Vælkomin á pinkustovuna. Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Similar documents
Wind to Hot water MILL Detailed Specifications

Innihaldsyvirlit. til vegleiðing umsiting av kundum í FSL-debitor. seinast dagført 15. aug. 2017

Cruise ferðandi í Føroyum

Mandy on holiday Avritssíður

Góði limur í Føroya Pedagogfelag

2000 árgangurin roykfríur

Hvussu ávirka aliumstøður og fóður litin á laksaflaki? Turið Mørkøre & Trine Ytrestøyl

Heilsuvandi av at eta grind

UNGFÓLK Í FØROYUM. úrslit2012. Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya & Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Lívið í Føroyum er framúr

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr s. 18 Nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar. s. 6. s. 25. rættur kostur. Álitisumboð á skeiði

Er natúrlig gudfrøði í stríð við serstaka opinbering?

EIN HUGSKOTASKRÁ TIL UNDIRVÍSING Í NÁTTÚRU OG TØKNI VIÐ FÝRA TEMUM UM AT MINKA UM BURTURKAST LÆRARAVEGLEIÐING

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum Ísland, Føroyar og Grønland

Miðnámsrit. Um blaðið. 15 januar 2018

Leiðbeining um andadráttarverju

Miðnámsrit. Um blaðið. 17 juni 2018

-Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti- Inngangur Nationalisma Ímyndir...

Starvsfólk á dagstovnum

Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Almannamálaráðið JAVNSTØÐU POLITIKKUR. tí tað loysir seg. Virkisætlan

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Fegin um prógvið

Nýggjur "Kalsevni" og "Grímur Kamban" í flotan Tann fyrri "Grímur Kamban" endaði sum smuglara skip! Telemedisin: Betri læknahjálp til sjófarandi

Kanning av lívsførðsluni hjá børnum og ungum

Kappingarsamleiki Føroya

Avrit frá kvf.fo. Formæli. Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.

Happing í føroyska fólkaskúlanum

Formansfrágreiðing 2016

Løgtingsmál nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv. Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

Fylgiskjal 4. PW/eo. J.nr Sjúkrasystraetiska Ráðið Sjúkrasystrafelag Føroya Lucas Debesergøta Tórshavn. Tórshavn, 15.1.

BORGARIN TAKAST UPP Á RÁÐ EIN HEILT SERLIGUR MAMMUBÓLKUR HVAR BLEIV POLITISKI VILJIN AT SKIPA MIÐ- NÁMSTILBOÐ TIL UNG VIÐ SERLIGUM TØRVI AV?

Fiskahjólið hjá canadiska føroyinginum Jón. Karin virkar fyri heimsins børn. Vitjan umborð á gamla Sigurfaranum

VINNUMÁLARÁÐIÐ SAMSKIFTISDEILDIN INNANHÝSIS

Matmentan í Føroyum. Jóan Pauli Joensen

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Miðnámsrit. Um blaðið. 12 januar 2017

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Felagið ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Rottuspjaðing. Frágreiðing 2011:3. Sjúrður Hammer ISBN:

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Spurningar og svar frá aðalfundinum 2013

CEDAW menniskjarættindi fyri kvinnur

Kosttilmæli um at eta grind

Fjølmiðlanevndin - avgerðir

Innihald. Partafelagsupplýsingar. general informations. Content. Ársfrágreiðing Annual Report Felagið / The Company

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Inngangur... 2 Háttalag, avmarking og bókmentir Sigrar og tap... 6 Dreymametaforurin... 8 Ikki-harðskapur Javnaðarhugsjónin...

Teldlanýtsla í fólkaskúlanum ein eftirmeting

Viðheft er uppskoti til broyting í lóg um marknaðaføring til ummælis. Hoyringsfreistin er 16. januar. Vinaliga / Kind Regards

Fólkaheilsukanning

Fiskivinnutíðindi úr Íslandi og Grønlandi. Søgan um tuberklarnar og pirkuna. Føroyavinurin Óskar farin. Marin 90 ár:

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Tema. Skattið vinning og arv heldur enn lønir

Helgoland og Norðurhavsoyggjar

Handilstreytir fyri virðisbrøv

Part 66. Requirements for exercising privileges Highlights of New Part 66 rule

Menning av veðurtænastuni

Ársrit. Ársfrágreiðing 2015

Innihaldsyvirlit. 4. SWOT Niðurstøða Møguligar tilráðingar Tilráðingar Almenni leikluturin 68

Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Norðurlendsk ráðstevna í Farum í Danmark september 2013 um venjaraútbúgving

Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Ársfrágreiðing Mynd: MYODA. Uttanríkisráðið Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp

Miðnámsrit. Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.

TAT 14 (Segment K) Útnyrðingsfarleiðir

Stamps Føroyar. Nr. 14 November 2012

UEFA Coach Education Workshop. Raising the bar! Petur Simonsen & Eli Hentze

Leiðbeining. Veiðiváttan og onnur skjøl, tá fiskur og fiskavørur verða flutt inn í ES- lond

Eygleiðingar í forskúlunum. Kunning og niðurstøða. Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014

Klamydiaátak Malan Egholm, Master of Public Health. November 2010

Desember Orka. og umhvørvi. Strategibólkurin

Nr. 11 oktober 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fólkaflyting og fólkavøkstur

Gransking & Menning í Føroyum Úrslit fyri samfelagið

Charles R. Darwin 200 ár

Fróðskaparsetur Føroya mál og mið

Flugur. Tann nýggi noktandi rótarboðshátturin í føroyskum. hjalmar p. petersen

Fornur skógarvøkstur

Nr. 7 oktober 2010 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið. Mið & Magn

VINNULIGIR MØGULEIKAR Í ARKTIS

Nr. 14 juli 2012 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

frágreiðing Løgmans á ólavsøku 2018

Miðnámsrit. Um blaðið. 3 September Góðu lesarar!

NOTAT UM OLJUMARKNAÐIN Í FØROYUM

Menningarástøði og hugmyndafrøði

Álvaratos who cares?

Tíðindi úr Føroyum tann 25. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum

Rættindi fyri atkvøður

Trý megin sløg av geislavirkni

Heilsulýsing Landslæknans Medical Report from the Chief Medical Officer in the Faroe Islands

Heilsulýsing Landslæknans 2017

CONTENT. Endasýning / Closing night film >> 10. Kunning / Practical Information >> 4. Sunnudagur / Sunday >> 24. Dómsnevnd / Jury >> 37

SJÓVARMÁL. Náttúruvísindaskattur. eftir H. C. Müller. komin undan kavi

Nr. 8 januar 2011 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Í verksetan. public service-sáttmála

IMO. - ein lýsing av felagsskapinum og konvensjónunum

mid_og_magn_2_2009:mid_og_magn_blatt 6/7/09 16:35 Page 1 Nr. 2 Juli 2009 MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Syddansk Universitet. Published in: The Health Promotion Advisory Committee of the Faroe Islands. Publication date: 2008

Ársfundur hjá Landsneti

Hervið svarar Magn kanningini Oljumarknaðurin í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt.

Gigni Heilsufrøði til børn & ung og Heilsumálaráðið

Transcription:

Vælkomin á pinkustovuna Til foreldur at ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum

Vælkomin Á pinkustovuni........3 Tagnaskylda Vitjandi og reinføri..... 4 Á deildini.........5 Dagbók Gullsótt...6 Foreldrauppgávan Hvat sigur granskingin?...7 Húð til húð (kenguruháttur)...8 Móðurmjólk til barnið........9 Hví geva móðurmjólk Hvat eyðkennir tað ov tíðliga fødda barnið í mun til bróstagevan...10 2 Nidcap...11 Hvat kunnu vit gera fyri at hjálpa tínum barnið? Hvussu kunnu tit síggja,a t barnið hevur tørv á hvíld og hjálp at fella til ró?...13 Dømir um hvat barnið ger Hvussu kunnu vit hjálpabarninum? Navngeving og dópur...14 Socialráðgevi Eftirverkir Seyming...15 Taggur Kokubotnur Keisaraskurður......16 Keldur...17 Orðalisti......18

Vælkomin Vælkomin á Pinkustovuna og tillukku við barninum. At gerast foreldur at einum ov tíðliga føddum og/ella sjúkum barni kemur óvart og er svárt. Fá foreldur eru fyrireikað uppá, at teirra nýfødda barn byrjar lívið sum sjúklingur, ið krevur gjølla eygleiðing, røkt og viðgerð. Nøkur eru innløgd í stutta tíð, onnur kanska bert nakrar tímar, meðan onnur mugu verða innløgd í vikur og mánaðir. Eisini foreldur eru ymisk og hava ymiskan tørv, men tey flestu vilja uppliva, at tað er trupult og krevjandi at fáa eitt ov tíðliga føtt og/ella sjúkt barn. Hav í huga, at foreldur at ov tíðliga føddum børnum eru ov tíðliga vorðin foreldur! Vit vilja gera okkara besta fyri at vera um tykkum og svara spurningum, so tit verða so trygg sum til ber. Hesin bóklingur er tí ætlaður sum ískoyti til munnligu og skriftligu vegleiðingina, ið tit vilja fáa frá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. 3 Á Pinkustovuni Barnalæknarnir hava ábyrgd fyri diagnosu og viðgerð. Teir kunna um støðuna hjá barninum, broytingar í støðuni og um úrslit frá týdningarmiklum kanningum. Vit tosa javnan við tykkum foreldur, ið eru innløgd í longri tíð. Hava tit okkurt ivamál, so sigið endiliga frá. Tit vilja møta nógvum ymiskum røktarstarvsfólkum og læknum, sum øll meir ella minni taka sær av tykkara barni. Tó vilja tit skjótast møguligt fáa ein ábyrdarsjúkrarøktarfrøðing knýttan at tykkum, sum hevur ábyrgd av røktini hjá tykkara barni.

Á Pinkustovuni eru nógv ymisk yvirvakingartól. Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur ábyrgdina av tólum og alarmum. Nógvir alarmar vilja verða falskir, til dømis um barnið er óróligt, um følarin er leysur o.l. Orsøkin til alarmar og neyðug tiltøk, ið støða skal takast til er ábyrgd hjá starvsfólkum. Tí er tað bert starvsfólk, ið skulu handfara tól. 4 Tagnarskylda Kunning verður bert givin til foreldur, men kann eisini, við loyvi frá foreldrum, gevast til onnur avvarðandi. Starvsfólkið hevur tagnarskyldu og kann tí ikki svara spurningum um onnur børn. Á Pinkustovuni er sera lítið pláss og børnini liggja tí tætt. Tí heita vit á tykkum um at vísa varðsemi og at virða privatlívið hjá grannanum Vitjandi og reinføri Systkin eru hjartaliga vælkomin á pinkustovuna, tey hava stóran týdning, men kunnu lætt føla seg tilsíðissettan, vit uppfordra tykkum tí at taka systkin við inn. Hav tó í huga, at knøttar og tól kunnu vera sera freistandi hjá børnum at pilka við. Um fleiri børn eru innløgd á Pinkustovuni, kann tað tó vera órógvandi at systkin vitja. Smábørn missa skjótt áhugan fyri tí lítla nýføðinginum, møguleiki er tá at fara í forhøllina ella at tit fara inn á tykkara stovu. Ommur og abbar kunnu eisini vitja barnið saman við foreldrum. Tykkara barn hevur tørv á friði fyri at vaksa og at koma fyri seg. Tað er týdningarmikið við so lítið av gangi sum møguligt.

Vit mæla til, at tosað verður spakuligt, tá tit fara inn á sovikamarið hjá barninum. Fyri at minka um smittuvandan hjá børnum á Pinkustovuni, verður mælt til at hesi ráð verða fylgd: Vitjandi skulu vera frísk, tvs. ikki hava nakað slag av krímsjúku ella líknandi. Systkin, ið hava barnasjúku og/ella hosta og hava krímsjúku kunnu ikki vitja Vegna plásstrot ráða vit til, at bert tvey vitjandi eru hjá barninum í senn og vitjanin er stutt. At tit lata tykkum úr yvirklæðum, ikki nýta ringar og ur/ armband. Vaskið, turkið og sprittið hendurnar, beint sum tit koma inn á Pinkustovuna. Á deildini Tit eru teir mest týdningarmiklu persónarnar hjá tykkara barni. Tað er tí okkara ynski, at tit bæði hava møguleika fyri at vera hjá barninum alt døgnið. Um møguligt, t.v.s. at pláss er á deildini, verður pápin innlagdur saman við mammuni. Børn, ið eru innløgd á Pinkustovuni eru sera viðbrekin og teirra mótstøðuføri er niðursett. Teir fysisku karmarnar kunnu samstundis verða trongir. Tí verður mælt til: At umhvørvið um barnið er reint og ruddiligt. At seingjarklæðir verða skift eftir tørvi, tó í minsta lagið 1 ferð um vikuna. Klæðir og lutir skulu leggjast í klædnaskápið ella í náttborðið. Vinarliga ikki lata lutir standa á gólvinum ella í vindeyganum, soleiðis at reingerðingsfólk sleppur at vaska. 5

Dagbók Nógvar familjur hava gleði av at gera eina dagbók um innleggingina við myndum og teksti av tí, ið varð upplivað á sjúkrahúsinum. Dagbókin kann eisini verða ein hjálp fyri alla familjuna til seinni at handfara innleggjanina og allar upplivingarnar. Spyr ábyrgdarsjúkrarøktarfrøðingin um vegleiðing. 6 Gulsótt Flestu ov tíðliga fødd børn vilja fáa gulsótt. Orsøkin til gulsótt er, at barnið ikki útskilir evnið bilirubin nóg skjótt. Bilirubin stavar frá niðurbróting av reyðum blóðlikamum og um útskiljingin í livruni ikki gongur nóg skjótt, gerst innihaldið av bilirubin í blóðinum so stórt, at liturin fer út í húðina og ger hana gula. Børn gerast lin og fáa vaml av gulsóttini. Gulsótt verður viðgjørt við ljósi, sum ikki er vandamikið. Ljósviðgerðin hevur tað hjáárin, at barnið missur meira vætu gjøgnum húðina, tí geva vit barninum meira vætu undir viðgerðini, antin meira sonduføði ella gjøgnum æðrarnar. Undir viðgerðini fær barnið tættsitandi brillur, ið verja eyguni móti ljósinum.

Foreldrauppgávan Tað er týdningarmikið við skjótum tilknýti millum foreldur og barn. Barnið kennir røddina og luktin á tykkum og tí uggar tað, at tit tosa við barnið, leggja eina stilla hond á høvdið og um kroppin. Vit vita sum er, at tað í byrjanini kann vera torført at verða við í røktini av sínum ov tíðliga fødda og/ella sjúka barni. Barnið hevur kanska eina slangu gjøgnum nøsina og gjøgnum eina æðr, og sum foreldur er skjótt at gerast bangin um tankan ikki at megna foreldrauppgávuna. Sjúkrarøktarfrøðingurin vil vegleiða tykkum soleiðis, at tit læra at tulka tekini og tørvin hjá barninum. Vit vita av royndum, at foreldur skjótt gerast trygg um støðuna, ið tey eru komin í. At byrja við kunnu tit kanska bert røra við barnið gjøgnum lúkurnar á kuvøsuni og tosa róligt við tað, men skjótt vilja tit fáa meira kropsligt samband við barnið, og tit sum foreldur verða inndrigin meir og meir í tí dagligu røktini av barninum. Ger avtalur við røktarstarvsfólkið um røkt og máltíðir. Skjótast møguligt skal barnið út at sita húð til húð. Um barnið orkar, so er týdningarmikið at gera hetta, so nógv sum til ber. Njótið barnið hjá tykkum! 7 Hvat sigur granskingin? Skjótt tilknýti ger, at børnini gráta minni og anda meira regluligt hava færri infektiónir og hava betri vektøkjan liggja styttri tíð í kuvøsu og koma skjótari heim súgva meira og longri mennast skjótari Comparison of skin-to-skin (Kangaroo) and traditional care. Ruth Feldman et al, 2002. Kangaroo Mother care: 25 years after, Charpak N. et al. 2005

Húð til húð (kenguruháttur) Tá barnið er húð til húð, situr/liggur tað á bringuni antin hjá mammuni ella pápanum við eini dýnu ella teppi yvir sær. Hesin háttur, at sita/liggja við barninum uppá, verður nýttur á deildum fyri ov tíðliga fødd og sjúk børn um allan heimin og verður kallaður kenguruháttur eftir mátanum, sum ein kenguru hevur sín unga í einum posa á búkinum. 8 Kanningar vísa, at hátturin hevur nógvar fyrimunir og er vandaleysur hjá børnunum, um hann verður nýttur rætt. Tí kann barnið, hóast tað hevur tørv á súrevni ella CPAP, takast út úr kuvøsuni, tá sjúkrarøktarfrøðingurin metir tað vera ráðiligt. Tá barnið skal sita/liggja húð til húð, so hugsa um, at tað ikki er tíðin á bringuni, ið er krevjandi fyri barnið, men flytingin út og inn úr kuvøsuni. Um barnið hevur tað gott, ráða vit til, at tú situr/liggur í minsta lagi 1 tíma. Ein góð bók, ein spegil at hyggja at barninum við og at tú hevur etið og verið á ves, áðrenn tú setir teg, eru bert nøkur góð ráð. Tá barnið verður tikið úr kuvøsuni, skal tað verða friður á stovuni, dempað ljós og tú skal sita í einum góðum stóli. Tá tey minstu børnini verða tikin út, er best um stólurin verður lagdur nakað niður. Orsøkin er, at tey minstu børnini ikki hava styrki til at halda seg uppreist.

Tá barnið er úti, skal tað bert vera í blæðu og húgvu. Húgvan er neyðug, tí barnið missur størsta partin av kropshitanum frá høvdinum. Barnið er sum oftast knýtt at yvirvakingartólum og skal eisini vera tað, hóast tað situr/liggur húð til húð. Tá barnið situr/liggur húð til húð, hitar tú barnið. Tín andadráttur stimbrar barnsins andadrátt, og tín rødd og hjartasláttur gevur barninum ugga og tryggleika. Ov tíðliga fødd børn hava gleði og gagn at av vera húð til húð, líka til tey sjálvi siga frá. Tí er tað eitt gott hugskot, at halda fram við at lata barnið úr klæðunum og sita, liggja og bera barnið nakið móti tykkara húð so nógv sum til ber. Móðurmjólk til barnið Mammur, ið hava átt ov tíðliga, hava mjólk, sum hevur meira feitt, meira protein, meira salt og minni sukur enn mjólkin hjá mammum, sum hava átt fullborið barn. Hetta er týdningarmikið fyri børn, ið skulu vaksa og mennast. Eftir einum mánaða er mjólkin javnsett við mjólkina hjá mammum til fullborin børn. Mammur, ið hava tørv á at mjólka út, skulu byrja seinast seks tímar eftir burð. Røktarstarvsfólkið vil kunna og vegleiða teg um útmjólkan og goymslu av móðurmjólk 9

10 Hví geva móðurmjólk? Móðurmjólk inniheldur nøkur evni, enzymir, hormonir og vakstrarhormonir sum fremja upptøku úr tarminum, og er við til at búna maga og sorningarleið Mótstøðuføri(antistoffir) og aðrar faktorar í móðurmjólkini verja ímóti smittu. Børn, ið eru fødd ov tíðliga hava niðursett mótstøðuføri. Jaliga ávirkan í mun til tað mentalu(kognitivu) menningina, kanska tí móðirmjólk inniheldur omega 3 feittsýru. Verjir ímóti diarè, millumoyrabruna, blóðeitran, nec.(bruni í tarminum) og andadrátsbruna. Gevur samstundis stytri sjúkutíð. Matvøruovurviðkvæmi og eksem kann møguliga útsetast nakrar mánaðir. Hvat eyðkennir tað ov tíðliga fødda barnið í mun til bróstagevan? Tey eru vakin í stutta tíð hvørja ferð Tey hava ikki tamarhald á høvdinum Tey kunnu hava havt negativar upplivingar í og rundan um munnin. Vandi er tá fyri afturhaldsatburði Vøddar í og rundanum munnin og kjálkar eru ikki so sterkir veikt súgvievni Tey hava ov lítlan munn í mun til bróstið/vørtuna Børn fødd í viku 28 hava kropsligan møguleika fyri at súgva, svølgja og anda, men at samskipa hesi er tørført fyri barnið Børn eru ymisk t.d. kann eitt barn føtt í viku 28 vera ført fyri at súgva og svølgja eftir fýra vikum, meðan eitt barn føtt í viku 32 ikki klárar hetta.

Um mamman ikki hevur nóg mikið av mjólk, kann barnið fáa bankamjólk, hetta er mjólk, ið vit fáa frá Hvidovre Hospital í Danmark. Bankamjólk kemur frá mammum, ið hava ov nógva mjólk. Mjólkin er væl kannað, hitaviðgjørd og síðan fryst. Loyvi frá foreldrum skal gevast, um barnið skal hava bankamjólk. Tað kemur av og á fyri, at mamman ikki hevur mjólk, hevur ov lítið av mjólk og/ella barnið ikki verður fortróligt við bróstið, hóast allar vegleiðingar og tilmæli eru fylgd. Ynski kann eisini vera um at geva mjólkaúrdrátt. Í teimum førum er gott at hava í huga, at móðurkærleiki ikki situr í mjólkini! Nidcap Nidcap (Newborn Individualized Developmental Care and Assessment Program) Umsorgan, ið er tillagað tað ov tíðliga fødda og sjúka barnið. 11 Allir nýføðingar samskifta við umverðina gjøgnum kropsmál, og tey mennast gjøgnum eygnakontakt, prát, at verða hildin um og rurað. Hendan tørvin hava eisini børn, ið eru fødd ov tíðliga. Tó er týdningarmikið at menningin skal ganga varliga fram, tí barnið skal vera búgvið til tess. Menningin skal gevast stigvíst til hóskandi tíð, og við hvørt ikki gevast, tí tað kann hava við sær, at barnið verður troytt og stressað. Hvussu kunnu vit so vita nær og á hvønn hátt, vit skulu møta barninum fyri at menna tað. Vit kunna læra at tulka tekin og kropsmál. Síggja hvat barnið orkar, hvat stressar tað og passa okkara røkt eftir, hvat vit síggja.

Vit ynskja at geva tí ov tíðliga fødda og/ella sjúka barninum eitt varligt umhvørvi. Umhvørvið skal vera mest møguligt líkt móðurlívi. Har var barnið vart ímóti ljóði, ljósi og legan var samankropin. Hvat kunnu vit gera fyri at hjálpa tínum barni? Vernd ímóti ljósi Fyri at verja barnið ímóti beinleiðis ljósi í eyguni, skal kuvøsan ella vøggan dekkast við toyði, tó skal møguleiki vera fyri at síggja barnið. Um barnið skal hava ljósviðgerð fær tað toybrillur. Um dagsljósið er ov sterkt, skulu gardinurnar dragast fyri. 12 Vernd ímóti ljóði Vit tosa spakuligt á Pinkustovuni og stíla ímóti friðaligum umhvørvi um kuvøsuna Vit arbeiða við róligum rørslum Vit seta onki á kuvøsuna og lata lúkur varliga aftur

Lata barnið fáa frið um tað svevur. Tey ov tíðliga føddu børnini hava ein heilt stuttan djúpan svøvn. Tá barnið má vakjast, so byrja við at halda varliga um barnið og fortel, hvat fer at henda. Gev barninum løtur við hvíld. Byrjað við at røra, tosa ella við eygnakontakt, men ikki alt í senn. Síðan kanst tú skifta, geva mat o.s.fr. Enda á sama hátt sum byrjað varð, hald um barnið, til tad slappar av. Vernd ímóti anga Luktisansurin er tíðliga mentur, og barnið má verjast ímóti sterkum og ringum lukti. sum t.d. luktilsi, spritt og øðrum. Eftir vask og avsprittan av hondunum, er týdningarmikið at hendurnar eru turrar og hondsprittið fordampað, áðrenn ein nærkast barninum. Barnið kennir angan hjá mammuni. Ein klútur ella ammeinnlegg, ið mamman hevur havt tætt at kroppinum, kann leggjast til barnið, tá hon fer frá tí. Hetta er positivt fyri barnið. 13 Hvussu kunnu tit síggja, at barnið hevur tørv á hvíld og hjálp at fella til ró? Liturin á húðini broytist, verður bleikur, bláligur ella myrkareyður Andadráttstíttleikin ella andingarhátturin broytist Barnið higstrar, gylpar ella spýr millum máltíðir Barnið hevur ósamskipaðar eygnarørslur Barnið gremur seg og er óróligt, tað rukkar pannuna ella snerkir Barnið verður lint, stívt ella strekkir fingrar og tær

Dømir um, hvat barnið ger fyri at klára støðuna, um tað verður stressað og/ella ov stimulerað Barnið døsar og sovnar Tað vendir høvdinum og torført er at fáa eygnakontakt Barnið nýsir ella geispar Tad roynir at broyta kropsburð, strekkir armar og bein í eini roynd at koma í síðulegu, roynir at finna okkurt at seta hendur og føtur ímóti. Tað suttar fingrar, hendur ella varrar. 14 Hvussu kunnu vit hjálpa barninum? Barnið hevur tørv á, at kroppurin verður stuðlaður. Hendurnar skulu upp til munnin, bein og armar samlað og boygd inn til kroppin, og vit gera eitt "reiður" um barnið. Tá vit flyta barnið, nýta vit helst eina toyblæðu, soleiðis at armar og bein eru samlaði. Á pusliborðinum skal barnið hava stuðul um kroppin, gjarna so langt frammi, at tað kann seta beinini ímóti tínum búki. Tá barnið fer í bað, skulu føturnar kunna setast móti kantinum og fyri at samla barnið kann ein toyblæa nýtast. Navngeving og dópur Í teimun førum, har tørvur er á tí, er møguleiki at tosa við prest/samkomuleiðara. Vit bjóða dóp og navngeving, tí vit vita, at nógv føla ein tryggleika, um barnið verður doypt, navngivið og/ella biðið fyri. Spyr starvsfólkið um tit hava ynskir hesum viðvíkjandi.

Socialráðgevi Í teimun førum, har ein eigur ov tíðliga føtt og/ella sjúkt barn, kann tørvur vera á at tosa við socialráðgeva um almennar trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp. Socialráðgevi er knýttur at Landssjúkrahúsinum og kann ráðgeva og vegleiða tykkum í samband við galdandi lóggávu og hjálpa tykkum við at útfylla skjøl til almennu myndugleikarnar. Vert at vita fyri mammuna í samband við barnsburð Eftirverkir Eftir føðing skal lívmóðurin kreppa seg saman og blíva lítil aftur. Hesar kreppingar kallast eftirverkir. Tá barnið sýgur bróst, verður hormonið oxytocin frígivið. Oxytocin fær lívmóðurina til at kreppa seg saman. Oftast er tað so, at jú fleiri børn tú hevur átt, sterkari eftirverkir fært tú. Um tú hevur nógva pínu, kanst tú taka pínulinnandi t.d. Pinex. Barnið tekur ikki skaða, um tú fylgir leiðbeiningini, ið fylgir við heiligvágnum. 15 Seyming Undir føðing er vanligt at skrædna í neðra og nógvar kvinnur verða tí seymaðar. Tráðurin, ið verður nýttur, upploysist eftir uml. 2 3 vikum. Tú kanst tó framvegis vera eitt sindur eym, og tað kann svíða eina tíð aftaná hetta. Tað er týdningarmikið at halda sárið reint, so tað fær tær bestu umstøðurnar at grógva væl saman og fyri at tú ikki skalt fáa bruna í sárið. Mælt verður til, at tú skolar tær í neðra hvørja ferð, tú hevur verið á vesi og skiftir bind javnan, til sárini eru lekt.

Taggur (hæmoridir) Í viðgongutíðini kanst tú fáa taggur, ið er tað sama sum áraknútar, t.v.s. víðkan av nøkrum smáum blóðæðrum beint uttan fyri endatarmin. Taggur kunnu eisini koma undir burðinum, og kunnu viðgerast við salvu og stikpillum. Viðgerðin kann byrja undir innleggjan. 16 Kokubotnurin Tað er týdningarmikið, at tú byrjar at venja kokubotnin beinanvegin. Ein væl vandur kokubotnur kann fyribyrgja, at lívmóðurin søkkur niður, harvið kann sleppast undan trupulleikum við at halda vatninum og trupulleikum við samlegu seinni í lívinum. Ven fleiri ferðir um dagin restina av lívinum. Vit mæla til at tú fert til kokubotnavenjing hjá fysioterapeutinum undir innleggjan og tilognar tær bóklingin I form eftr fødslen. Á Føroya Fólkaháskúla er møguleiki fyri at tekna seg til eftirføðingarskeið, sí www.haskulin.fo Keisaraskurður Um tú hevur fingið keisaraskurð er umráðandi, at tú heldur eyga við um tú fært bruna í skurðin. Vanligt er at skurðurin er eymur, men hatta skal batna. Fært tú verri pínu í skurðin ella hann verður meira reyður, vend tær so til kommunulækna. Ansa eftir, at tú ikki lyftir nakað óneyðuga tungt tær fyrstu 6 vikurnar.

Keldur Relevantar heimasíður www.praematur.dk www.rafaelcenteret.dk www.slynge-net.dk www.ammevidencenter.dk www.fogf.dk Felagið í Føroyum fyri ov tíðliga fødd børn: Præmatur felagið Tlf: +298263868 Kráarvegur 5 kj Tórshavn, Faroe Islands Keldur Udviklingstilpasset neonatalomsorg. Litteraturkompendium til kompetenceklip bog 2 Neonatalogi det raske og det syge nyfødte barn. Nyt Nordisk forlag A.Busk 2008 Amning en håndbog for sundhedspersonale. Sundhedsstyrelsen 2009 Anbefalinger for svangreomsorgen. Sundhedsstyrelsen 2009 17 Um tit ynskja meira vitan, eru tit altíð vælkomin at spyrja starvsfólkið. Útgivið 2011, skrivað hava: Laila Dam Frandsen, sjúkrarøktarfrøðingur A2 Sára Thomsen, sjúkrarøktarfrøðingur A2 Takk til foreldur fyri nýtslu av myndum.

18 Orðalisti Apnø: Barnið steðgar at anda í meir enn 15 sek. Aspirat: Væta frá maganum, ið stavar frá síðstu máltíð. Bilirubin/gulsótt: Gult evni, ið verður gjørt, tá reyð blóðlikam brótast niður. Tað kann føra til gulsótt (húðin er gul) Bradycardi/pulsfall: Sein hjartarútma CPAP: Áhaldandi yvirtrýst í andarásini. Ein máti, sum hjálpir barninum at anda. CVK: Slanga, ið liggur í eini æðr. Verður nýtt, tá tørvur er á heiligvági og/ella vætu. Cyanosa: Húð ella slímhindur gerast blálitt, eitt tekin uppá, at barnið fær ov lítið av súrevni. Duktus: Æðr, sum bindur lungapulsæðr og høvuðspulsæðr saman í móðurlívi. Letur seg vanligt aftur stutt eftir føðing. Ekstubera: At taka tubu burtur (respirator) Elektroda: Leidningur við einum følara, ið er festur á húðina. Kann avlesa hjartarútmu, andadrátt og súrevnisinnihald. Fontanella: Tað bleyta umráði millum skallabeinini á barnsins høvdi. Gestatiónsaldur (GA):Aldurin hjá barninum í vikum. Glukosa: Sukur, ið er í blóðinum og sum verður nýtt sum orkukelda Intubera: Eitt plastikrør verður sett í andarásina (respirator)

Intavenøst: Ein tunn slanga verður løgd í eina æðr, fyri at kunna geva vætu og heiligvág Ljósviðgerð: Viðgerð í samband vð gulsótt Nalvaarteria: Pulsæðr í nalvastronginum, ið verður nýtt til blóðroyndir og at máta blóðtrýst. Nalvavena: Æðr í nalvastronginum, ið verður nýtt fyri at geva vætu og heiligvág. Per os: Gjøgnum munnin. Præmatur: Ov tíðliga føtt, áðrenn viku 37. Pulsoximetur: Eitt tól, ið avlesur mongdina av puls og súrevni í blóðinum. Respiratión: Andadráttur Respirator: Andingartól Sepsis: Bakteriur í blóðinum (blóðeitran). Skop/monitor: Yvirvakingartól á Pinkustovuni. Sonda: Tunn slanga, ið liggur gjøgnum nøs ella munn, so barnið kann fáa mjólk, áðrenn tað dugir at súgva. Sýru/basa: Ein blóðroynd, ið vísir súrevni og koltvísúrni. Trøska: Soppur í munnrovuni, gevur grá/hvítar blettir. Venflon: Tunt plastikrør, ið verður lagt í eina æðr til at geva vætu og heiligvág. Ødem: Trot vegna væta í vevnaðinum. 19

tel 304500, www.ls.fo