NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Similar documents
Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Cruise ferðandi í Føroyum

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Oljumarknaðurin í Føroyum

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

2000 árgangurin roykfríur

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Mandy on holiday Avritssíður

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Kappingarsamleiki Føroya

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Rættindi fyri atkvøður

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Formansfrágreiðing 2016

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Leiðbeining um andadráttarverju

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

Heilsuvandi av at eta grind

Lívið í Føroyum er framúr

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Føroyskur førleiki. Formæli.

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Menning av veðurtænastuni

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Álvaratos who cares?

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Givið út 23. februar 2015

Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Tíðindi úr Føroyum tann 25. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frá hvørsfalli til klípi

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Givið út 23. desember 2016

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6.

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Fornur skógarvøkstur

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Transcription:

Tórshavn, tann 18. september 2015 J.nr. 2015261 NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM P/f Effo hevur biðið meg kannað nærri viðurskiftini um (1) avtalur millum fyritøkur sum hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina, (2) misnýtsla av ráðandi marknaðarstøðu og (3) um og undir hvørjum umstøðum kappingarmyndugleikin kann krevja at aðrar fyritøkur fáa atgongd til fasilitetir. INNLEIÐING Kappingareftirlitið er komin við eini frágreiðing, dagfest 14. juli 2015, um søluna av brennievnum í Føroyum. Frágreiðingin ber heiti Oljumarknaðurin í Føroyum. Frágreiðingin er í trimum høvuðspørtum. Fyrsti høvuðspartur er ein samanbering av prísum á bensin, diesel og gassolju samanborið við prísgongdina í Platts og við gongdina í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og í ES. Annar høvuðspartur eru hugleiðingar um, hví støðan er sum hon á føroyska oljumarknaðinum. Triðji høvuðspartur snýr seg um møgulig kappingarfremjandi tiltøk. Kappingarmyndugleikin skrivar í samandráttinum á s. 3 í frágreiðingini, at kappingareftirlitið er komið til ta niðurstøðu, at prísirnir á brennievnum í Føroyum eru høgir. Og at marknaðarbygnaðurin í Føroyum hevur við sær, at lítil og eingin kapping er á hesum marknaði. Kappingareftirlitið metir eisini, at ein avleiðing av marknaðarbygnaðinum er, at tigandi avtalur eru millum Effo og Magn. Tað hevur við sær, at oljufeløgini kappast ikki um prís.

LÓGARGRUNDARLAGIÐ Reglurnar sum viðgera hesi viðurskifti eru at finna í kappingarlógini (løgtingslóg frá 3. mai 2007 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 27. apríl 2012). 6 í kappingarlógini ásetur, at tað er ikki loyvt fyritøkum v.m. at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina. 11 í kappingarlógini ásetur, at tað er ikki loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu. Í 22, nr. 4 í kappingarlógini er ásett, at tey boð sum Kappingarráðið kann geva eftir omanfyri nevndu greinum við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum, kunnu t.d. vera at geva atgongd til ein fasilitet í einum undirstøðukervi, ið er neyðugur, til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting. Av almennum viðmerkingunum til kappingarlógina (løgtingsmál nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping frá 27. februar 2007) framgongur m.a., at ætlanin við lógaruppskotinum hevur eisini verið at laga føroyska kappingarlógarverkið til ESkappingarreglurnar og tær kappingarlógir, sum eru galdandi í hinum Norðurlondunum. Tað ber sostatt til at fáa ískoyti til at skilja reglurnar á økinum við at hyggja eftir, hvussu kappingarreglurnar í ES og hinum Norðurlondunum verða tulkaðar. 1. KAPPINGARAVLAGANDI AVTALUR Sum nevnt omanfyri ásetur 6 í føroysku kappingarlógini, at tað ikki er loyvt fyritøkum v.m. at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina. Orðingin er einsljóðandi við donsku orðingina í 6 í donsku kappingarlógini. 2

6, stk. 3 í føroysku kappingarlógini ásetur eisini, at ásetingin um at tað ikki er loyvt fyritøkunum at gera avtalur við beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina eisini er galdandi fyri viðtøkur millum samtøk av fyritøkum og samskipaðan atburð millum fyritøkur. Tann sama ásetingin er ásett í 6, stk. 3 í donsku kappingarlógini. Tað sum er avgerandi í hesum førunum er, at tað hevur verið ein avtala millum fyritøkurnar ella tað er eitt samskipað virksemi ella atburður millum fyritøkur. Viðvíkjandi tí samskipaða atburðinum framgongur av viðmerkingunum til hesa lógargrein, at samskipa virksemi merkir at, Samskipa virksemi merkir, at tvær ella fleiri fyritøkur samskipa teirra atburð, uttan tó at hava gjørt eina veruliga avtalu. Slíkur atburður kemur undir forboðið. Hetta er tó treytað av, at samband hevur verið millum fyritøkurnar t.d. fundir og tílíkt. Samskipaður atburður fevnir um eitt og hvørt beinleiðis ella óbeinleiðis samband millum fyritøkurnar, sum hevur til endamáls ella sum fylgju, annaðhvørt tað ávirkar marknaðaratburðin hjá einum møguligum kappingarneyta, ella at upplýsa ein slíkan kappingarneyta um tann marknaðaratburð, sum ein fyritøka fremur ella ætlar sær at fremja. Fyritøkur, ið hava meinlíkan atburð á marknaðinum, verða ikki raktar av forboðnum uttan so, at talan er um ætlaða tillaging, ið er úrslit av samskipaðum atburði. Tað kann í hesum sambandi viðmerkjast, at tað er ikki avgerðandi, um ein avtala er løgfrøðiliga sæð bindandi. T.d. kann ein sokallað gentlemans agreement verða at meta sum ein avtala. Avtalan nýtist heldur ikki at verða skrivlig. Tað hevur ongan týdning, hvat heiti avtalan hevur og hvussu hon er orðað. Eins og við ásetingini um misbrúk av ráðandi marknaðarstøðu er forboðið móti at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina at finna í 101 í ES-traktatini. Tað er sostatt ein treyt fyri at koma inn undir hesa grein í kappingarlógini, at tað hevur verið ein formur fyri samskifti um ávís viðurskifti, sum báðar fyritøkur eru samdar um ella hava tikið undir við. 3

Prógvbyrðan eftir hesi áseting fyri at tað fyriliggur ein avtala liggur hjá kappingarmyndugleikanum. Einki framgongur av tilfarinum, at tað fyriliggur nøkur avtalað. Somuleiðis er upplýst fyri mær av Effo, at ongar avtalur eru hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, eins og tað ongantíð hevur verið nakaðs ambandi við Magn um hesi viðurskifti. Tá einki samband hevur verið millum P/f Effo og P/f Magn fyriliggur ikki nøkur avtala ella samskipaður atburður millum fyritøkurnar. Kappingareftirlitið tykist eisini at staðfesta á s. 56 í frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum, at um tað ikki eru beinleiðis avtalur ella sáttmálar, so verður ein paralell prísáseting tó ikki í fyrstu atløgu metta at verða móti lógarverkinum. Samanumtikið meti eg sostatt ikki, at P/f Effo og P/f Magn kunnu metast at hava inngingið nakrað avtalu í stríð við 6. 2. RÁÐANDI MARKNAÐARSTØÐA Sum nevnt omanfyri er ásett í 11 í kappingarlógini, at tað ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu. Av lógarviðmerkingunum til 11 í kappingarlógini framgongur, at talan er um eina ráðandi støðu, tá ein fyritøka hevur eina so ráðandi búskaparstøðu, at fyritøkan hevur møguleika at forða fyri munagóðari kapping á einum ávísum marknaði av tí at nevnda støða gevur fyritøkini møguleika fyri óheftum atburði mótvegis kappingarneytum, viðskiftafólki og í síðstu atløgu brúkarunum. Eisini framgongur av viðmerkingunum, at um marknaðarparturin hjá eini fyritøku eru 25 % ella lægri er hetta helst ikki nóg mikið í sjálvum sær at staðfesta ráðandi støðu. Við einum so avmarkaðum marknaðarparti er ein fyritøka sjáldan før fyri at forða munandi góða kapping gjøgnum marknaðarstøðu sína. 4

Av lógarviðmerkingunum framgongur eisini: Marknaðarpartarnir millum 25 % og 40 % eru heldur ikki nóg mikið í sjálvum sær til einsamalt at staðfesta ráðandi støðu á ávísa marknaðinum. Saman við øðrum umstøðum, kann ein so stórur marknaðarpartur tó merkja, at talan er um ráðandi støðu. Ráðandi støða má tí staðfestast við marknaðarpartinum saman við øðrum metingum. Er marknaðarparturin hægri enn 40 % er hugsandi, at fyritøkan hevur eina ráðandi marknaðarstøðu. Hetta er í øllum førum galdandi, at marknaðarparturin hevur verið hin sami í longri tíð. Ein marknaðarpartur, ið er meira enn 50 % kann í sjálvum sær prógva, at talan er um ráðandi støðu. Ein ráðandi marknaðarstøða krevur, at marknaðarparturin hevur verið hin sami í longri tíð. Ein fyribils munandi marknaðarpartur er í sjálvum sær ikki nóg mikið til at staðfesta ráðandi støðu. Hugtakið ráðandi støða samsvarar við tað, sum í donskum løgfrøðiligum lesnaði verður skilt við eina ráðandi støðu. Av donskum løgfrøðiligum lesnaði framgongur m.a.: Udgangspunktet er, at der foreligger en dominerende stilling, når en virksomhed indtager en så stærk stilling på markedet, at den har mulighed for at ændre, at der opretholdes effektiv konkurrence indenfor det pågældende markedsegment, idet virksomhedens styrke giver den mulighed for uafhængig adfærd i forhold til konkurrenterne. [Mogens Koktvedgaard: Lærebog i konkurrence ret, jurist- og økonomiorbundets forlag, s. 154, 4. udgave] Út frá hesum ber til at staðfesta, at hvørki Effo ella Magn hava eina ráðandi marknaðarstøðu. Hvørki av hesum fyritøkum kunnu uppføra seg sum tær vilja á føroyska oljumarknaðinum uttan at taka atlit til kappingarneytar. 5

Hvørgin av hesum fyritøkum kunnu til dømis hækka prísin á brennievnum uttan at tað fær ávirkan á marknaðin, t.e. bæði kundar og kappingarneytar. 11 í føroysku kappingarlógini svarar til artikel 102 i traktaten om den europæiske unions funktionsmåde (EUF-traktaten), sum hevur nøkulunda somu meining sum tann føroyska greinin. ES samveldið nýtur somu definitión av ráðandi marknaðarstøðu. ES dómstólurin hevur í einum máli definerað ráða marknaðarstøðu soleiðis: The Dominant position does referred to in Article [102] relates to a position of economic strength enjoyed by an undertaking, which enables it to provent effective competition being maintained on the relevant market by affording it the power to behave to an appreciable extent independently of its competitors, customers and ultimately of its consumers. [case 27/76 1978) ecr 207, (178) 1 CMLR429 United Branch v Commission] Tað hevur eisini týdning, hvussu stóran marknaðarpart kappingarneytarnir hava. Tað verður staðfest í løgfrøðiliga leysnaðinum t.d. When looking at marked shares, it is relevant to look at the largest firm s share relative to its competitors: the smaller the shares of the competitors, the likelier the commission will be to hold that the largest firm is dominant. [Richard Whish, Competition Law, Butterworths s. 155, 4. edition] Sæð í mun til marknaðarstøðuna hjá P/f Effo og P/f Magn, ið eru nøkulunda javnt stórir, um frágreiðingin um søluna av brennievnum í Føroyum frá Kappingareftirlitinum, dagfest 14. juli 2015, verður lagt til grund, kann heldur ikki av hesi grund metast, at P/f Effo ella P/f Magn hava hvør sær eina ráðandi marknaðarstøðu. Tað grundi eg m.a. á, at fyritøkurnar hava javnt stóran marknaðarstøðu, og at fyritøkurnar sum nevnt omanfyri kunnu ikki uppføra seg óheft av kappingarneytanum. 6

At fyritøkurnar ikki kunnu handla óheft av kappingarneytanum sæst m.a. við, at hvørgin av fyritøkunum kann hækka ella lækka prísin av brennievnum í Føroyum uttan, at tað hevur eina beinleiðis ávirkan av kundaskaran. Tað verður eisini forstyrkt av, at fyritøkurnar hava júst somu vørur, tá tað snýr seg um brennievni, tað er bensin, diesel og gassolja. Kollektiv ráðandi marknaðarstøða Kappingareftirlitið staðfestir á s. 60 í frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum, at P/f Effo og P/f Magn eru í einari kollektivt ráðandi støðu. Hesa staðfesting grundar Kappingareftirlitið á, at gróðrarbotnurin fyri tigandi avtalum á føroyska marknaðinum er góður. Ábendingarnar um tað eru parallella prísásetingin og tí at fyritøkurnar eru symmetriskar og vertikalt integreraðar á einum duopolmarknaði við høgari marknaðarkonsentratión, har vørurnar eru einsháttaðar. Tað hevur tí týdning at fáa staðfest, um P/f Effo og P/f Magn saman hava tað, sum verður kallað ein kollektiva ráðandi marknaðarstøðu. Í hesum liggur, at tvær ella fleiri óheftar fyritøkur kunnu misbrúka eina ráðandi støðu, um tær eru soleiðis knýttar saman, at tær framtraðka fyri umheiminum sum ein eind. Tað framgongur m.a. av danska løgfrøðiliga lesnaðinum: Det gælder for så vel det nuværende som den reformulerede 11 (í donsku kappingarlógini) at den kan overtrædes af en flerhed af uafhængige virksomheder, når de dog er således sammenknyttede, at de udviser samme adfærd på markedet, såkaldt kollektiv dominans. [Mogens Kokvedgaard: Lærebog i konkurrence ret, jurist- og økonomi forbundets forlag, s. 156, 4. udgave] Í tí sambandi verður hugt eftir, um fyritøkurnar hvør sær ella saman hava nóg stóra marknaðarstøðu til at avmarka útboðið og hækka prísirnar til skaða fyri forbrúkarnar. Tað verður eisini nevnt tað oligopolitiski trupulleikin og verður m.a. lýst soleiðis: 7

Begrebet for afgrænsningen af det konkurrence retlige problem er, at virksomhederne uanset de handler uafhængigt af hinanden ved fastlæggelsen af deres konversable strategi vil indse, at de er gensidigt afhængige af hinanden. Når virksomhederne først har indset, at de er gensidigt afhængige af hinanden, vil de ifølge nyere økonomisk teori baseret på spildteorien kunne maksimere deres fortjeneste alene ved at indrette deres adfærd efter hinanden, uden at de behøver at indgå (ulovlige) aftaler eller i øvrigt kunne kommunikere med hinanden. [Mikkel Rittrup, ugeskrift for retsvæsen 2003 B.55] Fyri at fáa staðfest, um tað fyriliggur ein kollektiv ráðandi støða, skal tað byggja á eina ítøkiliga búskaparliga kanning av innanhýsis sambondunum millum fyritøkurnar og strukturin á ávísa marknaðinum. Óansæð talan er um kollektivan ráðandi marknaðarstøðu so er ein einsartað atferð millum tær kollektivu ráðandi fyritøkurnar ikki misbrúk av ráðandi støðu í sjálvum sær. Tað er eisini galdandi óansæð um prísirnir eru hægri enn teir høvdu verið um talan var um fullkomna kapping. [Mikkel Rittrup, ugeskrift for retsvæsen 2003 B.55] Tað er eisini staðfest við avgerð frá donsku kappingarkærunevndini, at tað áliggur Kappingarráðnum ein stór próvbyrða í málinum viðvíkjandi kollektiv ráðandi marknaðarstøðu. Og at tað skal fyriliggja ein sera nágreinilig búskaparlig kanning av innanhýsis relatiónum millum fyritøkurnar og strukturinum á tann ávísta marknaðinum fyri at kunna staðfesta eina kollektiv ráðandi marknaðarstøðu. [Mikkel Rittrup, ugeskrift for retsvæsen 2003 B.55] Danska Kappingarráðið kann í tí sambandi ikki staðfesta, at tað fyriliggur ein kollektiv ráðandi marknaðarstøða, um tann innanhýsis bundinskapur millum fyritøkurnar einans er grundað á tey búskaparligu viðurskiftini (strukturin) á marknaðinum. Viðmerkjast kann eisini, at tað er ikki misbrúk av kollektivari dominerandi marknaðarstøðu, at ein fyritøka innrættar sínar prísir eftir prísinum hjá tí leiðandi fyritøkuni á tí ávísa marknaðinum. Tað er heldur trupult at fáa greiðu á, nær ES heldur, hvat fyri samband skal verða millum fyritøkur, fyri at talan skal verða um eina kollektiva ráðandi marknaðarstøðu. 8

Man fær ein varugan av, hvat ES kommissionen leggur í tað við at hyggja at 79 í notice on access agreements in the telecommunications sector [(OJ) 1998) C265/2 (1998) 5 CMLR521], harav framgongur: In addition, for two or more companies to be jointly dominant it is necessary, do not sufficient, for there to be no effective competition between the companies on the relevant marked. This lack of competition may in practice be due to the fact that the companies have links such as agreements for cooperation, or interconnection agreements. The commission does not, however, consider that either economic theory or community law emplace that such links are legally necessary for at joint dominant position to exist. There is a sufficient economic link if there is the kind of interdependence, which often comes about in oligopolistic situations. There does not seems to be any reason in law or in economic theory to require any other economic link between jointly dominant companies. This having been said in practice such links will often exist in the telecommunication s sector where national operators nearly in evitable have links of various kinds with one of another. Av hesum tykist tað framganga, at ES kommissiónin er av tí áskoðan, at tað skal ikki verða nøkur kapping millum fyritøkur fyri at tær skulu metast at hava eina kollektiva ráðandi marknaðarstøðu. ES dómstólurin hevur eisini í einum máli úttalað seg um kollektiva ráðandi marknaðarstøðu soleiðis: Collective dominance implies that a dominant position may be held by two or more economic entities legally independent of each other provided that from an economic point of view they present themselves or act together on a particular marked as a collective entity. In order to establish collective dominants it is necessary to examine the economic links or factors which give rights to a connection between the undertakings concerned (PARA41) 9

[Compagnie Maritime Velge Transports v Commission) (2000) 4 CMLR 1076 PARA36,41] Verður hetta sæð í mun til P/f Effo og P/f Magn gevur tað ábendingar um, at P/f Effo og P/f Magn ikki koma undir heitið kollektiva ráðandi marknaðarstøðu. Tá fyritøkurnar ikki presentera seg sjálvan ella uppføra seg saman á marknaðinum sum ein kollektiv eind. Tað er sum nevnt omanfyri ikki nøkur ábending um tað í sjálvum sær, at prísirnir fyri brennievni eru nøkulunda teir somu hjá báðum fyritøkum. Samanumtikið meti eg sostatt ikki, at P/f Effo og P/f Magn hava eina ráðandi marknaðarstøðu eftir 11 í føroysku kappingarlógini. Heldur ikki meti eg, at P/f Effo og P/f Magn koma undir hugtakið kollektiv ráðandi marknaðarstøðu. 3. ATGONGD TIL FASILITETIR Kappingareftirlitið metir í samandráttinum á s. 3 í frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum, at einasta amboðið sum virkar varandi er at fremja tiltøk sum opnað marknaðin og harvið broyta marknaðarbygnaðin. Ein møguleika sum Kappingareftirlitið sær fyri sær fyri at opnað marknaðin er at áleggja verandi oljufeløgum samhandilsskyldu í sambandi við teirra exchangesáttmála. Tað framgongur av s. 4 og s. 73 í frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum. Kappingareftirlitið skrivar eisini á s. 73 í frágreiðingini, at møguleiki er at áleggja Effo P/f og Magn P/f almenna samhandilsskyldu í sambandi við teirra exchange sáttmála, soleiðis at ein og hvør sum ynskir at byrja virksemi í smásøluliðnum frammanundan veit undir hvørjum treytum brennievni kann keypast undir. Tað verður ikki í frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum komið nærri inn á, hvør heimildin fyri slíkum átakið skuldi verið. 10

Tað fyriheldur sær soleiðis, at við heimildunum í 6 um kappingaravleiðandi avtalur og í 11 um ráðandi marknaðarstøðu kann Kappingarráðið geva boð við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum. Hesi boð kunnu t.d. verða at geva atgongd til ein fasilitet í einum undirstøðukervi, ið er neyðugur til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting. Tað er ásett í 22, nr. 4 í føroysku kappingarlógini. Eg loyvi mær at ganga út frá, at Kappingareftirlitið sær fyri sær, at tað er hendan heimildin, sum skuldi verið nýtt sum grundarlag fyri at áleggja samhandilsskylduna í sambandi við exchange sáttmálan hjá Effo P/f og Magn P/f. Henda greinin svarar til 16, stk. 1, nr. 4 í donsku kappingarlógini. Av lógarviðmerkingunum til greinina er ásett: Eftir stk. 1, nr. 4 verður givin heimild til at geva boð um, at triðji partur skal hava atgongd til verandi undirstøðukervi, tá hetta er neyðugt, til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting. Talan kann t.d. verða um atgongd til eitt elnet, eina havn ella flogvøll. Heimildin at geva boð um, at geva triðjaparti atgongd til undirstøðukervi, fevnir einans um tey føri, har fyritøkur, ið eru møguligar kappingarneytar, eru forðaðar sjálvar at byggja upp neyðugu hentleikarnar. Tað skal rættiliga nógv til áðrenn Kappingarráðið hevur heimild til at geva atgongd til ein fasilitet í einum undirstøðukervi. Tað sæst útfrá tí rætta praksis, sum ES dómstólurin hevur lagt fyri dagin. Tað framgongur í tí sambandi: Der vil kun foreligge misbrug hvis tjenesteydelsen i sig selv er en absolut nødvendighed for udøvelse efter pågældende virksomhed i den forstand at der ikke findes noget reelt eller potentielt alternativ. [...] For det andet var det efter det oplyste hverken tekniske retlige eller økonomiske forhold der kunne medføre, at der for enhver anden udgiver af dagblade ville være umuligt eller uforholdsmæssig vanskeligt, alene eller i samarbejde med andre udgivere, at opbygge sin egen lands- 11

dækkende udbringelsesordning. Domstolen persisterede, at det ikke er tilstrækkeligt, at en sådan opbygning ikke er økonomisk rentabel som følge af et beskedent oplæg. [Advokat Charlotte Friis Bach: domme og kendelser fra EF-domstolen og retten i første instans 2. halvår 1998, ugeskrift for retsvæsen 1999 B.253, s. 265] Av løgfrøðiliga lesnaðinum í sambandi við ES framgongur m.a., at tað skal ikki verða møguligt hjá einari aðrari fyritøku at útvega sær fasilitetirnar: Essentiality consists of two things. The first is that it is not possible for another undertaking to doublecake the facility in question: There must be no real or potential substitute (European Night Services) or to use the language of the Commission s Notice on Application of the Competition Rules to Access Agreement in the Telecommunication Sector, the facility must be one, which can not be replicated by any reasonable means. [ ] The second aspect of essentiality is the importance of access to competitors. It is clear that it is not sufficient that it would be convenience or suitable for them to have access (landbroke); access to the facility must be indespenceble (Oscar Bronner). [Richard Whish, Competition Law, Butterworths, 4. edition, s. 621] At byggja sær oljugoymslur tykist ikki at verða ógjørligt fyri ein kappingarneyta. Tí er ikki grundarlag fyri at áleggja verandi oljufeløgum at loyva øðrum kappingarneytum at fáa atgongd til oljugoymslurnar. Afturat hesum kemur, at fyri Kappingarráðið kann áleggja at geva eini fyritøku atgongd til fasilitet um undirstøðukervi skal verða talan um misbrúk av ráðandi marknaðarstøðu ella skal fyriliggja ein kappingaravleiðandi avtala. Við øðrum orðum so skal fyrligga brot á 6 ella 11 í føroysku kappingarlógini. Eg meti ikki, at tað fyriliggur nøkur kappingaravleiðandi avtala. Eg meti heldur ikki, at tað fyriliggur misbrúk av ráðandi marknaðarstøðu, og tí er heldur ikki heimild fyri Kappingarráðið at geva boð um at geva atgongd til oljugoymsluna. 12

Talan er eisini soleiðis sum er nevnt um í lógarviðmerkunum at tað snýr seg um atgongd til eitt elnet, eina havn ella ein flogvøll. Í tí sambandi er tað oftast soleiðis, at tað ber ikki til at byggja ella gera ein slíkan fasilitet sum eina havn ella flogvøll aðra staðni fyri at fáa atgongd til ein ávísan marknað. Tað sama ger seg ikki galdandi viðvíkjandi oljugoymslum. Tað er ikki grundalag fyri at halda, at tað er ógjørligt at byggja sær oljugoymslur í Føroyum. Tær treytir og ávísingar, sum avvarðandi myndugleikar seta, skulu verða sjálvandi verða loknar og fylgdar, men slíkar treytir eru gera tað ikki ómøguligt hjá einari fyritøku at sleppa inn á føroyska oljumarknaðin. Tað má verða kappingarmyndugleikin, ið má ávísa, at talan veruliga er um, at tað er ógjørligt at koma inn á føroyska marknaðin innan sølu av brennievnum, uttan at Effo P/f og Magn P/f verða áløgd eina samhandilsskyldu í sambandi við teirra exchange sáttmála. Eg síggi í hvussu ikki er út frá frágreiðingini um søluna av brennievnum í Føroyum, at tað fyriheldur seg soleiðis. Virðingarmest Annfinn V. Hansen, adv. annfinn@advokat.fo 13