At lesa landið. Burðardygt hagabit

Fornur skógarvøkstur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Heilsulýsing Landslæknans 2017

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

P/F Atlantic Petroleum

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Netroknskapur 2012 Grid Accounts 2012

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

MASKINMEISTARIN EIN LITUR SKAL VERA EIN LITUR. Nr. 2 / September Trygdin í norsku oljuvinnuni. Sjóvinna Oljugoymsla:

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Á r s f r á g r e i ð i n g

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Transcription:

Frágreiðing um uppgerð av útláti av vakstrarhúsgassi, 1990-2010 Umhvørvisstovan, 07-12-1011 Í hesi frágreiðing verður tikið samanum uppgerðina av útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. Mannagongd, keldur og fráboðan Uppgerðin av útláti av vakstrarhúsgassi er gjørd sambært vegleiðing hjá ST stovninum International Panel of Climate Change (IPCC) og tekur støði í upplýsingum um: oljusølu (keldur: Hagstova Føroya, Effo, Magn og O.W. Bunkers), oljubunkringar hjá flogførum og tyrlum (kelda: Atlantic Airways), oljunýtsla í sambandi við leitiboring (kelda: fyristøðufeløgini) oljunýtslu í sambandi við elframleiðslu (kelda: SEV), innflutning av sterkum vakstrarhúsgassum (keldur: kølivirki og SEV) nøgdir av brendum burturkasti (keldur: IRF og Tórshavnar kommuna). Uppgerðir verða fráboðaðar til Danmarks Miljøundersøgelser 1. mars á hvørjum ári, sum síðani sendir uppgerðina til ST, sum part av uppgerðini fyri danska kongaríkið. Vakstrarhúsgass, sløg og keldur Uppgerðin fevnir hesi vakstrarhúsgass: CO 2 (koltvíilta) CH 4 (metan) N 2 O (láturgass) SF 6 (svávulhexafluorid) HFC ir (hydrofluorcarbonir) Natúrligu vakstrarhúsgassini CO 2, CH 4, N 2 O og H 2 O gera, at miðalhitin á jørðini er á leið 15 C og ikki minus 18 C, sum hitin hevði verið, um ongi vakstrarhúsgass vóru. Eins og vatn, koma koltvíilta, metan og láturgass frá natúrligum tilgongdum, sum eisini høvdu farið fram, um eingi menniskju vóru á jørð. Mannaskapta útláti av CO 2, CH 4, N 2 O elvur til eina enn størri upphiting av jørðini. Orsakað av mannaskaptum útláti av vakstrarhúsgassi, er miðalhitin á jørðini síðstu 100 árini øktur við umleið 0,7 C. SF 6 og HFC eru sterk vakstrarhúsgass (eisini nevnd F- ella ídnaðargass), sum innihalda fluor. 1

Fyri at kunna samanbera, hvussu stóra upphiting einstøku vakstrarhúsgassini elva til, verður mátieindin GWP (Global Warming Potential ella upphitingarevni) brúkt fyri at rokna øll útlát av vakstrarhúsgassum um til CO 2 eindir. GWP sigur, hvussu stórt upphitingarevni eitt vakstrarhúsgass hevur í mun til CO 2. Talva 1 vísir upphitingarevni hjá ymiskum vakstrarhúsgassum. Til dømi vilja 2 tons av CH 4 elva til eins stóra upphiting sum 42 tons av CO 2. Talva 1 Upphitingarevni hjá vakstrarhúsgassum. Vakstrarhúsgass CO 2 CH 4 N 2 O HFC ir SF 6 Upphitingarevni 1 21 310 1300-3200 23900 Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010 Í 2010 vórðu 779 túsund tons av CO 2, 944 tons av CH 4, 69 tons av N 2 O, 5 tons av HFC um og 7 kg av SF 6 latin út í luftina. Meginparturin av CO 2 útlátinum stavaði frá nýtslu av brennievni, meðan størsti parturin av CH 4 og N 2 O útlátinum stavaði frá landbúnaði. Útlát av HFC um stavar í høvuðsheitum frá nýtslu av kølitólum. SF 6 verður brúkt í háspenningskipanum hjá SEV. Av øllum vakstrarhúsgassi, sum verða leidd út, er nøgdin av CO 2 nógv tann størsta, í prosentum heili 99,85%. Sí talvu 2 niðanfyri. Um hugt verður at upphitingini, ella vakstrarhúsárinunum, sum útlátið elvur til, var samlaða útláti av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010 727 túsund tons CO 2 eindir. Útlátið av CO 2 er sjálvandi tað sama í tonsum og í tons CO 2 eindum, men orsakað av, at hini vakstrarhúsgassini hava størri GWP, elvir CO 2 útlátið til lutfalsliga minni upphiting (94%), sí talvu 2 niðanfyri og mynd 1. Talva 2 Útlát av CO 2, CH 4, N 2 O, HFC og SF 6 í Føroyum í 2010, tilskilað sum nøgd (tons og %) og vakstrarhúsárin (tons CO 2 eindir og %). 2010 Nøgd Upphiting Slag av gassi Tons % tons CO2 eindir % CO 2 779.280 99,88 779.280 94 CH 4 944 0,1 19.833 2 N 2 O 69 0,0001 21.350 3 HFC ir 5 0,000006 11.688 1 SF 6 0,007 0,00000001 170 0,02 Íalt 780.225 100 823.321 100 Hereftir verða øll útlát av vakstrarhúsgassi givin upp í CO 2 eindum. 2

Keldur og brúkarar Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum stavar frá trimum høvuðskeldum: Orka - 95% av samlaða útlátinum, Landbúnaður 4% av samlaða útlátinum, Ídnaðarligt virksemi - 1% av samlaða útlátinum, Í talvu 3 er ein nærri útgreiðing av útlátinum. Talva 3 Bólking av útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2010. Yvirskipað eru tríggir høvuðsbólkar: Orka, Landbúnaður og Ídnaðarligt virksemi, sum aftur eru skipaðir í undirbólkar. Undirbólkurin Nýtsla av brennievni er harumframt skipaður í brúkarabólkar. ORKA (95% av samlaða føroyska útlátinum) Nýtsla av brennievni 1 100% o Fiskiskip 37% o El- og hitaframleiðsla 18% o Húsarhald 15% o Akfør 11% o Ídnaður o Handlar og stovnar o Onnur skip 4% o Leitiboring 2% o Flogferðsla 1% LANDBÚNAÐUR (4% av samlaða føroyska útlátinum) Sodning 2 51% Bit 3 43% Handfaring av tøðum 4 ÍDNAÐARLIGT VIRKSEMI (1 % av samlaða føroyska útlátinum) Køling og air-condition 5 99% El-útgerð 6 1% 94% 3% 3% 95% 4% 1% 1% CO2 CH4 N2O F-gass Orka Landbúnaður Ídnaður Mynd 1 Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. Sirkul til vinstru: útlátið, skipað eftir slagi av vakstrarhúsgassi. Sirkul til høgru: útlátið skipað eftir høvuðskeldum. Tølini eru roknað sum prosent av samlaða útlátinum, í CO2 eindum. 1 Fuel consumption 2 Enteric fermentation 3 Grassing animals 4 Manure management 5 Refrigeration and Air-Conditioning 6 Electrical Equipment 3

Nýtsla av brennievni Heili 95% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stavar frá nýtslu av brennievni. Undir henda bólk hoyra níggju brúkarabólkar, ið allir brenna olju, undantikið bólkurin El- og hitaframleiðsla, sum eisini fevnir um útlát frá brenning av burturkasti 7 ). Mynd 2 vísir býti millum brúkararnar. 15% 11% Fiskiskip El- og hitaframleiðsla Húsarhald 18% 4% 2% 1% Akfør Ídnaður Handlar og stovnar Onnur skip 37% Leitiboring Tyrlur og flogfør Mynd 2 Útlát av vakstrarhúsgassi frá nýtslu av brennievni í 2010 (prosent av samlaða útlátinum í CO 2 eindum). Fiskiskip Størsti brúkarin av brennievni, føroysku fiskiskipini, keyptu í 2010 á leið 64 túsund tons av olju. Av hesum vórðu 48 túsund tons gassolja og á leið 16 tons tungolja. Sambært IPCC skulu bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum í Føroyum roknast við føroyska útlátið. Síðani virksemi hjá Faroe Bunkers byrjaði í Fuglafirði í 2008, er sølan av olju til útlendsk fiskiskip økt munandi. Í 2010 bunkraðu útlendsk fiskiskip 44 túsund tons av olju í Føroyum. Søla av olju til føroysk og útlendsk fiskiskip var 37% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2010. 7 Av tí at orka (hiti) verður endurvunnin á báðum brennistøðunum, skal útlátið frá burturkastbrenning, smb. IPCC vegleiðing, bólkast undir el- og hitaframleiðslu. 4

túsund tons 50 45 40 35 30 25 20 15 10 5 0 Tungolja Gassolja Mynd 3 Søla av olju til føroysk fiskiskip í Føroyum í 2010, skipað eftir skipabólki. Kelda: Effo, Magn og O.W. Bunkers. Aðrir oljubrúkarar Næststørsti útlátsbólkurin er El- og hitaframleiðsla, ið fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av olju á SEV-verkum og frá brenning av burturkasti á brennistøðum. Hesin bólkur stóð fyri 18% av útlátinum í.s.v. nýtslu av brennievni. Aðrir brúkarabólkar eru Húsarhald, sum leiddu út 15% og Akfør, sum útleiddu 11% av útlátinum í hesum bólki. Síðani eru tveir javnstórir bólkar: Ídnaður og Handlar og stovnar, sum hvør stóðu fyri av samlaða útlátinum, meðan Onnur skip útleiddu 4% av útlátinum í.s.v. brenning av olju í 2010. Í 2010 var ein leitiboring undir Føroyum. Til endamálið brúkti felagið útivið 5 túsund tons av olju, sum var 2% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi hetta árið. Minsti brúkarabólkurin var Flogferðsla, sum í 2010 stóð fyri 1% av samlaða útlátinum. Gev gætur, at uppgerðin her einans fevnir um brennievni, sum flogfør hava bunkrað í Føroyum í.s.v. flúgving til ferðamál í danska kongaríkinum (Danmark, Grønland og innanlands flúgving). Hetta merkir, at tá føroysk flogfør bunka uttanlands, telur útlátið við í uppgerðini í tí landinum, har bunkringin fer fram. Føroyska uppgerðin fevnir heldur ikki um brennievni, sum verður bunkrað í Føroyum áðrenn fráferð til ferðamál uttanfyri danska kongaríkið. Slíkar bunkringar telja við í altjóða bólkinum (International aviation). 5

1990 1992 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 2010 CO2 eindir, 1000 tons Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi Brenning av olju er nógv tann størsta keldan til útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum. Veksur sølan av olju, veksur útlátið, og øvugt: minkar sølan, so minkar útlátið. Av tí at útlátið frá landbúnaði og ídnaðarligum virksemi er støðugt, verður niðanfyri ikki komið nærri inn á hesi útlátsbólkar. Samlaða útlátið Mynd 4 vísir gongdina í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi tíðarskeiðið 1990-2010 og gongdina í útláti frá orku (brenning), landbúnaði og ídnaðarligum virksemi. Týðuligt samanfall er millum samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi og búskaparkreppuna í 1990 unum. Frá 2001 til 2007 var samlaða útlátið rættiliga støðugt og á leið 800 túsund tons av CO 2 eindum. Í 2008 fall útlátið niðurum 750 túsund, fyri síðani at økjast aftur. Í 2010 var útlátið 7, hægri í mun til 2009. Útlátið av vakstrarhúsgassi var í 2010 18% hægri enn í 1990. Størsta orsøkin til at útlátið av vakstrarhúsgassi broytist - ikki bara síðani í fjørð, men flest øll ár er, at oljunýtslan hjá fiskiskipum lættliga kann vaksa og minka frá ár til ár. Oljunýtslan er tengd at royndini eftir fiski, sum aftur er tengd at prísi á olju og hvussu nógv fæst fyri fiskin. Seinastu tvey árini er útlátið herumframt økt munandi orsakað av vaksandi talinum á útlendskum fiskiskipum, sum bunkra í Føroyum. 1000 800 600 400 200 0 Íalt Landbúnaður íalt Orka Ídnaðarligt virksemi, íalt Mynd 4 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 1990-2010, í CO 2 eindum, 1000 tons. 6

1990 1992 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 2010 CO2 eindir, 1000 tons Útlátsbólkar Mynd 5 vísir gongdina í útláti av vakstrarhúsgassi hjá ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (ella burturkast) frá 1990 til 2010. 350 300 250 200 150 100 50 0 Fiskiskip El- og hitaframleiðsla Húsarhald Akfør Ídnaður Handlar og stovnar Onnur skip Flogfør og tyrlur Leitiboring Mynd 5 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkunum Nýtsla av brennievni, tíðarskeiðið 1990-2010. Myndin vísir, at flestu bólkar antin høvdu sama ella økt útlát í 2010. Størstu øking høvdu fiskiskipini (føroysk og útlendsk), sum brúktu 8,, ella 7.300 tons meira av olju enn árið fyri, svarandi til eina øking í samlaða útlátinum uppá 3%. Av tí at bæði SEV og brennistøðirnar øktu brenningina (av ávikavist olju og burturkasti) við meira enn 10% í mun til í 2009, øktist samlaða útlátið 1,8%. SEV átti 1, av hesi øking, hetta orsakað av eini øking í oljunýtsluni á 3.882 tons, meðan brennistøðirnar áttu 0,2%, tí tær brendu 3.798 tons a av burturkasti í 2010 enn í 2009. Húsarhaldini, sum í 2009 brendu 34 túsund tons av olju, brendu 37 túsund tons í 2010 (8% øking). Økta nýtslan elvdi til, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi øktist 1,1%. Størsta fallið í útlátinum í 2010 høvdu Onnur skip, har oljunýtslan var knapt 1.050 tons lægri (850 tons minni av tungolju og 200 tons minni av dieselolju), svarandi til, at oljunýtslan var knapt 10% minni enn árið frammanundan. Hetta gjørdi, at samlaða útlátið minkaði 0,4%. Talva 4 vísir broytingarnar í nýtslu av brennievni og broytingarnar í útlátið hjá einstøku brúkarabólkunum frá 2009 til 2010. Orsøkir til møguligar broytingar og aðrar viðmerkingar eru settar inn í talvuna. 7

Talva 4 Broytingar í nýtslu av brennievni og í útláti av vakstrarhúsgassi frá 2009 til 2010. Fyrsti teigur vísir broytingar í brennievnisnøgdum (tons). Prosenttølini í mittasta teigið vísa broytingarnar í mun til samlaða útlátið í 2009. Prosenttølini í triðja teigi vísa broytingina í mun til útlátið í sama bólki í 2009. Í síðsta teigi verður mett um orsøkir til broytingarnar. Bólkur Brennievni Broyting í mun til oljunýtsluna í 2009 Útlát Broyting í mun til samlaða útlátið í 2009 Útlát Broyting í mun til útlátið í sama bólki í 2009 Orsøk / viðmerking t % % SEV +3882 +1,6 +10,4 Brenning av burturkasti +3798 (burturkast) +0,2 +12,8 Fiskiskip +7322 +3,0 +8,6 Akfør -453-0,2-1,6 Óvanliga lítið avfall og lítið av vindi, saman við óhappum og nógvum viðlíkahaldsarbeiði, høvdu við sær metstóra framleiðslu og oljunýtslu á termisku verkunum hjá SEV. 8 Lutfalsliga lítið burturkast varð brent í 2009 (m.a. tí at brennistøðin hjá IRF varð umbygd í 2009). Nøgdin av brendum burturkasti í 2010 var á sama støði sum í 2007 og 2008. Heildarveiðan á føroyskum øki fór úr 130.877 tonsum í 2009 upp í 141.164 tons í 2010 9. Miðal avreiðingarprísirnir vóru í fleiri førum hægri i 2010 enn í 2009 10 - hevur helst gjørt, at fleiri skip fóru at royna. Nýtslan av diesel fall 4%. Bensin nýtslan var støðug. Talið av akførum í Føroyum var lægri 1. jan. 2010 enn tað var 1. Jan. 2009 11. Onnur orsøk er møguliga, at lutfalsliga fleiri orkueffektivir bilar eru á føroysku vegunum. Handlar og stovnar +715 +0,3 +5,3 Sí húsarhald, niðanfyri. Húsarhald +2715 +1,1 +7,9 Onnur skip -1050-0,4-9,6 Størsta orsøkin til øktu oljunýtsluna er helst, at 2010 var kaldari enn 2009. Mált í sokallaðum graddøgum, var munurin millum úti- og innihita í miðal 15% kaldari í 2010 enn í 2009, sum hevur gjørt sítt til at fólk hava skrúvað upp fyri hitanum. 12 Alt annað líka skuldi kaldari veður givið 15% størri nýtslu, men bara helvtin av hesum sæst aftur í øktari oljunýtslu. Miðalhitin í Tórshavn í 2010 var 6,3 C, sum er tann lægsti í langa tíð. 13 Strandferðslan brúkt 850 tons minni av tungolju og 200 tons minni av dieselolju í 2010. Orsøkin er m.a. at Smyril hevur fingið nýggja skipan (PMS), sum minkar um nýtsluna av dieselolju, og at SSL hevur lagt seg eftir, at skipini ikki at sigla skjótari enn tilskilað í ferðaætlanini. Eykaskipið fyri Smyril í 2010, m/s Regina, brúkti meira olju enn Smyril, og tí eigur minkingin í oljunýtsluni at vera enn størri. Túratalið hjá Smyrli hevur verið tað sama í 2009 og 2010. 14 Ídnaður +112 0 +0,8 Útlátið var støðugt. Leitiboring +4.976 - +2,1 Ongin boring í 2009 Flogferðsla -111-0,1-4,3 Orsøkin er ikki kannað Samlað broyting +18108 (olja) +3798 (burturkast) +7,6 8 Kelda: SEV Ársfrágreiðing 2010, s. 18. 9 Kelda: Hagstova Føroya (Talva: Heildarveiðan skift á leiðir og sløg) 10 Kelda: Hagstova Føroya (Talva: Miðal avreiðingarprísir og landað nøgd fyri ávís fiskasløg skift á ár) 11 Kelda: Hagstova Føroya (Talva: Skrásett motorakfør skift á sýslur og slag) 12 Kelda: Jarðfeingi, (K. Mortensen), tøl fyri graddagar í Tórshavn, 11.07.2011. 13 Kelda: Hagstova Føroya (Veðrið í Tórshavn skift á veðrið, ár og mánaðir) 14 Kelda: Strandfaraskip Landsins, (J.P. Abrahamsen), 11.07.2011 8