Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Similar documents
Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Ársfrágreiðing Uttanríkisráðið. Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp. Mynd: COME

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv

Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e. Ársfrágreiðing Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

2000 árgangurin roykfríur

Cruise ferðandi í Føroyum

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. juli 2011 VMR j.nr.: Viðgjørt: Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Lívið í Føroyum er framúr

FRÁGREIÐING LØGMANS Á Ó LAVSØKU 2003

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

FYRRA FLAGGDAGSÁLIT FRÁGREIÐING FRÁ FORMANNINUM Í GRUNDLÓGARNEVNDINI LATIN FLAGGDAGIN 2004

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Kappingarsamleiki Føroya

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

VINNUMÁLARÁÐIÐ. 6 Vinnumál Vinnumálaráðið Greið í tølum stutt frá, hvussu FAS hevur givið munandi úrslit.

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Føroyskur førleiki. Formæli.

Jarðfrøðisavnið o.fl.

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

BYGNAÐUR OG OGNARVIÐURSKIFTI Á ELORKUØKINUM Í FØROYUM

Menning av veiðumøguleikum uttan fyri føroyskt sjóøki

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

UNDIRVÍSINGAR- OG MENTAMÁLASTÝRIÐ MENTAMÁLADEILDIN

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Formæli. Formaður, árini , var Emil Simonsen, VØRN

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Menning av veðurtænastuni

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

Starvsfólk á dagstovnum

Statoil brynjar seg til arktisku framtíðina

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Filmsvinna í Føroyum ein framtíðarmøguleiki

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

Heilsuvandi av at eta grind

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

EXPLORATION DRILLING IN THE FAROE -SHETLAND CHANNEL ENVIRONMENTAL IMPACT ASSESSMENT LEITIBORINGAR Í HETLANDSRENNUNI FRÁGREIÐING UM UMHVØRVISÁRIN

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 14. september 2017 Mál nr.: 17/

Formansfrágreiðing 2016

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Mai Hvalastøðin við Áir. Ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn MENTAMÁLARÁÐIÐ

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Føroysk fiskivinna í ES. Upprit um føroyskan limaskap í ES

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Rundskriv um KT trygd hjá stovnum landsins

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Tilmæli um samskipaða endurvenjing

Neyðugt er at miða ímóti at minka útlátið av veðurlagsgassi fyri allar

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

Álvaratos who cares?

Rannvá Hanusardóttir, Martin Næs og Hans Jákup av Skarði

Mandy on holiday Avritssíður

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2013 / Annual Report and Annual Accounts 2013

Fiskimálaráðið. Løgtingið. Dagfesting: 22. mai 2017 Mál nr.: 17/ Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Í verksetan. public service-sáttmála

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

Ársætlan 2010 UMHVØRVISSTOVAN

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Rættindi fyri atkvøður

HEIMSMÁLINI MÁL FYRI BURÐARDYGGA MENNING SUSTAINABLE DEVELOPMENT GOALS (SDG) FØROYSK TÝÐING DYGDARGÓÐ ÚTBÚGVING GÓÐ HEILSA OG VÆLFERÐ

Luftgóðska í Føroyum. - uppskot til skipan av yvirvøku av luft. Rakul Mortensen. og Maria Dam

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Tíðindi úr Føroyum tann 3. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Leiðbeining um andadráttarverju

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 8. desember 2017 Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: HKV

LIMABLAÐ NR.4 DESEMBER Tonja Ziskason: Hetta er mítt arbeiði. Eftir arbeiðstíð. Í Skúvoy eru eisini møguleikar

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Umhvørvisárinsmeting av Vindorkuverkætlan í Húsahaga

Transcription:

Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 27. februar 2007 Mál: 750-025/05-104 Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 1. Henda lóg skal leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum at minka um búskaparliga ójavnan í heimi. Stk. 2. Landsstýrið skal virka fyri hesum við at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond, smbr. stk. 3. Samstarvið kann vera formligt sum óformligt. Stk. 3. Í hesi lóg verða menningarlond skilmarkað á sama hátt sum hjá OECD. 2. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, stjórnir í øðrum londum, altjóða stjórnarfelagsskapir og aðrar felagsskapir, teirra millum føroyskar. Stk. 2. Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er: 1) at skipa haldgóða fyrisiting, 2) at fáa búskaparvøkstur og 3) at tryggja sosial framstig Stk. 3. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki at verða gagnnýtt og ment í sambandi við slíkar verkætlanir. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðul verður játtaður. Her eru at nevna krøv til fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara og afturrindan av stuðli. 4. Nevnd fyri menningarsamstarv skal geva landsstýrismanninum ráð til at fremja hesa lóg í verki. Stk. 2. Nevndin hevur formann og fýra limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir at sita í fýra ára skeið. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi nevndarinnar. 5. Henda løgtingslóg fær gildi 30. juli 2007

Kap. 1. Almennar viðmerkingar Av tí at verandi lóg um altjóða menningarsamstarv hevði tíðaravmarkað gildi, varð valt at gera uppskot um nýggja lóg heldur enn at broyta ta verandi. Uttanlandsnevndin heitti í áliti sínum á løgmann um at áseta neyvari treytir við lóg, og landsstýrið hevur eisini fingið viðmerkingar frá landsgrannskoðaranum um, at gjølligari reglur eiga at vera fyri, hvussu stuðul verður latin. Í hesum lógaruppskoti verður roynt at eftirlíka hesum ynskjum, og hildið verður, at hetta lógaruppskot lýkur tær treytir, ið settar hava verið. - - - Búskaparligi ójavnin í heimi er stórur. Summi lond eru ovurrík - onnur ørfátæk, og tí hevur landsstýrið nýliga sett sær fyri at gera sítt til at bøta um hesi viðurskifti. Hetta er gjørt út frá teirri hugsan, at rík lond hava skyldu at stuðla fátækum at koma fyri seg, bæði so at fólk fáa eitt betri lív, men eisini tí at tað gagnar framkomnum londum, at fátæk fáa betri kor og betri møguleikar at mennast. Javnstøða, umhvørvi og mannarættindi Týdningarmesta málið við føroyskum menningarpolitikki er at virka fyri at minka um búskaparliga ójavnan í heimi við sjálvberandi menningarsamstarvi. Harumframt er umráðandi, at Føroyar taka undir við ásetingunum hjá ST um, hvørjar grundarsteinar ein skal byggja á í arbeiði sínum. Í hesum sambandi hevur ST ásett, at tá ið ræður um menning, er rætt at byggja á javnstøðu, umhvørvi og fólkaræði. 1. Javnstøða: Umráðandi er, at bæði kvinnur og menn fáa høvi at vera við í menningini. 2. Umhvørvi: Væl skal verða farið um umhvørvið, serliga tá ið ræður um menning. 3. Fólkaræði: Umráðandi er at lata fólk vera við í arbeiðinum, styrkja um fólkaræðið, virða mannarættindi og at hava góða stjórnarførslu. Hesir tríggir grundarsteinar verða nevndir tey trý tvørgangandi atlitini og eru týðandi lutir í arbeiðinum at basa fátækradømi. At lata kvinnur verða fyri vanbýti, at fara illa við umhvørvinum og at seta fólkaræðið til viks eru alt viðurskifti, sum vaksa um fátækradømi og skerja møguleikarnar at vinna á tí. Eins og ST setti hesi viðurskifti á skrá, tá ið stovnurin orðaði framtíðar menningarmál síni í 2000, 1 so hava grannalond okkara øll gjørt tað sama í endamálsorðingum sínum fyri menningarsamstarvi. Hetta eiga Føroyar eisini at gera. Í fyrsta lagi eiga vit at leggja upp fyri hesum viðurskiftum, tá ið vit ætla at taka upp samstarv við menningarland, og í øðrum lagi eiga vit at ávirka tað til at fremja hesi viðurskifti - tó sjálvandi við hógv og 1 Hesi mál stovnsins verða stytt MDG (Millenium Development Goals) 2 / 7

virðing fyri viðkomandi landi. Avgerandi er tó ikki, at eitt menningarland hevur øll hesi viðurskifti í lagi, men at tað sýnir vilja til at gera ábøtur. Altjóða samstarv kann vera fløkt og torskilt, og serliga í menningarsamstarvi kunnu vera nógvar tvístøður, tá ið ein velur samstarvslond. Velja vit einans tey, sum hava somu grundsjónarmið sum vit sjálvi, so verður skjótt uppi við møguleikum, tí vantandi fólkaræði, løgfrøði og búskaparmenning eru ofta eyðkenni fyri menningarlond og mangan orsøk til vánaligu støðu teirra. Tí mugu vit ikki vera ov bláoygd, um vit skulu framat í slíkum starvi, men skulu duga at taka dagar ímillum, hvørji mál, ið hava prinsipiellan og altjóða týdning, og hvørji eru ov lítil til at lata seg ørkymla av. Tá ið farið varð undir altjóða menningarsamstarv, varð hildið, at rætt var at velja lond við nógvari fiskivinnu, sum tó ikki vóru so framkomin. Tí varð eitt skifti samstarvað nógv við Peru, ið er ein av heimsins størstu fiskivinnutjóðum, men tó sera tilafturskomið. Verkætlanin varð av ongum, men landsstýrið ognaði sær umráðandi vitan og royndir, ið gagna væl, nú neyvari reglur skulu gerast fyri altjóða menningarsamstarv. Nú verður ikki arbeitt í Peru, men vit hava fingið eina grundleggjandi vitan um landið og knýtt mong týdningarmikil sambond. Sostatt er enn hugsandi, at landsstýrið verður við í menningarsamstarvi við Peru í framtíðini. Um hvussu onnur lond skipa menningarsamstarv sítt Løgmansskrivstovan hevur arbeitt við menningarsamstarvi sum málsøki í umleið 1½ ár og hevur hesa tíðina kunnað seg um, hvussu onnur lond skipa hetta arbeiði sítt, umframt at Løgmansskrivstovan sjálv hevur fingið ávísar royndir. Stóru gevaralondini, serliga tey skandinavisku, umframt Holland og Sveis, lata um 0,8% av bruttotjóðarúrtøku síni til menningarsamstarv. Øll lond luta menningarsamstarv í tveir partar fleirtjóðasamstarv og tvítjóðasamstarv. Ymiskt er, hvussu nógv verður latið til hvønn partin, men vanliga fer um helvtin til fleirtjóðasamstarv, oftast til STstovnar, Heimsbankan og onnur, ið nýta stuðulin til arbeiði sítt at basa fátækradømi. Hin helvtin fer til tvítjóðasamstarv, sum eru beinleiðis samstarvsavtalur millum gevaraland og úrvald móttakaralond. Danmark hevur t.d. um 15 menningarsamstarvslond, og danska stjórnin velur saman við stjórnini í hvørjum einstøkum landi 3-4 øki burturúr, ið tørvur er á at menna. Dømi um slík øki eru heilsa, landbúnaðar og útbúgving. Nógv av peninginum fer inn á fíggjarlógina hjá menningarlandinum, tí mett verður, at besta úrslitið fæst við at lata landið hava sum mest av ábyrgdini av at umsita stuðulin og at skipa síni viðurskifti. Danmark arbeiðir síðan saman við stjórnini í menningarlandinum at orða politikkin á teimum stuðlaðu økjunum og setir krøv um, at stjórnin skal halda ásetingar um mannarættindi, góða stjórnarskipan, fólkaræði o.s.fr. Stóru gevaralondini samskipa eisini stuðulsveitingina sínámillum, so at umsitingin í einhvørjum menningarlandi ikki verður ovbyrjað av at samstarva við fleiri veitarar, ið allir hava sína hugsan um, hvussu stuðulin skal verða umsitin. 3 / 7

Stóru gevaralondini arbeiða tískil minni og minni við ítøkiligum verkætlanum, men lata heldur pening inn á fíggjarlógina og fáa á tann hátt ávirkað politisku skipanina og umsitingina í menningarlandinum. Hartil fer partur av játtanini hjá stóru gevaralondunum til privatar hjálparfelagsskapir, 2 ið standa fyri ítøkiligum verkætlanum so sum at byggja sjúkrahús, skúlar og annað. Ísland letur um 0,2% av bruttotjóðarúrtøku síni til menningarsamstarv og ætlar at lata 0,35% í 2009. Ísland lutar eisini samstarv sítt í tvey og letur meginpartin av játtanini til fleirtjóðasamstarv. Í tvítjóðasamstarvi letur Iceida ikki sektorstuðul eins og Danida og Norad, 3 men virkar meiri sum ein privatur hjálparfelagsskapur. Ísland metir seg nevniliga vera ov lítið til at samstarva beinleiðis við stjórnirnar í menningarlondunum og lata teimum stuðul á fíggjarlógina. Íslendsk lóggáva er eisini soleiðis skipað, at svarast skal fyri hvørt oyra, og tí mugu tey sjálvi standa fyri verkætlanum sínum, úr enda í annan. Nógv kjak er tó í Íslandi um henda arbeiðshátt, og mangur er sannførdur um, at skal játtanin til menningarsamstarv hækka so nógv, sum ætlað er, so verður ógvuliga tvørligt at arbeiða sum higartil, og lagt má tí verða um, so at nakað av játtanini kann latast øðrum at umsita. Skotland hevur sum Føroyar einans 1-2 ára royndir í menningarsamstarvi. Av søguligum og mentanarligum orsøkum hava skotar valt at samstarva burturav við Malavi, ið tískil fær allan tann skotska menningarstuðulin. Skotland letur stuðul til skotskar hjálparfelagsskapir og aðrar hjálparfelagsskapir, ið virka í Malavi. Estland er eisini farið undir eitt slag av menningarsamstarvi og stuðlar londum í gamla Sovjetsamveldinum, sum eins og Estland nýliga hava fingið fullveldi. Estland samstarvar tí m.a. við Ukreina um at førleikamenna almennu ukreinsku umsitingina og letur landið fáa lut í royndum, ið Estland hevur gjørt sær av at skipa sítt egna land sum fullveldi. Um at fremja menningarsamstarv Landsstýrið vil raðfesta á tann hátt, at dentur verður lagdur á at finna samstarvsfelagar, ið hava drúgvar royndir við menningararbeiði. Saman við teimum skal landsstýrið vera við í verkætlanum, sum samstarvsfelagin hevur ábyrgd av, men har Føroyar eiga royndir og førleikar, ið kunnu vera at gagni. Við hesum leisti kann ein samstarva um øll mál allastaðni í heimi, har tørvur er. Dentur skal tó verða lagdur á gott samstarv við felagsskapin, ið varðar av verkætlanini, eins og vit skulu nýta føroyskan førleika, har høvið býðst. Annað endamál við at samstarva við slíkar hjálparfelagsskapir og stovnar er, at vit støðugt styrkja umsitingarliga førleika okkara í menningarsamstarvi. 2 Slíkir felagsskapir verða ofta nevndir NGO, sum er ensk stytting fyri non-governmental organizations 3 Iceida, Danida og Norad eru styttingar fyri Icelandic International Development Agency, Danish International Development Agency og Norwegian Agency for Development Co-operation 4 / 7

ST mælir ídnaðarlondum til at gjalda 0,7% av bruttotjóðarúrtøku síni til altjóða menningarsamstarv. Í royndum verða bert latin 0,25% í miðal. ST hevur annars samtykt, at í 2015 skulu ríku londini halda síni lyfti og lata 0,5% av bruttotjóðarúrtøku síni til hetta arbeiði. Henda samtyktin hjá ST er einans galdandi fyri sjálvstøðug lond og fevnir tískil ikki um Føroyar, sum hoyra undir altjóða menningarsamstarv hjá dønum. Hóast altjóða samfelagið einki væntar sær av okkum, tykist politisk semja vera um, at Føroyar eiga at seta sær sum mál at lata munandi meiri av bruttotjóðarúrtøku síni til arbeiðið. Sum nú er, lata vit 3,5 mió. kr., sum í 2006 vóru um 0,035% av bruttotjóðarúrtøku okkara. Hóskandi kundu vit sett okkum fyri at latið 0,25% innan 2015. Við dagsins tølum verða hetta um 25 mió kr. um árið. Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum Hetta uppskotið hevur ikki aðrar avleiðingar við sær, enn galdandi lóg hevur um sæð verður burtur frá, at galdandi lóg fer úr gildi 30. juli 2007. Í viðmerkingunum um avleiðingar av uppskotinum til galdandi lóg (Løgtingsmál nr. 60/2005), varð m.a. skrivað soleiðis: Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru tær, ið Løgtingið ásetir í fíggjarløgtingslóg á hvørjum ári. Umsitingarliga hevur lógaruppskotið við sær, at eitt fólk burturav er sett at taka sær av at gera mannagongdir og reglugerðir fyri at útinna politikkin á økinum. land/landsmyndugleikar kommunalar myndugleikar pláss/øki í landinum samfelagsbólk/ felagsskapir vinnu Fíggjarligar/ búskaparligar (Nei) Nei Nei Nei Nei avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar (Nei) Nei Nei Nei Nei Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei 5 / 7

Sosialar avleiðingar Nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til 1 Stk. 1: Endamálsgrein Stk. 2: Hugtakið menningarsamstarv er nýtt hugtak og kemst av, at hugsanin um økið er broytt. Til fyri stuttum varð tosað um menningarhjálp, og at tey ríku lótu teimum fátæku pening. Nú verður hetta kallað sjálvberandi menningarsamstarv, av tí at tað snýr seg meiri um samstarv enn at geva pening. Samstarv millum stjórnir, økismyndugleikar, altjóða og einskildar stovnar og einstaklingar. Í stk. 2 verður eisini ásett, at samstarvað kann verða bæði formliga og óformliga. Óformligt samstarv er t.d. at byggja upp sambond og netverk, at fáa lut í royndum hjá øðrum og at fáa føroyingar í starv hjá tílíkum stovnum. Harumframt kunnu vit gera formligar sáttmálar um ítøkiligar menningarverkætlanir. Stk. 3: OECD 4 hevur eina deild, nevnd DAC, ið ger hagtøl og greiningar um lond, ið lata og fáa menningarstuðul. Deildin ger eisini regluligar bólkingar av, hvørji lond kunnu skilmarkast sum menningarlond, mett eftir BTÚ fyri hvønn íbúgva. Flestøll ídnaðarlond ganga eftir hesi bólking. OECD lutar menningarlond í fýra bólkar: 1) Least developed countries, 2) Other low income countries, 3) Lower middle income countries and territories, og 4) Upper middle income countries and territories. Ásetingarnar fevna um allar fýra bólkar. Til 2 Stk. 1: Her verður ásett, at Føroyar kunnu hava beinleiðis samstarv við stjórn í menningarlandi ella við stovn, ið hoyrir undir stjórnina. Samstarvað kann eisini verða við stjórnir og stjórnarstovnar í øðrum londum, t.d. Iceida, Sida, Finida, Danida, Norad og aðrar slíkar stovnar. Harumframt kann verða samstarvað við altjóða stjórnarfelagsskapir sum t.d. WFP og Heimsbankan, umframt við felagsskapir sum Mercy Corps, Care, Reyða Kross og Barnabata. Stk 2: Landsstýrið kann samstarva um menning við at lata fakliga ráðgeving úr Føroyum og við at lata beinleiðis fíggjarstuðul. Verkætlanir, ið verða stuðlaðar, skulu snúgva seg um at styrkja menningarlandið fyrisitingarliga, skapa høvi fyri betri vælferð ella tryggja sosialan framburð. 4 OECD er stytting fyri Organisation for Economic Co-operation and Development 6 / 7

Stk. 3: Tá ið til ber, skal menningarsamstarvið geva føroyingum høvi at luttaka. Eitt endamál við menningarsamstarvi landsstýrisins er sostatt eisini at skapa landsstýrinum, føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild. Til 3 Við heimild í hesi grein ásetir landsstýrismaðurin neyvari reglur fyri, hvussu stuðul verður latin. Her kann m.a. verða talan um vegleiðing um, hvørjar upplýsingar skulu vera við í verkætlanarlýsing, ásetingar um, at landsstýrið skal hava regluligar frágreiðingar um verkætlan, eftir at stuðul er latin, umframt endaliga frágreiðing og grannskoðaðan roknskap, tá verkætlan verður hildin at vera liðug. Til 4 Umframt formannin verða fýra fólk í ráðgevandi nevndini. Landsstýrismaðurin tilnevnir øll fimm. Stk 2. Nevndarlimirnir kunnu t.d. hava fakligan førleika frá vinnu, fakligum stovni, almennum granskingarstovni og frá hjálparfelagsskapi. Stk 3. Landsstýrismaðurin fær heimild at gera reglur fyri virksemið hjá ráðgevandi nevndini, eitt nú fundarskipan og neyvari reglur um, hvussu samstarvið millum landsstýrismann og nevndina verður skipað. Til 5 Í hesi grein er ásett, nær lógin fær gildi. Løgmansskrivstovan 27 februar 2007 Jóannes Eidesgaard løgmaður / Marjun Hanusardóttir 7 / 7