VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Cruise ferðandi í Føroyum

Mandy on holiday Avritssíður

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

2000 árgangurin roykfríur

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Kappingarsamleiki Føroya

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Lívið í Føroyum er framúr

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Føroyskur førleiki. Formæli.

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Menning av veðurtænastuni

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Starvsfólk á dagstovnum

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

Leiðbeining um andadráttarverju

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Álvaratos who cares?

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Heilsuvandi av at eta grind

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Formansfrágreiðing 2016

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Rættindi fyri atkvøður

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Í verksetan. public service-sáttmála

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Charles R. Darwin 200 ár

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki

Fólkaheilsukanning

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Transcription:

INNANHÝSIS Tórshavn, tann 09-09-02 J.Nr.: (at tilskila í svari) Viðgjørt: hg/dh Tilmæli viðv. samskiftisstandard til føroyskar almennar heimasíður Endamálið við hesum tilmæli er, at taka stig til at stuðla uppundir framhaldandi tilgongdina at menna KT innan ta almenna samsvarandi m.a. KT-vinnupolitikkinum har orðaða málið er, at tað almenna eigur at ganga á odda at nýta kunningartøkni. Mælt verður til at seta í verk hesa verkætlan. Samskiftisdeildin hevur áður staðið fyri KTverkætlanir t.d. Grannar, Tykissamfelag Svínoy og Fugloy,.fo-umsiting, THOR-IX og KTkleking. Verkætlanir settar í verk í dag (2002/2003) eru: KT-kleking, føroyskur almennur portalur og pilotverkætlan viðv. digitalum signaturi. Nýliga endurstovnaða KT-forum skal ætlandi eisini seta verkætlanir í verk undir KT-ætlanini. T.d. orðing av KT-trygdarpolitikki og KT-politikk til ta almenna. Mælt verður til, at seta í verk eina verkætlan at menna ein samskiftisstandard til føroyskar almennar heimasíður. Tvs. at játtan á KT-ætlanini verður nýtt til endamálið og at verkætlanin verður samskipað á samskiftisdeildini. Umhugsað kundi verið, at lagt ábyrgdina av at samskipa eina endurskoðan av samskiftisstandardinum t.d. annaðhvørt ár til KT-forum. Hetta kann metast at verða í tráð við endamálinum við KT-forum, ið m.a. er, at tryggja samstarv um felags greiðsluevnir. Lýsing av samskiftisstandardi Ein dialogstandardur er eitt savn av reglum fyri, hvussu eitt nýtaramót (user interface) eigur at verða bygt upp eitt slag av skabelón ella fyrimynd. Td. kunnu gerast reglur fyri stødd av knappum/valmyndum, litum, máli/stíli í teksti, síðuheitum (page titles) osfr. Við at viðtaka ein standard tíðliga í sniðgevingararbeiðnum sparir mann nógvar kreftur upp á long kjak og avgerðir um, hvussu hetta ella hatta skal gerast og skipast. Til dømis fylgja kanadiskar almennar síður einum umfatandi samskiftisstandari, og norskar almennar síður verða eisini góðskumettar út frá krøvum, ið minna um og eins væl kundu verið nýtt sum samskiftisstandardur. Standardurin er eitt gott amboð at brúka í prosessini at skapa internetsíður. Hann er bæði við til at gera arbeiðið lættari hjá teimum, sum gera netsíðurnar, og samstundis ger hann tað lættari hjá brúkarunum at nýta, og hetta ger teir tryggar. Ein dialogstandardur skal lætta um arbeiðið at byggja upp netsíður, men hann má ikki vera ein forðing í kreativa arbeiðnum við sniðinum. Flestu størru internetfyritøkur í dag, ið gera umfatandi netverkætlanir fyri stórar fyritøkur og stovnar, hava ein samskiftisstandard, tey arbeiða út frá. Eisini stovnar, ið gera almennar heimasíðurnar í flestu londum, harva ein standard, teir fylgja. Ymiskt er tó, hvat ein slíkur verður kallaður innan ymsar vinnugreinar. TINGANES POSTSMOGA 377 110 TÓRSHAVN TELEFON 35 60 60 TELEFAX 35 60 65 E-MAIL: VMS@VMS.FO

Samskiftisstandardar byggja á hollar og drúgvar royndir hjá nógvum praktikarum, á brúkarakanningar, metingar av tekniskum møguleikum/forðingum og annað. So at siga øll lond, ið hava ambitiónir innan almenna kunning, hava gjørt sær ein samskiftisstandard. 1 Men eisini kommunalir felagsskapir sum KMD (danska almenna partafelagið KommuneData, ið ger allar danskar kommunalar heimasíður) hevur samskiftiststandard, ið øll í fyritøkuni kenna og brúka. Týðandi er tó, at samskiftisstandardir ikki verða brúktir sum óbrótiligar lógir, ið øll skulu fylgjast. Teir eru meintir sum leiðbeiningar, sum í flestu førum eru skilagóðar. Tó skal undirstrikast, at hvør leiðbeining er gjørt, tí góðar grundir eru til tess. Frávik eiga tí bara at gerast, tá góð argument eru fyri hesum, ella tá nýggju hugskotini eru roynd í brúkarakanning ella líknandi. Grundgeving fyri at gera ein føroyskan samskiftsistandard er at ongin standardur er heilt líka. Hetta tí at,: Rættiliga stórur munur er td. á tí hjá norska almannaverkinum og tí kanadiska. Samfeløgini eru so ymisk, bæði landfrøðiliga bygnaðarliga, og viðvíkjandi samskifti og mentan. Tað er ymiskt, hvørjar royndir borgararnir hava við KT, interneti, almennari fyrisiting osfr. Eisini eru endamálini hjá londunum ymisk: Tað er ymiskt, um tey venda sær bara til brúkaran, ella um fyrisitingin sjálv eisini skal hava gagn av tí. Eisini er munur á, hvussu stóran dent tey leggja á brúkaravinarligheit, einfeldni, at síðurnar skulu vera skjótar at heinta (tí sambandið er ymiskt landanna millum) osfr. Fyri at øll á stovnunum í fyrisitingini o.a. skulu skilja samskiftisstandardin (hetta hevur stóran týdning fyri, at starvsfólk velja at virða og brúka standardin), so er neyðugt við einum standardi á móðirmálinum, ið eisini málsliga er orðaður soleiðis, at flest fólk duga at skilja hann. 2 tilfarið er sera torført at viðgera hjá td. leitiskipanum, portalum ikki minst tí komandi almenna portalinum, ið júst hevur sum endamál at savna alt tað almenna tilfarið á netinum, um eingin standardur er. Fyrimunir við samskiftisstandardi Brúkarar venja seg skjótt við sniðið (í breiðum týdningi), kunningarbygnaði (information architecture), málsligan stíl osfr, og hetta ger, at teir eru tryggari við síðurnar og brúka tær skjótari og dyggari. Ein almenn heimasíða líkist so mikið einari aðrar (innihaldsliga og bygnaðarliga ikki grafiskt), at tað er skjótt at seta seg inn í ta næstu (innlæringstíðin hjá brúkarunum styttri). Teir gera tað lættari at byggja nýggjar heimasíður upp. Tað slepst undan nógvum óneyðugum kjaki ella iva um, hvussu nýggjar síður skulu byggjast upp og skipast. Somuleiðis lættari at kanna og meta um verandi síður. 1 Í mínum kanningararbeiði havi eg mest hugt at londunum: Finlandi, Danmark, Kanada og Noregi (parvís eisini Svøríki og Ísland). Hetta tí, at kanningar hava víst, at borgarar í hesum londum brúka almennar internettænastur mest. Sí td: www.kvalitetpaanett.net, www.veileder.info (Veiledning for formidling av offentlig informasjon på Internett 2002) ella www.cio-dpi.gc.ca/clf-upe/index_e.asp (Common Look and Feel for the Internet, Canadian federal government departments and agencies). 2 Tað vilja sjálvandi vera nøkur teknisk krøv, ið fevna um tøknilig heiti, ið ikki øll skilja. Men oftast verða teldutøkningar settir at gera tað meira tøkniliga arbeiði, so tað er ikki alneyðugt at skilja alt. Men innihaldið sum heild og týdningurin av at hava ein samskiftisstandard skal skiljast av øllum. 2/6

Minni umsiting og arbeiði í at broyta og snikka netstøðini til seinni, tí øll eru gjørd eftir saman leisti (tú hevur longu vitanina, royndirnar og fyrimyndir at fylgja) Hetta sparir eisini pengar (styttri tíð at finna fram til og kjakast um snið. Sniðprosessin roynd áður, so hon er skjótari. Lættari at kanna og eftirmeta. Minni arbeiði og útreiðslur til at broyta seinni). Tað gjøgnumførda og eyðkenda sniðið, sum er felags fyri allar síðurnar, gevur brúkarum kenslu av dygd og góðsku; av at sniðið er gjøgnumhugsað, gjøgnumført og væl fyrireikað. Oftani føra heimasíður, ið eru sniðgivnar út frá dialogstandardi, til rós frá nøgdum brúkarum í mun til heimasíður, ið ikki hava fylgt nøkrum standardi. Hetta tí, at standardarnir fyrst og fremst eru gjørdir við brúkarunum í hyggju. Nøgdir brúkarar og løtt umsiting hava serliga stóran týdning á síðum, ið hava sum sína fremstu uppgávu at tæna brúkarum, og sum hava lítla orku til umsiting. Ger tað avgerandi lættari at brúka kunningina á síðunum í leitiskipanum. Úrslitini av leitingini fara tá at geva meining fyri brúkaran og geva honum veruligar upplýsingar um, hvar hann finnur tað, hann leitar eftir. Ger tað lættari at skipa og hava yvirlit yvir tað almenna tilfarið, ið liggur á netinum. Kann nýtast sum kekklisti hjá almennum stovnum til at kann eftir við, um teir fylgja tilmælinum. Kann eisini virka sum rós til stovnar, ið hava heimasíður, ið longu liva upp til tilmælini. Hetta kann eggja teir at menna síðuna enn meira. Lættari at heinta, bókamerkja, brúka hjá sjónveikum og evnaveikum, skriva út, minnast heiti (URL) á osfr. (sí annars útkastið til samskiftisstandard). Royndir aðrastaðni Flest lond, ið á KT-økinum eru á støði við ella fremri enn Føroyar, hava gjørt samskiftisstandard (sí fótnotu á síðu 1). Lond sum Kanada, Danmark, Finland og Noregi 3 eru millum teirra, ið hava gjørt mest við hetta. Og kanningar vísa 4, at hesi lond júst eru tey, har borgarar brúka almennu heimasíðurnar mest. Hetta bendir á, at hevur ein sum málsetning at økja kunningina um almannaverkið til borgaran og at fáa borgaran at finna tilfar á internetinum, ið hann annars hevur funnið við td. at ringja ella skriva til almennu umsitingina, so er rætti hátturin at gera tænasturnar og heimasíðurnar so brúkaravinarligar, tryggar og vælvirkandi sum gjørligt. Og tað er júst hetta, samskiftisstandardar eru til. Bæði Noregi og Kanada hava skipað arbeiðið soleiðis, at standardurin er gjørdur í fyrstu atløgu sum eitt tilmæli. Hetta tí, at tá standardurin bleiv gjørdur (í Kanada td. í 1995), vóru sjálvandi nógv almenn netstøð til, og hesi vóru gjørd eftir ymsum leisti og av ymsum internetvirkjum. Tilmælið er síðan blivið brúkt til at sniðgeva nýggj netstøð og eisini sum ein fyrimynd fyri verandi heimasíður, ið avvarðandi stovnar kunnu brúka til at bøta um heimasíðurnar við. Tó hava bæði londini sett eitt evstamark fyri, nær allar almennar síður skulu fylgja leiðbeiningunum í samskiftisstandardinum. Í Kanada er hetta mark ásett at vera 31.12.2002 (7 ár eftir, at hann varð innførdur). Í Danmark er onki beinleiðis evstamark sett, men stórt arbeiði er gjørt við at fáa standardin at verða ein týðandi partur í øllum liðum at sniðgevingararbeiðnum við almennum síðum, eitt amboð, ið øll kenna til. Ein líknandi leistur tykist upplagdur at gera í Føroyum. Støðan innan almenna internettænastu í Føroyum nú er sera lík henni, ið var í Noregi, Danmark og Kanada fyri fáum árum síðan. Eisini er tað helst ein veruleiki, at fleiri almennir stovnar ikki hava stundir og orku til nú og her at broyta heimasíður teirra. Tí tykist tað náttúrligt, at standardurin í fyrstu atløgu 3 Sí td. umfatandi kanningina Government Online an international perspective frá 2001, sum fyritøkan Taylor Nelson/Sofres gjørdi í 27 londum. 4 Einamest niðanfyrinevnda kanning. 3/6

verður innførdur sum eitt tilmæli og sum ein fyrimynd. Hvørt almenna fyrisitingin seinni hevur hug til at gera hann til eitt beinleiðis krav, kann støða verða tikin til seinni. Støðan í Føroyum Sum sagt líkist støðan í Føroyum henni í grannalondunum fyri nøkrum árum síðani. Um tú roynir at kanna verandi almenn netstøð fyri nakrar av klassisku krøvunum í samskiftisstandardum, so sæst skjótt, at heimasíðurnar eru fullar av óneyðugum vansum. Til dømis eru óvanliga nógvar, ið ikki stuðla heilt einføldum handlingum so sum at skriva út. Trýstir tú á prentknappin í browsaranum á td. heimasíðunum hjá Vinnumálaráðnum (www.vms.fo) ella Fíggjarmálaráðnum (www.fms.fo), so fært tú í fleiri førum í staðin fyri tekstirnar á síðunum bara eina hálvtóma síðu, har valmyndin er á. Annað keðiligt dømi, ið kann nevnast, eru misvísandi ella vantandi síðuheiti (window title / page title). Hesi eru tey, ið standa í ovasta breddanum omanfyri browsarabreddanum. Hetta heitið skal helst vera sigandi og kunnandi, tí tað verður brúkt sum 1) yvirskrift á einum úrsliti í leitiskipanum; 2) sum heiti, um síðan verður bókamerkt (løgd í Foretrukne í browsaranum); 3) og í vindeygabreddanum niðast á skerminum, tá tú hevur fleiri vindeygu opin/forrit frá í senn. Tí er tað av týdningi, at heitið gevur meining hjá brúkaranum. Men alt ov ofta sært tú á føroyskum almennum síðum, at tað standa onkisigandi ella ørkymlandi orð sum: Forsíða, Vælkomin, Index, http//:www, Heimasíða osfr. Og soleiðis kundi tú hildið fram. Góð dømi kundu, sum vera mann, eisini verið tikin fram. Men størsti trupulleikin er júst hetta, at so stórur munur er á innihaldinum á síðunum. leitiskipan virkar nevniliga soleiðis, at hon lesur koduna á heimasíðum á ein ávísan hátt og tulkar hesi tekin. Burturúr hesi tulking kemur so eitt úrslit, ið hon vísur brúkaranum. Men vantandi standardiseringin av almenna tilfarinum ger, at leitingar í nógvum førum vilja føra til bæði at: 1) onki úrslit verður víst, sjálvt um leitaða heimasíðan og tilfarið á henni finst, tí hetta ikki er gjørt eftir forskriftunum. 2) úrslitini eru púra óskillig (um td. síðuheiti (window title), síðulýsing (meta tags) ella bústaðarheitini (URL) á undirsíðum eru gjørd illa, so er úrslitið óskilligt, tí tað er hesi trý støð, flestu leitiskipanir fara at leita eftir upplýsingunum at vísa í úrslitinum. Hetta er sera óheppið, tá týdningarmesta dygdin hjá bæði leitiskipanum og portalum 5 er at finna tilfar, ið liggja aðrastaðni úti á netinum. Avvarðandi stovnar aðrastaðni Tað er sera ymisk, hvar londini úti í heimi hava lagt ábyrgdina av at menna almenna internettænastuna og harundir at gera ein samskiftisstandard. Í Danmark er tað IT- og Telestyrelsen, ið er ein stovnur undir Ministeriet for Videnskab, Teknologi og Udvikling, sum hevur hesa ábyrgd, og sum hevur staðið fyri menningini av almennum portalum og samskiftisstandardi. www.itst.dk Í Noregi er tað Statskonsult direktoratet for kommunikasjon, kompetanse og forvaltning, ið er ein óheftur stovnur undir Arbeids- og administrasjonsdepartementet. www.statskonsult.no. Hann hevur gjørt Veiledning for formidling av offentlig informasjon på Internett 2002, www.veileder.info, ið er ein felags standardur fyri allar almennar norskar heimasíður. Í Kanada er tað The Treasury Board of Canada www.tbs-sct.gc.ca. Eins og í Føroyum er har eitt KT-Forum, The Internet Advisory Committee (IAC), ið stendur fyri samskipan av almennari internettænastu og hjálpir stovnum og ráðum at menna teirra internettænastu og deilast um royndir hesum viðvíkjandi. The Treasury Board Secretariat hevur gjørt The CLF Self-Assessment Guide, ið skal vegleiða ráðum og stovnum at meta 5 Í øllum førum teimum sonevndu indeks-grundaðu portalunum, ið byggja á leitiskipanir við robottum. 4/6

um, hvussu væl heimasíður teirra liva upp til standardin The Common Look and Feel Standards (CLF) www.cio-dpi.gc.ca/clf-upe/index_e.asp, ið varð til í 1995. Í Finlandi liggur ábyrgdin á fleiri ráðum. Bæði Uttanríkismálaráðið og Vinnumálaráðið eru við í arbeiðnum við almenna portalinum suomi.fi, (sí www.suomi.fi/suomi.fi/svenska/). Portalurin verður tó umsitin av Statsrådets Informationsförvaltningsenhet, ið liggur undir finska vinnumálaráðnum www.vn.fi/vm/svenska/index.html Í Svøríki er svenski portalurin nakað øðrvísi enn í hinum londunum. Eins og har er portalurin navngivin út frá leistinum: Navn á landi + landadomeninavn www.sverige.se, men í Svøríki er hetta meira ein portalur, ið vendir sær móti útheiminum og ikki bara borgarunum í Svøríki. Portalurin verður umsitin av Svenska Institutet, sum er ein almennur stovnur, sum hevur sum endamál at kunna um Svøríki utttanlands. Menningarætlan fyri samskiftisstandard Juli november Nov./des. Januar Feb./mars Apríl Kanningararbeiði, fyrireikandi arbeiði, gerð av uppskoti til føroyskan samskiftisstandard. Samskiftisstandardurin til viðmerkingar hjá KT-forum, Løgmansskrivstovuni, FSE, og øðrum, ið væntast kunna hava serligan áhuga í arbeiðinum. Viðgerð av viðmerkingum hjá pørtunum og endurskoðan av standardinum. Felagsfundur við framløgu og kjaki Fyribils uppskot til skrá: Framløga um heimasíður sum kunningarmiðil, samskiftismiðil (serfrøðingur á økinum) Framløga um verkætlanina um almennan portal. Herundir dømi um, hví felags standardur er so avgerandi fyri, at portalar og leitiskipanir virka. Framløga av uppskotinum til føroyskan samskiftisstandard. Herundir Útgreining av og grundgeving fyri reglunum í standardinum. Herefter kjak um fyrimunir og trupulleikar við standardinum. Vegleiðing um samskiftisstandard verður gjørd og latin øllum almennum stovnum. Verður eisini løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum. Í hesum sambandi verða fjølmiðlar og almenningurin kunnaður. Umhugsast eigur at KT-forum fær ábyrgdina av at endurskoða og at dagføra samskiftisstandardin framyvir. Forumið skal tryggja, at arbeiðið heldur fram at virka fyri at almennir stovnar, so hvørt tøkniliga menningin og samskifti við heimasíðum verður ment, hava eitt amboð at menna heimsíður sínar við. 5/6

Fíggjarætlan samskiftisstandardur 2002/2003 Løn til ráðgeva Timaløn (Magistarafelagið) Mett tímatal Mettar útreiðslur til ráðgeva 113,85 250 28.250 Útreiðslur í.s.v. felagsfund Ferðaútreiðslur + samsýning serfrøðingur Ferðaútreiðslur til ráðgevan Hølisútreiðslur incl. ábit 50.000 Aðrar útreiðsur til prent, kunningartilfar o.a. 5.000 Útreiðslur fíggjarárið 2002 22.000 Útreiðslur fíggjarárið 2003 61.250 Mettar samlaðar útreiðslur 83.250 Hjørdis Gaard fulltrúi 6/6