Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Similar documents
Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

2000 árgangurin roykfríur

Í verksetan. public service-sáttmála

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Cruise ferðandi í Føroyum

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Kappingarsamleiki Føroya

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Formansfrágreiðing 2016

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Menning av veðurtænastuni

Føroyskur førleiki. Formæli.

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Fólkaflyting og fólkavøkstur

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

LIMABLAÐ NR.4 DESEMBER Tonja Ziskason: Hetta er mítt arbeiði. Eftir arbeiðstíð. Í Skúvoy eru eisini møguleikar

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Mandy on holiday Avritssíður

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 06-08/

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Heilsuvandi av at eta grind

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Rættindi fyri atkvøður

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Álvaratos who cares?

Trý megin sløg av geislavirkni

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Nr. 12 januar 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Charles R. Darwin 200 ár

MASKIN MEISTARIN Nr. 1 / Apríl 2017

Fornur skógarvøkstur

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Möguleg útbreiðsla trjátegunda með hækkandi hitastigi á Íslandi

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Mentamálaráðið skal hervið svara spurningum frá Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Lívið í Føroyum er framúr

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Starvsfólk á dagstovnum

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Nr. 8 januar 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Ársfrágreiðing Frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum

Nr. 9 Apríl 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Jonna Skaale. Gudny Skarðhamar. Marita í Brekkunum

Transcription:

15

Formæli Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr. Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit yvir tað, sum er sent. Eisini er sjøtul settur á talgildingina av ljóðbandasavn inum, og arbeiðið gongur væl. At talgilda almenn søvn er ein stór avbjóðing, tí tøknin í tíðini ger, at vit sum brúk ar ar seta stór krøv. Við internetinum hava føroyingar fingið atgongd til søvn hjá øðr um og kunnu ómaka leyst leita fram upplýsingar um alskyns evni, bæði úr for tíð og nútíð, og sjálvandi skal tað eisini bera til at leita í føroyskum søvnum. Einki er at ivast í, at tað almenna eisini tekur hesa avbjóðing í stórum álvara. Talan er um ment an ararv, sum vit øll eiga, og játtanir til økið mennast. Savnið hjá Kringvarpinum er ein partur av hesum, ímeðan talgildingin av øðrum pørtum av mentanararvinum liggur hjá Søvnum Lands ins. Talan er um tilfar, sum er framleitt gjøgnum nógv Harrans ár, og tað er tíðarkrevj andi arbeiði at fara ígjøgnum alt hetta. Munurin á Kringvarpinum og øðrum mentanarstovnum er tó, at Kringvarpið altíð hevur verið ein hátøkniligur stovnur, og hetta setir sínar heilt serligu avbjóð ing ar til talgildingina. Tí hátøknin fyri 40-60 árum síðan er í dag tøkni, har eisini varðveitingin av útgerðini er ein avbjóðing, tí tílík útgerð er ikki tøk long ur. Tað er snøgt sagt ein tíðaravmark ing á, hvussu leingi vit kunnu talgilda bond. Tað er tí í tøkum tíma, at komið er í gongd, og umráðandi er, at arbeiðið kann haldast inn an tíð ar karmarnar, sum tann gamla tøknin setir. Andras Mortensen Stjóri á Søvn Landsins

Føroya Fólks miðlasavn Kringvarpssavnið goymir ein heilt serstakan og stóran part av Føroya søgu frá 6. februar 1957 og fram til dagin í dag. Í savninum er nærum alt, sum er hent í Føroyum innan øll øki, og alt er miðlað óheft. Kringvarpssavnið fevnir um 521.179 pappírskjøl, 26.846 útvarpsbond og 13.735 sjónvarps bond. Og savnið er á goymslu í tveimum støð um: á Hjalla og í Sortudíki. VÍÐSJÓN Longu undan aldarskiftinum varð talað um, at tíðin máar tilfarið í savninum, og at nakað mátti gerast fyri at bjarga tí. Tað hevur verið drúgført at koma so langt áleiðis, at farast kundi undir arbeiðið at bjarga savninum. 2015 hevur hilnast væl, og meira er komið burtur úr arbeiðnum at talgilda enn ætlað og vænt að. Okkara søga verður varðveitt til komandi ættarlið á ein tryggan og góðan hátt. Við at talgilda kringvarpssavnið skal Kringvarp Føroya verða størsta savn innan tíðindi, mentan og siðsøgu í Føroyum. Við tíðini skal almenningurin hava atgongd til savnið, og við hesum skal Kringvarp Føroya verða fremsti mentanarberi innan økið. MIÐSJÓN Miðsjónin er at bjarga øllum tilfarinum í Kringvarpssavninum. Góðskan á tilfarinum skal verða eins høg og skrásetingin. Við hesum tilfari skal Kringvarp Føroya ríka søgu, lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna, undirhalda og varðveita Føroya søgur.

Søgugongd fyri verkætlanina Talað varð um at bjarga útvarps- og sjón varpssavninum, áðrenn Kringvarpið varð sett á stovn. Longu í 2002, tá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru tveir stóvnar, var skriv at lesa í Dimmalætting, at nú vóru bondini um at forfarast. Í 2010 varð í eini frágreiðing mett um savnið, m.a. varð mett um, hvat kravdist fyri at bjarga savninum: 2,7 millión um árið í 10 ár, so kundi ljóðbond og sjónvarps bond verða bjargað. Eitt týðandi stig at bjarga tilfarinum kom undan kavi, tá ið verklagslógin at byggja út kringvarpshúsið var fyri í fíggj ar nevndini í mai 2013. Fíggjarnevndin skrivar í álit sínum, dagfest 3. mai 13, sol eiðis um bandasavnið: Fíggj ar nevnd in heldur, at nú útbygging ar verða framdar, er neyð ugt sam stund is at taka støðu til, hvussu banda savnið í kring varp inum verður varð veitt. Fíggjar nevnd in heldur tí, at lands stýr is mað urin til fíggj ar lógina fyri 2014 eigur at fyrireika eina skipaða gongd, so ferð verður sett á varðveitslu av banda savn inum frá 1. januar 2014. Lands stýrismaðurin eigur saman við kringvarpinum at umhugsa um upp gávan kann bjóðast út. Eisini eigur lands stýris mað ur at um hugsa, í hvønn mun upp gávan kann gerast av fólki í vard um starvi. Í 2013 samtykti tingið eina eykajáttan, sum var 800.000 kr. Henda játtan gjørdi tað møguligt at fáa tól til vega at talgilda út varps bondini, eins og gamlar bandmask inur hjá útvarpinum vórðu umvæld ar til hetta arbeiðið. Í 2014 vórðu játt aðar 900.000 kr., so gongd kundi koma á arbeiðið at talgilda savn ið. Mass Hoy dal varð settur sum sam skipari. Fyrsta uppgáva hansara var at fáa lýst, hvussu farast kundi til verka. Tingið játt aði eisini verkætlanini 900.000 kr. í 2015, og Mass Hoydal varð settur sum leiðari fyri SavnsGulli, sum verkætlan in varð nevnd. Umframt at halda fram við arb eiðnum at talgilda útvarpspartin er ætlan in at talgilda sjónvarpssavnið fyrireik að. Fakta Í 2016 eru 900.000 kr. settar á Løgtingsfíggjarlóg ein játtan, ið røkkur at talgilda útvarpssavnið. Um sjónvarpsparturin skal talgildast nú, er neyðugt at hækka játtanina 600.000 frá 2016 og tey komandi árini. [ ] between now and some time between 2023 and 2028 analog materials would become inaccessible. (Vísindagrein: iasa journal no 43 July 2014)

Talgilding - tíðindaskjøl Tíðindaskjølini - pappírsparturin - er tann mest støðuga og samansetta eindin í kringvarpssavninum. Í hesi savnseind ini eru nærum øll tíðindi goymd síð ani fyrstu út varps sendingina tann 6. feb ruar 1957 og fram til 1996, tá pappír varð skift út við teldu. Telduskipan varð brúkt undan 1996, men til ta tíð vórðu øll tíðindi prentað út og goymd sum skjøl. Øll hesi árini er nógv pappír savnað í goymsluni, ið telur væl oman fyri 500.000 pappírs skjøl. Nógv tann størsti part urin er tíðindi, men í savninum eru eis ini skráir, veðurtíðindi, Koda-listar og ann að tilfarð úr útvarpinum. Arbeiðið at talgilda pappírspartin hev ur hilnast væl. Mannagongdir eru gjørdar, so tilfarið verður talgildað, skrásett, eins og dygdin í SavnsGull-arbeiðinum reglu liga verður kannað. Tað er gjørd ein broyting í arb eið inum, sum lættir um. Upp runa liga vórðu skjølini rætt að tvær ferðir. Nú verða tey rættað einaferð. Arbeiðsgongdin er nú henda: Pappírsskjølini verða tikin úr goymsluni. Tey vera OCR-viðgjørd, uppsett til forrit, ið er gjørt til hetta arbeiðið, og tey verða rættlisin. Hvørt hálvár verður arbeiðið kannað. Tá verður tíggjunda hvørt skjal kannað, um feilir eru í rættlestri og skráseting. Í 2015 eru staðfestir feilir í 7,2 % av skjølunum. Forritið, ið verður nýtt til hetta arbeiðið, er tilevnað og skraddaraseymað til Savns Gull, og er sett saman við øðrum forritum, so vit fáa tað rætta burturúr arb eið inum. Í neyvum samstarvi við KTdeild ina í kringvarpinum, ið hevur gjørt hetta forrit, hevur arbeiðið at talgilda skrivaðu tíð indini fingið eitt am boð, ið hevur stóran týdning fyri arbeiðið. Og við tí arbeiðsorku og áhaldni hjá starvsfólk unum í SavnsGulli, eru vit komin long ur enn vit høvdu væntað í 2015.

Talgilda - útvarpsbond seting. Umframt at talgilda ljóð verður skrivligt til far skannað, so spjaldur og pappír, ið eru goymd ið hylkinum, vera talgildað og goymd. fo Útvarpsbondini goyma nógvar ymiskar sendingar, har vit kunna hoyra fyri lest rar, barnaútvarp og mangt annað. Í savninum eru 26.846 bond og tað fyrsta er frá 6. februar 1957, tá útvarpið sendi fyri fyrstu fer. Í 2001 varð seinasta ljóð bandið nýtt í Útvarpi Føroya, og síðani er alt er tikið á upp á teldu og talgildað. Av rit fr á kv f. Onnur viðgerð er um at vera klár. Í henni skulu allar skrásetingar, ið eru gjørdar áðrenn SavnsGull varð sett í verk, set ast saman við bondtalgildingunum, Arbeiðið at talgilda útvarpsbondini skann ing unum og skráseting unum, ið hev ur hilnast væl. Mannagongdir eru eru gjørdar í SavnsGull. Síðani skal til gjørd ar, so tilfarið verður talgildað, skrá farið kannast, um tað er á hædd við sett og dygdin í SavnsGull arbeiðinum tann standard, ið settur verður. Eitt nýtt verður kannað. upp skot til skrásetingina er, at summar send ingar skula hava eitt GEO-tag. Sum nú er, verður arbeitt við tveimum Hetta fer at geva Føroya fólki eina heilt við gerðum: Fyrsta viðgerð, sum er serliga leitiskipan. kom in nakað áleið is, er tann, at bond ini verða tikin nið ur av hillini og talgild að Árið 2015 hevur eisini hilnast væl, har við útgerð frá týsku fyritøkuni TUBE TEC. tað eru talgild 5478 bond - meir enn Skip an in hjá TUBETEC talgildir bond ini, vanta. Skrásetingin var útsett til 2016 eins og har verður gjørd ein lít il skrá vegna manglandi arbeiðsorku.

Talgilda - sjónvarpsbond Sjónvarpsbondini er tann parturin í savninum, sum er ringast fyri. Men hetta er eisini tann parturin, sum krev ur flestu fyri reikingar, áðrenn arbeiðið kann fara ígongd. Sjón varpið var al ment sett á stovn 1. apríl 1984 og sjón varps bondini eru 13.735 í talið. Talan er um fleiri ymisk sløg, ið krevja ym iskar før leik ar og útgerð, ið er ring at fáa hendur á. Sjónvarpssavnið er talt upp: 2358 bond eru talgildað og løgd á veitara, klár til nýtslu í Kringvarpinum. Talgildingarnar fara fram, tá gamalt tilfar skal brúkast í nýggj um send ingum ella tá sendingar skulu endur send ast. Tað eru ymisk sløg av bondum, ið ikki eru talgildað. Neyðugt er at talgilda summi uttan fyri kringvarpskarmarnar, tí kringvarp ið hevur ikki tólini, sum heldur ikki kunnu útvegast. eru U-Matic-bond. Tey eru 2882 í tali. U-Matic-bondini eru sera hótt, av tí at bond ini forfarast og tey fara illa við band maskinunum, ið ikki kunna út veg ast longur. Vísindafólk innan talgildingarøkið vísa á, at einaferð millum 2023 og 2028 verður tað ikki møguligt at talgilda bond longur. Nærri vit koma hesi tíðarfreist, tess meira kostar tað at fáa tilfarið talgildað. Á myndini niðanfyri sæst, hvussu nógv vit kunna fáa talgildað, um vit fáa gongd á sjónvarpsbondini í 2016 við einari árliga játtan á 600.000 kr. Eftir at U-Matic-bondini eru talgildað, er klárt at talgilda BetaCam-bondini. Tað er tað síðsta, ið skal talgildast uttanfyri kringvarp ið. Tann størsti parturin av savn inum er DV25-bondini, ið vit kunna talgilda innan kring varpskarmarnar. Tey fyrstu bondini, sum skulu gjaldast uttan fyri karmarnar hjá kringvarpinum, Tann størsta forðingin at bjarga sjón varpstilfari er, at verandi játtan ikki røkkur.

Upplýsing og vitan skapa virðið Eitt, sum hevur stóran týdning í verkætl anini, er at fáa Kringvarpssavnið at komiligt hjá Føroya fólki. Ein tann størsta avbjóðing í hesum sambandi er rættindi til tilfarið. Hvussu kunna vit skipa tað so, at øll fáa ágóðan av savninum? At hoyra og síggja tað tey vilja! Fyri at lýsa henda spurningin og vónandi seta gongd á hesa leið, skipaði Savns Gull og kringvarpið á vári 2015 fyri fyrilestrum um upphavsrætt, við serligum atlit til Kringvarpssavnið. Har vóru tríggir fyrilestrahaldarar - hvør á sínum øki. Torkil V. Rassmussen, ið starvast í Mentamálaráðnum, greiddi frá tí nýggju føroysku upphavsrættarlógini. Annette Hoffmann Pedersen, ið er deildarleiðari í DR, við ábyrgd fyri upphavsrætti, greiddi frá arbeiðinum hjá DR við rættindum til DR-savnið. Mikael Waldorff, ið hevur drúgvar royndir sum ráðgevi hjá rættindahavarum, greiddi frá støðuni hjá teimum, ið hava upphavsrættin. Nógvir ymiskir áhugabólkar vóru umboð aðir, og stórur áhugi var fyri at fáa greiði á spurninginum um upphavs rætt, og hvussu hetta lógarverkið skal skip ast í framtíðini. Áhugin sást serliga á øllum spurningunum, sum vórðu settir eftir fyrilestrarnar. Ein boðskapur var greiður hjá øllum fyrilestrarhaldarum. Tað er í sambandi við, um tað skal bera til hjá øllum føroyingum at fáa ágóðan av savninum, tá teir hava hug ella ynskja at síggja ella hoyra sendingar ella brot úr sendingum. Fyri at kunna geva føroyingum henda møgu leikan, t.d. á heimasíðuni hjá kring varp inum, skulu avtalur um rættind ini verða gjørdar, og helst við so fá savn andi feløg sum gjørligt. Fakta Tað vóru um 100 fólk til fyrilesturin, og tey umboðaðu nógvar ymiskar bókar í hava tilknýti til kringvarpssavnið Greinar vóru skrivaðar í Dimmalætting, ið tóku støði í fyrilestrinum um Upphavsrætt

SavnsGull beinleiðis samskifti við Føroya Fólk SavnsGull er fyri fólkið, og vit gera nógv fyri at vera har Føroya fólk er. Á Facebook og á kvf.fo er nakað av tilfari, ið kann hoyrast og síggjast, og har er eisini møguligt at fylgja við arbeið inum, og síggja tær avbjóðingar, ið stinga seg upp. Tað kemur eftirhondini meira enn so fyri, at SavnsGull er ein partur av tí, ið verður sent í Útvarpinum. Máltíð, Góðan Morgun Føroya, Dansival, Ment an ar kaféin, eru send ingar har Savns gull hevur verið at hoyra. Savns Gull hevur latið tilfar til sendingar, soleið is at ser stakt tilfar, ið kemur fram und an hill unum í savninum verð ur brúkt bein an vegin, og Føroya Fólk fær ágóð an av arb eiðnum hjá mann ingini á Savns Gulli. Tá farast kann at talgilda sjónvarps partin, er vónin eisini, at SavnsGull kann ríka um henda táttin í kringvarpshøpi. Á Fólkafundinum, ið varð hildin í høllini á Hálsi í Havn, hevði SavnsGull bás. Hesin fundurin var gott høvi at vísa tað arbeiðið, ið verður gjørt í SavnsGulli, eins og at koma út til Føroya Fólk. Tað er eisini javnan, at ymiskir persónar ella bólkar seta seg í samband við SavnsGull fyri at hoyra um verkætlanina og fyri at vita hvussu gongur. M.a. vitjaði Folketingets Kulturudvalg Savns Gull, tá nevndin vitjaði Føroyar seinast, og SavnsGull hevur vitjað Dansk Fær øsk Kvindeforening. Í vetur varð SavnsGull eisini biðið um at hava eina framløgu til eitt tónleikatiltak í Reinsarínum í Havn. Har skuldi hugleiðast um, hvussu Savns Gull kundi vera við til at varð veita og lýsa føroyska tónleikasøgu. Áhugin fyri verkætlanini røkkur víða. Fakta 2079 SavnsGull-vinir á Facebook SavnsGull hevur verið umbiðið at greiða frá verkætlanini 13 ferðir í 2015

Fíggjarstøðan 2015 Játtanin til SavnsGull í 2015 var 900.000 kr, og hon hevur verið nýtt til út varpspartinum. Játtanin er fyri tað mesta far in til lønir. Ein minni partur er farin til at geva Føroya fólki vitan og ágóða um SavnsGull og tilfarið í Kring varpssavninum.

Fólkið í SavnsGull í 2015 Stýrisbólkur Andras Mortensen Stjóri av Søvn Landsins og formaður í Stýrisbólkinum Dia Midjord Stjóri í Kringvarpinum og verkætlanarleigari Jóhann Mortensen Leiðslusamskipari í Kringvarpinum SavnsGull Mass Hoydal Verkætlanarleiðari Regin Davidsen Skrásetari og talgildari Jógvan í Toftum Olsen Talgildari Finnbjørn Hansen Talgildari Joen Peter Elsborg Bjørk (Jógvan Bjørk) Skrásetari Bárður Joensen Skrásetari John Eli Lisberg Skrásetari Sjúrður Fjallsbak Skrásetari Kriminalforsorgin Fólk úr Mjørkadali hevur skrásett pappírstíðindi

Stuðlar, samskifti og íblástur At útvarpssavnið nú verður varðveitt til komandi ættarlið, kemst serliga av tí støðu, at Mentamálaráðið raðfestir hetta arbeiðið, og at Kringvarp Før oya stuðlar við hølum, tólum og ser kunnleika. Søvn landsins er ein týd ningarmikil ráð- og hugskotsgevi til spurningar um skráseting og annað. Góð fólk eru komin frá Almanna verkinum. Tey hava longu bjargað einum stór um parti av tilfarinum. Uttan hesa arbeiðsorku vildi hesin dýrgripur ikki verið varðveittur, so skjótt sum gjørt er. Og við einum samstarvi við Kriminal forsorgina - har fólk í Mjørkadali skráseta tíð indaskjølini - fer væntandi enn meira ferð at koma á verkætlanina. Samskifti og íblástur er komið úr Føroyum, úr grannalondum, eins og uttan úr heimi. Í september var Mass Hoydal á ráðstevnu hjá felagsskapinum IASA, har nógv týdningarmikil sambond vóru fingin við fakfólk innan økið. Friis frame hevur verið tøkt við servitan, og eis ini hev ur verið vitjað á m.a. Stats bib lio tekinum í Århus og á Dansk Film Istitut. Vit hava fingið vitan og íblástur til, hvussu far ast kann at talgilda sjónvarps bond ini.