Mentamálaráðið skal hervið svara spurningum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008.

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

2000 árgangurin roykfríur

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Cruise ferðandi í Føroyum

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Føroyskur førleiki. Formæli.

Í verksetan. public service-sáttmála

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Mandy on holiday Avritssíður

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Formansfrágreiðing 2016

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

Menning av veðurtænastuni

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Jonna Skaale. Gudny Skarðhamar. Marita í Brekkunum

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Rættindi fyri atkvøður

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Lívið í Føroyum er framúr

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

Leiðbeining um andadráttarverju

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Álvaratos who cares?

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6.

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

DANMARKS NATIONALBANK 16.

Transcription:

20. mai 2008 Til Løgtingsins Fíggjarnevnd Svar uppá spurningar í samband við FL2008 Mentamálaráðið skal hervið svara spurningum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008. 11.1.49 ES-samstarv Hví er konto 11.1.49 niðurløgd er arbeiði liðugt? Játtanin er býtt á tvær aðrar konto ir. Eini parturin er ein ES-fulltrúi, ið hevur almennu samskipanina av at fáa Føroyar til part av ES granskingarsamstarvinum. Játtan til hendan er flutt til MMR, har viðkomandi starvast. Hin parturin av játtanini, sum somuleiðis hevur verið nýttur til ES-gransking er fluttur til konto hjá Granskingarnevndini. Talan er um játtan til 2 NCP-arar, ið arbeiða við at gera Føroyar til part av ES granskingarsamstarvinum, herundir ráðgeva granskarum í samband við ES granskingarverkætlanir. ES arbeiðið er ikki liðugt. Tá umræður granskingarpartin er komið væl áleiðis, og væntast at Føroyar í praksis kunnu gerast veruligur partur í 2009, meðan Føroyar í 2010 formliga eru vornar partur av ES granskingarsamstarvinum. Tá umræður útbúgvingarpartin so hevur tað víst seg, at hesin hevur longri útlit. Mett varð, at peningurin, ið hevur verið nýttur til útbúgvingarpartin sum støðan er í løtuni er betur nýttur at fremja hægri útbúgvingar v.m. í Føroyum. Tá mett verður, at tíðin er meira búgvin at seta fólk at taka sær av ES útbúgvingarsamstarvinum í Føroyum verður peningur settur av til hetta aftur. 23.1.04 Stuðulsstovnurin Hví veksur játtanin? Vøksturin skyldast, at Stuðulsstovnurin í samband við nýggju lógina, ið kom í gildi 1. august 2007, fekk játtan til eitt hálvtíðarstarv afturat hetta svarar til kr. 140.000. Orsøkin til, at hálvtíðarstarv varð sett afturat er, at nýggja lógin inniber økta umsiting. Afturat hesum kemur lønarvøksturin. 23.1.07 Ymsar felagsútreiðslur frágreiðin um hesa konto og serlig um skúlafyrisitingarforritið Játtanin verður nýtt til ymsikar verkætlanir hjá Mentamálráðnum. Hvørjar hesar væntandi verða í fíggjarárinum er lýst í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið. Skúlafyrisitingarforritið (Vitanet) er serstøk verkætlan, ið hevur til endamáls at verða stýringsamboð hjá teimum einstøku skúlunum, at halda skil á næmingastøðum, lærarum, hølum v.m. Eisini skal skipanin brúkast at leggja skema 1

við eins og hon verður samskiftisamboð millum lærara, næmingar og heim, umframt samskifti millum myndugleikan og skúlarnar.verkætlanin verður tikin í nýtslu í 2009. 23.1.10 Landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð Henda játtan vaks sera nóg í fjør, hví minkar játtanin nú aftur? Í 2007 var vóru 1,8 mió. kr. fluttar frá Mentamálaráðnum til Landsmiðstøðina til eftirútbúgving av lærarum. (1 mió. til fólkaskúlalærar og 0,8 mió. til lærarar í vinnu og miðnámsskúlunum). Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 eru 0,5 mió. flutt aftur frá Landsmiðstøðini til Mentamálaráðið ( at fyriskipa pedagogikum fyri lærarar í vinnu- og miðnámsskúlunum). Umframt hetta eru kr. 135 tús. settar sum inntøka í fíggjarlógaruppskotinum. Hetta eru inntøkur fyri luttøkugjald á skeiðum v.m. Rætta inntøkutalið er heldur kr. 35 tús.mmr kannar hetta nærri, og um neyðugt verður hetta gjørt í einum broytingarskjali. 23.1.12 KT í skúlaverkinum Starvsfólkatalið veksur, hví? Hækkanin er ikki røtt, men ætlanin er at hækka starvsfólkatalið í 2009 við 0,5 starvi til at veita hjálp til (supportera) nýggja skúlafyrisitingar-forritið VITANET, ið verður tikið í nýtslu í 2009 23.1.16 Skúlabókagrunnurin Hvat er framleiðslan seinni árini? Hjálagt yvirlit yvir útgávur hjá Skúlabókagrunninum í tíðarskeiðinum 2003 2008: Útgávur 2008.Higartil.doc Útgávur A 2007.doc Útgávur 2005 A.doc Útgávur 2006.doc Útgávur 2004 A.doc Útgávur 2003 A.doc Játtanin hækkar við 1,3 mió. kr., herav 300.000 til lønarhækking og 1 mió. kr. í uppraðfesting. Í starvsfólkayvirlitinum sæst, at tvey nýggj størv verða sett. Talan er ikki um fyrisitingarlig størv, men løn til fólk, ið skulu framleiða meira føroyskt tilfar. 23.1.34 Eftirútbúgving og skeið Hvat verður játtanin nýtt til? Kontan verður nýtt til leiðsumenning og skeið fyri allar skúla- og stovnsleiðslur undir Mentamálaráðnum. 23.1.40 Næmingaheim Er givin nøkur tilsógn sum ávirkar játtanin? Nei, tí tilsøgnir eru givnar treytaðar av, at játtan fæst á fíggjarlógini. Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við, at gera heildaryvirlit yvir tørvin á næmingaheimum runt landið. Grundað á hetta, verður gjørt tilmæli til, hvussu land og kommunur best útbyggja økið í framtíðini. 23.2.01 Fólkaskúlin Ynskt verður tímayvirlit pr. skúla Tímabýtið skúlaárið 2008/09 viðfest. Viðmerkjast skal, at her eru tímarnir til næmingar við serligum tørvi ikki við ( tímar frá Sernámsdeplinum). Tímar 2008-09.xls 2

Fólkaskúlin veksur meira enn vanlig framskriving hvussu leigi metur landsstýrismaðurin at hetta verður so? 1. august 2008 eru øll PISA-tilmælini sett í verk, so um ikki aðrar lógarbroytingar hava við sær útreiðslur, so skuldi hetta verið av á hesum sinni. Tó má roknast við, at øktar útreiðslur koma at standast av skúlatilboðum til atferðartruplar næmingar, ið verður mett at kosta uml. 3 mió. kr. árliga. Nevnast kann, at arbeitt verður nú við, at gera uppskot til betri samskipan av øllum skúlatilboðum til børn við serligum tørvi í Føroyum, fyri at tryggja at vit fáa sum flest tilboð og sum besta tænastu við tann pening, ið nýttur verður til økið. 23.2.02 Sernámsdepilin Hvussu stór er játtanin til autistisk børn, og hvussu gongst við tilboð til hesi børn? Sernámsdepilin játtar á hvørjum ári skúlunum eitt ávíst tal av tímum til næmingar við serligum tørvi, herímillum til næmingar við autismu/asperger syndromi ( nøkur børn við autismu ella asperger syndromi eru so lík í atferð og førleika, at tey vanliga verða bólkað í einum ). Vikutímatalið, ið skúlarnir í 2007/ 08 hava kunnað sett av til næmimngar við autismu/asperger syndromi, er tils. 264 læraratímar og 215 pedagogiskir stuðulstímar. Tað hevði verið ynskiligt, at játtanin av tímum varð størri, soleiðis at færri børn vóru pr. lærara t.d. á Skúlanum á Trøðni. Upplýsast kann, at næmingatalið er tilsamans 30, og ganga hesir næmingar í 15 skúlum. Í nøkrum skúlum verður tilboðið til hesar næmingar samskipað, millum annað í Runavík (skúlin í Lamba), í Klaksvík ( Skúlin við Ósánna) og í Tórshavn ( Hoyvíkar skúli). Umframt hetta hevur Skúlin á Trøðni eisini tilboð til næmingar við autismu. Skúlaárið 2008/ 09 verða 8-9 næm. afturat við autismu. ( í Runavíkar-, Nes-, Leirvíkar-, Gøtu- og Tórshavnar kommunu ) 23.2.03 Stuðul til fólkaskúlar Kommununar hava gjørt nýggja sáttmála vv. skúlaflutning hevur hetta ávirkan á játtanina? Kunngerðin um skúlabarnaflutning sigur, at nýggir sáttmálar skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Mentamálaráðið er vitandi um, at nýggjur sáttmáli er í umbúna millum kommunur í Suðuroy og Strandferðsluna um flutning av skúlabørnum. Strandferðslan hevur gjørt uppskot um sáttmála, men tað eru ikki allar kommunurnar, sum taka undir við sáttmálanum. Um so er, at hesin sáttmálin verður meira útreiðslukrevjandi enn verandi sáttmálar, so má økingin í kostnaðinum fíggjast við eykajáttan. 23.2.09 Eftirskúlin í Hvalba Hví fer hetta fyrst í gongd í 2009? Lógin um Eftirskúlar mál broytast fyrst, tí har eru skeivleikar í. Broyting í lógini verður løgd fyri Tingið einaferð í heyst. Hartil hevur samgongan ikki tikið endaliga politiska støðu til ítøkiliga málið enn. - hvat bleiv av listaskúlanum á Sandi? Málið hevur ikki verið viðgjørt síðani 2003.. 23.3.05 Miðnámsútbúgvingar Játtanin til hetta øki veksur meira enn vanlig framskriving hvussu leigi metur landsstýrismaðurin at hetta verður so? Fleiri og fleiri velja at taka eina miðnámsútbúgving. Visjónin fyri hetta økið er eisini at parturin av einum árgangi, ið tekur eina miðnánsútbúgving skal vaksa. So hóast árgangirnir fara at minka, so kann væntast (og vónast) at lutfalsliga talið av teimum, ið taka ein miðnámsútbúgving fer at økjast. Sostatt fer játtanin væntandi eisini at økjast meira enn vanlig framskriving komandi árini. 3

Av tí, at heili 180 skikkaðir næmingar standa í bíðistøðu fyri at sleppa inn á Handilsskúla í Eysturoynni og í Tórshavn, hava Mentamálaráðið og Landsstýrið gjørt av, at leiga skúlan í Søldafirði, ið er tøkur, nú nýggjur skúli er bygdur í Runavík. Hetta letur upp fyri, at 78 av teimum 180 næmingunum í bíðistøðu fáa pláss, tí 2 eyka FHS flokkar og 1 eyka HH flokkur verða tiknir inn. Ætlanin er, at bjóða plássini í nýggju hølunum út til 78 teir best skikkaðu av teimum 180 skikkaðu á bíðilistanum. Til tess krevst tó meirjáttan á 1,8 mió. kr. í 2008 í mun til verandi fíggjarlógaruppskot. Av teimum 1,8 mió. kr. fara 1.050.000 kr. til løn, 300.000 kr. til leigu, 70.000 kr. til el og olju, 250.000 kr. til annan rakstur og 200.000 til nýíløgur. Tilmælið frá MMR og Landsstýrinum er, at hækka játtanina til Miðnámsútbúgvingar samsvarandi hesum. 23.3.06 Skúladepil í Suðuroy/23.3.07 Tekniski skúli í Klaksvík/23.3.08 Fiskivinnuskúlin Er samsvar við verklagslóg og játtanin? Samsvar er millum allar tríggjar verklagslógirnar og ynski um játtan. 23.3.06: Í verklagslógini er kostnaðurin mettur til 74 mió kr. Við endan á 2007 vóru nýttar 33,4 mió kr. Í 2008 verður biðið um 40,6 mió kr til at gera skúlan lidnan, umframt 8,4 mió kr til innbúgv, útgerð og list. Nevnast skal tó, at játtan til vatn og kloakk eftir øllum at døma ikki var við í uppruna verklagslógini, og upphædd til hetta ikki er løgd afturat játtanini á 74 mió. kr. + 8,4 til innbúgv, útgerð og list. Neyðugt er tí, at vatn og kloakk verður gjørd innan játtanin á 74 mió. kr. 23.3.07: Í verklagslógini er kostnaðurin mettur til 18 mió kr, harav kommunan rindar 4 mió kr, sum eru rindaðar. Í 2008 verður biðið um 5,7 mió kr til at gera skúlan lidnan, umframt 3,4 mió kr til innbúgv, útgerð og list. 23.3.08: Í verklagslógini er kostnaðurin mettur til 29 mió kr. Við endan á 2007 vóru brúktar 12,2 mió kr.. Í 2008 verður biðið um 16,7 mió kr til at gera skúlan lidnan, umframt 4,7 mió kr til innbúgv, útgerð og list. 23.3.09 Skúladepil í Marknagili Hvat verður samlað játtanin? Biðið verður um 2 mió kr í ár. Hetta er tað, ið Landsverk hevur mett verður neyðugt at brúka í ár. Verklagslógin heimilar at nýta 391 mió kr íalt til hesa verkætlan. Enn er ikki møguligt at útgreina fíggjartørvin komandi árini, tí verkætlanin er komin so stutt. So skjótt sum byggiskrá og projektering er gjørd, umframt útboð og avgerð um tilboð er tikin, verða útgreinandi upplýsingar um býtið av játtanini latnar Løgtinginum í lógarbroytingaruppskoti. Tá umræður útreiðslur til innbúgv, útgerð og list, so fyriliggur ikki ítøkilig meting enn, men verður mett, at hesar verða omanfyri 50 mió. kr. Víst skal vera á, at tá Skúladepilin er klárur at taka í nýtslu, kunnu bygningarnir í Smiðjugerði seljast fyri helst omanfyri 20 mió. kr. Inntøkurnar fella til landskassan og kunnu tá m.a. nýtast til útgerð v.m. 23.5.01 Føroya fólkaháskúli Frágreiðing um virksemi Sí hjáløgdu fílu: mmr.doc 4

23.5.04 Húsarhaldsskúlar Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri henda skúla? Skúlin virkar væl, og har er ein støðug menning bæði innan sjálvt húsarhaldsskeiðið og innan fólkaheilsulig átøk viðvíkjandi skeiðum um heilsu og kost. Eisini leggur skúlin dent á føroyska matgerð og føroyskt handarbeiði. Skúlin hevur ætlanir um at byggja út sítt virksemi upp aftur meira, og legði ein verkætlanarnevnd 1. nov. 2007 fram álit um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla. Í álitinum lýsti verkætlanarnevndin verandi umstøður og skeiðsvirksemi, gjørdi tilmæli um innihald og umstøður í einum nýggjum skúla og legði fram kostnaðarmeting, har mett verður, at skúlin kostar uml. 30 mill.kr. Formateret: Færøsk Formateret: Færøsk Álitið er handað landsstýrismanninum, men eingin ítøkilig umsókn er komin um fíggjarligan stuðul til ætlaðu byggingina. Sambært 11 í Løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um Húsarhaldsskúlar, sum broytt við Ll. nr. 67 frá 20. mai 1996 verður eftir landsstýrisins góðkenning, sum rentu- og avdráttrfrí lán latin 50% av kostnaðinum úr landskassanum og 25% av kommununi, har skúlin er. 23.5.07 Frítíðarundirvísing/23.5.10 Musikkskúlar Er nøkur ætlan at gera eitt greiðari býti millum land og kommunur fyri hesar skúlar? Fyrisiting av frítíðarundirvísingini: Við heimild í 2, stk 2, 17, stk 1 og 19 í Ll. nr. 70 frá 30.06.1983 um frítíðarundirvísing v.m., sum seinast broytt við Ll. nr. 124 frá 10. desember 2003, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at frá 1. aug. 2008 skulu kommunurnar fyrisita frítíðarundirvísingina á staðnum sambært galdandi lóggávuni. Mentamálaráðið hevur higartil goldið læraralønirnar, men er hetta ikki í samsvari við løgtingslógina um frítíðarundirvísing, har ásett er, at kommunurnar seta á stovn frítíðarundirvísing, sum er hóskandi eftir viðurskiftunum á staðnum, og at kommunurnar bera allar útreiðslur til góðkenda frítíðarundirvísing. Mentamálaráðið letur kommununum stuðul til útreiðslur í sambandi við frítíðarundirvísingina. Stuðulin verður veittur til lønarútreiðslurnar, og verður hann sambært lóggávuni goldin soleiðis til hvørt høvuðøki: Almenn frítíðarundirvísing 50% av stuðulsheimilaðu útreiðslunum Serstøk frítíðarundirvísing 100 % av stuðulsheimilaðu útreiðslunum. Frítíðarvirksemi í mesta lagi 50% av stuðulsheimilaðu útreiðslunum Mentamálaráðið hevur havt kunnandi fundir við kommunufeløgini, har greitt er frá, at neyðugt er at fáa viðurskiftini í rættlag, so at frítíðarundirvísingin verður umsitin sambært galdandi lóggávu. Formateret: Svensk (Sverige) Formateret: Svensk (Sverige) Mentamálaráðið hevur eisini á fundi við kommunufeløgini víst á, at tær kommunur, sum eru sinnaðar at yvirtaka lønarútgjaldingina beinanavegin, kunnu gera hetta frá 1. jan. 2008. Tað vóru tó so fáar kommunur, ið kundu yvirtaka økið frá 1. jan. 2008, so freistin fyri allar kommunur er sett til 1. aug. 2008. 5

Hetta fer at gera býtið greiðari. 23.5.10 Musikkskúlar Ósamsvarið í lógini, er ímillum 1, har ásett er, at landskassin letur stuðul, og 5, har ásett er, at landsstýrismaðurin setir lærarar. Í praksis setir landsstýrismaðurin lærarar, og letur ikki beinleiðis stuðul. Landsstýrismaðurin kemur at taka støðu í málinum. Arbeitt verður í løtuni við málinum. Eitt tillagað uppskot er gjørt, so at allar ásetingar í lógini kunnu samsvara við praksis. Í uppskotinum er ætlanin, at landið framvegis skal reka musikkskúlaskipanina. Tó skulu kommunalu leiðararnir setast hjá landinum, soleiðis at øll starvsfólkini ábyrgdast sama veg. Heitið stuðul verður at taka úr lógini. 23.6.03 Klaksvíkar sjómansskúli Er játtanin nøktandi? Talan er um eina umbygging av einum køki, har Landsverk hevur mett, at tað mangla 1,8 mió kr. Í 2008 eru 500.000 kr. settar av, og ætlanin er, at restin verður sett av á fíggjarlógini fyri 2009. 23.6.04 Klaksvíkar sjómansskúli Hví minkar játtanin? Játtanin minkar, tí virksemið og harvið næmingatalið er nógv minkað. Undanfarna ár var ongin skiparaflokkur vegna ov fáar umsóknir. Harvið eru heldur ongar útreiðslur 1. hálvár 2008 til skiparaflokk. Freistin at søkja inn á útbúgvingarnar er ikki farin enn, og higartil eru 11 umsóknir komnar tá umræður skiparaútbúgvingina í Klaksvík í heyst. Til sjóvinnuútbúgvingina eru einans 5 umsóknir komnar higartil. 23.6.11 Almanna- og heilsuskúli Føroya Ynskt verður at fáa eitt starvsfólkayvirlit Starvsfólkayvirlit: 20. Vanligt virksemi Heilsuskúlin 2008 F Lønarflokkur 36 ella hægri - Onnur 11 Tal av fulltíðarstørvum 11 Lønarpartur (mió. kr.) 3,7 Starvsfólkayvirlit: 20. Vanligt virksemi Sjúkrarøktarfrøðisskúli Føroya 2008 F Lønarflokkur 36 ella hægri 1 Onnur 13 Tal av fulltíðarstørvum 14 Lønarpartur (mió. kr.) 6 Fer játtanin at halda? Ja, játtanin fer at halda í 2008. Heilt serligar umstøður gjørdu, at játtanin ikki helt í 2007: 1. Deildarleiðaraviðurskiftini á Almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy 2. Flyting av Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í nýggj høli 23.6.13 Læraraskúlin Kemur játtanin at halda? Játtanin er ásett í samráð við stovnin. Rektarin metir, at játtanin fer at halda. 23.6.16 Fróðskaparsetur Føroya 6

Metur landsstýrismaðurin at tað fer at bera til at fáa sett á stovn alt hetta nýggja virksemi? Játtanin er ásett í samráð við stovnin. Rektarin metir, at játtanin røkkur til nýggja virksemið. 23.6.21 Granskingargrunnurin Ynskt verður at fáa yvirlit yvir hvørjar verkætlanir, ið eru stuðlaðir seinastu 3 árini Játtan til gransking innan 6 raðfest øki 7

Granskingarráðið hevur síðani 2002 játtað stuðul til 61 verkætlanir. Til samans eru játtaðar 36.648 tkr. Øki Matur Tøkni Mentan Samfelag Náttúra og náttúrutilfeingi Fólkaheilsa 2003 X X 2004 X X 2005 X X 2006 X X X 2007 X X X Játtanin er býtt á 6 øki, sum granskingarráðið hevur valt at raðfesta síðani 2003. Av teimum 61 játtanunum eru 28 Ph.D. verkætlanir. Kvinnur hava ábyrgdina av 21 av 61 verkætlanum, t.e. 34%. Í játtanum er talan um 15.348 tkr av 36.648 tkr, t.e. 42%. Samlað yvirlit yvir allar verkætlanirnar kann takast niður av heimasíðuni www.gransking.fo Verkætlanir, stuðlaðar trý tey seinastu árini, t.e. árini 2005-2007: Ámundur Nolsøe: Breedeing experiment of the great scallop from Faroe Bank. Biofar. Kr.: 167.556,- Hóraldur Joensen: Nano-based, functional food ingredients from marine wate products. Fróðskaparsetur Føroya Kr.: 600.000,- Tórður Jóansson: Th Plymouth Brethren-origin, history, development, and impact on the religious, linguistic, cultural and socio-economic landscape in the Faroes. University of Glasgow Kr.: 200,000,- Karin J.L.Knudsen: Language Attitudes among Students in Post-Colonial Situation. A study on language attitudes among Faroese students in lower-secondary education. Granskingardepilin fyri økismenning. Kr.: 247.080,- Símun Arge: Faroes: The Heart of the Atlantic Project. 8

Føroya Fornminnissavn. Kr.: 653.196,- Ár.: 2006 Katrin Næs: Lesiførleiki hjá føroyskum børnum. Fróðskaparsetur Føroya Kr.: 1.400.000,- Ár.: 2007 Rani Nolsøe: How to speed sustainable innovation in the Faroes aiming for the international market. Íverksetarahúsið. Kr.: 300.000,- Guðrið Weihe: Why No Tax Haven in the Faroe Islands? A Comparative Investigation of Tax Systems in Micro States. Copenhagen Business School Kr.: 733.890,- Jens Chr. Svabo Justinussen: Sustainable Management a Question of Time. Cambridge University / Fiskirannsóknarstovan Kr.: 166.155,- Gaini, Firouz: Youth, intoxication and motor vehicles. Ráðið fyri Ferðslutrygd. Kr.: 420.000,- Ár: 2005 Beinta í Jákupsstovu: Føroyskur kommunupolitikkur. Fróðskaparsetur Føroya. Kr. 666.000,- Ár: 2005 Jóannes Jacobsen: Political and technological factors in long-run growth and convergence. Institute of Economics University of Copenhagen. Kr.: 804.000,- Ár: 2005 Olga Biskopstø: Avlamispensjonistar íføroyum. 9

Granskingardepilin í Klaksvík. Kr.: 45.000,- Ár: 2005 Bárður A. Niclasen & Knud Simonsen: Safety on sea and biomass holding capacity from a high resolution wave model. Fróðskaparsetur Føroya. Kr.: 642.116,- Høgni H. Debes: Herring-zooplankton interactions in southern Norwegian Sea. Fiskirannsóknarstovan. Kr.: 1.238.753,- Hilmar Simonsen: Glyvursnes Vestmanna Seismic Tie. Fróðskaparsetur Føroya. Kr.: 756.012,- Gunnvør á Norðri: Impact of organic enrichment on the microbial biogeochemistry and overlying wate quality in relation to fish farms in Faroese fjords. Fiskirannsóknarstovan. Kr. 463.687,- Michael E. Nielsen: AFOX quaculture practice and Fish Oxidation. Fiskaaling Kr. 572.759,- Bjarni Mikkelsen: Movements of grey seals in Faroese waters. Føroya Náttúrugripasavn. Kr.: 189.530,- Sanne Storm: Research into the Development of a Voice Assessment Tool in Music Therapy. Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsið. Kr.: 307.916,- Marita Debess Magnussen: Antimicrobial resistance in Streptococcus 10

Heilsufrøðilig Starvsstovan / Landsspitalin. Kr.: 1.227.176,- Ása Róin: Urininkontinens blandt ældre kvinder på Færøerne. Prævalens og Impact on daily Life. Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya. Kr. 173.208,- Jónrit Halling: Sædkvaliteten hos en fødselskohorte af færøske mænd og deres fædre. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Kr.: 1.728.000,- Bogi Bech Jensen: Novel Geometri Induction Motor with Improved Efficiency. University of Newcastle upon Tyne, UK Kr.: 177.000,- PF Fiskaaling við Áir. Genetic studies of Atlantic Cod from the Faroe Bank and the Faroe Plateu. Fiskaaling við Áir. Kr.: 678.000,- Bjarti Thomsen: Optimising big mesh pelagic trawls. Veiði- og reiðskapstøknikjarni / Vónin Ltd. Kr.: 740.000 Ár: 2005 Ólavur Simonsen: Ultrasonic measurement system for measuring ship s level to define water resistance and to lower fuel sonsumption. Landsbyggifelagið / Marorka / Fróðskaparsetur Føroya / Háskóli Íslands. Kr.: 1.200.000,- Ár: 2005 Rógvi Nielsen: Støðgevari til blóðgiband. RN, Maskinverkstaður, Vestmanna. Kr. 201.250,- Ár: 2005 24.1.22 Filmseftirlitið 11

Hevur landsstýrismaðurin nakran ætlan um at broyta filmseftirlitið? Ll. nr. 92 frá 4. oktober 1984 um Filmseftirlit er avtikin og í staðin er sett í gildi ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung. Endamálið við lógini er at kunna og leiðbeina almenningin um filmar og telduspøl og vandamál innan miðlar annars fyri harvið at verja børn og ung. Nýtt Miðlaráð er sett at røkja uppgávuna at kunna og leiðbeina. Harafturat hevur ráðið eftirlit við flokking og merking av filmum og spølum fyri at minka um møgulig skaðilig árin, ið kunnu stava frá hesum. 24.3.01 Bókasøvn Heldur landið sínar skyldur smb. lógini? Skal endamálsorðingin við lógini røkkast til fullnar, so verður mett, at tørvur er á størri játtan til økið. 24.3.02 Bókasøvn Er játtan til øll góðkendar verkætlanir? Í løtuni eru fleiri bókasavns- og skúlabókasavns verkætlanir í gongd. Í løtuni er tað ætlanina á Sandi, sum hevur fingið tilsøgn um stuðul. Játtanin í 2008 á 1 mió. kr. verður fyrst og fremst nýtt til hesa verkætlan. Tørvur verður á øktari játtan komandi árini, um MMR skal kunna veita fulla játtan til allar umsókni. 24.3.10 Føroya fornminnissavn Er hædd tikið fyri kanning av kirkjugarðin á Sandi? Bústaðaleivdirnar í kirkjugarðinum á Sandi eru jarðfest fornminni og friðað sbrt 1 í Ll. 19 / 1948. Við støði í hugsjónini, at tað er tann, ið ger neyðútgrevstur neyðugan, ið hevur fíggjarligu ábyrgdina, heitti Føroya Fornminnissavn á Sands kommunu um at fígging av neyðútgrevstri, men kommunan hevur svarað, at hon ikki kann átaka sær tílíka útreiðslu. Nevnast kann, at Vestmanna kommuna hevur goldið fyri grevstur í sambandi við jarðfest fornminni úti í Toft, har ætlanin var at byggja ellisheim og at Gøtu kommuna hevur goldið fyri grevstur í sambandi við jarðfest fornminni á Gøtusandi. Málið hevur verið tikið upp fleiri ferðir. Í mars 2006 boðar Føroya Fornminnissavn Mentamálaráðnum frá, at savnið síðani 2003 hevur biðið um pening til neyðútgrevstur, og at savnið eisini á annan hátt hevur roynt at útvega pening til endamálið, men uttan úrslit. Málið varð í november 2006 tikið upp á landsstýrisfundi. Tá varð skotið upp, at játta Føroya Fornminnissavni kr. 200.000 til fornfrøðiligan neyðútgrevstur í kirkjugarðinum heima á Sandi við tí endamáli at leysgeva øki úr friðing til líkgrevstur. Gjørt varð vart við, at tað fór at vera neyðugt at seta kr. 200.000 av í 2008 til sama endamál. Peningur varð ikki játtaður til endamálið í 2007 og hevur málið ikki verið til umrøðu í samband við FL 2008. Líkgrevstur í økjum við jarðfestum fornminnum, sum ikki eru leysgivin úr friðing, er lógarbrot. 24.3.20 Menning av mentan og mentanararvi Yvirlit yvir hvat játtanin hevur verði nýtt til seinastu 3 árini? Kontan Menning av mentan og mentanararvi 2005 Náttúrgripasavnið framsýning 20.000 12

Konservering Listasavn Føroya 60.000 Evensenssavnið 120.000 Trygdarviðurskifti Listasavnið 8.000 Stuðul til luttøku á ráðstevnu Landsskjalasavnið 30.000 Konservering Listasavn Føroya 50.000 Stuðul til telduútgerð 50.000 Salda 338.000 2006 Náttúrugripasavnið framsýning 50.000 Maritimt Seminar Fornminnissavnið 28.788 Seminar Fornminnissavnið 3.460 Seminar Fornminnissavnið 7.126 Stuðul til bil Fornminnissavnið 60.000 Konservering Listasavn Føroya 88.000 KT-varðveiting Landsskjalasavnið 24.158 Grafiski verkstaður 4.050 J.H.W.Poulsen 3.100 Digitalisering av mentanararvi fornminnissavnið 70.000 Salda 338.682 2007 KT-varðveiting Landsskjalasavnið 84.169 Stuðul til framsýning Fornminnissavnið 47.000 Talgilding av mentanararvi Fornminnissavnið 70.000 Konservering Fornminnissavnið 40.000 Fornminnissavnið knýtt í Landsnet stuðul 30.000 Konservering Listasavnið 50.000 Stuðul til miðlarúm Fornminnissavnið 24.000 Salda 345.169 24.3.22 Listasøvn Er ætlan at stuðla listasøvn kring alt landið? Umframt Listasavn Føroya, sum fær eina nettoútreiðslujáttan á kr. 2.040.000, fáa listasøvnini Skálin við Skálá og Norðoya Listafelag játtað 15.500 kr. í part. Arbeitt verður við dagføring av lóggávuni á savnsøkinum. Dagføringin fer væntandi eisini at fevna um lógargrundarlagið fyri stuðlinum til listasøvnini kring landið. Hvussu gongst við listini í Føroya Banka, ið talan var um at tað almenna skuldi ogna sær? Metingin av listasavni Føroya Banka er ikki komin endaliga upp á pláss, men arbeitt verður við málinum. 24.5.09 Prestagarðurin í Lamba Er ikki ætlan at lata Føroya stiftstjórn allar prestagarðanar? Sum er, er tað bert prestagarðurin í Lamba, ið manglar at verða latin Føroya stiftstjórn. Upphæddin á Løgtingsfíggjarlógini er sett upp soleiðis, at prestagarðurin í Lamba kann latast 13

Føroya Stiftsstjórn, tá ið Løgtingsfíggjarlógin er samtykt. Hetta er gjørt soleiðis í samráð við Fíggjarmálaráðið. 24.6.12 Ítróttaranlegg Hvussu ætlan landsstýrismaðurin at brúka játtanin? Játtanin á fíggjarlógini 2008 til ítróttaranlegg verður fyrst og fremst brúkt til Badmintonhøllina í Klaksvík, har tað mangla uml. 3,1 mió. kr. í at rinda. Hartil skal stuðul latast byggingini av ítróttarhøll á Sandi. Ætlan landsstýrisins er, at økja játtanina til hesa konto munandi í 2009, soleiðis at tilsøgnin til høllina á Sandi verður latin øll í einum í 2009. 14