Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Similar documents
Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

2000 árgangurin roykfríur

Cruise ferðandi í Føroyum

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

By Magni Arge, Chairman of the Board. Faroe Oil Industry Association. Februar, 2014

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Lívið í Føroyum er framúr

Mandy on holiday Avritssíður

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

D:\Fisk\Tilf_rit\2003\Makrelur2003.doc

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

P/F ATLANTIC PETROLEUM

Kappingarsamleiki Føroya

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Rættindi fyri atkvøður

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Starvsfólk á dagstovnum

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

Um Atlantic Petroleum...3. Skráseting á Oslo Børs...4. Búgva til vøkstur...5. Formansfrágreiðing...6. Stjórafrágreiðing...8

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Heilsuvandi av at eta grind

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

MASKINMEISTARIN EIN LITUR SKAL VERA EIN LITUR. Nr. 2 / September Trygdin í norsku oljuvinnuni. Sjóvinna Oljugoymsla:

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Menning av veðurtænastuni

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Fornur skógarvøkstur

At lesa landið. Burðardygt hagabit

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

P/F Bakkafrost Holding. Glyvrar

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Menningarástøði og hugmyndafrøði

Happing í føroyska fólkaskúlanum

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

DANMARKS NATIONALBANK 16.

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Fólkanøvn í staðarnøvnum uppruni og aldur

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

HEIMSMÁLINI MÁL FYRI BURÐARDYGGA MENNING SUSTAINABLE DEVELOPMENT GOALS (SDG) FØROYSK TÝÐING DYGDARGÓÐ ÚTBÚGVING GÓÐ HEILSA OG VÆLFERÐ

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Leiðbeining um andadráttarverju

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

SENDISTOVA FÖROYA Í LONDON Toska- og hýsumarknaðurin í Stórabretlandi og okkara støða sum útflytari

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 06-08/

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Formansfrágreiðing 2016

Transcription:

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina Í Europa men eisini kring heimin hevur kjak tikið seg upp um framtíðar oljumenningina í Arktis. Tá hugsað verður um geografisku støðu Noregs í hesum høpi og um royndirnar hjá Statoil er tað natúrligt at hyggja at, hvussu nettupp Statoil sær møguleikarnar og avbjóðingarnar í tí stóra arktiska økinum. Rúni M. Hansen, sum hevur leitingina hjá Statoil í Føroyum um hendi, stendur eisini á odda fyri arktisku eindini hjá Statoil, og nógv fokus hevur verið á, bæði í norskum og øðrum altjóða miðlum, hvørja strategi Statoil hevur í økinum. Greinin niðanfyri er nýliga endurgivin í fleiri norskum og altjóða miðlum og vil føroyski oljuportalurin eisini nýta høvi til at kunna almenningin í Føroyum um hesa gongd ikki minst nú føroysk vinnulívsfólk og politikarar eru farin at vísa Arktis størri ans. Rúni M. Hansen er eisini við í World Economic Forum, í einum bólki, sum arbeiðir við orkuspurningum. Stigvís tilgongd hjá Statoil til Arktis Í stívliga 30 ár hevur Statoil gjørt kanningar í Arktis. Vinnan í síni heild hevur virkað á leiðunum í nærum 90 ár. Í hesum tíðarskeiði hevur vinnan savnað vitan, økt førleika og ment tøkni at fara undir nýggju avbjóðingarnar. Statoil hevur virksemi kring alt Arktis, tí vit vænta, at tilfeingið har fer at verða ein avgerandi orkukelda í einum vaksandi heimi. Búskaparligur vøkstur og hækkandi livistøði fara at hava við sær, at orkutørvurin í heiminum fer at vaksa meira enn 30 prosent tey næstu 30 árini. Til tess at endurnýggja verandi framleiðslu og nøkta tørvin á framtíðar vøkstri, tørvar heiminum eina orkuvirkisætlan sum fevnir um alt Arktis. Vit halda stórar tilfeingismøguleikar vera á leiðunum. Og kortini er Arktis eitt av minst kannaðu økjunum í heiminum. Tó at vit síggja stórar møguleikar í Arktis, vita vit eisini, hvussu trupult og torgreitt arbeiðið fer at verða. Onkur heldur, at arktisku leiðirnar eru eitt mikrokosmos í politisku og tøkniligu avbjóðingunum, sum okkara ídnaður stendur andlit til andlits við í alheimssamanheingi. Vit eru sannførd um, at leiting og menning í Arktis fer at seta okkara ídnaði nýggj krøv. Vit standa andlit til andlits við ógvusligt og óstøðugt veðurlag, ómátaliga langar teinar og havleiðir við nógvum ísi. Arktisku samfeløgini krevja serligt varsemi, tí samfeløgini eru millum heimsins viðbreknastu. Vinnan má fara undir hesar avbjóðingar við framtaki í huga, við strangastu heilsu-, trygdar- og umhvørvistreytum og fremstu dygd í virkseminum. Heimurin er farin at hugsa um Arktis sum eitt øki. Eftir okkara fatan eru mong Arktis, og vit í vinnuni mugu viðurkenna hetta og virka hareftir. Vit mugu hava fyrivarni við, at hvørt einstakt artiskt samfelag hevur síni heilt egnu áhugamál og atlit at taka.

Langtíðar ætlanir Statoil hevur fyrireikað seg til langtíðar vøkstur í Arktis. Okkara royndir seinastu 40 árini undir torførum og krevjandi umstøðum út fyri norsku strondini hava givið okkum einastandandi royndir. Hetta fær okkum at halda, at vit eiga førleikan at ganga á odda í teimum samtøkum, ið fara at loysa tilfeingið, sum bundið er í Arktis. Hetta er ein stigvís tilgongd og farið verður fram stig fyri stig, so hvørt tøkni, kreftir og førleikar loyva okkum tað. Vit standa sterk og eru virkin á leiðum kring alt Arktis, har vit hava verkætlanir á øllum stigum innan menning av leiðum. Vit býta arktisku frálandaøkini í tríggjar flokkar: Í fyrsta lagi: Workable Arctic. Tað er tann parturin av Arktis, har arbeiðandi er tær leiðir, ið vit í dag hava førleika til at bora og menna, við smávegis tillagingum. Hetta eru okkara verkætlanir á norska partinum av Barentshavinum og eystur-kanada góð dømi um. Í øðrum lagi: The Stretch Arctic. Hetta eru tey øki, har vit sum er kunnu bora, men her krevst munandi nýhugsan til menningar- og framleiðslustigini. Okkara leitiætlanir í Okhotskhavinum eru dømi um hetta. Seinast: «The Extreme Arctic». Hettar eru øki, sum okkum tørvar slóðbrótandi nýhugsan at bora og menna. Dømi eru øki út fyri eysturgrønlendsku strondini, har vit eru fyristøðufelag hjá Kanumas bólkinum. Statoil hevur langtíðar ætlanir innan frálandavinnu í Arktis, samsvarandi tí vit sum felag umboða - eitt tøkniliga miðsavnað felag, har málið er at ganga á odda innan leiting. Men at fáa virkesmið í Arktis at hepnast í longdini fer at snúgva seg um nógv meira og annað enn royndir, loyvi og tøkni. Skal arbeiðið eydnast í Arktis, krevur tað, at farið verður til verka á rættan hátt. Tað krevur, at vit leggja doyðin á trygd, at virksemið verður framt lýtarleyst, og at vit til fulnar skilja umhvørvið. Politiskur vilji hevur latið ymsar partar av arktisku leiðunum upp til orkuvinnu. Men vit, sum eru í vinnuni, mugu ikki fara skeiv og halda, at lógarfest loyvi merkja atgongd í allar tíðir. Á einum nýggjum móti má atgongd vera uppiborin aftur og aftur. Í Arktis mugu vit fara undir eina tilgongd, sum byggir á álit, felags virði og nýskapan. Í fyrstu stigunum í okkara virksemi við seismikki og kanningum mugu vit fáa í lag álit ímillum samfeløg, stjórnir og vinnu. Álit kann bara verða grundað á opinleika, samrøðu og ábyrgd, eitt mál um ongan skaða at elva, og at arbeiðið verður gjørt burðardygt.

So títt og knapt at menning fer í gongd, mugu vit lyfta okkara virksemi upp á næsta stig. Vit mugu lyfta okkum upp um CSR tiltøk og leggja doyðin á felagsvirði. Vit mugu virða siðbundnan lívshátt, men eisini bjóða arktisku samfeløgunum møguleikan at fáa sær eitt meiningsfult pláss í okkara handilsvirksemi og í framtíðini vera við í frálandavinnuni, ið tekur seg upp í Arktis. Leiðin fram Fyri til fulnar at kunna gagnnýta teir møguleikar, ið liggja í Arktis, er neyðugt við nýhugsan, størri vinnuligum samstarvi og felags átøkum innan tøkniliga menning. Hetta er einasti máti at skerja útreiðslurnar og gera verkætlanir í Arktis handilsliga lívførar og kappingarførar á alheimsstigi. Vit hava álit á, at tilgongdin hjá Statoil fer at gera okkum sterkar samstarvsfelagar hjá samfeløgum, stjórnum og okkara javnlíkum. Vit leggja okkum eftir at stovna sterk samtøk kring Arktis. Hesin nýggi háttur at samstarva hevur alstóran týdning fyri okkara vinnu til tess at kanna møguleikarnar á norðuramerikanska mótinum á tryggan og munadyggan hátt. Uppaftur størri samstarv krevst til tess at fáa kostnaðin niður, menna tøkni, serliga ætlað Arktis, og sannføra okkara partaeigarar og samstarvsfelagar, at vinnan megnar at taka sær av neyðstøðum undir ekstremum arktiskum umstøðum. Har er einki pláss til mistøk. Ein oljuleki í Arktis kann oyðileggja umhvørvið, læsa økið fyri menning í áratíggjur og forða heiminum atgongd til týdningarmiklar orkukeldur. Í øldir hevur søgan í arktiska økinum verið eykend av eini ringrás við upp- og niðurgangstíðum fiskiskapi, handilsvinnu skinnum, námsvinnu, olju, gassi men hesaferð er øðrvísi. Hesaferð merkir tað, at Arktis kemur fram aftur við møguleikanum at vera tann, ið setur dagsskránna í 21. øld, bæði búskaparliga og politiskt. Okkara vinna er heilt inni í kjarnanum í hesum máli. Arkis er ein natúrligur pallur fyri samstarvi millum tjóðir, vinnur og fólk. Arktisku tjóðirnar eru virknar við í samstarvinum um mørk, um umhvørvisgransking og ásetingar. Vit stuðla øllum hesum, og okkara partur skal ikki liggja eftir. Rúni M. Hansen, stjóri fyri arkisku eind Statoils. Arctic activities Norway, Barents Sea Operator Snøhvit - the world s northernmost liquefied natural gas plant

Partner in Goliat oil field in the Barents Sea Drilled 89 wells in the Barents Sea Extensive exploration activity, including nine well drilling campaign starting in 2013 Made Skrugard discovery in 2011 and Havis in 2012 Canada, Newfoundland and Labrador, Beaufort Sea Partner in Hibernia and Terra Nova producing fields Partner in Hibernia Southern Extension and Hebron field developments Farmed into Beaufort Sea licence in 2012 Three discoveries Leader in offshore exploration, and starting three well drilling campaign in 2013 USA, Alaska Operator of 16 leases in the Chukchi Sea Partner in 50 leases Greenland Partner in three West Greenland offshore blocks Operator for Kanumas Group on East Greenland The group holds preferential rights to the upcoming licensing round in 2012/2013 Faroes Six exploration operatorships Russia Partner in the Kharyaga field Signed cooperation agreement with Rosneft in 2012 covering four Arctic offshore exploration blocks, one in the Russian Barents Sea and three in the Okhotsk Sea

Myndir: Rúni M. Hansen, stjóri fyri arktisku eindini hjá Statoil: Vit standa andlit til andlits við ógvusligt og óstøðugt veðurlag, ómátaliga langar teinar og havleiðir við nógvum ísi. Arktisku samfeløgini krevja serligt varsemi, tí samfeløgini eru millum heimsins viðbreknastu. Vinnan má fara undir hesar avbjóðingar við framtaki í huga, við strangastu heilsu-, trygdar- og umhvørvistreytum og fremstu dygd í virkseminum. Kortið vísir økini í Arktis, har Statoil arbeiðir og fer at arbeiða í framtíðini.