Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Similar documents
Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Givið út 23. desember 2016

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

2000 árgangurin roykfríur

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: HKV

Cruise ferðandi í Føroyum

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Formansfrágreiðing 2016

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Lívið í Føroyum er framúr

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Leiðbeining um andadráttarverju

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Føroyskur førleiki. Formæli.

Jarðfrøðisavnið o.fl.

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Mandy on holiday Avritssíður

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Menning av veðurtænastuni

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Kappingarsamleiki Føroya

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Starvsfólk á dagstovnum

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Heilsuvandi av at eta grind

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Mentamálaráðið skal hervið svara spurningum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008.

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Rættindi fyri atkvøður

MASKINMEISTARIN EIN LITUR SKAL VERA EIN LITUR. Nr. 2 / September Trygdin í norsku oljuvinnuni. Sjóvinna Oljugoymsla:

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

1. Fororð Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 3. Virksemi í árinum Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6.

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Oljumarknaðurin í Føroyum

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Álvaratos who cares?

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Nr. 8 januar 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

MIÐ & MAGN. Uppsjóvar- fiskiskapur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Tema:

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lýsing og samanbering av umhvørviseftiransing og myndugleikakrøvum innan aling á sjónum í Føroyum, Noregi og Skotlandi

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Í verksetan. public service-sáttmála

Eysturoyartunnilin. Partur 1. Fyrsta tilmæli um ein leist fyri Eysturoyartunnilin TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN

Transcription:

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. /2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Kapittul 1 Endamál og allýsingar Endamál 1. Við hesi løgtingslóg verður ásett loðsskylda í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum við tí endamáli at betra um trygdina á sjónum og at verja umhvørvið. Allýsingar 2. Í hesi løgtingslóg og í reglum sambært hesi løgtingslóg merkir: a) Loðsskylda : At tey í 6 nevndu skip, hvørs vakthavandi navigatørur ikki hevur loðsfrítøkuskjal, ikki kunnu sigla í ella út úr føroyskari havn uttan at nýta loðs. b) Loðsing : At ein persónur, ið hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, antin staddur á brúnni umborð á skipinum ella frá loðsbáti vegleiðir vakthavandi navigatøri á skipinum um sigling, navigatión og mannereran. c) Loðsur : Persónur, sum hevur gilt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg. d) Loðsprógv : Próvskjal útskrivað eftir hesi løgtingslóg, sum heimilar ávísum navngivnum persóni at útinna loðsing eftir hesi løgtingslóg. e) Loðsfrítøkuskjal : Eitt próvskjal útskrivað eftir hesi løgtingslóg til ein ávísan persón, sum heimilar viðkomandi at føra ávíst skip ella skipaslag inn og út úr føroyskari havn uttan at nýta loðs. f) Loðsstøð : Tann kommuna, sum hevur ábyrgdina av at útinna loðsing inn og út úr føroyskari havn. Kapittul 2 Loðsskyldan Loðsskyldan v.m. 3. Loðsskyldan er galdandi í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um loðsskipanina, undir hesum um loðspunkt, fráboðanarskyldu, skipan av loðsingini, um freist fyri at veita loðs v.m. Loðsstøðir 4. Kommunurnar hava skyldu til at tryggja, at skip, sum eru loðsskyldug eftir hesi løgtingslóg, sbr. 7, stk. 1, og skip, sum biðja um loðs, verða loðsað, tá ið tey skulu í ella úr einari havn í viðkomandi kommunu. Stk. 2. Kommunurnar kunnu gera avtalu við privatar um útinnan av skyldunum sambært stk. 1. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skylduna hjá kommununum at tekna trygging fyri loðsar, um egið eftirlit, um TINGANES POSTSMOGA 377 110 TÓRSHAVN TELEFON 35 60 60 TELEFAX 35 60 65 E-MAIL: VMR@VMR.FO

skyldu til at lata landsstýrismanninum upplýsingar, og hvussu hesar verða latnar inn, sbr. 15, stk. 1. 6. Loðsbátar skulu lúka galdandi krøv frá Sjóvinnustýrinum til loðsbátar. Loðsskyldugu skipini 7. Hesi skip eru fevnd av loðsskyldu, sbr. 3, stk. 1: 1) øll skip 1000 BT og størri, 2) øll olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd, 3) øll skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni, 4) øll skip, sum sigla við: a) óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft, b) meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð ella c) háradioaktivum evnum Stk. 2. Loðsskyldan sambært stk. 1 fevnir tó ikki um: 1) Føroysk fiskiskip, 2) skip, sum verða nýtt til fiskiveiðieftirlit í føroyskum sjóøki, 3) hernaðarskip, 4) statsskip, 5) handilsskip í fastari rutusigling í føroyska havn og ímillum føroyskar havnir, tó ikki skip fevnd av stk. 1, nr. 2, 3 og 4 a og c, og 6) skip, har vakthavandi navigatørur hevur fingið loðsfrítøku sambært 12. Kapittul 3 Loðsar Loðsprógv 8. Bert persónur, sum hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, hevur rætt til at loðsa og at nýta heitið loðsur. Stk. 2. Loðsur kann bert loðsa í og úr havn, sum loðsprógvið fevnir um og eftir avtalu við avvarandi kommunu. Førleikakrøv 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir umsókn loðsum loðsprógv. Stk. 2. Umsøkjari fær útflýggjað loðsprógv um viðkomandi: 1) Hevur gildugt vinnubræv sum skipsførari sambært manningarlógini, 2) hevur siglt í eitt tíðarskeið sum skipsførari ella yvirstýrimaður, 3) er staðkendur í viðkomandi øki, 4) hevur tikið kravda praktiska og teoretiska roynd fyri loðsar, 5) er knýttur at eini loðsstøð, sbr. 4. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøvini sambært stk. 2 og møgulig onnur neyðug krøv. Stk. 4. Um tann, sum hevur eitt gilt loðsprógv, ikki longur lýkur treytirnar fyri at útinna loðsing eftir hesi løgtingslóg, skal viðkomandi lata landsstýrismanninum loðsprógvið. Aðrar skyldur enn at loðsa 10. Loðsur skal veita kunning til skip um viðurskifti av týdningi fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti. Stk. 2. Loðsur skal boða viðkomandi myndugleikum frá um viðurskifti, sum viðkomandi er vorðin varugur við, og sum hava týdning fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skyldurnar sambært stk. 1 og 2. Arbeiðsumhvørvi í sambandi við loðsing 11. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um arbeiðsumhvørvi og hvílitíð fyri loðsar, undir hesum um eftirlit við hesum. Kapittul 4 Loðsfrítøka Loðsfrítøkuskjal 12. Vakthavandi navigatørur, sum hevur gjølligan kunnleika til loðsskyldugt øki, skip og skipaslag, kann søkja um at fáa eitt loðsfrítøkuskjal, ið gevur viðkomandi loyvi til at sigla uttan loðs, hóast loðsskylda er í økinum, og skipið er fevnt av loðsskyldu. 2/17

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytirnar fyri at fáa loðsfrítøkuskjal, um tíðaravmarking, endurnýggjan, um at taka loðsfrítøkuskjal aftur, gjald fyri útflýggjan og endurnýggjan av loðsfrítøkuskjali v.m., og kann harumframt áseta, at ávís skipasløg ikki kunnu sigla uttan loðs, hóast vakthavandi navigatørur hevur loðsfrítøkuskjal. Stk. 3. Um tann, sum hevur eitt gildugt loðsfrítøkuskjal, ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa loðsfrítøkuskjal, hevur viðkomandi skyldu til at lata landsstýrismanninum loðsfrítøkuskjalið. Kapittul 5 Gjald fyri loðsing v.m. 13. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar reglur um gjald fyri loðsing, undir hesum kann verða ásett gjald fyri bíðitíð, uppihald- og ferðaútreiðslur hjá loðsi og gjald fyri at loðsur eftir umbøn møtir á staðnum uttan at loðsing verður framd. Stk. 2. Gjaldið fyri loðsing verður ásett útfrá stødd á skipi og útfrá tíðarnýtslu. Stk. 3. Gjøldini sambært stk. 1 skulu fíggja útreiðslurnar hjá kommunum av skipanini. Kapittul 6 Eftirlit, afturtøka v.m. Eftirlit 14. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við loðsum og við loðsvirksemi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útinnan av eftirlitinum sambært stk. 1. 15. Starvsfólk, sum í teirra starvi hava eftirlit við loðsum og loðsvirksemi, hava ikki loyvi til at taka lut í loðsvirksemi ella hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í loðsvirksemi, undir hesum vera limur í nevnd ella stjórn í einum felagi, sum fæst við loðsvirksemi, sbr. 4, stk. 2. Gjald 16. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um gjald fyri eftirlit, próvtøku, útflýggjan av loðsprógvum, loðsfrítøkuskjølum, endurnýggjan v.m. Afturtøka 17. Landsstýrismaðurin kann taka aftur loðsprógv og loðsfrítøkuskjal um treytirnar fyri at fáa loðsprógv ella loðsfrítøkuskjal ikki longur eru til staðar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur loðsprógv og loðsfrítøkuskjal í hesum førum: 1) Tann, sum hevur prógvið ella skjalið, hevur framt brot á treytirnar í loðspróvnum ella loðsfrítøkuskjalinum, á ásetingar í ella sambært hesi løgtingslóg ella 2) onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum gera tað vágiligt, at lata viðkomandi halda fram við at loðsa ella at lata viðkomandi sigla í ella úr føroyskari havn uttan loðs. Stk. 3. Tann, sum avgerðin sambært stk. 1 og 2 viðvíkur, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri rættin. Áheitan um hetta skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Landsstýrismaðurin leggur málið fyri rættin eftir borgarligu rættargangslógini. Stk. 4. Áheitan um, at avgerðin verður løgd fyri rættin, hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi ikki kann loðsa ella sigla uttan loðs, meðan málið verður viðgjørt. Kæra 18. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildir sínar sambært hesi løgtingslóg til annan almennan myndugleika at fyrisita, og verða tá ásettar kærureglur, undir hesum kann verða ásett, at avgerðir kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika enn landsstýrismannin, og at ávísar avgerðir ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Kapittul 7 Revsing 19. Við bót ella fongsul í upp til 1 ár verður tann revsaður, sum fremur brot á 4, 3/17

stk. 1, 7, stk. 1, 8, 9, stk. 4, 12, stk. 3 ella 15. Stk. 2. Skipari og reiðari á skipinum verða revsaðir, um góðkendur loðsur ikki verður brúktur sum ásett í 4, stk. 1. Stk. 3. Kommuna, sum letur loðsskyldugt skip koma í havn uttan loðs, verður revsað við bót. Stk. 4. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini Stk. 5. Í reglum, givnum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót ella fongsul í upp til 1 ár. Gildiskomu- og skiftisreglur 22. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2012, og samstundis fer úr gildi Lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, som senest ændret ved lov nr. 155 af 14. april 1920. Stk. 2. Teir persónar, sum loðsa fyri kommunurnar, tá ið løgtingslógin kemur í gildi, hava framvegis rætt til at loðsa, men skulu innan 1. juni 2013 lúka krøvini til førleikar, loðsprógv v.m. eftir hesi løgtingslóg. Kapittul 8 Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Endamálið við lógini Endamálið við hesum uppskoti er at áseta loðsskyldu fyri ávís skip í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum. Loðslógarøkið hevur verið danskt málsøki, men Løgtingið hevur í mai mánaði í 2011 samtykt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um ræði á málum og málsøkjum, soleiðis at loðslógarøkið verður yvirtikið við gildi frá 1. august 2011. Galdandi loðslóg er Lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, som senest ændret ved lov nr. 155 af 14. april 1920, men eingin loðsskipan hevur nakrantíð virkað í Føroyum eftir hesi lóg, sum hvørki er gjørd til føroysk viðurskifti ella er hóskandi til føroysk viðurskifti. Málið um at seta í gildi loðsskyldu hevur fleiri ferðir verið frammi í Løgtinginum, og eru tað bæði flokkar úr andstøðuni og úr samgonguni, sum hava havt ynski frammi um, at loðskrav verður sett í gildi. Málið hevur eisini verið frammi í miðlunum seinnu árini, serstakliga tá ið vanlukkur hava verið í føroyskum sjóøki, sum hava havt við sær skaða á umhvørvið. Nógv skipaferðsla er í føroyskum sjóøki, og talið av fremmandum skipum, sum sigla millum oyggjarnar og í føroyska havn, er í øking. Fyri at minka um vandan fyri vanlukkum á sjónum, undir hesum umhvørvisvanlukkum, verður tað mett at vera av stórum týdningi, at sett verður í gildi krav um, at ávís skip skulu nýta loðs í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum. Loðsskyldugu skipini koma at hava skyldu til at nýta loðs í sambandi við sigling frá einum nærri ásettum loðspunkti og inn í viðkomandi havn. Skip, sum sigla millum oyggjarnar á veg móti ávísari havn, verða ikki fevnd av loðsskyldu fyrr enn komið verður fram til viðkomandi loðspunkt, har loðsskylduga skipið møtir loðsinum, sum tekur sær av at loðsa skipið í havn. Skip, sum bert sigla ígjøgnum føroyskt sjóøki og ikki skulu í havn, koma ikki sambært hesum uppskoti undir loðsskyldu. Arbeitt verður víðari við spurninginum um, hvørji átøk eru best egnaði til at bøta um trygdina í sambandi við sigling millum oyggjarnar og gjøgnum føroyskt sjóøki eitt nú verður tað viðgjørt, um siglingarleiðir eiga at verða gjørdar, soleiðis at tey skip, sum kunnu hava við sær stóran vanda fyri umhvørvið, 4/17

skulu sigla eftir ávísum siglingarleiðum. Heimild er í 31 í løgtingslógini um trygd á sjónum fyri at áseta reglur um siglingarleiðir og um loðsing í sambandi við sigling innanoyggja. Færøernes Kommando hevur útfrá AIS og LRIT skipanunum gjørt hagtøl fyri tangaskip omanfyri 100 metrar, sum hava verið í føroyskum sjóøki. Sambært hagtølunum hjá Færøernes Kommado vóru 38 tangaskip í 2008, 164 í 2009 og í 2010 vóru 252 tangaskip í føroyskum sjóøki. Eingin uppgerð er viðvíkjandi, hvat skipini høvdu av last. Hesi skipini koma ikki øll í føroyska havn, men sigla gjøgnum føroyskt sjóøki. Sambært upplýsingum frá MRCC er skipaferðslan við fremmandum ferðafólkaskipum í føroyskum sjóøki eisini økt nakað tey seinastu árini. Uml. 50 fremmand ferðafólkaskip vitja nú árliga í Føroyum. Nógv annað virksemi er eisini í føroyskum sjóøki, og tá ið einki krav er um, at skip, ið eru ókunnug við sigling í føroyskum sjóøki, skulu nýta loðs ella skulu sigla eftir ávísum siglingarleiðum, er tað greitt, at vandi er fyri eitt nú skaða á alibrúk og annað virksemi fram við føroysku firðunum ella við havnaløgini. Vanlukkur á sjónum kunnu tí, umframt at hava skaða við sær á umhvørvið, eisini hava stórar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri vinnulívið. Hóast einki krav um loðs er galdandi í dag, biðja nógv fremmand skip, tá tey sigla inn á firðirnir og í havn í Føroyum, havnirnar ella føroyska umboðsmannin hjá skipinum um at veita teimum hjálp í sambandi við siglingina. Havnirnar ella umboðsmaðurin syrgja tá fyri, at skip fáa hesa hjálp á tann hátt, at ein staðkendur skipsførari fer út til skipið, og vegleiðir vaktahavandi brúgvayvirmann á skipinum í sambandi við sigling í havn. Hendan sokallaða kendt-mand skipanin virkar í dag á ólógreguleraðum grundarlagi, og so leingi tað ikki er lógarkrav, at skip skulu nýta loðs, og eingin lógarfest skipan er gjørd, kann tað vera heldur tilvildarligt, hvørji skip velja at biðja um vegleiðing frá einum staðkendum persóni í sambandi við siglingina. Skipanin, sum í dag virkar á óformellum grundarlagi, verður tí ikki mett at vera nóg trygg. Í flestu av grannalondum okkara er krav um loðs galdandi, og eru skip, sum koma til Føroyar sostatt von við, at loðsur kemur umborð, og at reiðaríið hevur útreiðslu av hesum. Við uppskotinum verður bygt víðari á ta skipan, sum longu er í dag, har kommunurnar/havnirnar veita hjálp til skip í sambandi við sigling inn og út úr havnunum. Tað kemur eftir hesum uppskoti framhaldandi at vera havnirnar, sum koma at taka sær av loðsingini. Greitt er, at tá ið krav nú verður ásett um, at skip skulu nýta loðs, verður tað eisini neyðugt at áseta krav um veitingarskyldu, krøv til førleikar hjá loðsum, um umsiting, eftirlit, gjøld v.m., og má skipanin vera í samsvari við altjóða reglur á økinum. Í uppskotinum verður givið landsstýrismanninum heimild til at áseta reglur í kunngerð, og harvið verður tað møguligt í ávísan mun at tillaga reglurnar á økinum samsvarandi tí tørvi, sum kemur at vísa seg at vera á hesum øki. Altjóða reglur á økinum International Maritime Organisation gjørdi í 1968 eina samtykt - IMO Resolution A.159(ES.IV) um at seta í gildi loðsskyldu og skipa loðstænastu í teimum londum, har hetta átak verður mett at muna betri enn onnur átøk fyri trygdina í sambandi við sigling. IMO hevur álagt summum londum at seta krav um loðs í ávísum økjum, har tað verður mett serliga torført at sigla. Føroyar hava ikki nakra skyldu sambært IMO reglum ella øðrum altjóða reglum at seta á stovn ein loðsskipan, men mett verður tó, at ein slík skipan kann betra um 5/17

trygdina í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum, og tískil verður hetta stig nú tikið. IMO samtykti í 2003 IMO Resolution A.960(23), sum inniheldur tilmæli um útbúgving, góðkenning, tilkalling, skyldur hjá loðsum og samskifti millum loðs og skip v.m. Í hesum uppskoti verður dentur lagdur á, at loðsskipanin skal vera samsvarandi teimum ásetingum, sum fylgja av IMO Resolution A.960(23), hóast tað ikki er eitt krav, at IMO samtyktin verður fylgd. Hetta er vanligt í Føroyum eins og í øðrum framkomnum londum, at tað ikki verða sett lægri krøv enn tey, sum fylgja av IMO samtyktum. Í sambandi við at ein loðsskipan skal skipast í Føroyum verður dentur eisini lagdur á, at vegleiðing frá The International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Authorities - IALA Competent Pilotage Authorities Guide frá juni 2011 í mest møguligan mun verður fylgd. Vegleiðingin frá IALA snýr seg um skipan av eini loðsskipan, og verður í vegleiðingini tikið støði í altjóða reglum og tilmælum, undir hesum samtyktunum frá IMO. Hvørji skip er loðsskyldan galdandi fyri Í øðrum lond, har loðskylda er galdandi, er tað vanligt, at skip, sum eru omanfyri ávísa stødd og skip, sum eru lastað við vandamiklum farmi (olju, gas ella evnafrøðiligum evnum/kemikalium), koma undir skyldu at nýta loðs. Orsøkin er, at hesi skip verða mett at hava serligan vanda við sær, um skipið kemur í trupulleikar á sjónum. Sambært hesum uppskoti verður álagt hesum skipum at nýta loðs: - Skip við einari stødd á omanfyri 1000 BT - Olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd - Skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni - Skip, sum sigla við: Óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft, meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð ella háradioaktivum evnum Sambært uppskotinum fevnir loðsskyldan ikki um føroysk fiskiskip, skip sum verða nýtt til fiskiveiðieftirlit í føroyskum sjóøki, hernaðarskip, statsskip, handilsskip, herundir ferðafólkaskip, ávís sløg av skipum í fastari rutusigling í føroyska havn og ímillum føroyskar havnir, og skip, har vakthavandi navigatørur hevur fingið loðsfrítøku sambært 11. Eisini føroyskt skrásett skip kunnu vera fevnd av skylduni at nýta loðs. Tað er ikki avgerandi fyri loðsskylduna, hvar skipið er skrásett, men avgerandi er slag ella stødd av skipi, og um skipsførarin ella vakthavandi navigatørur lýkur krøvini fyri at fáa loðsfrítøku. Góðkenning og eftirlit v.m. Sambært uppskotinum er landsstýrismaðurin yvirskipaður loðsmyndugleiki, men uppgávan at umsita hesa løgtingslóg kemur eftir ætlan at verða delegerað til ein stovn undir landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin hevur eftir uppskotinum til uppgávu at góðkenna loðsar, at útskriva loðsfrítøkuskjøl og at hava eftirlit við, at loðsar útinna arbeiðið samsvarandi galdandi reglum v.m. Harumframt hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um at taka gjald fyri útflýggjan av loðsprógvum og av loðsfrítøkuskjølum v.m. Á tann hátt skal skipanin vera brúkarafíggja, og harvið ikki hava útreiðslur við sær fyri landskassan. 6/17

Starvsfólk, sum í teirra starvi hava eftirlit v.m. við loðsum, kunnu ikki samstundis starvast sum loðsar ella hava serstøk persónlig ella fíggjarlig áhugamál í felagi, sum fæst við loðsvirksemi. Hesar reglur skulu tryggja, at gegnistrupulleikar ikki íkoma í sambandi við, at landsstýrismaðurin skal taka avgerðir í málum eftir hesi løgtingslóg. Kommunurnar - útinnan av loðsing v.m. Í dag venda skip sær vanliga til ta havnina, sum skipið skal í, ella til umboðsmannin hjá skipinum í Føroyum, um tey ynskja hjálp í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum. Havnirnar ella umboðsmaðurin syrgja tá fyri, at ein staðkendur persónur við hóskandi førleikum kemur umborð og vegleiðir vakthavnandi brúgvayvirmann í sambandi við siglingina inn ella út úr viðkomandi havn. Viðkomandi reiðarí rindar í dag fyri hesa tænastu. Hóast eingin loðsskylda er galdandi í dag, er ein virkandi skipan, sum støði verður tikið í, nú loðsskyldan verður ásett, og ein loðsskipan skal fáast at virka. Sambært uppskotinum verða tað avvarðandi kommunur/havnir, ið koma at virka sum loðsstøðir. Loðsstøðirnar skulu tryggja, at loðsur innan eina ávísa freist er tøkur at loðsa, og skulu syrgja fyri, at loðsingin verður útint samsvarandi reglunum. Kommunurnar hava eftir uppskotinum skyldu til at veita loðstænastu eina sokallaða veitingarskyldu. Fyri at lúka hesi krøv koma góðkendir loðsar at verða knýttir at havnunum, ið koma at virka sum loðsstøðir, antin sum starvsfólk ella gjøgnum eina avtalu, sum kommunan hevur við privatan - einstakling ella felag - um at útinna loðstænastu fyri havnina. Kommunurnar kunnu eisini, eins og á øðrum økjum, gera avtalu um sínamillum samstarv um loðsskipanina. Nærri reglur koma at verða ásettar í kunngerð um skylduna hjá skipum at fráboða, nær skipið eftir ætlan kemur í havn, og um hvørjar upplýsingar skipið skal lata loðsstøðini ella viðkomandi loðsi. Eftir uppskotinum kemur landsstýrismaðurin at hava eftirlit við loðsskipanini, men tað kemur at vera álagt havnunum/loðsstøðunum at hava egiðeftirlit við, at krøvini viðvíkjandi hvílitíð, arbeiðsumhvørvi, góðkenning og royndum verða yvirhildin, og skulu loðsstøðirnar vátta yvirfyri landsstýrismanninum, at egiðeftirlit er farið fram. Hvussu loðsingin verður skipað Loðsingin kann í útgangsstøði bæði vera framd á tann hátt, at loðsurin er fysiskt til staðar umborð á skipinum, ella loðsingin kann fara fram frá einum øðrum skipi/báti. Meginreglan er tó, at loðsingin fer fram á tann hátt, at loðsurin fer umborð á skipið og er staddur á brúnni saman við vakthavandi navigatøri í sambandi við sigling inn og út úr viðkomandi havn. Tað er vanlig mannagongd, at skipið, tá ið tað nærkast viðkomandi havn, tekur samband við havnina, sum skipið skal í, sum síðani biðjur skipið sigla móti einum loðspunkti, har loðsurin møtir skipinum, og fer umborð. Umstøðurnar kunnu gera, at tað ikki er møguligt at fara umborð á skip, sum skal loðsast, eitt nú tá ið veðrið ikki er til vildar. Undir slíkum umstøðum má loðsskylduga skipið bíða, ella verða loðsað frá loðsbáti. Loðspunkt koma at verða ásett í kunngerð, og er ætlanin eisini við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum at áseta siglingarleiðir, soleiðis at loðsskyldugu skipini skulu sigla eftir siglingarleiðum fram til loðspunktið, haðani skipið verður loðsað í havn. Á henda hátt verður siglingin í føroyskum sjóøki mett at gerast nóg trygg, hóast loðsurin ikki kemur umborð fyrr enn stutt úr landi. 7/17

Um siglingarleiðir verða ásettar, hevur MRCC, sum í dag fylgir við allari ferðslu í føroyskum sjóøki, møguleika til at fylgja við, um skip halda seg til hesar siglingarleiðir, og hevur møguleika til at kalla á skip, sum ikki fylgja hesum leiðum. Siglingarleiðir mugu teknast inn í sjókort og almannakunngerðast, soleiðis at skipini á tann hátt verða kunnað um hesar. Tá ið loðsur loðsar er honum álagt ymiskar skyldur. Umframt uppgávuna at loðsa skip hevur loðsurin skyldu til at fráboða um øll viðurskifti, sum hann verður varugur við kunnu hava við sær vanda fyri trygdina í sambandi við sigling og fyri umhvørvið, sum t.d. manglandi uppmerkingar, oljuútlát, týðandi tøkniligir feilir ella manglar eru við skipinum. Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum hevur reglur um útgerð umborð á skipum í sambandi við, at loðsur skal umborð. Tekniskar reglur eru somuleiðis í fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um krøv til loðsbátar. Gjøld Loðsskipanin skal sambært hesum uppskoti vera sjálvfíggjað. Brúkaragjøld koma at verða ásett soleiðis, at skipanin kemur at verða uttan útreiðslur fyri land og kommunur. Í øðrum londum eru loðsskipaninar í útgangsstøði sjálvfíggjaðar, og skip, sum eru í altjóða sigling, eru von við at rinda fyri loðs. Loðsstøðirnar fáa rætt til at krevja gjald frá loðsskyldugu skipunum fyri loðsingina. Gjøldini verða ásett útfrá stødd á skipunum og tíðarnýtsluni. Størri skip koma at rinda meiri enn tey smærru skipini. Hetta samsvarar við prisippið hjá ørðrum londum í sambandi við ásetan av gjøldunum fyri loðsing. Landsstýrismaðurin kann eftir uppskotinum áseta reglur um gjald fyri málsviðgerðina í sambandi við, at loðsar fáa góðkenning, í sambandi við útflýggjan av loðsfrítøkuskjølum v.m. Førleikakrøv og góðkenning Sambært uppskotinum skulu persónar, sum ynskja at fáa góðkenning sum loðsar, lúka nøkur nærri ásett førleikakrøv. Góðkenning er treytað av, at viðkomandi lýkur ásett krøv viðvíkjandi útbúgving, royndum og heilsu. Á tann hátt verður tryggjað, at viðkomandi er førur fyri at veita skipara ella vakthavandi brúgvayvirmanni á loðsskylduga skipinum eina skikkaða vegleiðing um generell viðurskifti viðvíkjandi sigling, navigatión, manøvrering og lokal viðurskifti viðvíkjandi sigling í viðkomandi øki. Sambært IMO Resolution A.960(23) skal loðsur hava eitt loðsprógv útflýggjað frá viðkomandi myndugleika á økinum. Í loðspróvnum skal standa, hvat fyri øki loðsurin er góðkendur at loðsa í, og viðmerkt eigur at vera, um avmarkinger eru viðvíkjandi, hvørji skip viðkomandi loðsur kann loðsa. Í IMO Resolution A.960(23) er ásett, hvørji krøv persónur eigur at lúka fyri at fáa loðsprógv. Sambært tilmælinum frá IMO eigur persónurin at hava tikið dugnaskapsroynd fyri loðsar, ymisk viðkomandi skeið, og eigur umsøkjarin at lúka nærri ásett krøv viðvíkjandi heilsu. Harumframt verður í IMO tilmælinum mælt til, at loðsprógvini verða endurnýggjað í minsta lagi 5. hvørt ár. Endamálið við endurnýggjanini er at tryggja, at viðkomandi framvegis er skikkaður til at útinna loðsing. Sambært hesum uppskoti skal viðkomandi, fyri at fáa góðkenning sum loðsur, hava sjóvinnubræv sum skipsførari sambært kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, hava royndir sum skipsførari ella yvirstýrimaður, hava gilt 8/17

heilsuprógv, hava innlit í og royndir í viðkomandi loðsøki, hava tikið kravda praktiska og teoretiska roynd fyri loðsar, og vera knýttur at eini loðsstøð. Fyri at lúka kravið um praktiska og teoretiska útbúgving skal viðkomandi hava luttikið í ymiskum viðkomandi skeiðum, og hava staðið ein dugnaskapsroynd (egnethedsprøve). Nærri reglur verða ásettar í kunngerðini um krøvini til praktiska og teoretiska útbúgving. Eftir uppskotinum hava onnur enn tey, sum hava góðkening sum loðsar, ikki rætt til at bjóða seg fram at loðsa í Føroyum. Loðsskyldug skip, sum fáa sær vegleiðing frá øðrum enn góðkendum loðsi í sambandi við sigling inn og út úr føroyskari havn, hava ikki yvirhildið kravið um at nýta loðs. Tann, sum fremur brot á skylduna at brúka loðs, kann koma undir revisábyrgd. Skip, sum ikki eru fevnd av loðsskyldu, kunnu sjálvsagt nýta vegleiðing frá staðkendum persónum í sambandi við sigling inn og út úr føroyskari havn, men slíkir persónar hava ikki rætt til at nýta heitið loðsur ella geva fatan av, at talan er um ein góðkendan loðs. Loðsfrítøka Vakthavandi navigatørur kann fáa loðsfrítøkuskjal, um viðkomandi hevur siglt fleiri ferðir innanfyri eitt ávíst tíðarskeið inn og út úr einari havn, og harvið hevur fingið sera góðan kunnnleika til umstøðurnar í økinum, soleiðis at tørvur ikki er á at nýta loðs fyri at sigla trygt. Viðkomandi kann tá fáa útflýggjað loðsfrítøkuskjal til sigling inn og út úr viðkomandi havn ella havnum. Reglur kunnu ásetast um, at loðsfrítøkuskjal ikki kann verða givið í sambandi við sigling við ávísum sløgum av skipum. Umsókn um loðsfrítøku verður latin landsstýrismanninum, sum tekur avgerð í málinum. Nærri reglur um loðsfrítøku verða ásettar í kunngerð. Ábyrgd og krav um trygging Í 233 í sjólógini er ásett : Rederen hæfter for skade, der er forårsaget ved fejl eller forsømmelse i tjenesten af skibsfører, mandskab, lods eller andre, der udfører arbejde i skibets tjeneste. Stk. 2. Hvad rederen således kommer til at udrede, kan han kræve erstattet af den, som har forvoldt skaden. Sambært sjólógini er meginreglan, at avvarandi reiðarí heftir fyri skaðar, sum íkoma orsakað av feilum ella vansketni uttan mun til, hvør hevur ábyrgd av feilinum. Reiðarí kunnu tó gera regreskrav galdandi móti m.a. loðsinum, um hann hevur ábyrgd av ella hevur gjørt skaðan, samsvarandi vanligum reglum hesum viðvíkjandi. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar/loðsstøðirnar tekna trygging, soleiðis at loðsurin er tryggjaður móti teimum skaðum, sum viðkomandi kann koma at hefta fyri eftir 233 í sjólógini. Reglur koma at verða ásettar um, at loðsur ella loðsstøðin/havnin á hvørjum ári skal senda landsstýrismanninum avrit av tryggingarskjalinum, og landsstýrismaðurin fer til einhvørja tíð at kunna biðja um at fáa avrit av tryggingarskjalinum. 2. Ummæli Uppskotið hevur verið til ummælis hjá... Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum Fíggjarligar avleiðingar A. Fyri landið 9/17

Eftir hesum uppskoti hevur landsstýrismaðurin ábyrgd av at góðkenna loðsar og hevur eftirlit við skipanini v.m. Hetta hevur við sær, at landið kemur at hava eina ávísa umsiting orsakað av hesi løgtingslóg. Sambært uppskotinum skal hendan umsiting fíggjast við gjøldum t.v.s. at persónur, sum søkir um góðkenning sum loðsur, skal rinda eitt gjald til fyri at fáa hesa góðkenning. Sostatt fer landið ikki at hava nettoútreiðslur av skipanini. B. Fyri kommunurnar Sambært uppskotinum skulu kommunurnar/havnirnar tryggja, at tey skip, sum eru fevnd av loðsskylduni, verða loðsað. Kommunurnar/havnirnar mugu tískil hava avtalu við góðkendar loðar um at útinna hesa uppgávu, og harumframt tryggja, at bátur er tøkur til uppgávuna, sum lýkur krøvini frá Sjóvinnustýrinum til loðsbátar. Tað kemur t.d. at hava við sær útreiðslur, at persónar skulu hava viðkomandi skeið, áðrenn teir kunnu fáa góðkenning sum loðsar. Eftir uppskotinum verða í kunngerð ásettar reglur um gjald fyri loðsing, soleiðis at útreiðslurnar av skipanini skulu verða fíggjaðar við gjøldum. Gjøldini fyri loðsing skulu dekka útreiðslur til tey skeið, sum loðsar skulu hava, útgerð, samsýning/løn til loðsar, útreiðslur til loðsbát v.m. C. Fyri vinnuna Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna. Í dag biðja flestu av teimum skipum, sum fara at koma undir loðsskyldu eftir hesum uppskoti, um vegleiðing í sambandi við sigling í havn í Føroyum. Rindað verður í dag fyri hesa tænastu. Gjøldini koma, tá ið hendan løgtingslóg er komin í gildi, at vera væl hægri enn tey eru í dag. Við hesi løgtingslóg verður miðað ímóti at fáa eina loðsskipan, sum samsvarar við altjóða tilmæli, og koma fleiri krøv at vera til skipanina, soleiðis at útreiðslurnar vera hægri enn í dag. Av tí at skipanin skal fíggjast við gjøldum, kemur hetta at hava við sær, at loðsskyldugu skipini og onnur skip, sum biðja um loðs, koma at rinda ein væl hægri kostna, enn tey gera í dag. Umsitingarligar avleiðingar Uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær fyri landið og kommunurnar, sí omanfyri. Umhvørvisavleiðingar Uppskotið hevur við sær, at vandin fyri umhvørvisvanlukkum eigur at gerast minni. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Føroyar hava atlimaskap í IMO, og miðað verður ímóti, at loðsskipanin skal fylgja IMO tilmælunum á økinum. Sosialar avleiðingar Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar. Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar Fyri landið/ landsmyndugleikar Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna Ja Ja Nei Nei Ja Umsitingarligar Ja Ja Nei Nei Nei 10/17

avleiðingar Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar Ja Ja Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til 1 Ásetingin lýsir endamálið við løgtingslógini, ið er at seta krav um, at skip í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum skulu nýta loðs fyri á tann hátt at betra um trygdina á sjónum og fyri at verja umhvørvið. Til 2 Í ásetingini verða allýsingar gjørdar av ymisku hugtøkunum, sum verða nýtt í hesi løgtingslóg. Til 3 Sambært ásetingini skulu skip, sum eru fevnd av loðsskyldu, altíð brúka loðs, tá ið siglt verður inn og út úr føroyskum havnum. Loðsskyldug skip hava sostatt skyldu til at biðja um loðs, tá ið tey skulu í føroyska havn uttan mun til, hvørja havn talan er um. Tað er bert, tá ið vakthavandi navigatørur umborð á loðsskylduga skipinum hevur fingið loðsfrítøku, at loðsskyldugt skip kann sigla inn ella út úr havn uttan loðs. Sambært stk. 2 fær landsstýrismaðurin heimild til í kunngerð at áseta nærri reglur um loðsskipanina, undir hesum um loðspunkt, fráboðanarskyldu, skipan av loðsingini og um freist fyri at veita loðs. Talan er um eina heimild til landsstýrismannin um at gera nærri reglur um, hvussu skipanin skal virka í praksis. Loðsskyldugu skipini koma at hava skyldu til innanfyri einari ávísa freist at fráboða viðkomandi havn, nær skipið væntar at vera í havn, soleiðis at havnin nakrar tímar frammanundan kann vera greið yvir, at loðsskyldugt skip er á veg. Á henda hátt kann havnin halda sína skyldu at veita skipinum loðs innan eina ávísa freist. Loðspunktið er tann knattstøðan, har loðsurin møtir loðsskylduga skipinum, og haðani loðsingin byrjar. Loðspunktini verða ásett í kunngerð og ásett í sjókort. At seta loðs umborð og seta loðs av skipi er ikki heilt vandaleyst, og tískil er neyðugt, tá ið kunngerðin skal gerast, at viðgera, hvar hesi liggja best í mun til veður- og streymviðurskifti í ymsu økjunum. Til 4 Sambært ásetingini eru kommunurnar loðsstøðir, og hava tær skyldu til at tryggja, at skip, sum biður um loðs, fær loðs innan eina nærri áetta freist. Kommunurnar koma sostatt eftir uppskotinum at hava eina veitingarskyldu, og fevnir veitingarskyldan bæði um at veita loðs til loðsskyldug skip og skip, sum biðja um loðs, uttan at verða fevnd av loðsskyldu. Fyri at kunna útinna skylduna sambært stk. 1 kunnu kommunurnar velja at gera sínamillum samstarv, soleiðis at loðsur, sum er í starvi hjá einari kommunu, eftir avtalu millum kommunurnar, kann loðsa fyri aðra kommunu eisini. Greitt er, at loðsskyldug skip koma sjálvdan í onkrar av havnunum, og at tað eisini sjálvdan kemur fyri, at nakar biður um loðs í samband við sigling í hesar somu havnir. Tørvur kann tí vera 11/17

á at gera samstarvsavtalu við aðra kommunu um, at loðsur í starvi hjá viðkomandi kommunu eisini loðsar í aðrari kommunu. Tað verður upp til kommunurnar at tryggja, at tær liva upp til veitingarskylduna, og kunnu tær sambært stk. 2, umframt at gera sínamillum samstarv, eisini gera avtalu við privatan persón ella felag um, at viðkomandi tekur sær av at veita loðs í viðkomandi kommunu/havn. Til 5 Landsstýrismaðurin hevur eftir ásetingini heimild til at áseta nærri reglur um skyldu hjá kommununum at tekna trygging fyri loðsar, um egiðeftirlit, um skyldu til at lata landsstýrismanninum upplýsingar, og hvussu hesar upplýsingar verða latnar. Harumframt verða ásettar reglur um, hvussu stóra upphædd tryggingin fyri loðsar í minsta lagið skal dekka. Loðsstøðirnar koma at hava skyldu til á hvørjum ári at senda avrit av tryggingarskjalinum saman við tryggingartreytunum til landsstýrismannin. Til 6 Í ásetingini verður staðfest, at loðsbátar skulu lúka tey til einhvørja tíð galdandi teknisku krøvini frá Sjóvinnustýrinum til slíkar bátar. Til 7 Øll skip 1000 BT og størri eru fevnd av loðsskyldu. Øll skip, sum verða mett at hava við sær serligan vanda fyri umhvørvið, um tey sigla á land v.m., koma undir loðsskyldu uttan mun til stødd á hesum skipi. Tey skipini, sum koma undir loðsskyldu uttan mun til stødd eru: Olju-, gass- og kemikaliutangaskip, skip, sum sigla við vandamiklum farmi, skip, sum sigla við óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft, sigla við meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð ella við háradioaktivum evnum. Viðvíkjandi hugtøkunum olja, gass og kemikaliu verða hesi nýtt samsvarandi altjóða allýsingum, sum til einhvørja tíð eru galdandi. Í stk. 2 er ásett, hvørji skip eru undantikin skylduni at nýta loðs. Skip, sum sambært stk. 2, nr. 1-6 eru undantikin loðsskylduni eru føroysk fiskiskip, skip hjá Fiskiveiðieftirlitinum, handilsskip, herundir ferðamannaskip í fastari rutusigling í føroyska havn og millum føroyskar havnir, statsskip og hernaðarskip. Skipini í nr. 1, 2 og 5 verða ikki mett at hava tørv á at verða loðsað, tí talan er um skip sum regluliga sigla í føroyska havn, og tískil verða tey ikki mett at hava við sær vanda fyri trygdina á sjónum. Eftir loðslóggávuni í øðrum londum verða skipini í nr. 3 og 4 vanliga undantikin loðsskyldu, og verður tað sama gjørt í hesum uppskoti. Skipini sambært stk. 1, nr. 5 skulu vera í fastari rutusigling í føroyska havn og millum føroyskar havnir. Fastari rutusigling fevnir ikki um sigling í havn í Føroyum bert heilt fáar ferðir um árið eitt nú tey útlendsku ferðamannaskipini, sum bert koma í havn í Føroyum um summarið. Skip, sum koma undir hesa áseting, eru eitt nú skipini hjá Strandferðsluni, farmaskip, sum koma til Føroyar hvørja viku ella í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Skip fevnd av stk. 1, nr. 2, 3 og 4 a og c koma ikki undir hesa áseting, tí mett verður, at hesi skip skulu loðsast í havn, um skipið ikki hevur vakthavandi navigatør, sum hevur fingið loðsfrítøku eftir 12, sbr. eisini stk. 2, nr. 6. Sambært stk. 2, nr. 6 eru tey skip, har vakthavandi navigatørur hevur fingið loðsfrítøku, undantikin skylduni at brúka loðs. Til 8 12/17

Við ásetingini í stk. 1 verður tryggjað, at bert persónur, sum hevur gildugt loðsprógv sleppur at loðsa, t.v.s. persónur, sum landsstýrismaðurin hevur mett skikkaðan at loðsa, sbr. 9. Sambært ásetingini hava bert persónar, ið eru góðkendir rætt til at nýta heitið loðsur. Persónur, sum landsstýrismaðurin góðkennir sum loðs, fær útflýggjað eitt loðsprógv. Eitt loðsprógv er: Próvskjal útskrivað eftir hesi løgtingslóg, sum heimilar ávísum navngivnum persóni at útinna loðsing eftir hesi løgtingslóg, sbr. 2 d í uppskotinum. Sambært stk. 2 kann loðsur bert loðsa í og úr teimum havnum, sum loðsprógvið fevnir um. Partur av førleikakrøvunum til loðs er, at viðkomandi er staðkendur í økinum, sum viðkomandi skal loðsa í. Í loðsprógvinum kemur at standa, hvørjar havnir loðsurin er góðkendur at loðsa í. Persónar, sum søkja um loðsprógv skulu upp til eina roynd, sum hevur til endamáls at staðfesta, um umsøkjarin er nóg staðkendur í teimum økjum, sum viðkomandi søkir um góðkenning til at loðsa í. Harumframt er tað eitt krav eftir stk. 2, at persónurin eisini hevur avtalu við eina kommunu/loðsstøð um, at viðkomandi kann loðsa fyri viðkomandi havn. Brot á hesa áseting kann hava við sær revsing, sbr. 19 í hesum uppskoti. T.d. kann persónur, sum gevur seg út fyri at vera loðsur uttan at hava gildugt loðsprógv, verða revsaður og somuleiðis kann tann, sum bjóðar persón fram, ið ikki hevur gildugt loðsprógv, at loðsa skip, verða revsaður fyri viðvirkan eftir vanligu reglunum í revsilógini um hetta. Til 9 Í hesi áseting eru ásett tey førleikakrøv, sum persónur skal lúka fyri at fáa loðsprógv. Sambært stk. 1, nr. 1 skal viðkomandi hava vinnubræv sum skipsførari eftir manningarlóggávuni. Reglurnar um vinnubrøv eru ásettar í kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning. Sum skjalprógv fyri útbúgving og royndum sum skipsførari ella yvirstýrimaður, verða nýtt vinnubræv ella viðurkenningarprógv t.e. samsvarandi prógv frá viðkomandi myndugleika í einum øðrum landi, sum Sjóvinnustýrið hevur góðkent. Eftir stk. 1, nr. 2 skal viðkomandi hava siglt í eitt ávíst tíðarskeið sum skipsførari ella yvirstýrimaður. Umsøkjari skal tí í sambandi við, at umsókn verður latin inn um loðsprógv, lata avrit av siglingarbók fylgja við, sum prógv fyri royndum. Umsøkjarin skal prógva, at viðkomandi er staðkendur í økinum, har havnin liggur, sum viðkomandi søkir um loyvi at loðsa í. Staðkendur merkir, at viðkomandi skal hava neyvt innlit í serstøku landafrøðiligu viðurskiftini, streymviðurskiftini í viðkomandi øki og viðurskiftini í viðkomandi havn v.m., soleiðis at viðkomandi kann føra loðsskyldugu skipini trygt í viðkomandi havn. Royndin sambært stk. 1, nr. 4 er ein dugnaskapsroynd, ið fevnir bæði um ein teoretiskan og ein praktiskan part. Praktiski parturin snýr seg serstakliga um at kanna eftir, hvat innlit umsøkjarin hevur í tað ella tey øki, sum loðsprógvið skal fevna um. Teoretiski parturin fevnir um ymisk skeið. Tað kemur at verða nærri ásett í kunngerð, hvørji hesi skeiðini eru, sbr. viðmerkingarnar til stk. 2. Fyri at kunna loðsa skal loðsur verða knýttur at eini loðsstøð, og tískil er hetta eisini ásett í stk. 1, nr. 5 sum ein treyt fyri at fáa loðsprógv. Tað er ikki avgerandi í hesum sambandi um umsøkjarin er starvssettur hjá loðsstøðini ella útinnur uppgávuna gjøgnum privat felag el.líkn., sum hevur avtalu við viðkomandi loðsstøð. 13/17

Sambært ásetingini í stk. 3 kann landsstýrismaðurin áseta nágreinilig krøv viðvíkjandi útflýggjan av loðsprógvum. Sum dømi um onnur nágreinilig krøv er m.a. nærri reglur viðvíkjandi krøvunum í stk. 1, og harumframt ískoyti til krøvini sambært stk. 1, t.d. krøv viðvíkjandi málførleikum, heilsu og um skeið. Sambært stk. 4 hevur ein loðsur, sum ikki longur lýkur krøvini fyri at fáa útflýggjað loðsprógv, skyldu til at senda loðsprógvið til landsstýrismannin. Hendan skyldan kemur at standa í loðsprógvinum. T.d. kann heilsan hjá loðsi vera versnað, ella loðsur ikki hevur hildið sínar royndir sum loðsur í økinum viðlíka, og tískil ikki longur lýklur treytirnar fyri at hava eitt loðsprógv. Um loðsur ikki heldur sína skyldu í slíkum førum at senda loðsprógvið inn, kann hann koma undir revsiábyrgd, sbr. 19, stk. 1. Til 10 Loðsur hevur sambært ásetingini skyldu til at veita kunning til skip um viðurskifti av týdningi fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti. Um loðsur verður varugur við viðurskifti, sum hava týdning fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti, skal viðkomandi boða rætta myndugleika frá. Henda fráboðanarskyldan fevnir t.d. um feilir viðvíkjandi uppmerking á sjónum, feilir umborð á skipinum ella sigling í stríð við galdandi lóggávu el.líkn., sum loðsurin verður varugur við. Til 11 Landsstýrismaðurin fær eftir ásetingini heimild til at áseta nærri reglur um arbeiðsumhvørvi og hvílitíð fyri loðsar og eftirlit við hesum. Til 12 Sambært ásetingini kann vakthavandi navigatørur, sum hevur gjølligan kunnleika til loðsskyldugt øki, skip og skipaslag, søkja um at fáa eitt loðsfrítøkuskjal, ið gevur viðkomandi loyvi til at sigla uttan loðs, hóast loðsskylda er í økinum, og skipið er fevnt av loðsskyldu. Nærri reglur verða ásettar í kunngerð um treytirnar fyri útflýggjan av loðsfrítøkuskjali, um tíðaravmarking, endurnýggjan, um at taka loðsfrítøkuskjal aftur, gjald fyri útflýggjan og endurnýggjan av loðsfrítøkuskjali v.m. og kann harumframt áseta, at ávís skipasløg ikki kunnu sigla uttan loðs, sjálvt um vakthavandi navigatørur hevur loðsfrítøku. Her verður serstakliga hugsað um skip, sum verða mett at hava serligan vanda við sær fyri umhvørvið og skip omanfyri ávísa stødd. Treytirnar fyri at fáa loðsfrítøku koma at verða, at umsøkjarin skal hava silgt eitt ávíst tal av ferðum innanfyri eitt ávíst tíðarskeið inn og út úr viðkomandi havn, sum søkt verður um loðsfrítøku til. Á henda hátt verður tryggjað, at viðkomandi kennir økið, og tí ikki hevur tørv á at verða loðsaður. Ásett verður, at frítøkuskjalið skal verða tíðaravmarkað til 5 ár, soleiðis at umsøkjarin í sambandi við umsókn um endurnýggjan tá aftur skal at føra prógv fyri, at viðkomandi framvegis lýkur treytirnar um at hava siglt í viðkomandi havn eitt ávíst tal av ferðum innanfyri eitt ávíst tíðarskeið. Tann, sum hevur eitt loðsfrítøkuskjal, hevur skyldu til at lata landsstýrismanninum hetta, um viðkomandi ikki longri lýkur treytirnar fyri at fáa loðsfrítøkuskjal. Henda skyldan kemur at standa í sjálvum loðsfrítøkuskjalinum. Dømi um slíka støðu er, at viðkomandi ikki hevur hildið siglingina viðlíka í viðkomandi øki og við slagi ella stødd av skipi. Brot á ásetingina kann revsast eftir 19, stk. 1. 14/17

Til 13 Við ásetingini fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um gjald fyri loðsing. Gjaldið verður ásett útfrá stødd á skipi og tíðarnýtslu. Sambært stk. 3 skulu útreiðslurnar hjá kommununum av skipanini fíggjast við gjøldum. Útreiðslurnar, sum skulu fíggjast við gjøldunum, eru eitt nú útreiðslurnar fyri skeið til persónar, sum skulu hava loðsprógv, og útreiðslurnar av at halda førleikarnar viðlíka, útreiðslur til neyðuga útgerð og lønarútreiðslur v.m. Gjøldini verða ásett soleiðis, at kommunurnar ikki hava nettoútreiðslur av skipanini. Gjald verður kravt fyri loðsing frá teimum, sum eru undir loðsskyldu eftir hesi løgtingslóg og frá teimum, sum biðja um loðsing, hóast tey ikki koma undir loðsskyldu. Kommunurnar krevja gjaldið og rinda síðani løn ella samsýning til tann, sum loðsar ella til tað felagið, sum kommunan hevur avtalu við. Gjaldið fyri sjálva loðsingina verður ásett útfrá stødd á skipunum og útfrá tíðarnýtslu. Til 14 Landsstýrismaðurin er evsti loðsmyndugleiki, men kann leggja heimildir sínar eftir lógini til ein stovn at umsita. Í hesi áseting verður staðfest, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur eftirlit við loðsum og loðsvirksemi. Eftirlitið fevnir um at hava eftirlit við eitt nú reglunum um arbeiðsumhvørvi v.m., og at brot annars ikki verður framt á loðslóggávuna. Nærri reglur verða ásettar í kunngerð um útinnan av eftirlitinum. Tað kemur í stóran mun at verða álagt loðsstøðunum at hava egiðeftirlit við, at viðurskiftini eru í samsvari við lóggávuna á økinum, sbr. viðmerkingarnar til 5. Um landsstýrismaðurin á ein hvønn hátt verður gjørdur varugur við, at viðurskifti ikki eru í samsvari við lóggávuna, verður málið sjálvsagt kannað. Til 15 Ásetingin tryggjar, at persónar, sum í teirra starvi hava eftirlit við loðsum og loðsvirksemi ikki sjálvir taka lut í loðsvirksemi ella hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í loðsvirksemi. Á henda hátt verður tryggjað, at tann, sum tekur avgerð í eftirlitsmálum og t.d. málum um at taka loðsprógv aftur, arbeiðir óheft av serstøkum persónligum og fíggjarligum áhugamálum. Fyrisitingarlógin er annars galdandi, men við hesi ásetingini verður tað generelt ikki loyvt, at persónar, sum í teirra starvi hava eftirlit, samstundis kunnu vera loðsar, taka lut í loðsvirksemi ella hava ein serstakan persónligan áhuga í slíkum virksemi. Til 16 Landsstýrismaðurin fær við ásetingini heimild til at áseta reglur um gjald, soleiðis at útreiðslurnar hjá landinum av at góðkenna loðsar, hava eftirlit v.m. kunnu verða fíggjaðar við gjøldum. Gjøldini verða ásett soleiðis, at inntøkurnar og útreiðslurnar yvir eitt tíðarskeið skulu javnviga. Til 17 Sambært stk. 1 kann landsstýrismaðurin taka aftur loðsprógv ella frítøkuskjal, tá ið viðkomandi persónar ikki longur lúka treytirnar fyri at fáa ella at hava loðsprógv ella - frítøkuskjal. Ásetingin kann t.d. verða nýtt í sambandi við at heilsan hjá loðsi er versnað, at sigling í økinum ikki verður hildin viðlíka ella eftirútbúgving ikki verður tikin samsvarandi reglunum. Um loðsprógv ella frítøkuskjal verður tikið aftur, hevur viðkomandi, sum hevðið prógvið ella skjalið, ikki longur rætt til at loðsa ella sigla uttan loðs. 15/17

Ásetingin í stk. 2, nr. 1 gevur landsstýrismanninum heimild til at taka aftur loðsprógv ella frítøkuskjal, um tann, sum hevur prógvið ella skjalið, hevur framt grovt ella endurtakandi brot á treytirnar í loðspróvnum ella loðsfrítøkuskjalinum ella á loðslóggávuna. Eftir stk. 2, nr. 2 kann landsstýrismaðurin eisini taka loðsprógv ella frítøkuskjal aftur, um onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum gera tað vágiligt, at lata viðkomandi halda fram við at loðsa ella at lata viðkomandi sigla uttan loðs. Sum dømi um viðurskifti, sum gera tað váðiligt kann t.d. verða nevnt, at loðsur ella vakthavandi navigatørur sjónliga rúsdrekkaávirkaðir hava ført eitt skip. Ein avgerð sambært stk. 1 ella 2 er inntrívandi, og tískil fær viðkomandi persónur við ásetingini í stk. 3 rætt til, at avgerðin verður løgd fyri rættin. Áheitan á landsstýrismannin um at málið skal leggjast fyri rættin skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Sambært stk. 4 hevur áheitan sambært stk. 3 við sær, at avgerðin um afturtøku fær steðgandi virknað, men rætturin kann taka aðra avgerð. Til 18 Tá ið landsstýrismaðurin leggur heimildir sínar til annan almennan myndugleika verða ásettar kærureglur, undir hesum kunnu verða ásettar reglur um, at avgerðir kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika enn landsstýrismannin. Ásetingin ger tað møguligt heilt ella partvíst at skerja møguleikan at kæra ávísar avgerðir eftir loðslóggávuni. Eftir ásetingini fær landsstýrismaðurin eisini heimild til at áseta, hvussu kærast kann, hvussu kærur skulu viðgerast, um freist, form og innihald, og hvussu kæran skal latast inn. Til 19 Ásetingin í stk. 1 gevur heimild til at revsa brot á 4, stk. 1, 6, stk. 1, 7, 8, stk. 4, 11, stk. 3 ella 15 í loðslógini ella brot á reglur ásettar við heimild í loðslógini. Tann, sum fremur brot á ella viðvirkar til brot á loðslógina kann verða revsaður. Revsingin kann vera frá bót og upp til 1 ára fongsul. Sambært stk. 2 kunnu skipari og reiðari á skipi, sum er fevnt av loðsskylduni, revsast fyri ikki at sigla við einum góðkendum loðsi, har krav er um hetta. Ein reiðari verður mettur at hava ávirkan á, um skiparin á skipinum brúkar loðs sum fyriskrivað, tískil kann hesin eisini koma undir revsiábyrgd, um reglurnar um at nýta loðs ikki verða hildnar. Við heimild í stk. 3 kann kommuna, sum letur loðsskyldugt skip koma í havn uttan loðs verða revsað við bót. Eftir stk. 4 kunnu løgfrøðiligir persónar revsast við bót eftir vanligu reglunum í revsilógini hesum viðvíkjandi. Við heimild í stk. 5 kann verða ásett revsing við bót ella fongsul í upp til 1 ár fyri brot á reglur í teimum kunngerðum, sum verða ásettar við heimild í lógini. Til 20 Skotið verður upp, at løgtingslógin fær gildi 1. juni 2012. Mett verður, at tað fer at taka nakað av tíð at fyrireika tær reglur, sum skulu ásetast, áðrenn loðsskipanin kann koma at virka. Tá ið 16/17

løgtingslógin kemur í gildi, fer úr gildi Lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, som senest ændret ved lov nr. 155 af 14. april 1920. Sambært stk. 2 kunnu teir persónar, sum í dag loðsa fyri kommunurnar, halda fram við hesum virksemi, tá ið lógin kemur í gildi, men skulu innan 1. juni 2013 lúka krøvini sambært loðslóggávuni. Frá tí at løgtingslógin er samtykt, og neyðugu reglurnar eru ásettar í kunngerð, kemur tað at taka nakað av tíð hjá teimum persónum, sum ætla at søkja um loðsprógv, at taka neyðug skeið fyri at fáa loðsprógv. Johan Dahl landsstýrismaður / Arne Poulsen Fylgiskjal 1 IMO Resolution A960 Fylgiskjal 2 Hoyringssvar frá.. Fylgiskjal 3 17/17